Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 96 - 24. mai 2002 Nr. 96 - 24. mai 2002 7 Mikudagin skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið undir avtalu um KT- vørðarnar KT-ØKIÐ Turið Kjølbro Tað skuldu ikki nógvir samráðingarfundir til at fáa semju um KT-økið í fólka- skúlanum uppá pláss. Mikudagin skrivaðu Føroya Lærarafelag og Fíggjar- málastýrið undir semju um niðurskurð hjá KT-vørðum, og hóast úrslitið liggur nakað frá tí, sum Føroya Lærarafelag hevur lagt upp til og sum eitt álit hevur mælt til, er forkvinnan í Føroya Lærarafelag nøgd við, at ein avtala loksins er komin undir land. – Vit eru nøgd við at hava fingið nakað afturat til KT- vørðarnar, at teir fáa skipað viðurskifti og eina neyva starvslýsing, sigur Elsa Bir- gitta P. Petersen, forkvinna í felagnum. Í pengum fáa teir umleið 20 KT-vørðarnir á leið 700.000 krónur í alt. Til- mælið, sum er gjørt sam- bært semjuni frá apríl 2000, legði upp til slakan helming afturat. – Føroya Lærarafelag hevur arbeitt saman við nevndini í KT-varðafelagn- um og sum skilst eru teir nøgdir við, at semjan hóast alt er ein bati, um enn ikki so góður, sum vit høvdu vónað. Seinni ber til at samráðast til meir. KT-vørðarnir eiga til uppgávu námsfrøðiligu røktina av teldunum, men ta meiri teknisku síðuna eiga kommunurnar nú sum áður. Tað vil siga, at skal eitthvørt tekniskt gerast í teldunum, skulu fólk uttanifrá boðsendast til ta uppgávuna og kommunan gjalda. Fyrst í hesum mánaðin- um hótti Føroya Lærarafel- ag við, at ongin undirvísing verður í kunningartøkni á skúlunum kring landið komandi skúlaár. Orsøkin var, at so striltið hevur gingið at fáa í rætt lag KT- økið. Hendan hóttanin skuldi eftir at øllum at døma loysa seg, tí bert tvær vikur seinni varð semja undirskrivað, og yvirlýs- ingin er sostatt tikin aftur. Eftir er at gera eina neyva starvslýsing til KT-vørð- arnar. Hana gera Menta- málastýrið og Føroya Lær- arafelag í felag, og sum skilst verður tað beinanveg- in. Enn ein knútur er so loystur. Í farnu viku var tað savnsrøktin, sum semja varð fingin um. – Vit eru við at hála okk- um uppá ta støði, sum Før- oya Lærarafelag longu tá ið fólkaskúlalógin varð sett í verk fyri 4-5 árum síðani, segði varð neyðugt, um ar- beiðast skuldi eftir lógini, sigur Elsa Birgitta P. Peter- sen. Semja um KT-vørðarnar Barnabókin Kuffi, sum Brynhild Andreasen hevur skrivað og Astrid Mac Donald hevur gjørt tekningarnar til, er í uppskoti til fyrstu Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins BARNABÓKA- VIRÐISLØN Turið Kjølbro Tað kann ikki sigast annað enn at vera ein góð byrjan hjá Brynhild Andreasen. Fyrsta og einasta bókin, hon hevur skrivað, barna- bókin Kuffi, sum kom út í fjør, er í uppskoti til Barna- bókavirðisløn Útnorður- ráðsins í ár og verður í hes- um sambandi týdd til íslendskt, grønlendskt og annað norðurlendskt mál. Og Brynhild er sum vera man fegin. – Hetta hevði eg als ikki væntað, sigur Brynhild, sum til dagligt arbeiðir sum lærari á Sernámsdeplinum. Hugskotið til bókina hevði hon í nógv ár, áðrenn hon setti seg at skriva. – Tað kom eitt kvøldið, vit grillaðu fisk og fóru at tosa um fiskanøvn. Tá komu nøvnini kuffertfisk- ur, havtaska og annað á borðið, og beinanvegin sá eg eina søgu