fríggjadagur 24. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 96 - 24. mai 2002
Nr. 96 - 24. mai 2002
9
– Talan er um økis-
oyðing í verki, og
hetta fer at fáa
avleiðingar, sigur
Hergeir Nielsen,
Landsstýrismaður
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Hergeir Nielsen, løgtings-
maður krevur nú, at Ferða-
ætlanin hjá Smyrli ímillum
Havnina og Suðuroy, verð-
ur broytt.
Tað er serliga túrurin av
Drelnesi til Havnar, hós-
kvøld, sum hann hugsar
um.
Hetta er ein túrur, sum
burturav er lagdur fyri at
geva fiskasvirkjum í Suð-
uroy møguleikan at avskipa
fiskin við Norrønu hós-
kvøld.
Túrurin
hevur
verið
sigldur klokkan 19 hós-
kvøld, men í nýggju ferða-
ætlanini er hann fluttur
hálvan annan tíma fram, til
kl. 17.30.
Og tað er hetta, sum
løgtingsmaðurin finnist at.
– Túrin norður av Drel-
nesi tórsdag seinnapart havi
eg gjørt tykkum varugar
við fleiri ferðir í orð og tal,
undir orðaskifti á tingi og í
samskifti
við
landsstýrismannin,
sigur
Hergeir Nielsen í skrivi,
sum hann áður hevur hevur
sent Strandferðsluni og
sum
hann
nú
sendir
bløðunum.
Hann sigur, at við at flyta
túrin fram, ger Strand-
ferðslan kortini enn eina
roynd at sigla undan út-
flutningsvøruni, sum tit við
vissu vita ikki er klár til
avskipingar fyrr enn kl. 19.
– Talan er um økisoyðing
í verki, og hetta fer at fáa
avleiðingar, sigur hann
– Tí kunnu tit líka so væl
fyrr sum seinni ganga í
tykkum sjálvar, og lata vera
við at broyta fráferðina av
Drelnesi tórsdag. Tíðin er
nóg trong, sum er.
– Vónandi stendst ikki
størri hávi av hesi ætlan,
enn neyðugt erm endar
løgtingsmaðurin skrivið til
Strandferðsluna.
Villleiðandi
upplýsingar
Annars fýlist hann á, at
Strandferðslan meiri enn
eina ferð í seinastuni hevur
givið ferðafólki, sum skulu
ímillum Suðuroy og Havn-
ina, villleiðandi upplýsing-
ar
Eitt dømi var annan
hvítusunnudag. Tá varð lýst
á heimasíðuni hjá Strand-
ferðsluni, at Smyril skuldi
sigla av Drelnesi kl. 6 og kl.
17.30
– Her er sostatt eingin
lýst
broyting
suðurgangandi.
– Annar hvítusunnudagur
er mánadagur, og tá er frá-
ferð sambært ferðaætlanini
úr Tórshavn kl. 12.30 og
19.00.
– Smyril sigldi kortini kl.
10, ella 2 1/2 tíma undan
lýstari fráferð.
– Talan er um villeiðing
av ferðafólki, og fleiri fóru
tíverri nakkalong heimaftur
til húsa av Busatanga á
middegi í dag, mánadagin
20. mai 2002 , sigur Her-
geir Nielsen í skrivi til
Strndferðsluna nú eftir
Hvítusunnu.
Hann vísir eisini til
fráferðina
mikukvøldið,
sum varð avlýst fyri veður.
Sjálvur var hann staddur
á á Bursatanga miku-
kvøldið kl. 20.
– Eingin fráferð var hjá
Dúgvuni, so sum lýst varð.
Heldur einki tilboð til
teirra, ið villeidd vóru, so
sum matur, gisting ella
líknandi.
