Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 96 - 24. mai 2002 Nr. 96 - 24. mai 2002 13 cobsen, bókbindari, sum hevði bókbindingarvirki í húsunum hjá Herluf Arna- son, hevði fingið eina nýggja falsimaskinu, og hagar plagdu teir á Heygs- breyt at fara við blaðnum til falsingar, og síðani vóru ungfólk, sum pakkaðu blaðið og koyrdu tað á Posthúsið. Keypa prentsmiðjuna hjá Karbech Í 1964 keypti Javnaðar- flokkurin prentsmiðjuna frá Karbech. Villi Sørensen hevði verið blaðstjóri á Sosialinum síðani 1952 og var tað eisini framvegis, tó at hann búði í Klaksvík. Hann sendi tilfar við post- inum, men tað var mangan trupult at fáa hetta og annað tilfar rættstundis, og tí ar- beiddu teir mangan til langt út á kvøldið, og onkuntíð út á náttina, segði Sámal Olsen við Sosialin í 1982. – Vit hugsaðu ikki so nógv um tað, tí tað hevði altíð verið soleiðis, at bløð- ini vóru skrivað um dagin og at prentararnir arbeiddu um náttina. – Serliga minnist eg einu ferðina, vit prentaðu páska- blaðið, sigur Sámal og heldur fram: – Avgjørt var framman undan, at blaðið skuldi hava nøkur orð um páskahalg- una, men tá tey skuldu í prent, setti Karbech seg vð setimaskinuna. Hann hevði einki handrit at skriva eftir, men gjørdi sjálvur orðini, sum hann setti beinleiðis. Karbech var sera kønur í føroyskum og dugdi væl at skriva, segði Sámal. Komin upp í sjeytiárini verður farið undir ávísa útbygging av prentsmiðj- uni, tá blaðið keypti eina lítla pressu, sum kallast ein veingjaautomat. henda varð nýtt til at prenta smærri prentlutir við, og var hetta seinasta prentiarbeiðið við blýggi, sum varð gjørt á prensmiðjuni á Heygsbreyt. Í 1974 verða húsini í Sjúrðagøtu 9 keypt til blað- hús. Tá varð ásannað, at nýmótans off-sett teknikk- urin var framtíðin innan blaðútgávu, og tað var ikki ráðiligt at útbyggja prent- smiðjuna á Heygsbreyt, sum hevði slitnar og ótíðar- hóskandi maskinur. Um hetta mundið verður Sosialurin prentaður á prentsmiðjuni hjá Dimma- lætting, meðan alt til- gerðararbeiðið varð gjørt á Sosialinum. Egna prentsmiðju og nýtt blaðhús Í mars mánaði í 1982 flytir Sosialurin í nýggju blað- húsini á Argjum, sum eru keypt og sett í stand til endamálið. Nú fekk blaðið aftur sína egnu prentsmiðju – hesaferð eina rotatións- prentsmiðju, sum tá kundi prenta Sosialin í upp til 24 síður. Hetta var eitt sera stórt framstig, og nú fór blaðið frá at koma út tvær reisur um vikuna til at koma út tríggjar ferðir um vikuna. Hetta var størri avbjóðing hjá starvsfólkunum – og nú bar betur til at bera aktu- ellari tíðindi. Samstundis sum flutt varð út á Argjar varð navnið á blaðnum broytt, so blaðið nú kom at eita Tíðindablaðið Sosial- urin. Hetta var helst fyri at leggja dent á, at blaðið var eitt tíðindablað heldur enn eitt politiskur boðberi. Hesi 20 árini síðani 1982 er nógv hent á blaðøkinum í Føroyum. Nógv bløð, sum vóru tá, eru ikki longur, og Sosialurin er vaksin sera nógv hesi árini til í dag at standa ájavnt við Dimma- lætting í stødd og út- breiðslu, meðan Dimma- lætting tá var einasta nógv størsta blaðið í Føroyum. Seinast í áttatiárunum – tá kreppan fór at kennast – máttu stig takast til tess at standa í móti minkandi inntøkunum. Í staðin fyri at repa seglini, valdi leiðslan á Sosialinum heldur at økja um útgávutalið úr trimum upp í fimm ferðir. Tá flutt var út á Argjar í 1982 vóru útgávudagarnir øktir frá tveimum til tríggjar. Fyri at hetta skuldi kunna bera til var neyðugt at rationalisera arbeiðsgongd- ini. Tí vóru teldur á fyrsta sinni tiknar í brúk í blað- arbeiðinum. Keyptar vóru macintosh teldur til øll blaðfólkini og til seti- fólkini. Við at prenta út statsan á A-4 pappír slapst undan allari arbeiðsgongd ini við at setifólkini skuldu seta eftir manuskripti