mikudagur 22. mai 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 94 - 22. mai 2002
Nr. 94 - 22. mai 2002
37
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Eingin
toskur
Toskastovnurin í Katte-
gat og Skagerak er so
illa fyri, at svenskir
fiskifrøðingar mæla til
at steðga fiskiskapin-
um. Svensku fiskifrøð-
ingarnir siga, at nú er
so lítið eftir av stovnin-
um, at skal tað bera til
at bjarga honum, má
fiskiskapurin steðga.
Hagtølini vísa, at í
fjør vórðu fiskað bara
10 prosent av tí, sum
fiskað varð í 1980.
Samstundis vísa tølini,
at svensku fiskimenn-
inir kláraðu ikki at
fiska meiri enn helm-
ingin av sínari toska-
kvotu í Kattegat og
Skagerak í fjør.
Umvælast í
Danmark
Danska ferjan "Prin-
cess of Scandinavia"
kom annan hvítusunnu-
dag til Fredericia, har
skipasmiðjan skal um-
væla
skaðan,
sum
skipið fekk, tá eldur
kom í maskinrúmið
fríggjakvøldið. Í gjár
var ikki greitt, hvussu
langa tíð umvælingin
fer at taka.
DFDS, sum eigur
"Princess of Scandi-
navia" boðaði mána-
dagin frá, at rutur felag-
sins millum Kristian-
sand og Gøteborg og
millum Newcastle og
Kristiansand
verða
niðurlagdar í eina viku.
"Princess af Scandi-
navia" var á veg úr
Newcastle til Kristian-
sand, tá eldur kom í
maskinrúmið.
900
ferðafólk vóru við, men
eingin skaða av tilburð-
inum.
Úr Esbjerg
Síðani tíðliga í apríl
hevur Mærsk Olie &
Gas ikki nýtt havnina í
Esbjerg,
tá
felagið
hevur flutt útgerð til og
frá
oljupallunum
í
Norðsjónum.
Ístaðin
hevur felagið nýtt eina
havn í Niðurlondum.
Orsøkin er ein sátt-
málatræta við teir, sum
arbeiða í oljuhavnini í
Esbjerg. Havnini kemur
tað illa við. Bara síðani
fyrst í apríl hevur
havnin mist 30.000
tons av góðsi til ta
niðurlendsku havnina.
Úr Norðurlondum:
Fingu høvd
í trolið
Skotski trolarin "Bona-
venture"
fekk
um
vikuskiftið eitt manna-
høvd í trolið, meðan
teir royndu góðar 80
fjórðingar eystur úr
bretsku strondini.
Trolarin fór inn til
Eyemouth í Skotlandi,
har tann heldur ó-
hugnaligi fongurin varð
latin myndugleikunum.
Skotsku myndugleik-
arnir siga, at trolarin
royndi á einari leið, har
skipaferðslan er stór.
M. a. sigla ferðamanna-
og farmaskip hendan-
vegin, tá tey sigla mill-
um Danmark og Bret-
land,
siga
skotsku
my n d u g l e i k a r n i r.
Skotska løgreglan sigur
seg ikki hava upplýs-
ingar um nakran, sum
er horvin á leiðini, har
trolarin royndi.
Spara nógv
Nógvir danir leggja
stóran dent á at spara
upp til pensjónstíðina.
Seinastu árini hevur
áhugin verið heldur
minni enn fyrr, men
kortini er so nógv í
pensjónsgrunnunum nú
sum ongantíð fyrr.
Ein
uppgerð
hjá
danska toll- og skatta-
verkinum vísir, at um
ársskiftið áttu danir 62
mia. krónur standandi í
teimum
ymsu
pen-
sjónsgrunnunum. Tað
var 4,5 mia. krónur
meiri
enn
eitt
ár
frammanundan. Kann-
ingar
hjá
toll-
og
skattaverkinum vísa, at
fólk halda fram við at
spara upp, hóast teir
politisku myndugleik-
arnir av og á fremja bú-
skapartiltøk, sum av-
marka møguleikarnar
at spara.
Styrkja ikki
kongshúsið
Flestu norðmenn halda,
at tey bæði systkinini,
Haakon krúnprinsur og
Marta Louisa prin-
sessa, kundu havt verið
hepnari, tá tey valdu
sær maka. Mette Marit
krúnprinsessa og Ari
Ben, sum er trúlovaður
Martu Louisu, hava
sambært flestu norð-
monnum gjørt norska
kongshúsið veikari.
Bretski forsætisráð-
harrin roynir at
slætta sjógv millum
Evropa og USA, nú
amerikanski forsetin
kemur til Evropa í
morgin
BRETLAND
Árni Joensen
Í einari samrøðu við blaðið
The Times um hvítusunn-
una royndi bretski forsætis-
ráðharrin, Tony Blair, at
sissa teir evropeisku po-
litikararnar, sum í sein-
astuni hava funnist at
amerikanska politikkinum í
sambandi við bardagan
ímóti altjóða yvirgangi.