fyri mær. Hóast hon ikki bleiv skriv- að beinanvegin, fór hon ikki frá mær, og tá hon var skrivað, lá hon leingi, áðr- enn eg sendi hana víðari til Bókadeildina. Spurd um hon hevur onn- ur hugskot, sigur hon, at okkurt er. -– Havi onkur hugskot. Tankarnir eru kanska vaksnir, men hugskotini eru til børn. Tað er stuttligt at skriva til børn, og ikki minni stuttligt at lesa fyri børnum. At fyrsta bókin hevur fingið so góða mót- tøku, gevur mær áræði til meir, sigur Brynhild. Føroyska málið er ein trupulleiki, heldur hon kortini. – Tað fellur mær ikki lætt at skriva orð, sum eg ikki kundi funnið uppá at sagt sjálv, men tað eri eg noydd til í bókini. Málið er frá byrjan broytt nógv, tí bókin er farin ígjøgnum nógvar hendur, sigur hon, og legg- ur afturat. – Eg veit ikki, hvat er meiri føroyskt, enn tað sum føroyingar tosa í dag. Fleiri at velja ímillum Føroyska ummælisnevndin við Helenu Dam á Neysta- bø, Oddfríði Rasmussen og Oddvør Johansen hevði umleið fimtan barna- og ungdómsbøkur, sum eru skrivaðar síðstu trý árini, at velja ímillum. Og sambært Helenu Dam á Neystabø var ikki lætt at velja. – Nógvar góðar barna- og ungdómsbøkur eru komnar út í Føroyum seinastu trý árini. Vit valdu bókina um Kuffa, tí hon er nýskapandi bæði í innihaldi og tema, sigur hon. Í grundgevingini verður sagt, at bókin er væl upp- sett, og tekningarnar, sum eru góðar og einfaldar, hóska væl til tekstin. Kuffi byggir á eitt ævintýrakent og stuttligt hugskot um kuffertfiskarnar Kuffa og Uffa og um havtaskurnar Havdís og Havlisu. Hesir løgnu fiskar eru tó ikki so veruleikafjarir kortini. Og á sín hátt sigur bókin eisini frá vistfrøðini í havinum, um vandan hjá summum fiskasløgum at vera avoydd, og um náttúrunnar undrunarverdu mátar at endurskapa javnvágina. Eisini onnur evni sum eru gerandis í millum annað Føroyum og í útnorði, fáa týdning fyri gongdina í søguni, tí havið er sjálvt umhvørvið í bókini. Eisini meiri álvarslig evni sum til dømis rasu- skilnaður, veruligt vinarlag, kærleiki og burturhugur hava týdning fyri søguna um Kuffa. Hóast fiskar, so hava høvuðsfiskarnir bæði lív og lyndi. Teir eru stuttligir og fáa í heilum lesaran at smílast við og flenna. Teir eru viðkomandi fyri børn, og vit verða góð við teir. Kuffi er ævintýr, har hetjurnar skulu prógva fyri sær sjálvum og umheimin- um, at tær við hegni, vís- dómi og styrki megna at vinna á stórum forðingum og trupulleikum. Megna tey uppgávuna, so bjarga tey bæði sær sjálvum og sínari ætt. Hesin frásøguháttur skapar spenning og fremur lesihugin, sigur ummælis- nevndin. Týddar Í hesi vikuni verður eisini greitt, hvørjar bøkur verða í uppskoti til virðislønina úr Íslandi og Grønlandi. Um góðan mánað ella so verður avgerð tikin um, hvør bókin fær heiðurin, og virðislønin verður handað á ársfund- inum hjá Útnorðurráðnum í august í ár. Virðislønin er 60.000 kr. Tað var á ársfundi í Útnorðurráðnum fyri tveimum árum síðani í Íslandi, at avgerð varð tikin um at seta á stovn eina Barnabókavirðisløn. Enda- málið við stovnanini er at stuðla bókmentirnar í Út- norði og at stimbra teir høvundar, sum evna til børn. Eisini er ynskið hjá ráðnum at gera vart við, at Útnorður er eitt øki, sum hoyrir saman. Ein virðisløn sum hendan er við at gera hesa