frá blaðfólki. Lím og saksur var tó framvegis í brúki, men 10 ár eftir hetta – í 1999, vóru saksur og lím endaliga pakkað niður, og verður blaðið í dag í øllum smálutum framleitt digitalt – ella »talgilt«, sum tað eitur á nýggjum máli. Stovna prentsmiðju saman við Dimmalætting Í 2000 legði Sosialurin nið- ur prentsmiðjuna á Argjum. Saman við Dimmalætting varð partafelagið Prent- miðstøðin stovnað. Tær bestu maskinurinar hjá Sosialinum og Dimma- lætting vórðu settar saman, samstundis sum nýggjar maskinur vórðu keyptar. Hetta er í dag einasta rotatiónsprentsmiðja í landinum – og tískil tann einasta blaðprentsmiðjan. Henda prentsmiðja klárar uttan trupulleikar at nøkta tørvin á allari blaðprenting í Føroyum í dag. Á hesi prenstmiðju ber til at prenta Sosialin í 56 síðum, harav 16 síður við liti. Um tørvur er á størri blað ella fleiri litsíðum, so ber til at prenta blaðið í tveimum ella fleiri umførum, og tá økist síðu- talið tilsvarandi. Sosialurin gerst heimsumfatandi Tá Føroyar í 1996 vórðu knýttar upp í internetið, vistu vit ikki, hvussu stóra ávirkan hetta fór at fáa á blaðarbeiðið – ella miðla- arbeiði sum heild. Í 1997 fóru vit í holt við InternetSosialin, har vit á internetinum kundu lesa dagsins Sosialin. Henda skipan er støðugt útbygd og er vorðin ein alsamt meira integreraður partur av arbeiðinum hjá fólkinum á Sosialinum og útbreiðsluni av blaðnum. Tað, at fólk alla staðni kring heimin kunnu fáa tíðindi í Sosialinum sam- stundis hevur stór per- spektiv við sær. Nýggi samskiftishátturin við internetinum hevur eisini lætt munandi um arbeiðið hjá blaðfólki og myndafólki okkara. Nú er lagað manni at skriva ella taka myndir hvar sum helst í landinum ella heiminum og fáa bæði tekst og myndir í blaðið beinanvegin. So- leiðis er Sosialurin eisini skipaður við deildum í Sandvík, í Klaksvík, í Sal- tangará umframt ta rullandi redaktiónia, og lata hesar deildir til blaðið hvønn einasta dag. Eitt tað seinasta nýggja hjá Sosialinum er Skips- sosialurin, sum er ein teldu- fílur, ið verður sendur sum teldupostur til fólk umborð á skipum, sum ikki hava so gott internetsamband, at tey kunnu lesa bløð á internet- inum. Í desember í fjør gjørdu Sosialurin og Føroya Tele avtalu um samstarv um tíðindi á www.olivant.fo. Á olivant verða styttri tíðindi løgd út loypandi gjøgnum allan dagin. Allar hesar tøkniligu broytingar hava ført til eitt fjølbroytt arbeiðspláss – ið næstan kann sigast at verða pappírsleyst, um vit saman- bera við støðuna bara fyri fáum árum síðani. Í dag nýtist okkum ikki at nerta pappír, fyrr enn vit skoða endaliga úrslitið, tá blaðið er prentað. 1982: Nýggja rotatiónspressan á Sosialurin prentar fyrsta blaðið á egnari prentsmiðju síðani 1974 Framhald av síðu 11 – Fýra sáttmálar eru undirskrivaðir, og tann seinasti er klárur til undirskrivingar, sigur Torben Nielsen, sum eigur Sp/f TN- Bygging á Glyvrum. Hann ætlar at byggja fimm raðhús aftrat beinanvegin, um nóg stórur áhugi er. SETHÚSABYGGING Vilmund Jacobsen Á ólavsøku í ár standa fimm raðhús liðug undir Høgaleiti í Saltangará. Tað er Sp/f TN-Bygging, ið byggir hesi húsini, og eigari av felagnum er Tor- ben Nielsen á Glyvrum. Hann hevur sjey mans í arbeiði, og teir fóru undir hetta arbeiði í oktober mán- aða síðsta ár. Torben sigur, at sáttmáli er undirskrivaður um fýra av húsunum, og tann fimti sáttmálin liggur klárur til undirskrivingar. – So, eg kann siga, at øll hesi fimm húsini eru seld, sigur hann. Ætlar at byggja 5 sethús aftrat Ætlanin hjá Sp/f TN-Bygg- ing er at byggja fimm set- hús aftrat av sama slagi, sum hesi fyrru, men til tess er neyðugt, at fólk, sum vilja keypa sær eini raðhús í Saltangará, lata við seg koma. Tí hevði felagið eina lýsing í bløðunum herfyri, har