Men teir amerikansku po-
litikararnir fingu eisini sítt.
Í samrøðuni duldi Blair
ikki fyri, at hann tekur
undir við politikkinum hjá
amerikansku stjórnini, og
tað var týðiligt, at hann
heldur tað vera umráðandi,
at politikarar báðumegin
Atlantshavið styðja hvør
annan í málinum um al-
tjóða yvirgang.
Eygleiðarar í London
siga, at orðini hjá for-
sætisráðharranum eru ein
roynd at slætta sjógvin, nú
George W. Bush, forseti
kemur til Evropa í morgin.
Teir næstu seks dagarnar
skal Bush vitja í Berlin,
Moskva, París og Rom.
Týsku
myndugleikarnir
vænta, at fleiri túsund fólk
fara atganga mótmælis-
gongu í Berlin, har tey fara
at mótmæla amerikanska
politikkinum í Miðeystri,
hóttanini um at leypa á Irak
og umhvørvispolitikkinum
hjá Bush-stjórnini.
Politiskir eygleiðarar í
London siga, at Evropa-
ferðin hjá amerikanska
forsetanum verður uttan iva
trupul, og at hann kann
vænta sær atfinningar á
fleiri økjum.
Á midnátt hvítu-
sunnukvøld varð
Eysturtimor lýst
sjálvsstøðugt ríki.
EYSTURTIMOR
Árni Joensen
Á midnátt hvítusunnukvøld
varð Eysturtimor lýst sjálv-
støðugt sum tað 192. lima-
landið í heimsfelagsskapin-
um ST. Tað var ST-aðal-
skrivarin Kofi Annan, sum
formliga lýsti landið sjálvs-
støðugt og handaði teimum
politisku
leiðarunum
á
staðnum ræðið, sum ST
hevur umsitið seinastu trý
árini.
Í 1999 samtykti fólkið í
Eysturtimor,
at
landið
skuldi skipast sum sjálvs-
støðugt lýðveldi eftir 450 ár
undir portugisiskum hjá-
landastýri og 24 ár undir
indonesiskari herseting. 80
prosent atkvøddu fyri full-
veldi.
Í røðu síni sunnukvøldið
segði Kofi Annan, at hóast
fólkið í Eysturtimor nú
sjálvt tekur við valdinum,
verður framvegis stórur
tørvur á altjóða hjálp, so
tað nýggja samfelagið kann
fóta sær. Altjóða samfelag-
ið hevur lovað Eysturtimor
meiri enn tríggjar milliardir
krónur í hjálp tey næstu trý
árini, og eftir hátíðarhaldið
sunnukvøldið kunngjørdu
einstøk lond, at tey fara at
veita stuðul.
Fólkið í Eysturtimor er
yvirhøvur fátækt, og ar-
beiðsloysið er heili 70
prosent, men teir nýggju
politisku leiðararnir bera
ikki ótta fyri framtíðini.
Væl av olju og gassi er í
landinum, og roknað verð-
ur við, at samfelagið fer at
fáa ágóðan av náttúruríki-
døminum um trý ár. Sam-
stundis ætla leiðararmnir at
menna aðrar vinnuvegir so
sum fiskivinnuna, land-
búnaðin og ferðavinnuna.
Umleið 800.000 fólk
búgva í Eysturtimor.
Eysturtimor fingið fullveldi
Blair mælir til betri samband
tvørtur um Atlantshavið
Nógv børn tóku lut í hátíðarhaldinum í høvuðsstaðnum Dili, tá Eysturtimor varð lýst sjálvsstøðugt ríki
Mynd: Reuters
Leygardagin varð
skipað fyri hátíðar-
haldi í Christians-
kirkjuni í Klaksvík,
har tríggir norðoy-
ingar fingu handað
heiðursbrøv- og nálir
fyri avrik teirra, tá tey
við egnum lívi í vága
lupu á bláman fyri at
hjálpa øðrum
HÁTÍÐARHALD
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Hetta var fyrsta
hátíðarhald av sínum slag í
Klaksvík, og okkurt um
eini sjeyti fólk vóru savnað
í Christianskirkjuni leygar-
dagin.
Hetjurnar hendan dagin
vóru Elsuba á Høvdanum,
Bjarni Poulsen og Erland
Sivertsen. Orsøkin til hetta
var, at tey hvør á sín ser-
staka hátt kunnu fegnast
um, at tey hava bjargað ein-
um menniskjalívi.
Bragdið hjá Elsubu á
Høvdanum fór fram í juni
1961, tá hon bjargaði Ann
Petersen, ið var dottin á
sjógv. Ann var einans 6 ára
gomul, tá hendingin fór
fram, men hóast nógv ár
eru liðin, so hevur hon ikki
gloymt Elsubu.
Ann Petersen hevði sjálv
innstillað Elsubu á Høvda-
num til heiðursnálina, ið
GullHornið í Havn hevur
latið úr hondum.
