hósdagur 23. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 95 - 23. mai 2002
Nr. 95 - 23. mai 2002
7
Fyrsti samráðingar-
fundurin í hesum
umfarinum um KT-
økið innan fólkaskúl-
an var í gjár
KT-ØKIÐ
Turið Kjølbro
Samráðingarnar um KT-
økið innan fólkaskúlan
millum Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálastýrið eru
byrjaðar.
Fyri tveimum vikum
lýsti Føroya Lærarafelag
við eini yvirlýsing, sum
sigur, at verður eingin
avtala um KT-økið í fólka-
skúlanum
gjørd
innan
stutta tíð, noktar Føroya
Lærarafelag limum sínum
at arbeiða sum KT-vørðir
frá komandi skúlaári. Síð-
ani álitið er skrivað um
økið, hevur Fíggjarmála-
stýrið gjørt greitt, at landið
bert rindar fyri námsfrøði-
liga partin á KT-økinum.
Føroya Lærarafelag hev-
ur sóknast eftir starvslýsing
fyri KT-vørðarnar síðani
kunningartøkni kom inn
um skúlagátt, og at fáa
samsýningarnar til KT-
vørðarnar
uppá
pláss.
Hóast fleiri áheitanir eru
hesi viðurskifti ikki fingið
uppá pláss enn, tó so seint
sum í farnu viku fekk
Føroya Lærarafelag starvs-
lýsing sendandi. Sambært
landsstýrismanninum
í
skúlamálum er grundin til
trupulleikarnar á økinum,
at semjan frá 30. apríl 2000
viðvíkjandi savnsrøkt og
KT-vørðum ikki verður
tulkað eins frá avvarðandi
pørtum. Bæði álitini eru
skrivað sambært semjuni,
men einki stendur í semj-
uni um, hvat síðan skal fara
fram.
Forkvinnan
í
Føroya
Lærarafelag, Elsa Birgitta
P. Petersen, hevur góðar
vónir um, at semja fæst,
soleiðis, at KT-økið kemur
uppá pláss, áðrenn næsta
skúlaár byrjar.
– Eg ivist ikki í, at tað
skulu ikki nógvir samráð-
ingarfundir til, áðrenn mál-
ið verður loyst, sigur hon.
Einir 20 lærarar eru út-
búnir sum KT-vørðar. Hesi
árini hava teir arbeitt eftir
eini fyribilsavtalu um røkt
av KT.
Fríggjadagin í vikuni,
24. mai, hevur Sinnis-
bati 20 ár á baki, og í
hesum sambandi
verður hátíðarhald í
Norðurlandahúsinum
SINNISBATI
Turið Kjølbro
Føðingardagurin hjá Sinn-
isbata verður hildin í Norð-
urlandahúsinum leygardag-
in. Byrjað verður kl. 14. Í
hesum sambandi fær felag-
ið vitjan úr Íslandi. Haðani
kemur Heðinn Unnsteins-
son, sálarfrøðingur, sum er
leiðari fyri »verkætlanini til
sálarliga heilsu« í Íslandi.
Heðinn er fyrrverandi tung-
lyndissjúklingur, sum hev-
ur kent trupulleikarnar í
egnum lívi. Seinni fór hann
so at lesa til sálarfrøðing í
Amerika. Hann vísir nú
øðrum á møguleikar at
koma úr sinniskreppum,
samstundis sum hann vísir
ljósmyndir og greiðir frá
um evnið »Sálarlig heilsa,
lívsgleði og lívseydna.«
Saman við Heðinni kem-
ur eisini fysioterapeuturin
Ebba Ásmundsdóttir, sum
hevur verið við í verkætlan-
ini hjá Heðinni. Hon fer at
hugleiða
um
sálarliga
heilsu.
Undir tiltakinum syngja
og spæla Lena og Niclas.
Um kvøldið verður døg-
verði á Hotel Hafnia fyri
innbodnum, har nevndar-
limirnir seinastu 20 árini
verða við, saman við øðr-
um gestum.
