Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 95 - 23. mai 2002 BARNATILTAK Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Finnur Justinussen Høllin var prýdd við ball- ónum, og runt í henni reik- aðu eini 200 børn og dag- røktarar. Hetta komst nevniliga av, at dagrøktar- arnir í Tórshavnar Kom- munu skipaðu fyri stórum tiltaki uppi í Badminton- høllini í gjár. Børnini sóu út til at stutt- leika sær óført. Ein hoppi- borg var sett upp í einum horni í høllini, og í einum øðrum stóð M´as Blues Band og sang allar sínar hit-sangir. Eisini vóru borð sett upp har tvær útklæddar konur sótu og góvu børnu- num andlitsmáling – alt fyri at gera tiltaki eitt sindur hugnaligari. Meðan Emma og hini buldraðu í horninum hopp- aðu og dansaðu børnini á gólvinum. Eisini vóru tey røsk at syngja og klappa við. Og gav M´as Blues Band eisini børnunum fyrsta floks undirhald, og ikki var spart uppá luftgitt- aran hjá bólkinum. Hæddarpunktið var uttan iva tá Babu fór í luftina. Øll børnini spelaðu yvir til tey leikandi, og hoppaðu og klappaðu so tað rungaði eftir í. Og tað er ikki heilt skeivt at siga, at tey vaksnu hugnaðu sær minst líka nógv sum børnini. Eitt til- tak, ið dagrøktarar, foreldur og børn, uttan iva kunnu vera ógvuliga glað fyri. Andlitsmáling, hoppiborg og Emma Børnini sótu hugtikin og lurtaðu meðan Emma og hini sungu »Babu« og allar hinar kendu sangirnar Børnini fingu eisini høvi til at verða málað á andlitið Nr. 95 • hósdagur • 23. mai 2002 • 76. árg. Hjá Volvo umboðin- um, VR Bilar, hava teir fingið ein Volvo FH12 Globetrotter XL forvogn sum fram- sýningarbil. Talan er um ein væl útgjørdan bil við 500 hk, fram- komnum I-Shift gearkassa, leður- setrum og alufelgum BILAR Magnus Gunnarsson Hesin FH12 Globetrotter XL forvognurin hevur tað størsta førarahúsið, av teimum fýra støddunum, ið eru at velja ímillum. Bilfør- arin hevur gott pláss til at ganga upprættur og strekkja beinini inni í bil- inum. Tvær koyggjur eru aftanfyri setrini. Ein rættur bilur til longri túrar. 500 hk og I-Shift Motorurin er ein 12 litur 6 syl. turbocompound við 500 hk. Turbocompound aggregatið útnýttar yvir- skotshitan frá útstoytinum. I-Shift er ein heilt nýggjur framkomin heilautomat- iskur ella manuelt stýrdur gearkassi við heilautomat- iskari koblingsfunktión. Allir Volvo lastbilar við luftfjaðraskipan hava skivubremsur á øllum hjól- unum. Eisini hava teir elektroniskt stýrdan retard- ara, ið kann aktiverast auto- matiskt, tá man bremsar og heldur ferðina, hann er settur til í undanbrekku. Við tað at ABS bremsur eru standard, hevur hesin bilurin eisini ESP (Elek- tronisk Stabilitet Program). Við hesi skipan fær bilfør- arin hjálp í torførum um- støðum. Skipanin regulerar til dømis bremsukraftina og motorkraftina eftir tørvi. Leðursetur og alufelgur Hesin FH12, sum verður sýndur fram hjá VR Bilum í hesum døgum er sera væl útgjørdur við t.d. leðursetr- um og alufelgum. Bilurin er nýggjasta modell, ið fyrstu ferð bleiv sýndur fram í oktober í fjør. Hann er lætt- ur at koyra, kraftar sera væl og hevur yvirskotskraft til at trekkja eitt hvørt tungt less. Bilurin kann síggjast og roynast hjá hjá VR Bil- um við Hoyvíksvegin. VR Bilar – Volvo FH12 Globetrotter XL sum framsýningarbil Framsýn- ingarbil- urin hjá VR Bilum hevur 2 koyggjur aftan fyri setrini. FH12 kann eisini leverast við "kontór- pakka" sum her á myndini VR Bilar hava fingið hendan Volvo FH 12 Globetrotter XL heim sum framsýningarbil. Torleif Nón verkførari, sýnir her bilin fram. Talan er um ein væl útgjørdan bil við 500 hk, framkomnum I-shift gearkassa, leðursetrum og alufelgum Bilførarin hevur eitt gott arbeiðspláss. Hann hevur gott pláss til at ganga upprættur og strekkja beinini inni í bilinum C M Y K 17 16 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til frá- ferðina hjá Norrönu Hvørt týskvøld frá kl. 18.30 - 24.00 verður skipað fyri útferð til m.a. Central Mainland og Scalloway. Vitjað verður á fleiri áhugaverdum støðum har m.a. verður sýnt fram hetlendskt handverk. Eisini er høvi at njóta eina hetlendska máltíð. fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85