Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 95 - 23. mai 2002 Nr. 95 - 23. mai 2002 13 SPÆL OG VINN Tíðindaskriv Hesa vikuna hevur Bridge- samband Føroya forvitnis- ligt tiltak á Torginum í SMS. Tiltakið verður gjørt, til tess at savna pening inn til luttøkuna hjá føroyska bridgelandsliðnum í EM- kappingini, sum verður í Italia í juni mánaði. Hesar dagarnar, tiltakið hjá Bridgesambandið Før- oyar er á Torginum í SMS, er møguleiki at vinna ein scootara, umframt aðrar vinningar, sum handlar í SMS hava latið. Allar dagararnar sita um- boð fyri Bridgesambandið á Torginum og selja lyklar. Saman við lyklinum verður útflýggjaður ein lutaseðil. Høvuðsvinningurin er ein scootari frá AD Import. Tað er nevnliga soleiðis, at ein av teimum mongu lyklun- um, sum verða seldir á Torginum hesar dagarnar, hoyrir til lásið á scootar- inum. Tann, sum eigur lykilin, sum passar í lásið, vinnur scootarin, sum hevur eitt virði á kr. 20.000,00. Sølan av lyklum fer fram allar dagarnar, líka til leygardagin kl. 12.00. Ímillum kl. 12.00-14.00 leygardagin ber so til at royna, um lykilin, sum tú hevur keypt, passar í lásið á scootarinum. Umframt at ein vinnari skal finnast til scootarin, verður eisini drigið millum allar seldar lyklar á Torginum hesar dagarnar. Í hesum dráttin- um, sum fer fram á Torg- inum kl. 14.00, verða íalt ellivu vinningar burturlut- aðir. Meðan tiltakið er í SMS, er eisini møguleiki at spæla ella læra seg bridge. Á Torginum eru nevnliga sett upp borð, við spælikortin- um, og teimum meldikass- um, sum verða nýttir í bridge. Eisini verða bridge- bøkur, sum vitjandi kunnu keypa ella blaða í. Svend Novrup, sum er landsliðs- venjarin hjá føroysku bridgelandsliðunum, verð- ur á Torginum allar dagar- nar frá kl. 13.00. Hann hevur givið ein rúgva av bókum út, um m.a. bridge, Tour de France og fótbólt. Seinasta bók hansara er um HM-søguna í fótbólti fram til dagin í dag. Hann fer m.a. at selja og signera hesa bókina, umframt hann selur aðrar bøkur um spøl á Torginum. Hósdagin kl. 16.00 fer Ragnar í Vík saman við ørðum tónleikarum á pall- in. Teir fara at framføra løg av fløgunum, sum Ragnar hevur givið út. Fríggjadagin kl. 15.00 bjóða landsliðsleikararnir av í bridge. Ætlanin er, at tey sum bjóða landsliðs- leikarunum av, og fáa posi- tiva "skoru", fáa ein kaffi- munn og eina serliga bridgekøku. Kom á Torgið í SMS hesa vikuna, og tú kanst verða hepni vinnarina av einum spildurnýggjum scootara. Abraham Mikladal Jørmund Vágadal spennir seg út og sigur, at føroyingar ikki valdu loysing. Tann spurning- urin hevur bert einaferð verið settur, og tá var svarið JA (1946) Hinvegin kann sláast fast, at bæði Fólka-, Sjálvstýris- og Mið- flokkurin ynskja einar sjálvstøðugar Føroyar. Tað siga teir heilt greitt. Hygg eftir hvat t.d. Fólkaflokkurin hevur sagt og sigur: I Hin føroyski Fólkaflokk- urin (radikalt sjálvstýri) er ein liberalur, sosialur og demokratiskur sjálv- stýrisflokkur. II Tjóðskaparmálið Tjóðskaparliga stavn- hald fólkafloksins er, at í Føroyum skulu føroy- ingar ráða. Hetta ber í sær, at endamál floksins er fult sjálvstýri fyri Føroyar, soleiðis at vit fáa lóggávuvald á øllum økjum og úteftir telja við sum suverenur statur javnbjóðis øðrum sjálv- stýrandi londum. (Stevnuskrá Fólkaflok- sins) ------- "Løgtingssamtyktin um føroyskt sjálvstýri skal fylgjast. Sjálvstýristil- gongdin er komin í eina trygga legu, soleiðis at vit innan avtalaða tíðar- ætlan (2012) kunnu taka fulla ábyrgd av øllum málsøkjum bæði polit- iskt, umsitingarliga og fíggjarliga." (Valskrá Fólkafloksins 2002) Her er einki at fara skeivur av. At flokkurin ikki fekk eitt einsgott valúrslit, sum hann hevði ynskt, kann so als ikki rættvís- gera at