– Soljóðandi lýsing er á
heimasíðuni
hjá
Strandferðsluni 22. mai
2002: "Fyri veður, verður
seinasti túrurin av Havnini
til
Suðuroyar
í
kvøld
avlýstur. Um viðrar, siglir
Dúgvan aftur av Havnini í
morgin áðrenn kl 10:00"
– Hildið verður, at tað
hevði verið skilagott at
skriva, nær Dúgvan siglir í
staðin fyri at skriva, at hon
siglir áðrenn kl. 10 - tað
kann jú vera nær sum helst,
sigur Hergeir Nielsen í
skrivi til Strandferðsluna.
Ferðaætlanin
skal broytast
Hergeir Nielsen,
løgtingsmaður fyri
Suðuroynna, heitir
nú á Løgmann um
beinanvegin at taka
neyðugar politiskar
og umsitingarligar
avgerðir, sum
kunnu loysa trupul-
leikarnar við flutn-
ingi um Suðuroyar-
fjørð
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
– Tað er skilligt, at lands-
stýrismaðurin ikki um-
situr málsøkið sítt á full-
góðan hátt, og eigur hann
tí at taka avleiðingarnar
av hesum.
Nøkunlunda soleiðis
málber Hergeir Nielsen,
løgtingsmaður fyri Suð-
uroynna seg í einum
skrivi, hann mikudagin
sendi
Løgmanni
um
ruðulleikan sum valdar í
siglingini ímillum havn-
ina og Suðuroynna.
Løgtingsmaðurin sig-
ur, at hann tekur fult
undir við teimum suður-
oyingum, sum mótmæla
støðuni og nú heitir hann
á løgmann um at leggja
upp í málið.
Í skrivinum til Løg-
mann sigur hann, at játt-
anin til Strandfaraskip
Landsins er økt 50%
seinastu fýra árini, og
sambært uppskoti til
løgtingsfíggjarlóg
fyri
2002 hevur Landsstýrið
kunnað Løgtingið um, at
Tvær milliónir krónur av
samlaðu játtanini upp á
70 milliónir krónur, eru
settar av til at leiga av-
loysaraferju fyri
– Harafturat hevur løg-
tingið játtað 310 milli-
ónir til at byggja av
nýggja Suðuroyarferju
fyri.
– Kortini uppliva vit
álvarsligar, støðugar og
afturvendandi trupulleik-
ar á Suðuroyarleiðini, og
upplýst verður av strand-
ferðslustjóranum,
at
hesir trupulleikar stava
frá tørvandi játtan til at
reka stovnin fyri, sigur
Hergeir Nielsen.
Alment verður boðað
frá, at stovnurin ikki er
førur fyri at lúka høvuðs-
uppgávuna í reglugerðini
fyri stovnin, sum er at
lúka landsins tørv á inn-
anlanda fólka- og farma-
fluttningi.
Eigur at fáa
avleiðingar
Hergeir Nielsen sigur, at
Løgtingið er hinvegin
ikki kunnað um annan
tørv á játtan til avloysara-
ferju enn tær tvær milli-
ónir krónurnar, ið játt-
aðar eru, og hevur tí ikki
havt umstøður til at taka
aðrar avgerðir enn tær, ið
tiknar eru.
– Suðuroyggin hevur
ligið avbyrgd í fýra vikur
vegna verkfall, har tað
almenna var annar part-
urin, og komandi vikur-
nar eru útlit til, at tað
almenna einsamalt fer at
avbyrgja Suðuroynna.
Hann sigur, at tá ið
løgtingið ikki er kunnað
um, at ovurstóru avleið-
ingarnar fyri hetta sam-
felagsøkið standast av ov
lítlari játtan, og tá ið
landsstýrismaðurin,
ið
hevur ábyrgd av málsøk-
inum, ikki letur við seg
koma, er skilligt, at
landsstýrismaðurin ikki
umsitur málsøkið sítt á
fullgóðan hátt, og eigur
hann tí at taka avleiðing-
arnar av hesum.
Landsstýrismaðurin, ið
sipað verður til, er Bjarni
Djurholm, sum umsitur
Strandferðsluna.
– Heitt verður tí á løg-
mann um beinanvegin at
taka neyðugar politiskar
og umsitingarligar av-
gerðir, sum kunnu loysa
bráðkomnu trupulleikar-
nar við flutningi um
Suðuroyarfjørð,
sigur
Hergeir Nielsen.
