Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 95 - 23. mai 2002 Nr. 95 - 23. mai 2002 3 1927 2002 24. mai MÓTTØKA Sosialurin 75 ár Fríggjadagin 24. mai 2002 fyllir Sosialurin 75 ár. Í hesum sambandi bjóðar Sosialurin lesarum, lýsarum, vinum og kenningum til móttøku í blaðhúsinum á Argjum fríggjadagin 24. mai frá kl. 15.00 til 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kunnað verður um virksemið og ætlanir, sum Felagið fyri lesi- og skrivitrupulleikar hevur í umbúna FUNDUR Turið Kjølbro Í morgin fríggjadagin verð- ur fundur í MBF-Húsinum kl. 19. Tað er Felagið fyri lesi- og skrivitrupulleikar, sum skipar fyri fundinum. Endamálið við fundinum er at greiða frá virkseminum í felagnum, kunna um, hvørjar ætlanir felagið hev- ur og hvat verður á skránni í ár. Ásla Prior, sum upp- runaliga er útbúgvin sjúkrasystir, heldur fyrilest- ur. Hon viðger børn við lesi- og skrivitrupulleikum. Síðani stovnan fyri ein- um ári síðani hevur Felagið fyri lesi- og skrivitrupul- leikar stríðst við at fáa at sett á stovn kvøldskúla til vaksin við lesi- og skrivi- trupulleikum. Mentamála- stýrið hevur gingið umbøn- ini á møti og hevur játtað Tórshavnar Kvøldskúla at fara undir slíkt skeið. – Hetta er eitt stórt fram- stig. Umframt hevur felag- ið í umbúna at skipa fyri regluligum lesiskeiðum á Oyrarbakka fyri børn í øll- um aldri, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar. Enn er lærari ikki fingin til vega til skeiðini, sigur Anne-Karin Kjeld, forkvinna í Felag- num fyri lesi- og skrivi- trupulleikar. Felagið vónar góða undir- tøku til fundin fríggja- kvøldið, sum eisini hevur kaffi og prát á skránni. Øll eru vælkomin. Eini 30 fólk eru virkin í felagnum, og felagið hevur tætt samband við serfrøð- ingar so sum sálarfrøðing, serlærarar, lærarar, og peda- gogar. Fundur um lesitrupulleikar 36 ára gamli danin, sum er ákærdur í størsta rúsevnis- málinum í Føroyum nakrantíð, hevur játtað ein part av ákærunum. Hann er ákærdur fyri at hava smuglað og selt 26 kilo av hassji, 43 gramm av amfetamini og 145 gramm av kokaini, og løgreglan hevur savnað ein hóp av prógvum við av- lurtingum og av- hoyringum RÚSEVNI Stefan í Skorini Føroya Rættur er farin undir at viðgera størsta rúsevnismál í Føroya søgu. Ein 36 ára gamal dani, sum er føddur í Brasilia, er á ákæru- beinkinum. Hann vil bara játta ein lítlan part av teimum ákærunum móti honum. Hann játtar at hava selt og keypt millum 3,7 og 4,6 kilo av hassji, 67 til 80 kilo av kokaini og umleið 30 kilo av amfetamini. Heilar 33 ákærur eru í ritinum. 32 teirra eru fyri lógarbrot viðvíkjandi rúsevnum. Tann seinasta ákæran er, at maðurin skal hava hótt ein av sín- um seljarum við at bren- na húsini hjá móðir hans- ara. Løgreglan og ákæru- valdið hava savnað ein hóp av prógvum, og fimm dagar eru settir av til hetta rættarmálið. Fullar hillar við skrivlig- um próvtilfari standa í rættarhølunum, og útgerð til at lurta eftir upptøkum eru eisini sett upp í C. Pløyens gøtu. Løgregan hevur havt mannin í kikaranum leingi, og hon hevur tikið nógvar telefonsamrøður uppá band. Eisini er av- lurting farin fram í heiminum hjá manni- num, og løgreglan hevur eisini avlurta mannin, meðan