Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 96 - 24. mai 2002 Nr. 96 - 24. mai 2002 5 Høvuðsákærdi í stóra narkomálinum vil vera við, at hann hevur fær skyldina fyri nógv brotsverk, sum hann als ikki hevur framt. – Lætt- asti mátin hjá teim- um at skáka sær und- an er at leggja alla ábyrgdina á mínar herðar, segði hann í rættinum NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorini Mikumorgunin fór Føroya Rættur undir viðgerðina av størsta narkomálinum í Føroya søgu. Tann 36 ára gamli danin á ákærubeink- inum vil tó als ikki kennast við allar tær ákærur, sum eru reistar móti honum. Tær flestu av teimum 33 ákærunum eru bygdar á frágreiðingar frá monnum, sum longu eru dømdir í sama máli. Men hesar frágreiðingar- nar eru ikki eftirfarandi sambært tí ákærda. – Hann hevur verið smartur. Hann hevur sagt løgregluni, at hann keypti alt hassjið frá mær, tí tað hevur verið lættasti mátin at verja vinir sínar, segði maðurin í rættinum. Hann sipaði í hesum før- inum til, at ein maður, sum fyri nøkrum mánaðum síð- ani fekk meira enn eitt ára fongsulsrevsing, í rættinum greiddi frá, at hann hevði keypt átta kilo av hassji frá sær. Tann ákærdi vil bara viðurkenna, at hann hevur selt manninum eitt hálvt kilo. Orsøkin til at maðurin hevur greitt løgregluni frá, at hann keypti alt frá tí ákærda er, at hann vil verja sínar samstarvsfelagar og vinir, so at hesir ikki skulu koma í klørnar á løgregl- uni. Soleiðis vil tann ákærdi vera við, at fleiri av teimum dømdu hava sett hansara navn á fleiri brotsgerðir, sum hann ikki hevur framt, tí tað hevur eisini verið lættasti mátin at sleppa út úr avbyrgingini. Tosaðu saman í fongslinum Hóast tann ákærdi hevur verið avbyrgdur í longri tíð kom fram í rættinum, at hann hóast alt hevði havt samskifti við ein av fang- unum, sum eisini var skuld- settur í narkomálinum. Teir hava tosað saman ígjøgnum ventilasjónina í fongslinum, men hetta hev- ur løgreglan fingið frænir av ígjøgnum avlurtingar inni í klivanum, so løgið tað ljóðar. Eisini hava teir báðir menninir lagt seðlar til hvønn annan inni á vesin- um, og nakrir av hesum seðlunum hevur løgreglan fingið hendur á, og teir verða nú nýttir sum prógv í málinum. Avbyrgingin hevur so- statt ikki forða teimum skuldsettu í at tosa hvør við annan, men tað kann koma teimum aftur um brekku, um dómarin metir, at hetta samskiftið er haldgott prógv ímóti teimum. Tólv vitni Tá rættarfundurin var lið- ugur mikudagin eftir klokkan fýra vóru enn tólv ákærur, sum tann ákærdi skuldi svara fyri. Tá hetta er liðugt, fer ákæruvaldið undir at kallað vitnini inn. Hesi eru tólv í tali. Eftir ætlan komu tey fyrstu vitnini í rættin hósdagin eftir middag. Tann ákærdi tóktist at vera ógvuliga væl fyrireik- aður, og hann dugdi væl at svara fyri seg, tá ákærin, Dorthe Møller Andersen, setti honum naskar spurn- ingar og spældi bondini við samrøðum, hann hevði havt um rúsevni. Hóast tann ákærdi í ein- um av samrøðunum tosaði um eitt hálvt kilo, greiddi hann frá, at hesin handilin “ikki bleiv til nakað”, sum hann tók til. Rættarmálið heldur á hesa vikuna, og tað verður tikið uppaftur hósdagin og fríggjadagin í næstu viku. RÆTTING Stefan í Skorini Í blaðnum í gjár stóð skrivað, at ákærdi maður- in í narkomálinum hevði játtað at hava havt 30 kilo av amfetamini og 67-80 kilo av kokaini um hendi. Hesar nøgdir skulu sjálv- andi vera gramm og ikki kilo. Vit biðja um umbering fyri mistakið. Høvuðsákærdi: Allir peika á meg Gramm