Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 95 - 23. mai 2002 Nr. 95 - 23. mai 2002 5 Dúgvan er tað ein- asta, vit hava at bjóða suðuroyingum og tað er harmiligt, sigur stjórin á Strand- ferðsluni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað skuldi ikki meiri enn ein túrur til fyri at sannføra Strandferðsluna um, at estlendska ferjan, Scania, er óbrúkilig at sigla við ímillum Suðuroynna og Havnina, sjálvt í góðum veðri. Nú Smyril er í dokk, ætlaði Strandferðslan at brúka Scaniu at sigla ímill- um Suðuroynna og Havn- ina, men hon sigldi bara tann eina túrin týsdagin, so mátti hon gevast. Sostatt var onki at gera hjá Strandferðsluni enn at seta Dúgvuna í sigling ímillum Havnina og Suð- uroynna. – Tað er onki nýtt, at Scania er eitt vánaligt skip at brúka ímillum Suður- oynna og Havnina, tí tað hava vit vitað alla tíðina, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni. Men hann sigur, at støðan hjá Strandferðsluni var púra greið. – Antin tóku vit Scaniu, ella høvdu vit onki skip yvirhøvur, tí hon var einasta skip, sum tað bar til at fáa. Stóri vansin við Scaniu er, at hon hevur ongi festi í biladekkinum at surra lastbilar og bingjur í. Samstundis hevur hon ikki stabilisatorar og tað ger, at hon rullar nógv verri enn Smyril. – Men vit vildu kortini vita um tað bar til, nú tað er komið so langt út á várið og veðrið er farið at batnað, sigur Reidar Nònfjall. Men longu eftir tann fyrsta túrin, mátti skiparin ásanna, at tað er óforsvar- ligt i at føra bilar og farm til Suðuroyar við Scaniu, tí hóst veðrið var gott týs- dagin, rullaði hon so illa, at vandi er fyri, at bilar og farmur fara at rósa á bila- dekkinum. Strandferðslan gjørdi tískil av at seta Scaniu aftur í sigling um Leirvíksfjørð og at lata Dúgvuna røkja siglingina um ímillum Havnina og Suðuroynna. Dúgvan hevur festi í dekk- inum og tí ber eisini til at føra farm við henni. Stjórin á Strandferðsluni sigur, at hann er fullgreiður yvir, at hetta er ússaligt at bjóða suðuroyingum. – Men Strandferðslan fær onki gjørt, tí sum støðan er, er tað ómøguligt at fáa hóskandi avloysaraskip. –Vit høvdu ætlað at havt eitt avloysaraskip á sama støði sum Smyril, men tað er ómøguligt at úvega, so- leiðis sum politiska skip- anin er. Sí eisini greinina "Koma í somu neyð hvørt ár" aðrastaðni í blaðnum. Helvtina minni Dúgvan tekur bara 46 persónbilar og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, sum Scania tekur, tí hon tekur 80. Smyril tekur 110- 120 bilar. Sostatt tekur Smyril hvønn túr meiri farm, enn Dúgvan fær ført tilsamans teir báðar túrararnar, hon siglir ímillum um dagin. – Men skuldi tað gjørst alneyðugt, hava vit møgu- leikan at leiga Clare at sigla suður við farmi ein túr um vikuna, ella so, tá ið hon annars ikki siglir. Ferðasambandið ímillum Havnina og Suðuroynna er aftur nú endað í ruðulleika og hjá nógvum virkj - um er tað ein fíggjar- lig vanlukka SUÐUROYARSIGLINGIN Áki Bertholdsen – Hetta er tann reina komedia. Petur Johannessen, stjóri á Palm Seafood í Vági er ein av nógvum virkisleiðar- um í Suðuroy sum stúra fyri teimum næstu vikun- um. Smyril er í dokk og Dúgvan er sett at røkja Suðuroyarsiglingina. Smyr- il plagar at vera at kalla fullur tveir túrar um dagin, men dúgvan tekur bara helvtina av farminum, sum Smyril tekur, so tað er skill- igt at tað fer at tátta í onku- staðni. Ikki minst hjá fiskavirkj- unum kemur støðan illa við. Palm Seafood í Vági hevði júst keypt 80 tons av fiski av landingarmiðstøð- ini, men sum støðan tók seg upp, var ógvuliga óvist, hvussu virkið fekk fiskin suður. – Einastu ráðini vit sóu okkum, var at leiga ein sandbát fyri at fáa fiskin suður, sigur Petur Jo- hannessen. Hann sigur at teir vóru heilt einfalt noyddur at tryggja sær fiskin, tí í verkfallinum, sum júst er av, góvu keyparar ilt av sær, tí tað gekk so illa at halda sáttmálararnar. – Tá máttu vit geva av- sláttur fyri lívga keyparan og tað halda vit var bíliga sloppið. Men at svikið hann einaferð afturat so stutt aftaná, hevði verið ov nógv av tí góða, tí so kundi hann akkurát tað sama fingið sær aðrar leverandørar, sigur stjórin á Palm. Dúgvan sigldi suður í gjárkvøldið, men hon tekur