hann hevur sitið varðhaldsfongslaður. Afturlatnar hurðar Verjin hjá tí ákærda, Christian Andreasen, vil- di hava rættarmálið fyri afturlatnum hurðum. Harafturat vildi hann hava navnaforboð og for- boð móti at endurgeva nakað frá rættarfundi- num. Orsøkin var, at um vitnini fingu upplýsingar um rættarmálið í fjøl- miðlunum kunnu tey leggja sínar frágreiðingar til rættis frammanundan. Hetta tók dómarin ikki til eftirtektar, og alt fer fram fyri opnum hurðum. Eingi vitni vórðu inn- kallað tann fyrsta dagin, tí tá fekk tann ákærdi møguleikan at svara fyri tey 33 punktini í ákæru- ritinum. Seytjan mans eru nevndir í ákæruriti- num, og fleiri teirra eru longu dømdir. Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing, og at hald verður lagt á 1,45 milliónir krónur, sum maðurin hevur forvunnið við rúsevnasølu. –Tað er løgið av løg- manni at vilja royna ACDE, tá hesin møguleikin er troytt- ur og miseydnaðist. Royndin at fáa eina ABCD samgongu var bara hálvhjartað. Eg haldi tí, at løgmaður skyldar Sambands- flokkinum at gera tær samráðingarnar lid- nar, serstakliga tá flokkurin vil flyta seg langt á sjálvstýrisleið SAMGONGU- MØGULEIKAR Jan Müller –Vit hava als ikki fríar sam- ráðingar um skipan av landsstýri. Vit uppliva, at eitt ávíst politiskt bakland nú er averandi fyri, hvørjir samgongumøguleikar skulu roynast. Hetta minnir ikki sørt um eina einflokkaskip- an, tí nú er tað bara Fólka- flokkurin, sum definerar, hvat er ein brúkilig sam- gonga og ikki sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javn- aðarfloksins, eftir at løg- maður hevur tosað við sítt bakland og gjørt sær eina niðurstøður frá tí. Henda niðurstøða er m.a. at royna at fáa eina samgongu mill- um ACDE. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at hóast man hevur sitið í fýra dagar og viðgjørt samgongumøguleika mill- um ACDE, og har samráð- ingarnar slitnaðu uppá nøk- ur rættiliga prinsipiell mál við yvirtøkupolitikkinum, sigur løgmaður nú, at hann vil royna tað einaferð aftrat, tí tað er tað hansara bak- land heldur. -Tað er eitt sindur frem- mant fyri meg, at tað er bara ein flokkur, sum situr við definitiónini av sann- leikanum og av eini skila- góðari samgongu. Tað er mær vitandi ein skipan, sum vit gjørdu upp við í 80- unum. Jóannes Eidesgaard við- gongur, at løgmaður situr inni við einum mandati og initiativi sambart Stýris- skipanini, og tað má man virða. Men hann heldur, at hetta er við at fara um markið, har tolið hjá hinum flokkunum og veljarunum er uppi. -Løgmaður hevur sagt al- ment, at hansara uppgáva er at seta Fólkaflokkin so væl sum møguligt í eini samráðingarstøðu, og tað má tí sigast, at Anfinnur Kallsberg fult út hevur megnað leiklutin sum løg- maður fyri Fólkaflokkin einsamallan og ikki fyri ta politisku skipanina. Tí meti eg eisini, at hann er farin út um tað, sum liggur í Stýris- skipanini, og tí fáa vit onga rímiligheit innan fyri skip- anina, fyrr enn hann fer í tingið og biðjur um eina formansrundu. Tað haldi eg hann skuldi gjørt. Einki hoyrt Formaður Javnaðarfloksins hevur enn einki hoyrt frá løgmanni men fer sjálvandi at møta á fundi, tá hann fær fundarboð. Tó heldur hann tað vera løgið, at