hann skal ganga burtur frá tí hann er og hevur sett sær fyri. Hugsa tær um Tjóð- veldisflokkurin hevði blivið sambandsflokkur um hann misti 1 ella 2 tingmenn, ella at Sam- bandsflokkurin bleiv tjóðveldisflokkur, tí hann gekk aftur? Lat okkum bara sláa fast, at teir flokkar, ið hava sum stevnu at skapa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, hava meiriluta á tingi. Um onkur sambands- maður er vilstur inn í onkran av hesum flokk- um, so eigur hann at hálsa um ella finna sær annan flokk at virka í. VIÐMERKINGAR Kjarnan í føroyska fólkinum valdi FULLVELDIS- TILGONGDINA Passar lykilin er skutarin tín BARNASJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Leygardagin 25. mai skipar Meginfelag Áhugaleikara Føroya, MÁF, fyri Barna- sjónleikarastevnu í Havn. Frá klokkan 10 - 15 hendan dagin fara 7 bólkar við tilsamans 80 børnum at spæla sjónleik í býnum. Ætlanin við stevnuni er, at børn, sum arbeiða við sjón- leiki í skúlanum og í frí- tíðini, fáa høvi at spæla sjónleik fyri øðrum børn- um og síggja, hvussu aðrir bólkar arbeiða. Fyrsta barnasjónleikara- stevna MÁF’s var í fjør. Ætlanin er, at barnasjón- leikarastevnur skulu vera við jøvnum millumbilum. Tiltakið er eisini hugsað sum eitt gott høvi hjá lærarum at arbeiða við drama og sjónleiki í fólkaskúlanum. Spælt verður í Grasa- garði og á Meiarínum leyg- ardagin. Bólkarnir, sum eru við hesaferð, eru: Sandoyar Meginskúli, Sjónleikara- skúli Havnar Sjónleikar- felags, Fuglafjarðar Sjón- leikarafelag, Venjingar- skúlin, Nólsoyar Sjónleik- arskúli og Dramaverk- staðið. Sýningarnar eru ókeypis, og vónar MÁF at síggja nógv fólk, bæði stór og smá. Skráin er hendan: Kl. 1015-1045: Sjónleikara- skúli Havnar Sjónleikar- felags spælir leikin "Skipið Útsynningur" (Meiaríið) Kl. 1050-1105: Venjingar- skúlin spælir leikin "Kýsareyða"(Meiaríið) Kl. 1115-1145: Sandoyar Meginskúli spælir leikin "Tá ið trøllið rændi prin- sessuna" (Meiaríið) Kl. 1230-1300: Dramaverk- staðið spælir leikin "Annar- leiðis" (Meiaríið) Kl. 1315-1345: Børn úr Fuglafjarðar Sjónleikara- felag spæla leikin "Brúsa- jøkul" (Grasagarði) Kl. 1345-1400: Nólsoyar Sjónleikaraskúli vísir klovnaleik (Grasagarði) Kl. 1415-1445: Sjónleikara- skúli Havnar Sjónleikar- felags spælir leikin "Tá mánin setur og sólin rísur" (Meiaríið) Barnasjónleikarastevna í Havn LÁTUR Tíðindaskriv Mikudagin 22. mai fekk Sjónleikarhúsið vitjan úr Noregi. Tað er Molja Revy- teater, sum hevur lagt sær leiðina hendanvegin. Molja Revyteater er ein av bólkunum rundan um "Teaterfabrikken" í Åle- sund, og er hesin bólkurin eitt sonevnt "mobil-teatur", ið ferðast runt í Noregi og undirheldur við skemti og revy. Bólkurin er sera nógv um-biðin til undirhald av tí lættara slagnum, bæði til brúdleyp, jólaborðhald og mangt annað, har tey gera skemt burtur úr tí lokala umhvørvinum á staðnum. "Du ringer, vi springer," siga tey. Fimtan fólk eru við í bólkinum, bæði sjón- leikarar og tónleikarar. Hóast einans 6 ár á baki er bólkurin millum teir vin- sælastu og mest eftirspurdu í Noregi. Tað sigst, at áskoðarar flenna við tárum, tá ið tær koma: "Byens pene, modne damer, som ikke er så fornemme, som de ser ut". Onkuntíð er Molja Revy- teater biðið um at undir- halda pensjonistum, sum akkurát hava sett seg til borðs at fáa sær ein bita. Inn koma nakrar gamlar, ófantaligar vaskikonur og fara við brestin at vaska gólvið. Ja, øll mugu so flyta seg, og lyfta beinini upp…. Nú hevur Molja Revy- teater sett saman eina revy til føroyingar, sum ætlanin er at undirhalda okkum við í Sjónleikarhúsinum í Havn: • hósdagin 23. mai kl. 20 • fríggjad. 