Sjón fyri søgn
Tað var á vári í 1982, at
nøkur fólk tóku stig til at
fara undir fyrireikingar til
stovnan av einum áhugafel-
agi fyri sálarsjúk fólk. Á
stovnandi fundinum vórðu
hesi vald í fyrstu nevndina í
Sinnisbata. Arni Ludvig,
Katrin
Dahl,
Berlina
Hentze, John Smith og
Karin Margretha Joensen-
Næs.
At stovnanin av Sinnis-
bata fyri 20 árum síðani
hevur havt sín týdning,
prógvar virkna arbeiði fel-
agsins øll árini síðani við
úrslitum, ið ganga sjón fyri
søgn.
Sinnisbati er í dag eitt
felag, ið allir føroyingar
viðurkenna, sum felagið, ið
umboðar tey sinnisveiku og
sjúku. Somuleiðis hava
myndugleikar landsins við-
urkent Sinnisbata, bæði í tí
at teir taka felagið í fullum
álvara og taka tað við í ráð-
leggingini av framtíðarvið-
urskiftum teirra sálarsjúku
og í tí at teir hava sett Sinn-
isbata í fíggjarløgtingslóg-
ina.
Nevnd og útlit
Nevndin í Sinnisbata, sum
varð vald á aðalfundi 12.
mai, er Svenning av Lofti,
sum er formaður, Margreta
Poulsen,
næstformaður,
Arnfinn Poulsen, kassa-
meistari, Tummas Thom-
assen, skrivari, Ásla Svens-
son, nevndarlimur, Maria
Andersen, eykalimur, Sól-
bjørg Petersen, eykalimur
og Soffi Egholm, eykalim-
ur.
Í nýggjastu ársfrágreið-
ingini hjá felagnum verður
sagt, at ár 2000 fer í søg-
una, sum tað árið, tá ið
fíggjarnevnd
løgtingsins
metti tað vera rætt at fel-
agið Sinnisbati varð sett á
fíggjarløgtingslógina við
einum stuðli á 200.000 kr.
Felagið tekur hetta sum
eina viðurkenning frá sam-
felagnum av arbeiði felags-
ins fyri teim psykisk sjúku
og at felagið fær høvi at
gera eitt enn betri arbeiði til
frama fyri hesar samfelags-
borgararnar, sum felagið
varð stovnað fyri at hjálpa.
Fleiri enn 400 limir eru
nú í Sinnisbata og limatalið
økist í hvørjum.
Samráðingar um KT-økið Sinnisbati heldur føðingardag
– Tá ið landsmyndug-
leikarnir leggja út við
at siga, at lands- og
kommunaluppgávur
skulu haldast hvør
sær, ber ikki til sam-
stundis at fløkja við-
urskiftini sum við
semjuni um savns-
røktina, sigur Finnleif
Guttesen, borgar-
stjóri í Tvøroyrar
kommunu, ið enn
stendur fast við av-
gerðina um ikki at
rinda fyri savnsrøkt-
ina
SAVNSRØKTIN
Turið Kjølbro
Hóast semja varð undir-
skrivað í farnu viku um
savnsrøktina og serstovur
og amboð, sum nógvir
hundrað næmingar brúka,
aftur eru komin undir kønar
hendur, er síðsta orðið ikki
sagt enn í hesum málinum.
Eina kommunan, Tvøroyrar
kommunu, sum er limur í
Kommunusamskipan Før-
oya, tvíheldur eins og Før-
oya Kommunufelag fram-
vegis um prinsippið, at
landið skal rinda fyri
savnsrøktina í fólkaskúlan-
um. Kommunan fylgir so-
statt ikki hinum stóru
kommununum, sum eru
gingnar við til at rinda fyri
helmingin av tí, savnsrøktin
kostar.
– Vit sleppa okkum als
ikki undan ábyrgdini, sum
forkvinnan í Føroya Lær-
arafelag vil vera við. Men
vit halda fast við prinsippið
sum er, at landið eigur ikki
at
blanda
uppgávurnar
millum land og kommunur
samstundis, sum tað roynir
at fáa greiðar linjur millum
hesi. Tað er ikki upphædd-
in, sum savnsrøktin kostar,
sum vit hefta okkum við,
men sjálvt prinsippið at
halda viðurskiftini atskilt,
sigur Finnleif Guttesen,
borgarstjóri í Tvøroyrar
kommunu.