ístaðinfyri kilo Tann ákærdi í stóra narkomálinum vil ikki kennast vil tær ovurhonds stóru nøgdirnar av rúsevnum, sum ákæruvaldið leggur fram Mynd: Jonhard Hammer Tryggingar góvu yvir- skot, men 11. sep- tember og altjóða partabrævamarkn- aðurin góvu Trygg- ingarfelagnum Føroy- ar trupulleikar í 2001 TRYGGING Heri á Rógvi Avlopið hjá Tryggingarfe- lagnum Føroya gjørdist 44,6 mió. eftir skatt. Fyrr- verandi monopolurin á føroyska tryggingarmarkn- aðinum hevði eitt verri ár í 2001 í mun til 2000. Hóast hetta, so eru tey væl nøgd á Tryggingarfelagnum. Hetta skyldast, at fyri 2001 var yvirskot á tryggingarvirk- seminum áljóðandi 1,9 mió. Í 2000 gjørdist úrslitið til eitt tap aljóðandi góðar fimtan milliónir krónur. – Tað er nøktandi, at tryggingarvirksemið nú aftaná tvey ár við halli gevur eitt avlop. Netto- tryggingargjøldini vuksu úr 205,0 mió. kr. í 2000 til 208,3 mió. kr., men høv- uðsorsøkin til úrslitið var skaðagongdin í 2001. Nettoskaðarnir lækkaðu úr 170,0 mió. kr. niður í 140,5 mió. kr., sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Trygging- arfelagnum Føroyar. Mortan Poulsen, sum eisini er stjóri í Trygging- arfelagnum Føroyar sigur, at tað í tryggingarhøpi hevur altstóran týdning, at tryggingarvirksemið javn- vigar og helst gevur yvir- skot. Við hesum verður sipað til, at tryggingar- gjøldini sum inntøkur hjá tryggingarfelagnum skulu helst vera meira enn skaða- útreiðslurnar í sambandi við somu tryggingar. Eisini vísir hann á, at teir ikki hava upplivað nakra einstaka stórútreiðslu í 2001, sum teir upplivdu árini frammanundan. Størsta vinningurin hjá Tryggingarfelagnum kemur frá fíggjarinntøkum. Hesir eru tó minkaður nakað í mun til 2000. Hetta skyld- ast serliga gongdina á altjóða partabrævamarkn- aðinum. Ein stórur partur er eisini settur í lánsbrøv, men gongdin á hesum økinum var nøktandi í mun til partabrøvini, ið Trygg- ingarfelagið Føroyar hevði gjørt íløgur í. Úrslitið av fíggjarvirkseminum hjá Tryggingarfelagnum gjørd- ist 54 mió kr. í yvirskoti í mun til 79,6 mió kr. i 2000. Av øðrum postum hjá Tryggingarfelagnum ber til at nevna, at starvsfólka- útreiðslurnar hækkaðu við meira enn fýra milliónum í mun til 2000. Mortan Poulsen sigur, at hetta fyri tað nógva skyld- ast, at teir eru farnir undir eina nýggja skipan, m.a. fyri at fáa samskipað teir ymsu partarnar av tí nýggja Tryggingarfelagnum. Hetta hevur kostað nógva orku at fáa at koyra, og arbeiðið við hesum heldur eisini fram. Eisini kann tað nevnast, at Tryggingarfelagið hevur merkt árin frá 11. sep- tember. Tað er vorðið munandi dýrari at gjalda eftirtryggingargjøld. – Í hesum sambandi og sæð í ljósinum av, at vit hava eina so stóra eginogn, hava vit eisini valt, at tikið størri risiko á okkum sjálvi við ikki at endurtryggja ein eins stóran part, sigur Mortan Poulsen. Í ársfrágreiðiningi stend- ur at lesa, at roknað verður ikki við einum eins góðum úrslitið fyri 2002. Eginogn felagsins nú 1.213 mió. kr. Samlaða úrslitið hjá Trygg- ingarfelagnum Føroyum í 2001 var eitt avlop uppá 53,7 mió. kr. áðrenn skatt, og aftaná skatt uppá 9,1 mió. kr. var úrslitið eitt avlop uppá 44,6 mió. kr. Sambært viðtøkum felag- sins skal avlopið leggjast aftur at eginognini, og eginognin er nú vaksin til 1.213,3 mió. kr., og felagið hevur ein solvens, ið er 31 ferðir størri enn lógar- kravið. - Stóra eginogn felagsins ger Tryggingarfelagið Før- oyar til eitt av fíggjarligu sterkastu tryggingarfeløg- unum í teimum londum, sum