felagsskaparkensluna sjónligari. Bøkurnar, sum eru í upp- skoti til virðislønina, verða týddar til hini málini, og tí er møguligt hjá eitt nú íslendskum og grønlendsk- um børnum at lesa um før- oyska Kuffa á havsins botni. Eisini hetta er eitt endamál hjá Útnorðurráðn- um. Brynhild og Astrid í uppskoti til Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins Brynhild Andreasen og Astrid Mac Donald, høvundur og teknari, og móður og dóttir, eru í uppskoti til Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins 2002. Her avmyndaðar uttanfyri Pæsastovu saman við synunum hjá Astrid, Albert og Alexander Mynd: Jens Kristian Vang Stóra fiskivinnu- stevnan North At- lantic Fish Fair verð- ur í Runavík í døgun- um 29. apríl til 1. mai næsta ár. Samstundis er eisini ætlanin at hava oljumessu í Runavík. Roynt verð- ur at fáa Joachim prins og Alexandru prinsessu at luttaka á stevnunum FISKIVINNUSTEVNA Edvard Joensen Runavík: Onnur útgáva av fiskivinnustevnuni North Atlantic Fish Fair verður í Runavík um mánaðarskift- ið apríl-mai komandi ár. Ætlanin er eisini at skipa fyri eini oljustevnu í Runa- vík um somu tíð. Roynt verður at fáa Joachim, prins, og Alexandru, prin- sessu, at luttaka. Eisini verður roynt at fáa ymsar fremmandar fiskimálaráð- harrar at koma hendanveg til stevnunarnar. Hesum greiddi ein av fyrireikarunum, Áki í Skemmuni, frá á samkomu fyri eini sendinevnd av bý- ráðspolitikarum og vinnu- lívsfólki úr Hirtshals, sum hildin varð í býráðshøllini í Runavík mikudagin. Aftur komandi ár verður Norrøna liggjandi sum hotelskip í Runavík, meðan stevnan verður hildin. Men hesaferð fer tað at verða tann nýggja Norrøna, sigur Áki í Skemmuni. Eitt annað tiltak, sum skipað verður fyri í Runa- vík um somu tíð, sum fiski- vinnistevnan verður hildin, verður ein oljuráðstevna, sum nevnd verður North Atlantic Oil Fair. Av tí, at Runavík er olju- útgerðarhavn okkara, varð hildið, at tað var eitt gott hugskot eisini at hava olju- vinnuna umboðaða á eini stevnu í Runavík. Stevnurnar verða tó skildar at soleiðis meira ella minni. Í fjør var fiskivinnuráð- stevnan hildin bæði á havn- arlagnum og á ítróttarøkin- um og á floti. Komandi ár verður hon bara á havnarlagnum og flótandi, meðan ítróttarøkið verður sett av til oljustevn- una, sigur Áki í Skemmuni. Fiskivinnustevnan verður komandi ár í trimum tjøldum á havnarlagnum, eins og tvær hallir eisini fara at hýsa stevnuni. Í fjør varð stevnan hildin í tveimum tjøldum og einari høll á havnarlagnum, umframt at aliparturin var í ítróttarhøllini. Men komandi ár verður so ein heil framsýning fyri seg í ítróttarhøllini, nevni- liga oljustevnan. Stevnan fer at líkjast teirri seinastu rættiliga nógv, siga fyrireikararnir, og nakað væl av tilmelding- um eru longu komnar. Í fjør varð undirtøkan góð, sigur Áki í Skemmuni. 