Henrik Old, løgtings-
maður fyri Suður-
oynna sigur, at eitt
tað fyrsta, sum ný-
valda Løgtingið má
gera, er at fáa skil á
Suðuroyarsiglingina
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
– Trupulelikarnir, sum nú
eru við at koma allari Suð-
uroynni, hava sín uppruna í
tí vanlukkuligi avgerðini,
sum varð tikin í 1996 um at
selja
Strandfaraskipið
Teistan.
Henrik Old, Løgtings-
maður fyri Suðuroynna,
sigur. at Suðuroyggin er
ongantíð komin yvir søluna
av Teistanum.
– Síðani Sambandsflokk-
urin, Fólkaflokkurin og
Sjálvsstýrisflokkurin seldi
Teistan, hevur verið ruðul-
leiki í suðuroyarsiglingini,
tí ongi hóskandi avloysara-
skip hava verið fyri Smyril,
tá ið hann hevur verið í
dokk.
– Og tað bløðir Suður-
oyggin enn fyri.
Men
Løgtingsmaðurin
gevur ikki Strandferðsluni
skyldina.
– Í hesum føri hevur
Strandferðslan onki val,
uttan at seta Dugvuna í
Sigling. Gjørdi hon ikki
tað, var onki skip yvir-
høvur.
– Strandferðslan kann
ikki lastast fyri óskilið. Tað
er einans Føroya Løgting,
sum kann lastast, tí Løg-
tingið vil ikki játta Strand-
ferðsluni nóg mikið av
pengum rættstundis.
–
Javnaðarflokkurin
skeyt í fjør upp at keypa eitt
avloysaraskip, men t að fall
í Løgtinginum.
Hann sigur, at tað er ikki,
fyrrenn á nýggjárinum at
Strandferðslan veit, hvat
hon hevur at arbeiða við tað
komandi árið og tá er alt ov
seint at finna hóskansi av-
loysaraskip.
– Tá eru ongi skip eftir á
marknaðinum uttan tað
skramblið, sum ongin ann-
ar vil hana, sigur Henrik
Old.
Hann vísir eisini á, at
ongin kann siga, at Løg-
tingið ikki kendi trupul-
leikan.
– Tað var longu í sep-
tember, at Landsstýrismað-
urin í vinnumálum, Bjarni
Djurholm, gjørdi vart við
trupulleikan, men kortini
vildi meirilutin av Føroya
Løgtingið ikki taka neyðug
stig.
Hann sigur, at tískil verð-
ur tað ein av fyrstu uppgáv-
unum, sum nývalda Løg-
tingið má undir, at finna
eina varandi loysn á Suð-
uroyarsiglini, so at hetta
ikki hendir aftur.
– Antin má avloysaraskip
keypast, ella má Strand-
ferðslan í góðari tíð fáa
játtan, so at hon fær høvið
at finna eitt hóskandi
avloysaraskip.
– Løgmansskrivstov-
an hevur sett avgerð-
ina hjá Tvøroyrar
Býráð um at nokta
Dúgvuni atløgupláss
úr gildi fyribils
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Tvøroyrar Býráð hevur ikki
heimild til at nokta Dúgv-
uni atløgupláss á Trongis-
vágsfirði.
Tað er fyribils niðurstøð-
an, sum Løgmansskriv-
stovan er komin til.
Tað var longu í 1996, at
Tvøroyrar Býráð noktaði at
geva Dúgvuni atløgupláss á
Tvøroyri, tí Byráðið kravdi
at fáa hóskandi avloysara-
skip fyri Smyril, tá ið hann
skuldi í dokk.
Áður hevur tað ongantið
verið upp á tal at seta
samtyktina í verk, tí tað er
ongantíð komið hartil, at
Talan hevbur verið um at
Dúgvan skuldi røkja suður-
oyarsiglingina
Men mikudagin hendi so
tað, at onki skip er at seta í
suðuroyarsiglingini, uttan
júst Dúgvan og tí tók Tvør-
oyrar Býráð málið uppaftur
mikudagin.