vanliga verður saman- borið við, sigur Gunnar i Liða Nevndarbroyting Tað eru nú góð fýra ár síð- ani, at tey ymsu trygg- ingarfeløgini vórðu løgd saman í. Nevndin hevur so verið samansett av fyrr- verandi nevndarlimum í tey gomlu feløgunum, eitt nú Brunatrygging. Fyrr í ár vórður valdir nýggir limirí umboðsráðið hjá Tryggingarfelagnum. Tað er hetta ráðið, ið velur nevndarlimirnar. Fyri valið eftir á eykaaðalfundi stóðu Birgir Mohr, Trygvi Gutte- sen og Jógvan Durhuus, formaður. Endin gjørdist, at Birgir og Trygvi vórðu valdur aftur, men Jógvan Durhuus rakk ikki innaftur. Jan Müller varð nývaldur í nevndina. Tryggingarfelagið Føroyar: Á røttu leið Nýggja nevndin í Tryggingarfelagnum Føroyar. Mynd: Finnur Justinussen Mánadagin kemur bókin, ið Tórun Ellingsgaard og Jaku- Lina Elbøl Nielsen hava skrivað um Peter Brixtofe, út. Longu nú er fyrsta upplagið vorðið útselt, og allastaðni er áhugin risastórur ÚTGÁVA Heri á Rógvi Tað byrjaði alt sum ein høvuðsuppgáva á Dan- marks Journalist Højskole, men tað endaði vit at gerast ein rúgvusmikil bók. Tórun Ellingsgaard, sum áður hevur arbeitt í Sjónvarpi Føroya, hevur saman við Jaku-Lina Elbøl Nielsen skrivað eina bók um Peter Brixtofte, og áhugin í Danmark er risastórur. Til høvuðsuppgávuna fóru tær báðir undir at skriva um víðagitna Peter Brixtofe, sum tá var ein skandalu leysur borgar- stjóri í Farum kommune, sum liggur á Sælandi. Evnið fekk veruliga bein at ganga, tá ein skandala fyri og onnur eftir hópaðu seg upp um Peter Brixtofte og hansara virksemi í Farum. Fyrstu var tað tær stóru rokningar fyri vín og annað, men síðani er nógv annað eisini komið undan kavi um fíggjarsvik og annað. Øll tann danska pressan hevur ligið framvið fyri at fylgja tí einum tí mest umtalaða dananum í løtuni. Seinasta nýggja var, at Peter Brixtofte fekk durðafjórðingin frá sínum egnu á Christiansborg, har hann er fólkatingslimur fyri Venstre. Bók – At byrja við, so var tað “bara” talan um eina høvuðsuppgávu, men vit spurdu okkum fyri, um tað var áhugi fyri at geva bókina út, og beinanvegin vísti áhugi seg at vera til staðar, sigur Tórun Ellings- gaard. Tað er forlagið Asche- houg, ið gevur út bókini hjá teimum báðum, Tórun Ellingsgaard og Jaku-Lina Elbøl Nielsen. Bókin hevur fingið heitið Brixtofte – Spillet om magten. Tórun sigur, at til høv- uðsuppgávuna skuldu tær gera einans tveir kapitlar, men nú er arbeiðið nógv voksið, og uppgávan taldi bert ein fimtapart av tí, ið bókin nú telur. Tórun og Jaku-Lina Elbøl Nielsen hava arbeitt sera nógv við hesari bókini. Tað hevur kravt sera nógva orku at fáa arbeiðið liðugt. – Vit hava arbeitt hvønn dag og í vikuskiftinum við bókini í fleiri mánaðir, sigur Tórun Ellingsgaard. Tilfarið hava tær savnað saman við at tosa við Brix- tofte sjálvan, við starvs- felagar, vinir, óvinir og kenningar, sum kunnu siga eitt sindur um Brixtofte. Um Brixtofte sigur Tórun, at hann er ein ógvuliga gløggur persónur, ið dugir væl at føra seg fram. Hann hevur eisini allatíðina sjálvur verið við uppá hugskotið, og tey hava einki negativt merkt frá hansara síðu. – Vit hava roynt at verið sakligur og hildið stílin, hóast skandalurnar hava regnað innyvir okkum, sigur Tórun Ellingsgaard. Í februar mánað segði Tórun Ellingsgaard við Sosialin, at tað ikki óvænt- að á hana, at ein skandala var at frætta um Brixtofte, og nú kunnu vit so lesa um, hvat Tórun veit at siga okkum um Brixtofte og hansara virksemi. Stórur áhugi Hóast bókin ikki kemur