212 framsýnarar vóru við, og býtið var soleiðis helvt um helvt føroyingar og út- lendingar. Knapt 7.200 vitjandi vóru á stevnuni. Tey vóru ættað úr 19 ymiskum lond- um, og av teimum vóru gott hálvtsættahundrað útlend- ingar. Olja og fiskivinna á stevnu í apríl Hallur Poulsen spennir seg út í Gøtu. Hann hevur nú eisini keypt matvøruhand- ilin, Dagkeyp, í Syðrugøtu. - Eg eri sera fegin um stóru undirtøkuna frá gøtufólki, sigur Hallur, sum eisini eigur nýggju og stóru kioskina í Norðragøtu HANDILSLÍV Vilmund Jacobsen 27 ára gamal og 16 fólk á lønarlista. Hetta kann ungi handils- maðurin í Gøtu, Hallur Poulsen, reypa sær av - um hann vil. Men tað ger hann ikki. Hallur er lítillátin, men hevur seinastu tíðina rættiliga spent seg út innan handilslívið, bæði í Norðra- gøtu og Syðrugøtu. Hallur keypti kioskina í Norðragøtu, 1. februar 1999, og 1. oktober sein- asta ár læt hann upp í nýggjum og snotuligum hølum á sama staði, har gamla kioskin stóð. Hann tók gamla bygningin niður og bygdi nýggjan og nógv størri bygning uppaftur. Í dag er kioskin í Norðra- gøtu nógv meira enn bara ein kiosk við grillbar. Hall- ur selir eisini vanligar mat- vørur, og fólk eru trúgv at keypa frá honum. - Vit kunnu siga, at hetta er ein kiosk, grill og mat- vøruhandil. Opið er allar dagar í viku, eisini leygar- dag og sunnudag, frá 9 á morgni til 23 á kvøldi, sigur ungi handilsmaðurin. Hann sigur, at sølan í Norðragøtu er nógv økt, síðan nýggi handilin læt upp, og hann er sera takk- samur fyri tann dygga stuðul, sum gøtufólk veita honum. - Tað er vónleyst at kapp- ast við teir stóru matvøru- handlarnar í prísi, men vit gera okkara besta fyri at hava eitt gott úrval og veita fólki eina góða tænastu, sigur hann. Keypt Dagkeyp Hallur Poulsen hevur nú eisini keypt matvøru- handilin, Dagkeyp, í Syðru- gøtu. Dagkeyp er gamli handilin, Valhøll, sum seldi alt millum himmal og jørð. Í dag er hetta ein mat- vøruhandil, og Hallur fer at reka handilin víðari sum slíkan. Møguliga fer hann eisini at hava onkrar gávu- lutir á hillunum. - Ætlanin er ikki at lata handilin í Syðrugøtu aftur og síðan lata hann uppaftur. Eg fari at royna at fremja tær broytingar, sum skulu gerast, so hvørt, meðan handilin er opin. Tó kann hugsast, sigur Hallur, at stongt verður einar 2-3 dagar, og hetta verður líka so nógv fyri at vísa á, at Dagkeyp nú letur uppaftur í nýggjum hami. - Tað eru nógv gomul fólk í bygdini, sum ikki keypa aðrastaðni enn í Syðrugøtu, og hetta er eisini ein orsøkin til, at eg havi valt ikki at lata handilin aftur, meðan onkrar broytingar verða gjørdar. Tí koma fólk at síggja hesar broytingar "hen ad vejen", sum hann tekur til. Handilsmaðurin sigur, at ætlanin er ikki at gera tær heilt stóru broytingarnar, men handilin í Syðrugøtu verður í fyrsta lagi longri opin, og Hallur fer at syrgja fyri, at allar vanligar matvørur eru á hillunum og í diskunum. - Í Syðrugøtu verður opið á leið somu tíðir sum í Norðragøtu, men sunnudag verður stongt. 16 á lønarlista Nú Hallur eisini hevur keypt matvøruhandilin í Syðrugøtu, kemur hann at hava tilsamans 16 fólk á lønarlista. 13 eru knýtt at virkseminum í Norðragøtu, og 3 verða knýtt at handl- inum í Syðrugøtu. - Millum hesi 16 eru fleiri ungfólk, sum eru íðin at taka hond í eftir skúlatíð, sigur ungi gøtumaðurin, sum nú eigur tveir rímiliga stórar handlar í Gøtu kommunu. Áki í Skemmuni greiðir útlendskum vitjandi frá fiskivinnustevnuni, sum verður um mánaðarskiftið apríl mái komandi ár Mynd: Edvard Joensen 27 ára gamal og 16 fólk á lønarlista Hallur Poulsen hevur nú eisini keypt matvøruhandilin, Dagkeyp, í Syðrugøtu. Dagkeyp er gamli handilin, Valhøll, sum seldi alt millum himmal og jørð C M Y K 7 6