fríggjadagur 24. mai 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 96 - 24. mai 2002
Nr. 96 - 24. mai 2002
3
Í dag fyllir Heri Mørkøre,
landsapotekari, 60 ár.
Heri er føddur í Havn í
1942, og er sonur Sonna og
Idu Mørkøre.
Pápin var úr Havn, með-
an mamman, sum enn er
byrg hóast farin væl uppum
tey níti, er ættað úr Vest-
manna. Saman við beiggj-
unum Bjarna og og Jákupi
búði familjan Mørkøre
uppi undir Varða í Havn.
Heri sleit sínar barna-
skógvar í Havn. Umframt
tað sum smádrongir annars
spæla við, fekst Heri sum
stórur smádrongur við at
blanda ymisk evni saman í
kjallaranum uppi undir
Varða, fyri at eygleiða hvat
hendi. Hetta skuldi seinni
fáa ávirkan á framhalds-
lestur og lívsstarv hansara.
Sum vaksin var Heri
saman við Arnbjørn R.
Thomsen,
Karl
Johan
Fossá, Sámal ’Essa’ (Sámal
Andreas Jensen) við til at
stovna Tórshavnar frosk-
mannafelag, sum varfyrsta
føroyska felag, ið fekk
sjálvstøðugan umboðan og
altjóða viðurkenning al-
tjóða felagsskapi – hetta
var
í
felagsskapinum
C.M.A.S. Hetta var áðrenn
danir
høvdu
søkt
um
felagsskap í C.M.A.S. Tá
danir so søktu um lima-
skap, varð talan um at hetta
kundi verða sum deild av
Tórshavnar Froskmanna-
felag. Men endin varð
kortini, at feløgini vórðu
líkastillað við hvør sínari
sjálvstøðugari umboðan í
C.M.A.S.
Tórshavnar
Froskmannafelag gav út
blaðið Froskmannatíðindi.
Í 1957 fór Heri við grønu
skótunum á Jamboree-ferð
til Ongland. At ferðast fyri
45 árum síðan var øðrvísi
enn í dag. Fyrst gekk ferðin
við skipi til Hetlands, hað-
ani við skipi til Aberdeen,
og síðan við toki til Lond-
on. Neyvan hava tey kett
seg á túrinum, tí ferðaleið-
ari var navnframi Aksel
Tórgarð, og lítið er at ivast
í, at Aksel við sínum blíða
brosi og skemtingarsama
sinnalag hevur fingið skót-
arnar at gloyma bæði sjó-
verk og heimlongsul.
Tá grønu skótarnir seinni
gjørdu ein túr til Vestmanna
í 1960, varð farið úr Havn-
ini kl 7 á morgni, fyri at teir
80 kilometrarnir skuldu
fáast afturum sama dag. Út
ímóti middegi henda dagin
hugsaði Heri Mørkøre, sum
sat heima við hús uppi
undir Varða, at onkur átti at
tikið ímóti skótunum, tá
teir komu teimum til Vest-
manna, sum hugsað so
gjørt, og Heri var skjótur
avstað, og so mikið treystur
var hann, at hann stóð fyri
hinum skótunum, tá teir
komu til Vestmanna. Heri
tók studentsprógv í 1962,
og varð hann fyrsti student-
ur í familjuni í báðar ættir í
Føroyum.
Tá støða skuldi takast til
hvat studentsprógvið skuldi
brúkast til, hava mongu
tímarnir í kjallaranum uppi
undir Varða millum gløs av
kaliumnitrat, sulfur venale
og acidum sulfuricum gjørt
sítt til, at Heri valdi at søkja
inn á Danmarks farma-
ceutiske Højskole, haðani
hann tók kandidatprógv í
1969.
Í samband við lesturin
arbeiddi Heri eitt skifti á
apoteki í Kolding, og har
komu hann og javnaldurin
Jørn Astrup Hansen, sum
júst hevur fylti seksti, og
sum í dag er forstjóri í
Føroya Banka, at búleikast
í sama húsi eitt skifti.
Í 1966 giftist Heri við
Torgerð Kruse av Eiði. Tey
eiga børnini Katrin,
Tórður og Gunhild, sum
øll í løtuni búgva í Keyp-
mannahavn.
Áftan á loknan lestur
starvaðist Heri eitt stutt
skifti í Horsens, áðrenn
hann tók við starvi sum
apotekari á Tvøroyri.
