hósdagur 23. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 23. mai 2002
15
15
14
Nr. 95 - 23. mai 2002
C
M
Y
K
14
TÍÐINDASKRIV
Tónasjón
Nú fríggjakvøldið 24. mai
verður aftur konsert um-
borð á sluppini »Høga-
nesi« í Runavík. Bólkar-
nir, ið fara at spæla, eru »Í
Eb-inum« og »Tourist«.
»Í Eb-inum«, sum í
komandi viku fara í upp-
tøkuhøli at taka upp eina
nýggja fløgu, eru Heðin
Ziska Davidsen, ið spælir
el-gittar, Mikael Blak, ið
spælir kontrabass, Óli Ol-
sen, ið spælir Fender
Rhodes (el-klaver), og
Brandur
Jacobsen,
ið
spælir trummur. Hesir
tónleikarar eru allir kendir
úr mongum ymiskum
bólkum og tónleikaligum
sambondum,
eitt
nú
»Hatespeech«, »Shalder
Geo«, »Ivory«, »Click-
haze« og »Enekk«. Tón-
leikurin hjá »Í Eb-inum«
er heimagjørdur; serliga
er tað gittarleikarin Heðin
Z. Davidsen, ið hevur
gjørt løgini, ið bera dám
av jazzi, rokki og øðrum.
Bólkurin »Tourist« er
rættiliga nýggjur. Teir, ið
manna bólkin, eru eystur-
oyingarnir Ólavur Han-
sen, sang og kassagittar,
Torfinnur Jákupsson, el-
gittar, Knút Eysturstein,
ljómborð og Jens L. Thom-
sen, bass, og havnar-
maðurin Brandur Jacob-
sen, trummur. Stílurin hjá
»Tourist«
sigst
vera
skyldur nakað við nøvn
sum Jeff Buckley, Muse,
Radiohead
og
onnur.
Fleiri av tónleikarunum í
»Tourist« eru kendir úr
øðrum
bólkum;
Knút
spælir í Marigold, Jens
spælir bass í »Clickhaze«
og Brandur, trummuleik-
arin, sum fyri stuttum gav
egna fløgu út við heiti-
num »Seventh Heaven«,
spælir í mongum ymisk-
um
bólkum,
eitt
nú
»Ivory« og »Yggdrasil«.
Konsertin umborð á
»Høganesi« fríggjakvøld-
ið 24. mai byrjar klokkan
21.00.
Konsert umborð á Høganesi
Í Suðuroynni er
ónøgdin stór við við-
ferðina, sum ferða-
fólk um Suðuroyar-
fjørð fáa frá Strand-
ferðsluni og avvarð-
andi myndugleikum.
Nú síggjast fyrstu
mótmælini
SAMFERÐSLA
Dagfinn Olsen
Túnatosið í Suðuroynni í
dag er nærum bert um tað
vána viðferð, ið suðuroy-
ingar meta seg fáa frá
Strandferðsluni, nú Scania
er er tikin úr aftur siglingini
til Suðuroyar. Ferjan skuldi
avloysa, nú Smyril er í dok.
Men skipið vísir seg ikki
at hóska ella klára túrin.
Ístaðin er Dúgvan nú av-
loysaraskip.
Hetta
er
ónøgdin stór við í Suður-
oynni.
Savna undirskriftir
Lærarar í Suðuroynni hava
nú orðað mótmælisskriv.
Lærarar við Vágs Skúla og
lærarar á Tvøroyri mót-
mæla framferðini viðvíkj-
andi suðuroyarleiðini.
Dúgvan hevur áður víst
seg at klára túrin til Suður-
oyar illa. Var m.a. í havs-
neyð fyri fáum árum síðani
í Suðuroyarfirði, verður
víst á í mótmælisskrivi-
num.
Sum skilst, er ónøgdin
stór í Suðuroynni. Bilar
sleppa nærum ikki við um
fjørðin og siglingstíðin er
munandi longd henda langa
teinin.
Enn er ikki avgjørt, um
farið verður at savna fleiri
undirskriftir.
Mótmælisskrivið, ið er
orðað og undirskrivað av
lærarunum, er sent fjøl-
miðlum, myndugleikum,
Strandferðsluni og ting-
monnum og kommunum í
Suðuroynni
Suðuroyingar vísa
sína ónøgd við
undirskriftum
Suðuroyingar hava savnað undirskriftir, fyri at mótmæla ringu
ferðaviðurskiftini um Suðuroyarfjørð