Og har varð einmælt við-
tikið, at samtyktin frá 1996
skuldi standa við.
Men hetta vildi Vinnu-
málastýrið ikki góðtaka
uttan víðari og heitti tí á
Løgmansskrivstovuna um
at kanna, um Tvøroyrar
Kommuna yvirhøvur hevði
heimild at nokta Dúgvuni
at leggja at á Tvøroyri, tí
við hesum forðar Býráðið
Strandferðsluni í at røkja
sínar lógarásettu skyldur
um fólka og farmaflutning.
Og tað var skjótt, at Løg-
mansskrivstovan gjørdi ein
fyribils úrskurð í málinum
og hann er, at Tvøroyrar
Býráð hevur ikki loyvi at
nokta Dúgvuni atløgupláss.
Sambært kommunulóg-
ini hevur Løgmansskriv-
stovan tí gjørt av, at sam-
tyktin hjá Tvøroyrar Býráð
skal setast í gildi fyribils.
Og hendan avgerðin hjá
Løgmansskrivstovuni
stendur til, til hon hevur
kannað málið nágreiniliga
og kemur til eina endaliga
niðurstøðu
Suðuroyarsiglingin:
Óskilið eigur at
fáa avleiðingar
– Landsstýrismaðurin
eigur at taka avleiðing-
arnar av trupulleikunum
við suðuroyarsiglingini,
sigur Hergeir Nielsen
Tvøroyrar Býráð ikki
loyvi at stongja havnina
Vit eru ongantíð komin
yvir søluna av Teistanum
Tað er ikki Strandferðslan,
men bara Løgtingið, sum
hevur ábyrgdina av
ruðulleikanum í siglingini
ímillum Havnina og
Suðuroy, sigur Henrik Old,
Løgtingsmaður
Ein fyribils niðurstøða hjá Løgmansskrivstovuni er, at Tvøroyrar Býráð ikki kann nokta
Dúgvuni atløgupláss á Tvøroyri. À myndini, sum er tikin á býráðsfundi fyrr í mai mánaða, var
Dan Nielsen ikki á fundi. Hinir Býráðslimirnir eru f.v. Bergur Bærentsen, Heri Mortensen,
Pauli Einarsson, Kristin Michelsen, Sverri Midjord og skrivarin, Óli Debes. Býráðsformaðurin,
Finnleif Guttesen, stendur
C
M
Y
K
9
8
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
Upp til 15.000 kr. í avsláttri
Leygardagin 25.05 hava vit opið frá
kl. 11.00 til 17.00
Í hesum sambandið hava vit nógv góð
brúktbilatilboð m.a. hesi:
Citroen Xsara
2,0 HDi Stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen ZX 1,9D 5H
STC
km. 89.000, árg. mars 1996
86.000,-
Citroen Jumper CH.
v/last
km. 120.000, árg. aug. 1998
130.000,-
Citroen Xsara
1,6i 5h
km. 30.000, árg. feb. 1998
107.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Mitsubishi Lancer
1,5 GLXi 5h
km. 145.000, árg. mai 1992
52.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Hyundai Accent 1,3
LS 5H
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Ford Sierra 2,0i CLX
4h
km. 110.000, árg. nov. 1991
45.000,-
Ford Escort 1,8D
CLX 4h
km. 187.000, árg. nov. 1995
45.000,-
Peugeot 306
D 4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Seat Cordoba 1,9SDi
STC. 5h
km. 35.500, árg. aug. 1999
115.000,-
Fiat Tipo
5H
km. 109.000, árg. mai 1989
23.000,-
Toyota Camry
km. 143.000, árg. jan. 1987
20.000,-
sýnaður 08'00
Mitsubishi Lancer
5h
km. 124.000, árg. juni 1992
50.000,-
sýnaður 12'01
sýnaður 11'01
sýnaður 06'01