24. mai kl. 20 • leygardagin 25. mai kl. 16 Atgongumerkini eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn frá týsdegnum 21. mai, allar vanligar upplatingar- tíðir, og í Leikhúskaféini í Sjónleikarhúsinum frá týsdegnum 21. mai kl. 14- 17. "Alt kan skje når denne gjengen er invitert!" Fá tær ein góðan látur í Sjónleikarhúsinum Molja Revyteater er ein av bólkunum rundan um "Teaterfabrikken" í Ålesund, og er hesin bólkurin eitt sonevnt "mobil-teatur", ið ferðast runt í Noregi og undirheldur við skemti og revy. Í kvøld, fríggjakvøldið og leygarkvøldið undirhalda tey í Sjónleikarhúsinum í Havn UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Ímóti handils- kvotum Norski fiskimálaráð- harrin Svein Ludvigsen hevur boðað frá, at hann fer at leggja fram upp- skot, sum skal bera í sær, at kvotur kunnu seljast og keypast. Ráðharrin heldur, at handilskvotur- nar fara at bøta um løn- semið í fiskivinnuni, og at skipanin fer at forða fyri, at kvoturnar verð savnaðar á fáum hond- um. Men í fiskimannafe- lagnum í Sunnmøre og Romsdal taka teir ikki undir við ráðharranum. Har bera teir ótta fyri, at ein skipan við handils- kvotum fer at gera enda á útróðrinum. Dýrur formans- skapur Upplýsingar, sum stjórn- in í Keypmannahavn hevur latið fíggjarnevnd- ini hjá Fólkatinginum, vísa, at tað fer at kosta Danmark næstan eina mia. krónur at hava for- mansskapin í ES seinna hálvár í ár. Løgmálaráð- harrin Lene Espersen hevur biðið um smáar 600 mió. krónur í eyka- játtan til løgregluna. Løgreglan hevur mett, at einir 4000 løgreglumenn skulu nýtast til at veita ta neyðugu trygdina. Utt- anríkisráðið metir, at tað fer at kosta einar 350 mió. krónur at halda teir 180 fundirnar, sum verða í Danmark teir seks mánaðarnar. Eiga at framleiða meiri Norski oljumálaráðharr- in Einar Steensnæs boð- aði í síðstu viku frá, at Noreg fer ikki at økja sína oljuframleiðslu, hóast russar hava kunn- gjørt, at teir fara at økja framleiðsluna. Noreg, Russland og OPEC samdust í desember um at skerja framleiðsluna fyri at fáa prísin upp, men nú vilja russar sleppa burtur úr avtaluni. Norski marknaðarser- frøðingurin Arnstein Wirgstrand heldur, at stjórnin eigur at taka sama stig sum russar. Hann vísir á, at oljuprís- urin er komin í ta leguna, sum OPEC og hini olju- londini ætlaðu, og tað fer ikki at ávirka prísin, um Noregt hækkar sína framleiðslu aftur, sigur hann. Noreg lækkaði í desember sína fram- leiðslu 150.000 tunnur um dagin. Úr Norðurlondum: Steingjast fyri svium Svenski ráðharrin Mona Sahlin hevur rættiliga fingið øði í nógvar danskar politik- arar, tí hon í einari sjón- varpssending hevur funnist at danska innflytarapolitikkinum. Bæði Anders Fogh Ras- mussen, forsætisráð- harri og Bertel Haarder, ráðharri í innflytara- málum vísa atfinning- unum aftur, og formað- urin í Danska Fólka- flokkinum, Pia Kjærs- gard, hevur skotið upp at steingja Oyrasunds- brúnna, um ov nógvir innflytarar seta seg niður í Svøríki fyri at forða fyri, at teir ikki sleppa til Danmarkar. Nalvin skal fjalast Skúlastjórin á einum skúla í Marienlyst í Oslo hevur givið boð um, at í framtíðini skulu genturnar ganga í klæðum, so nalvin ikki kemur undan, og tær sleppa heldur ikki at vísa ov nógv av bein- unum. Somu boð hava teir kvinnuligu lærar- arnir á skúlanum fing- ið. Skúlastjórin, sum sjálv er kvinna, heldur, at klædnamótin hjá teimum ungu gentun- um og teimum kvinnu ligu lærarunum kunnu órógva dreingirnar. Hon sigur seg eisini hava lagt til merkis, at klædnamótin mangn elvir til happing í skúl- anum. Noreg hjálpti Bretlandi Norskir fjølmiðlar hava avdúkað, at Noreg hjálpti Bretlandi við upplýsingum undir kríg- num við Argentina um Falklandsoyggjarnar. Tað er komið fram, at ein norsk lurtistøð fang- aði upplýsingar frá ein- um russiskum fylgi- sveini um virksemið hjá argentisnka herflotanum. Upplýsingarnar vórðu alt fyri eitt sendar bret- um. Sambært fjølmiðl- unum vóru norsku upp- lýsingarnar kanska med- virkandi til, at tað eydn- aðist bretum at søkkja argentinska herskipið "Admiral Belgrano". 