Á Tvøroyri gjørdist Heri
ein bygdamynd. Umframt
at vera apotekari, so var
Heri – við sínum fjøl-
broyttu gávum - virkin í fe-
løgum og nevndum. Hann
var eitt skifti formaður í
Suðuroyar Bjargingarfelag,
umframt at hann var for-
maður í heilsunevndini á
Tvøroyri í fleiri ár. Heri sat
eitt skifti í nevndini fyri
Tvøroyrar
Flakavirki
Í
nøkur ár undirvísti Heri á
HF-skeiðnum á Tvøroyri;
hann skipaði saman við
øðrum fyri froskmanna-
undirvísing í Føroyum.
Heri varð við til at stovna
felagið Fjørumatur, ið varð
ein roynd at ala oystru og
annan skeljafisk á Trongis-
vágsfirði.
Umframt alt hetta keypti
Heri bátin Heimdal, sum
hann brúkti nógva tíð upp á
at umvæla og seta í stand.
Heimdal varð við í regatta-
siglingini til Grimsby, sum
varð gjørd fyri nøkrum
árum síðani.
Heimdal er annars fyrsti
føroyski bátur, sum sigldi
inn í Nyhavn í Keypmanna-
havn.
Eg kann hugsa mær, at
ein bygdarmynd hvarv av
Tvøroyri, tá Heri flutti til
Havnar at taka við stavnin-
um sum landsapotekari.
Sum óiva longu er gjørt
lesaranum greitt, so er Heri
ein sera fjølbroyttur og
dugnaligur maður, sum
samstundis er sera arbeiðs-
samur. Fyri nøkrum árum
síðan riggaðu teir tríggir
Kári Holm, Nigro Herman-
sen og Heri ein smiðju til
uppi í gomlu Hoyvíkini, og
hvørt týskvøld standa hesir
tríggir vinmennirnir við
essuna og smíða jarn, fyri
at evna lutir til úr jarni eftir
gomlum kynstri.
Hesir tríggir eiga tøkk
uppiborna fyri at halda lív í
hesum gamla handverki.
Fyri nøkrum árum síðani
var Heri saman við fleiri
øðrum við til seta pening í
føroyska
seksaringin
’Greipur’, ið liggur uppi í
Hoyvíkini, og nú er ætlanin
hjá felagnum at gera ein
teinæring (20-mannafar).
Uppi undir Varða búðu
m. o. listamennirnir Willi-
am Heinesen og Heðin Brú,
og hetta hevur óiva gjørt
sítt til at Heri hevur stóran
áhuga í list.
Sigast skal frá tveimum
hendingum sum koma til
hugs, sum lýsa hvussu
skjótthugsandi Heri er,
uttan kortini at vera bráður,
og at tað er skjótt frá hugs-
an til verk hjá honum.
Einaferð var Heri farin
ein túr í dyrehaven norðan-
vert
í
Keypmannahavn
saman við øðrum lesandi á
farmeceut-háskúlanum.
Sum tey ganga gjøgnum
dyrehaven, koma tey fram á
ein vongbrotnan spurv, ið lá
við vegin. Kjakast verður
um
hvat
bestu
ráðini
munnu vera, og onkur ber
upp á mál, at rættast man
vera at fara til djóralækna
við spurvinum. Áðrenn
nakar varnast hevur Heri
tikið spurvin og kipt hann,
sum óiva vóru bestu ráðini.
Men hetta skelkaði ikki
sørt stórbýarmenniskjuni,
sum ikki vóru von við slíka
barbarismu. Summi tosaðu
um ta ómenniskjaligu við-
ferð, ið spurvurin hevði
fingið,
meðan
onnur
royndu at síggja støðuna frá
tí sjónarhorni, at Heri jú
kom frá einum samfelag,
har tað at drepa dýr var
partur av tí at yvirliva, og at
hetta óiva sat í honum enn.
Tann seinna hendingin
fór fram í Føroyum. Sum
ungur hevði hann lært
froskmannakynstrið, og ein
av upptøkuroyndunum til
froskmannaprógvið var, at
tú skuldi svimja í berum
svimjibuksum í 15 minuttir
í sjónum. Hetta kom væl í
hesi hendingini. Heri var
farin út at fiska við einum
donskum apotekara og syn-
inun hjá hesum apotekara.