Meðan savnsrøktin hevur
verið á skránni farnu mán-
aðirnar, hevur Føroya Lær-
arafelag ført fram, at tað
heldur seg til eitt álit, sum
varð skrivað um málið fyri
tveimum árum síðani, og
sum avvarðandi myndug-
leikar vóru við til at skriva.
Eisini Kommunusamskip-
anin. Men sambært Finn-
leifi Guttesen er gingið
burtur frá tilmælunum, sum
álitið legði upp til, nevni-
liga, at kommunurnar eiga
at rinda fyri savnsrøktina
alla sum hon er.
– Landsmyndugleikarnir
kunnu ikki ynskja greiðar
linjur millum land og
kommunu, samstundis sum
teir eru við til at fløkja tær.
Í mínum hugaheimi er
loysnin einføld og hon er, at
landið ber allar útreiðslurn-
ar av savnsrøktini.
Spurdur um tað ikki
hevði verið skilagott at víkt
frá hesum, tá ið landið er
gingið við til at gjalda fyri
helmingin av tí, savnsrøktin
kostar, sigur Finnleif Gutte-
sen, at tað ber ikki til út frá
prinsippinum.
– Skilji væl, at lærarin
krevur samsýning fyri at
røkja søvnini, men vit eru
sannførd um, at hetta er ein
landsuppgáva, tá ið landið
eigur lærararnar. At áleggja
kommununum
uppgávur
uttan at pengarnir fylgja
við, er ikki rætt, og hetta er
ikki einasta dømið, sigur
Finnleif Guttesen, sum so-
statt hellir til sjónarmiðið
hjá Føroya Kommunufelag,
sum tvíheldur um tað sama.
Hvussu støðan er á skúl-
anum á Tvøroyri, hava vit
ikki fingið innlit í, men
sambært Finnleifi Guttesen
er støðan ikki so ring.
– Eg fari at kanna,
hvussu vit fáa serstovurnar
at virka aftur, møguliga at
bjóða handverkara uppgáv-
una. At røkja serstovurnar
er í grundini ikki ein lær-
arauppgáva sum so. Málið
skal í øllum førum loysast
so ella so í næstu framtíð.
Savnsrøktin er prinsippmál, ikki pengamál
Í kvøld heldur svenski
listafrøðingurin
Gøran Vogel-Rodin
fyrilestur í
Listaskálanum um
týska listamannin
Joseph Beuys
FYRILESTUR
Hóskvøldið 23. mai kl. 19
heldur svenski listafrøðing-
urin Gøran Vogel-Rodin
fyrilestur í Listaskálanum
um gitna týska listamannin
og hugspekingin Joseph
Beuys og tað víðkaða lista-
hugtakið. Sama kvøldið
greiðir Vogel-Rodin frá
installasjón síni í Listaskál-
anum: Camera Obscura –
Projection, undir heitinum
Landslagið, medvitið og
málið.
Joseph Beuys varð borin
í heim í Krefeld í Týsklandi
í 1921, og doyði í 1986. Í
1941-45 var hann týskur
jagaraflogskipari. Síðani
1961 var hann professari
við listaakademiini í Wien
og Dusseldorf. Fáur hevur
sum Beuys verið við til at
broyta vesturlendsla fatan
av, hvat list er - hann var ein
undangongumaður
til
Fluxus-rørsluna (sum eitt
nú Bjørn Nørgaard, ið júst
hevur havt framsýning í
Listaskálanum, er runnin
av). Fyri Beuys snúi tað seg
um at náa fram til eitt nýtt
støði fyri listini og lista-
fólkinum og harvið menn-
iskjanum og menniskjans
støðu í samfelagnum.
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Í dag 22. mai handar Nor-
bert Vogt frá Týska-før-
oyska vinafelagnum »Tjal-
dur« Jens Paula Heinesen,
rithøvundi, týsku týðingina
av »Nú ert tú mansbarn á
foldum«, sum júst er út-
komin við heitinum »Ein
Kind hier auf Erden«.
Hetta er fyrstu ferð, at ein
skaldsøga, týdd beinleiðis
úr føroyskum, kemur út í
Týsklandi. Otmar Werner,
sáli, týddi við stórum nær-
lagni. Vinafelagið hevur
greitt handritið til prenting-
ar, útgevari er Ulrich Mey-
senburg.