327 argentinar drukn- aðu. Spurningurin er nú, um norrskir politikarar vóru vitndi um upplýs- ingarnar. Indiski forsætisráð- harrin vitjaði í gjár indiskuhermenninar í Kashmir KASHMIR-STRÍÐIÐ Árni Joensen Viðurskiftini millum grannalondini India og Pakistan gerast alt meiri spent, sum dagarnir ganga. Indiskir politikarar og tals- menn leggja hvør annan undir at hava økt spenn- ingin, samstundis sum bæði londini flyta hermenn í stórum tali til markið í Kashmir. Eygleiðararhalda, at umleið ein millión her- menn eru við markið nú. Indiski forsætisráðharrin, Atal Behari Vajpayee, vitjaði í gjár teir indisku hermenninar í Kashmir. Har gjørdi hann greitt, at India fer atverja síni rætt- indi, sama hvat krevst. Hann hevði ikki meiri enn sagt orðini, tá paki- stanski herovastin svaraði aftur. Hann segði, at fer ein tann einasti indiski her- maðurin inn á pakistanska jørð, skal India vænta sær hóskandi svar. Herovastin segði einki um, hvat hann metti vera hóskandi svar. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur heitt á stjórnirnarí teimum báðum londunum um atsissa seg og at setast viðsamráðing- arborðið heldur enn at taka vápnini fram. Amerikanska stjórnin boðaði í gjár frá, at hon fer at senda varauttan- ríkisráðharran til India og Pakistan at tosa við mynd- ugleikarnar har. Ein frágreiðing hjá FBI, sum ávaraði ímóti monnum hjá Osama bin Laden, varð ongantíð latin amerikanska for- setanum. Heldur ikki løgmálaráðharrin fekk hana YVIRGANGUR Árni Joensen Amerikanska blaðið New York Times avdúkaði í gjár, at hvørki George W. Bush, forseti ella John Ashcroft, løgmálaráðharri fingu nak- að at vita um skjalið hjá FBI, sum í juli í fjør ávaraði um vandan fyri, at við- haldsmenn hjá yvirgangs- manninum Osama bin Laden kundu fara at skipa fyri yvirgangi í USA. New York Times skrivar, at John Ashcroft, løgmála- ráðharrin og Robert Mueller, stjóri í FBI vórðu ikki kunnaðir um frágreið- ingina fyrr enn nakrar dagar aftan á atsóknirnar tann 11. september. Bush forseti frætti ikki um frágreiðingina fyri enn fyri stuttum. Amerikanskir tænastu- menn váttaðu fyri blaðnum í gjár, at heldur ikki leiðsl- an í Kongressini visti nakað um ávaringina hjá FBI. Bush forseti hevur verið fyri hvøssum atfinningum í seinastuni, eftir at tað er komið fram, at samveldis- løgreglan longu í juli ávar- aði um, at menn hjá bin Laden kanska fyrireikaðu yvirgang í USA. Sambært New York Times verða at- finningarnar nú væntandi vendar ímóti FBI. Tey at- finningarsomu halda, at samveldisløgreglan átti at tikið ávaringina í størri álvara, og at løgmálaráð- harrin átti atverið kunnaður um hana. Kanningar hjá New York Times hava víst, at FBI- agenturin Ken Williams skrivaði frágreiðingina tíð- liga í juli, og at hann tann 10. juli sendi høvuðs-skriv- stovuni hjá FBI hana. Har varð frágreiðingin lisin, men tey, sum lósu hana, kunnaðu ikki sínar leiðarar um innihaldið. Tey, sum finnast at myndugleikunum, umrøða eisini eitt annað skjal. Tað var ein fregnartænastu- frágreiðing, sum Bush forseti fekk tann 6. august í fjør. Í frágreiðingini varð sagt, at al-Qaeda møguliga fyrireikaði seg til at ræna amerikansk flogfør. Higar- til hava Hvítu Húsini sýtt fyri at taka hetta skjalið framaftur. Lova hvør øðrum hóskandi svar Bush fekk ikki ávaringina Longu í juli í fjør ávaraði FBI um, at menn hjá Osama bin Laden kundu hava ætlanir um atsóknir í USA. Ikki fyrr enn í vár fekk George W. Bush, forseti at vita um ávaringina Mynd: Reuters C M Y K 13 12