Meðan teir draga kemur
drongurin av óvart undir
Hera, og tað vil so illa til, at
Heri missur brillurnar, og
tað hendir onki mætari
enna at brillurnar fara á
bláman. Heri ber skjótt at,
og í næstu løtu tveitir hann
seg á bláman og kavar eftir
brillunum á opnum havi
(tað verður staðiliga rátt
fólki frá at royna hetta
sjálvi á opnum havi, uttan
so at tú ert royndur frosk-
maður). Skjóttonktur sum
Heri er visti hann, at skjótt
skuldi berast at, um brill-
urnar skuldu bjargast. Hann
fekk fatur á brillunum niðri
í sjónum, men tá hann skal
venda sær í sjónum, kennir
hann at onkur hevur tikið í
føturnar á sær, so hann fær
ikki vent sær í sjónum.
Danski apotekarin hevði
misskilt støðuna, og ivaðist
ikki í eina løtu í, at Heri var
dottin á sjógv av stoytinum
sum hann hevði fingið, tá
drongurin kom undir hann.
Men Heri kom undan kavi
aftur við brillunum í hond-
ini, og hann kundi greiða
tveimum skelkaðum flat-
lendingum frá, at støðan
kortini ikki hevði ikki verið
so hættislig, sum tað tóktist
(hetta er samstundis eisini
ein talandi mynd av hvussu
týdningarmikið tað er við
samskifti, og hvussu ein
støða kann verða misskilt,
um ikki tosað verður um
støðuna).
Orðini hjá Georg Bernard
Shaw hóska væl til menn
sum Hera Mørkøre (og vit
hava nógvar kvinnur og
menn sum hetta eisini kann
verið sagt um):
Some men see things as
they are and ask why.
Others dream things that
never were and ask why
not.
(Summi síggja tað sum er
og spyrja hví.
Onnur droyma um tað sum
ongantíð hevur verið, og
spyrja hví ikki).
Hjartaliga
tillukku
við
degnum, og tær verður
ynskt ein góðan føðingar-
dag saman við familju og
vinum niðri í Nólsoyar
Pálsgøtu.
Richard Schwartson
Heri Mørkøre 60 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu
okkum samkenslu í sorgini, tá kæra kona, mamma,
vermamma, omma, langomma og systir okkara
Asbjørg Thomsen
Skopun
so brádliga andaðist.
Takk til prestin Bergur D. Joensen,
Fríðbjørg Jensen, kirkjutænarar, gravarar, sangarar,
berarar, førara og til øll tykkum, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri blómur, kransar, gávu til kirkjuna,
uppringingar og tykkum, sum vitjaðu inn á gólvið.
Ein serlig tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervið.
Familjunnar vegna
Petur
Diaba, Edvard, Petsy og Sólbjørn
MUSIKKSKÚLI
Tíðindaskriv
Hetta vikuskiftið verður
Musikkskúlastevna í Havn.
Venjingar verða fríggja-
dagin og leygardagin í
Eysturskúlanum og kon-
sertin verður í Norður-
landahúsinum sunnudagin.
Stevnan er fyri teir næm-
ingar, ið spæla strúki- og
blásiljóðføri. Hesi orkest-
urljóðføri verða í vikuskift-
inum sett saman í Sym-
foniorkestur, blásaraorkest-
ur,
Suzuki
fiólbólkar,
floytu-, klarinett- og saxo-
fonbólk, harmoniorkestur,
hornorkestur og ein blokk-
floytubólk.
Konsertin verður kl 16:00,
men Ungdómsorkestrið í
Vágum spælir konsert í
forhøllini longu klokkan
15:30. Orkestrið fyrireikar
seg eina ferð til Stóra Bret-
lands og hetta er liður í
venjingum í tí sambandi.
Næmingatalið í musikk-
skúlaskipanini er nú so
mikið stórt, at ymisku
stevnurnar verða spjaddar
yvir skúlaárið. Tilsamans
verða einir 250 næmingar
við á hesari stevnuni.
Til ber at tryggja sær
atgongumerki til konsertina
í forsølu í Norðurlanda-
húsinum.
Musikkskúlastevna í Havn
1927
2002
24. mai
MÓTTØKA
Sosialurin 75 ár
Fríggjadagin 24. mai 2002 fyllir
Sosialurin 75 ár.
Í hesum sambandi bjóðar Sosialurin
lesarum, lýsarum, vinum og kenningum
til móttøku í blaðhúsinum á Argjum
fríggjadagin 24. mai frá kl. 15.00 til 17.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
C
M
Y
K
3
2