– Skilji væl, at lærarin krevur samsýning fyri at røkja søvnini,
men vit eru sannførd um, at hetta er ein landsuppgáva, tá ið
landið eigur lærar-arnar, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri í
Tvøroyrar kommunu
Jens Pauli á týskum
Fyrilestur um Joseph Beuys
Fútin hevur reist
eina ákæru, ið um-
fatar 33. punkt, í
sambandi við brot á
lógina um eufori-
serende stoffer.
Talan er um størsta
ákæruna av sínum
slag nakrantíð í Før-
oyum, har samlaða
nøgdin á hassj er 26
kg.
RÆTTARMÁL
Heri á Rógvi
Nógv umtalaða narkomál-
ið byrjaði mikumorgunin
mest avgerandi og kanska
eisini
síðsta
kapittul.
Málið hevur verið hildið
koyrandi síðani í januar
mánað, tá løgreglan eftir
umfatandi húsarannsóknir
og drúgt arbeiði handtók
eina røð av persónum í tí,
ið seinni skuldi vísa seg at
gerast størsta málið av
sínum slag í Føroyum.
Maðurin, sum av fyrsta
tíð varð nevndur í øllum
skuldsetingunum og verð-
ur sagdur at vera ein av
bakmonnunum, er nú
komin fyri rættin. Málið
er síðani byrjan vorðið
meira umfevnandi og
fleiri persónar eru eisini
komnir fyri rættin og eru
dømdir.
1.450.000
Málið er rættiliga umfat-
andi. Ákæran umfatar 33
punkt, har tey 32 snúgva
seg um dusandi evni. Tað
eina snýr seg um eina
hóttan. Ein hópur av per-
sónum
er
nevndur
í
ákærunin, og nógvir av
hesum hava eisini verið
fyri rættinum, og onkur er
eisini dømdur.
Ákærumyndugleikin
hevur ikki biðið um nak-
ran ávísan straf, men hann
hevur hinvegin nevnt eina
peningaupphædd,
ið
ákærin heldur, at tann
ákærdi hevur vunnið sær
av
rúsevnasølu
í
Føroyum. Talan er um
1.450.000 kr., ið ákæru-
myndugleikin ynskir at
fáa hendur á.
Í alt er talan um ákærur
viðvíkjandi 26 kg. av
hassj, 145 g kokain og 43 g
amfetamin.
Rættarmálið
heldur
fram nakrar dagar.
Charlotta á Váli varð
við lutakasti vald til
varamann fyri Jenis
av Rana á Føroya Løg-
tingi
VAL
Heri á Rógvi
Tórshavn:
Miðflokkurin
fekk ein løgtingslim valdan
á ting á valinum 30. apríl.
Hesin gjørdist eins og við
undanfarna val Jenis av
Rana, ið varð valdur í
Suðurstreymoyar valdømi.
Jenis fekk 298 persónligar
atkvøður, og Miðflokkurin
fekk tilsamans 601 atkvøð-
ur í Suðurstreymoy, sum er
ein lítil helvt av samlaða at-
kvøðutalinum hjá Mið-
flokkinum.
Á øðrum plássi hjá Mið-
flokkinum í Suðurstreymoy
stóð á jøvnum. Tey bæði,
Charlotta á Váli Olsen og
Jónfinn Olsen, fingu bæði
47 atkvøður. Tískil skuldi
lutakast til fyri at gera av,
hvør av teimum skal gerast
varamaður hjá Jenisi. Tey
valstýrið fyri Suðurstreym-
oy, ið tekur lut.
Lutakastið hevur verið,
og valið fall á Charlottu á
Váli. Hon skal sostatt taka
sæti á tingi fyri Jenis av
Rana, tá hann ikki kann
vera tilstaðar.
Seinastu fýra árini er tað
meira enn so komið fyri, at
Jenis hevur verið burtur-
staddur, og varamaðurin
hevur tikið sætið ístaðin.
Charlotta á Váli Olsen er
47 ára gamul og ættað úr
Klaksvík. Hon er útbúgvin
pedagogur og starvast til
dagligt sum leiðari á frítíð-
arskúla.