ikki helvtina av tí farmi, sum Smyril tekur og fyri at tryggja virkinum fiskin, gjørdu teir av at leiga fiskin ein sandbát við fiskinum. Men hetta førir stóran eykakostnað við sær fyri virkið. – Tað kostar 41 oyru fyri kilo at flyta fiskin suður við Strandferðsluni- og tá kann fiskurin verða standandi í vognunum til vit hava brúk fyri honum. Nú, vit skulu hava Sand- bátin kostar tað tvær ferðir so nógv at fáa fiskin suður, umframt at allur fiskurin skal takast ísenn. Fyrst skulu vit betala leigu fyri bátin, vit skulu eisini betala fólki løn fyri at flytta bátin. Báturin verður í Vági mitt um nattina og tá skulu vit aftur betala løn fyri at tøma hann. Harumframt má fiskurin tryggjast. Harafturat kemur tvør- leikin, tí tað tekur seks tím- ar at lasta sandbátin og aðrar seks tímar at tøma hann aftur. – Petur Johannesen sigur, at hetta er eín stórur fíggjarligur smeitur, men tað er onki at gera. – Sáttmálarnir, vit hava gjørt, mugu vit halda, ann- ars missa vit teir, sigur hann. Hann sigur, at umstøður- nar hjá vinnulívinum í Suðuroynni bara versnað og tað er ein spurningur, hvussu longi teir kunnu halda fram, fáast viður- skiftini ikki í trygga legu. Koma í somu neyð hvørt ár – Politiska skipan- in, vit hava at arbeiða undir, er ov stirvin og tí koma vit í somu neyð, hvørja ferð, Smyril skal í dokk, sigur stjórin á Strand- ferðsluni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – So leingi skipanin er so stirvin, sum hon er, koma vit í somu neyð ár eftir ár. Reidar Nónfjall, stjóri á strandferðsluni, sigur, at tað er ikki nógv Strandferðslan fær gjørt við trupulleikarnar, sum ár eftir ár stinga seg upp á suðuroyarleiðini, tá ið Smyril fer í dokk. Hann sigur, at Strand- ferðslan er bundin á hond og fót og fær tí onki gjørt fyri at loysa trupulleikan. – Vit arbeiða undir eina játtanarskipan, sum er alt ov stirvin og fyrr- enn vit fáa eina liðiligari skipan, er trupult at síggja nakra loysn, sigur hann. Vita ikki hvar vit flóta Hann sigur at tað er ikki, fyrrenn fíggjarlógin verður samtykt á nýggj- árinum, at Strand- ferðslan veit, hvussu nógvan pening hin hevur at arbeiða fyri árið eftir. – Sostatt er Strand- ferðslan í sama bólki sum allir aðrir almennir stovnar, hóast okkara virksemið als ikki kann samanberast við aðrar stovnar, tí vit skulu altíð leggja upp fyri nógvum útreiðslum, sum vit ikki kenna og tí noyðast vit at innrætta okkum øðrvísi enn stovnar gera, har arbeiðið í stóran mun er tað sama ár eftir ár, men tað er tað ongantíð hjá Strandferðsluni. – Í desember 1999 vóru vit úti fyri, at Løg- tingið skarvaði 7,5 milliónir av okkara játtan fyri 2000. Og tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum er vónleyst at leggja til rættis. Og Reidar Nónfjall sigur, at eftir nýggjár er alt ov seint at fáa ferjur til leigu, sum hóska seg til Suðuroyarleiðina. – Av røttum skuldu vit longu nú farið at leita eftir avloysaraskipið til næsta ár, men tað er ongin møguleiki, tí tað er ikki fyrrenn á nýggj- árinum, at vit vita, hvar vit flóta næsta ár, fíggj- arliga. – Tí er tað ómøguligt at gera bindnandi avtalur langt fram í tíðina og tað er tann stóri trupul- leikin. Reidar Nónfjall sigur, at tí kundi hann hugsa sær eina liðiligari skipan Hvussu tað skal ger- ast, veit hann ikki. Men talan kann t.d. vera um, at Strandferðslan fær eina langtíðarjáttan, ella at fíggjarnevndin fekk heimild at geva Strand- ferðsluni eina bráfeing- isjáttan, ella at Løg- tingingið kundi givið Strandferðsluni eina tilsøgn um eina játtan komandi ár, so at at varð endaliga samtykt seinni. Fáa vit ikki eina liðiligari skipan at arbeiða undir, koma vit ár eftir ár í somu trupulleikar, sum vit nú eru í, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni Hetta er ússaligt at bjóða suðuroyingum – Tað skuldi bara enn túrur til fyri at próva, at prógva Scania, er óbrúkilig at sigla við ímillum Suðuroynna og Havnina, sjálvt í góðum veðri Tann reina komedia Dúgvan er aftur nú álitið hjá suð- uroyingum og tað førir til nógv høvuðbrýggj og stórt fíggjarligt tap hjá hjá virkjum í Suðuroynni.Her liggur Dúgvan við bryggju í Havn týskvøldið og ger seg til reiðar at fara til Suðuroy C M Y K 5 4