Hinar hetjurnar vóru
Bjarni Poulsen og Erland
Sivertsen, sum vóru við til
at bjarga lívinum hjá Ma-
thiasi Samuelsen.
Táverandi 11 ára gamli
Mathias var í oktober í
1999 komin til Føroya í
vetrarfrítíð. Saman við
tveimum vinmonnum hans-
ara spældi hann sær í fjøru-
ni á Viðareiði. Veðrið var
ikki av tí besta, og brádliga
tók eitt brot tveir av
dreingjunum við sær út á
bláman.
Drongurin, ið stóð einsa-
mallur eftir á turrum, gjørdi
skjótt av og leyp niðan í
bygdina eftir hjálp.
Tann
eini
drongurin
megnaði eftir stuttari løtu
sjálvur at koma upp aftur á
turt, meðan Mathias varð
slongdur so mikið langt út,
at hann ongan møguleika
hevði fyri sjálvur at sleppa
á land aftur.
Erland Sivertsen, drong-
urin, ið fór eftir hjálp, hitti
beinanvegin nakrar menn
og segði teimum so, hvat
hent var.
Millum hesar menn var
Bjarni Poulsen, og komnir
oman í fjøruna, bant hann
eina línu um miðjuna á sær,
bað hinar menninar halda
fast, og leyp síðan á sjógv
eftir Mathiasi.
Hóast rok og nógv brim
var í sjónum, so megnaði
Bjarni at finna Mathias, og
hjálpa honum á land.
Hesar óhugnaligu hend-
ingar, sum tó endaðu í øll-
um góðum, vóru orsøk til
hátíðarhaldið í Christians-
kirkjuni. Tey hittust fyrst
við
Róðrarneystið,
har
myndir vórðu tiknar við
vágni,
sum
bakgrund.
Síðani varð farið niðani í
kirkjukjallaran, har sjálv
handanin skuldi fara fram.
Hans Eiler Hammer, sókn-
arprestur, handaði hesum
trimum fólkunum heiðurs-
nálir og heiðursbræv fyri
teirra megnar avrik.
Hans Eiler greiðir frá, at
løtan í kirkjukjallarinum
var stak hugnalig.
Sjálvur segði hann nøkur
orð, og síðan var boðið til
drekkamunn.
KAPPRÓÐUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Róð var í millum málið
á Grønabóli og málið inni í Klaks-
vík, sum er á Stongunum. Hetta er
túsund metra teinurin, sum róð
verður kapp á Norðoyastevnu
Sosialurin frættir, at bátarnir róðu
knappar hundrað túsund metrar til-
samans.
Og má tað sigast at vera sera gott,
siga tey úr Klaksvíkar Róðrarfelag,
sum hevur fimm manningar til-
meldaðar til Føroyameistarakapp-
ingina í ár.
Tað vóru kortini sjey manningar,
sum tóku lut í stuðulsróðrinum, tí
har eru tvær so kallaðar »old girls«
manningar, sum hava róð nú í einar
tveir mánaðir.
Hvør rógvari hevur skaffað
okkurt um tíggju stuðlar. Stuðlað
verður við oyrum fyri meturin, og
tað er ójavnt, sum fólk stuðla. Eis-
ini eru onkrar fyritøkur, sum stuðla.
Limir úr Klaksvíkar Róðrarfelag
lata væl undirtøkuni.
– Norðoyingar og fyritøkur eins
væl og vinnulívið her norðuri hava
stuðlað felagnum ótrúliga væl, sig-
ur Kristian Eli Zachariassen, for-
maður í Klaksvíkar Róðrarfelag.
Hann er skjótur at leggja afturat, at
her sipar hann ikki bert til stuðuls-
róðurin, sum júst hevur verið, men
yvirhøvur.
– Vit eru sera fegin um allan
stuðulin vit hava fingið, nú vit hava
gjørt so umfatandi íløgur tey sein-
astu árini, sigur hann.
Klaksvíkar Róðrarfelag er nú far-
ið í gongd við fyrireikingarnar til
kappróðurin á Norðoyastevnu, sum
í ár verður vikuskiftið 1. og 2. juni.
Vóru heiðrað
fyri teirra brøgd
Tey trí, Elsuba á Høvdanum, Bjarni Poulsen og Erland Sivertsen fingu handað heiðursnálir og
heiðursbræv, frá Hans Eiler Hammer, sóknarpresti.
Klaksvíkar Róðrarfelag:
Stuðulsróður
um vikuskiftið
Um vikuskiftið skipaði Klaksvíkar Róðrar-
felag fyri stuðulsróðri á vágni í Klaksvík.
Hetta varð gjørt til frama fyri teir nýggju bát-
arnar
Bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag róðu knappar 100.000 metrar tilsamans, so
ikki kann sigast annað enn, at stuðulsróðurin eyðnaðist væl.
Ann Petersen (t.v.) og Mathiasi Samuelsen (t.h. húkandi),
kundu sanniliga gleðast saman við sínum persónligu hetjum.
C
M
Y
K
37
36