Charlotta vara fyri Jenis
Charlotta á Váli Olsen
kann nú kalla seg vara-
kvinna á tingi fyri Jenis
av Rana. Hetta varð
avgjørt við lutakasti.
RÆTTARMÁL
Heri á Rógvi
Tann 36 ára gamli maðurin,
ið hesar dagar er í rættinum
í sambandi við stóru og
umfatandi ákæruna ímóti
sær í tí nógv umrødda
narkomálinum – størsta
málið í Føroya søgu av sín-
um slag.
Hóast ákæran er stór og
umfatandi, so kann tað »í
mesta lagi« gerast talan um
eina
fýra
ára
langa
fongsulsrevsing, um hann
verður funnin sekur.
Tað er ákærumyndug-
leikin, sum hevur avgjørt
hetta. Vanligt er ikki, at
ákærumyndugleikin roynir
at fáa hægri revsingar, enn
hann metir grundarlag er
fyri. Tað framgongur í rets-
plejeloven, at tað í mesta
lagi kann gerast talan um
fýra ára straf við rættarmál,
har nevnating er.
– Ved retten på Færøerne
behandles i første instans
de sager, i hvilke nævning-
er medvirker.
Stk. 2. Nævninger med-
virker i:
sager, hvori der bliver
spørgsmål om straf af
fængsel i 4 år eller derover,
for så vidt dette ikke er en
følge af, at der bliver
spørgsmål om fastsættelse
af en fællesstraf efter regl-
erne i straffelovens §§ 40,
stk. 1, og 61, stendur at lesa
í paragraf 687í rættar-
gangslógini.
Javnstillað
Tann ákærdi, ið talan er
um, er ákærdur fyri at hava
staðið fyri innflutningi og
sølu av bæði hassj, kokain
og amfetamin. Tey bæði
seinnu evnini eru serstak-
liga vandamikil evni, og
geva hesi oftani rættiliga
langa fongsulsrevsing. Í
Danmark gevur kokain
vanliga harðari revsing enn
amfetamin, men í Føroyum
verða hesi bæði vanda-
miklu evnini javnsett.
Rigsadvokaten
hevur
orðað rundskriv, har mælt
verður til harðar revsingar í
sambandi við mál við tílík-
um dusandi evnum.
Tað ber tó ikki til at
rokna út, hvussu stórur ein
møguligur dómur kann ger-
ast, tí tað er eingin regla
fyri, hvussu nógvar dagar í
fongsli eitt gram gevur. Tað
eru einans orðaðar vegleið-
andi reglur fyri hesum, men
tað eru nógv fleiri ting, ið
kunnu spæla inn í einum
møguligum dómi.
Tað hevur eisini týdning,
hvønn leiklut tann ákærdi
hevur havt. At smugla rús-
evnini er tað, ið gevur harð-
ast straf. Tað er so eisini
munur á, um tú hevur
smuglað fyri tey sjálvandi
ella »einans« verið eitt nú
strámaður
fyri
onkran
annan.
Nevnast kann, at smugl-
an av 117 g av kokain kann
geva fongsulsrevsing í eitt
ár. Í hesum umtalaða máli-
num verða eini 145 g av
kokain nevnd í ákæruriti-
num, har tað mesta verður
nevnt í sambandi við sølu.
Verður
tann
ákærdi
dømdur fyri teir nøgdir, ið
standa í ákæruritinum, so
er eingin ivi um, at
straffurin verður harður og
verður tætt við tey fýra
árini, men tað eru sum sagt
nógvar umstøður, ið kunnu
ávirka støðuna.
Í mesta lagi fýra ár
Hassj verður ikki
dømt líka strangt
sum amfetamin
og kokain.
Talan kann í mesta
lagi gerast um fýra
ára fongsulsrevsing
til tann ákærda í
narkomálinum.
Ákærumyndugleik-
arnir hava ikki biðið
um nevningating, og
tískil kann ikki talan
ikki gerast um hægri
straf enn í mesta lagi
fýra ár
Stóra narkomálið:
Umfatandi ákæra reist
Tann høvuðsákærdi í stóra narkomálinum.
Mynd: Jonhard Hammer.
C
M
Y
K
7
6