hesi seinni fimm húsini vera boðin út til sølu. – Í løtuni er telefonin meira friðarlig. Tað verður ikki ringt so nógv og spurt um hús, sigur Torben, sum ætlar, at 2. byggistig, ið fevnir um tey seinnu 5 hús- ini, fer í gongd til heystar. Ætlanin er at fara undir 2. byggistig í august, soleiðis at húsini standa innilokað til jólar og liðug til várs. – Grundøkið er ikki út- grivið, men útgravingar- loyvið er klárt, sigur Tor- ben. Eins uttan, ikki innan At síggja til, eru øll húsini í røðini eins, men innan eru tey innrættað ymiskt – alt eftir ynskjunum hjá teim- um, sum skulu hava húsini. – Upprunaliga eru øll húsini eins, bæði innan og uttan, men onkur hevur valt at hava meira pláss, t.d. fleiri kømur, og tá hava vit gjørt nakrar broytingar, sum eisini dýrka húsini eitt sindur. Torben sigur, at teir ser- liga hava broytt innrætting- ina í kjallarahæddini, har t.d. hjallurin er gjørdur til eitt kamar og kjallarin er vorðin til eitt størri sjón- varpsrúm saman við gong- ini. Sniðhúsini eru í tveimum hæddum, sum hvør er 60 fermetrar netto. Í kjallara- num er durur, 2 kømur, sjónvarpsrúm,wc og fýr- rúm. Í ovaru hæddini er gongd, wc, hjúnarrúm, køk- ur og stova. Undir 1 millión – Vit siga við tey, sum spyrja, at tey næstu fimm húsini fara at kosta 975.000 krónur, soleiðis sum vit hava teknað tey. Skulu ym- iskar broytingar gerast, kemur tað uppá kostnaðin, um hetta annars dýrkar um byggingina. Torben sigur, at tey fimm húsini, sum eru seld, kosta millum 960.000 og 990.000 krónur. Spurdur, hví felagið hjá honum er farið í holt við at byggja raðhús, sigur Tor- ben: – Eg helt hetta vera eitt gott hugskot, og kommun- an vísti eisini ætlanini stór- an áhuga - ikki minst, tí her eru so fá grundøkir tøk. Hann vísir á, at fleiri grundøkir verða spard við at byggja hesi raðhúsini. – Á henda hátt kunnu vit byggja 10 sethús á fýra grundøkjum, sigur Torben Nielsen at enda. Raðhúsini verða liðug á ólavsøku Gongst Sp/f TN-Bygging sum ætlað, verða 5 raðhús bygd aftrat beint sunnanfyri hesi, sum verða liðug á ólavsøku. – Á henda hátt kunnu vit byggja 10 sethús á tveimum grundøkjum, sigur Torben Nielsen, sum eigur TN-Bygging. – Krúnborg fekk 500 tons í seinna hálinum mikukvøldið, siga tey á Havsbrún. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað er nógvur svartkjaftur at fáa undir Føroyum í løtu- ni, og bæði Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu og Krúnborg hava hesa vikuna meira enn 2.000 tons hvør. – Líkt er ikki til, at tað slitnar sundur við fiski- skapinum beint nú, siga tey á Havsbrún í Fuglafirði. Men tey taka partvís orð- ini aftur í seg, tí seinasta vikuskiftið var svartkjaftur- in ringur at finna og lítið var at fáa. Veðrið spælir nógv inni, og svartkjafturin ferðast skjótt. – Tá kann tað henda, at skipini missa hann burtur og finna hann ikki aftur beinanvegin. Og soleiðis var seinasta vikuskiftið. – Lítið var at fáa fríggja- dagin, leygardagin og sunnu- dagin, men síðan bóru skip- ini við svartkjaftin aftur, siga tey í Fuglafirði. Tríggjar landingar Hesa vikuna hava tríggjar stórar svartkjaftalandingar verið í Fuglafirði. Christian í Grótinum var inni mikudagin við 2075 tonsum, Tróndur í Gøtu var hósdagin við 2100, og leygardagin fara tey at taka svartkjaftin upp úr Krún- borg, sum helst fer at hava út við 2500 tons. Fyrr í vikuni landaði eis- ini Jón Sigurðsson 800 tons av svartkjafti í Fuglafirði. Á Havsbrún vita tey ann- ars at siga, at Krúnborg fekk 500 tons í seinna háli- num mikukvøldið. Stórar svartkjaftalandingar í Fuglafirði Væntandi landar Krúnborg út við 2500 tons av svartkjafti í Fuglafirði leygardagin. Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu og Jón Sigurðsson hava eisini landað í vikuni. C M Y K 13 12