løgmaður nú skal raðfesta ACDE fremst, tá hesin møguleikin nettupp hevur verið roynd- ur í fýra samfull samdøgur. Skal tann møguleikin bera til, so skal Tjóðveldisflokk- urin dragna nógv. Javnaðar- flokkurin er longu farin út um tað mark, sum flokkur- in kann standa modell til, uttan at vit tó hava havt okkara bakland inni. Jóannes Eidesgaard held- ur eisini, at løgmaður hevur ein trupulleika mótvegis Sambandsflokkinum. Hann hevur kallað inn til eitt samráðingarumfar millum Sambandsflokkin og Javn- aðarflokkin, men sum hann ongantíð royndi. Henda roynd var bara hálvhjartað, gekk eina nátt og steðgaði so. Hon var so heldur ikki uppafturtikin. Jóannes Eidesgaard held- ur ikki, at løgmaður hevði orsøk til at gevast við Sam- bandinum. Tað, sum var eitt stríðsmál fyrr á kvøldi sá út til at loysna um náttina, nevniliga býti av máls- økjum. -Eg haldi løgmaður skyldaði okkum, at hann gjørdi ta royndina meira heilhjartaða. Sambandið flutt seg Formaður Javnaðarfloksins heldur sjálvur, at nógvir javnaðarveljarar ynskja eina samgongu saman við Sambandinum og Fólka- flokkinum. –Vit hava sæð, at Sambandið hevur havt eina politiska endurføðing meira enn nakar annar flokkur við tað, at teir eru sinnaðir til at gera nakrar rættiligar stórar yvirtøkur, eitt nú av fólkakirkjuni. Tað er ikki tann sambands- flokkur vit kendu fyri bara fýra árum síðani. Tí haldi eg eisini, at tað avgjørt liggja møguleikar í tí sam- gonguni. -Men leiðslan og bak- landið í Fólkaflokkinum hava so meldað nakað annað út? -Tað skilji eg, og sjálv- andi eru vit tilreiðar at fara til tær samráðingar vit verða bidnir um, men eg haldi, at tann møguleikin er longu royndur og skal hann eydnast, so má eg endur- taka, at onkurn má slaka heilt nógv. Og eg ivist í, um Javnaðarflokkurin kann ganga við til meira, enn hann longu er gingin við til. -Men løgmaður sigur, at tað skulu bara gerast nakrar orðingar, sum báðir partar kunnu semjast um! -Tað fáa vit at síggja. Eitt er hvat stendur í einum samgonguskjali, annað er hvat tú reint politiskt kann semjast um. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at man hómar ein broyt- ing í Fólkaflokkinum eftir, at varamenninir eru komnir á ting? -Eg haldi meg eisini hoyra á løgmanni, at man ikki ynskir Sambandið uppí. Tað haldi eg er løgið, tí hann hevur fingið at vita frá Sambandsflokkinum, at hann vil ganga við til yvir- tøkur. -Løgmaður sigur, at hann kann ikki ganga við til, at Sambandsflokkurin skal innlima okkum inn aftur í ríkið! -Tað er ein undanførsla. Tí hann veit, at bæði Sam- bandsflokkurin og Javnað- arflokkurin kunnu liva við Heimastýrislógini í fýra ár aftrat, ikki minst tá Fólka- flokkurin og Tjóðveldis- flokkurin kunnu liva við henni til í hvussu er 2012. Formaður Javnaðarflok- sins vil ikki útiloka nakran samgongumøguleika men heldur, at løgmaður hevur fingið ein trupulleika, tá hann nú rør aftur á tað, sum hann hevur roynt og ikki roynir tað hann ikki hevur roynt. Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins: Løgmaður eigur at royna ABC Løgmaður eigur at royna ABC-samgongu, heldur Jóannis Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum Játtaði ein part av ákærunum C M Y K 3 2