út fyrrenn mánadagin, so er áhugin longur nú ovur- stóru. – Telefonin ringir alla- tíðina. Vit skulu vera við í einari røð av sendingum – bæði útvarp og sjónvarp, og tað er sera stórur áhugi, sigur Tórun Ellingsgaard. Fyrsta upplagið er longu selt, og eitt nýtt upplag er farin til prentingar, soleiðis at tað higartil eru prentaðar 6.500 eintøk av bókini. Nevnast kann, at Tórun í gjárkvøldið, hóskvøldið, var at síggja í sendingini Deadline á DR, sum verður send beint eftir tíðindini. Kapping Tórun og tær hava tó ikki verið tær einastu, sum hava havt áhuga fyri at skriva um Brixtofe. Ein dani hevur eisini skrivað eina bók um Brixtofte, og hann fylgir væl við, hvat Tórun og Jaku-Lina gera. – Hann hevur bjóðað sær, at keypt okkara uppgávu, men vit søgdu nei. Orsakað av kappingini vórður vit eisini noyddar at frams- kunda okkara útgávu, sigur Tórun Ellingsgaard. Bókin kemur eisini út í Føroyum. Brixtofte-bókin hjá Tórun útgivin – Vit hava roynt at verið sakligur og hildið stílin, hóast skandalurnar hava regnað innyvir okkum, sigur Tórun Ellingsgaard, sum her er avmyndað saman við Jaku-Lina Elbøl Nielsen, ið hevur skrivað bókina saman við Tórun Forsíðan av bókini hjá Tórun Ellingsgaard og Jaku-Lina Elbøl Nielsen C M Y K 5 4 Skrá fyri bygdarstevnuna á Skála 2002 Fríggjadagin, 24. mai Kl. 18.00 - 20.00 Barnadiskotek í Losjuni fyri 3 - 6 flokk Kl. 19.00 Sjavskapping í Pensjonistahúsinum Kl. 21.00 Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum - Kafé Leygardagin, 25. mai Kl. 10.30 Fótbóltur, piltar: Skála - B36 Kl. 11.30 Fótbóltur, dreingir: Skála - VB Kl. 13.00 Fótbóltur, gentur 14-17: Skála - VB Kl. 14.30 Asbjørn Mikkelsen, formaður í mentanarnevnd Skála Kommunu setir stevnuna á vøllinum Kl. 15.00 Fótbóltur, 1. deild: Skála - VB Kl. 16.00 Tiltøk í Ítróttarhøllini: Tivoli við bamsutombola, bl.tombola, 21-spæli fiskidammi, hoppiborg og hamarslag Kl. 17.00 Emmas Blues Band spælir í Ítróttarhøllini Kl. 17.00 Fótbóltur, 4. deild: Skála b - KÍ a Kl. 17.00 Tíðarmyndir - framsýning við gomlum myndum í skúlanum Eisini verður ymist handaligt arbeiði sýnt fram, eisini vera gomlu motorarnir hjá Olivari Rasmussen at síggja Kl. 17.00 Petur Martin Rasmussen heldur fyrilestur um bygdirnar Skála og Skálafjørður um ár 1911 Kl. 18.00 Vørutombola í Ítróttarhøllini Kl. 19.30 – 22.30 Diskotek í Losjuni fyri børn frá 7 flokki og uppeftir Kl. 19.30 Manskórið hjá Jóhan Mortensen syngur Kl. 20.00 Felagssangur við manskórinum Kl. 23.30 Dansur í Ítróttarhøllini. D.J. show v/Martini Kjærbæk, James Olsen og dansigentunum Kl. 23.30 Gamlamannadansur í Bygdasalinum í Ítróttarhøllini Juliannuboys spælir Sunnudagin, 26. mai Kl. 11.00 Gudstænasta í Skála kirkju. Jógvan Fríðriksson, prestur prædikar Kl. 13.00 Fótbóltur, 2. deild kvinnur: Skála – NSÍ Kl. 15.00 Kappróður Kl. 15.00 Tivoli letur upp á havnaøkinum Kl. 17.00 Tíðarmyndir - framsýning við gomlum myndum í skúlanum Eisini verður ymist handaligt arbeiði sýnt fram, eisini vera gomlu motorarnir hjá Olivari Rasmussen at síggja Kl. 17.00 Petur Martin Rasmussen heldur fyrilestur um bygdirnar Skála og Skálafjørður um ár 1911 Kl. 17.00 Ellisakfør sýnir fram gomul akfør á skúlaplássinum. Millum klokkan 17.30 og 18.00 verður vakrasta ellisakfarið funnið Kl. 17.00 Skemtidysur millum Skála Skipasmiðju og Tórshavnar Skipasmiðju Kl. 18.00 Stevnubingo Kl. 18.00 Møti í Nerija Kl. 19.00 Brotssparkskapping Kl. 20.30 Útimøti við Kelduni í Sparikassatúninum Skála Ítróttarfelag