Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 24. mai til hósdagin 30. mai Kristoffur Kolumbus Dræbervirus Filmklassikeren: Psycho II – Heidi í Monaco »Eg havi í øllum førum vunnið. Tí bara at vera við her er ein sannur dreymur«. Tað segði 16 ára gamla svimjigentan av Eiði, Heidi Andrea- sen, áðrenn Laureus-virðislønirnar til ársins ítróttarfólk vórðu handaðar í Monaco týs- kvøldið 14. mai. Millum fimm onnur ítróttar- fólk ymsa staðni úr heiminum var Heidi inn- stillað sum ársins ítróttarfólk við breki. Tá av- tornaði varð tað hollendska tenniskvinnan Ester Vergeer, sum gjørdist ársins ítróttarfólk við breki. Tórður Mikkelsen frá Sjónvarpi Føroya var ein av føroyingunum, sum vóru í Monaco hesar dagarnar Laureus-tiltakið var, og í einari undansending til sjálvt gallakvøldið, sum SvF eisini fer at senda, fylgja vit Heidi Andreasen dagarnar hon var í Monaco. Hon búi sum ein greivi á Grand Hotel og dagarnir í hesum ríka fyrstadømi vóru fyltir við hendingaríkum upp- livingum. ÍSB-formaðurin Jógvan Jensen, sum var við í Monaco, heldur, at tað kann fáa stóran týdn- ing fyri alla føroyska ítrótt, at Heidi Andreasen varð innstillað til Laureus-virðislønina. Heimsins bestu ítróttarfólk Borð um borð Fríggjakvøldið kl. 18.30 Leygarkvøldið kl. 20.55 Fríggjakvøldið kl. 19.00 Meðan vit bíða Landið er í einari bíðistøðu! Hvør samgonga verður skip- að? Hvør er inni í hitanum hjá Anfinni Kalsberg? Hvør er úti í kuldanum? Hvør skal sleppa at spæla við? Hvør tímir kanska ikki kortini, tá ið alt kemur til alt. Politiska støðan er bæði tugd og tanlað í miðlu- num seinastu mánaðirnar, so man skilir fyri so vítt løgmann, tá ið hann í síðstu viku boðaði frá, at hann vildi halda frí um Hvítusunnuna, og satt at siga var tað frálíkt at síggja Dag og Viku farna fríggjakvøld, tá ið vit kundu halda okkum til nakrar aðrar søgur av almenn- um og samfelagsligum áhuga. Tað bleiv í hvussu er lagt upp til ikki minni enn tvær spenn- andi framhaldssøgur í tíðinda- sendingini. – Spæliplássið hjá nøkrum elskuligum óvitum, sum reiggjaðu so fittir í gyng- um, foreldrini sjálvi høvdu gjørt, kontra íbúðarneyðina í høvuðsstaðnum. Stuttligt at síggja, hvussu professionellir býráðspolitikarar lofta sær (og sleppa), tá ið teir endiliga eru ’on location’, sum tað eitur á fakmáli. – Helst er tann søgan ikki søgd liðug, hóast SvF tapti fyrstu rundu. Hin søgan, sum kann fáa avgerandi ávirk- an á okkara sjálvsuppfatan sum heimsins reinasta land er dioxingølan á brennistøðunum báðum, har kjøtbitarnir í heyst valla eru mannaføði longur, tí kemisku evnini eru jú so for- brend, at tey ræsa ikki burtur. – Hyggjarar øtast um landið alt, og bíða spentir eftir næsta um- fari. Lat okkum tó steðga eitt sindur longur við hesa Dag og Viku, sum jú var lívsjáttandi sum sjálvdan, og enn einaferð gevur okkum føroyingum møguleikan at frøast um, hvussu gott, vit egentliga duga til alt møguligt. Ókey, eiðis- gentan var ikki kosin ársins ítróttarfólk, men unga havnar- gentan við fiólini vann stóra kapping, og hasin 94 ára gamli vágamaðurin fekk sínar sent av vøkrum toski til lands. – Men hvat eru tað ikki stór tíð- indi í mun til hatsku ábreiðsl- urnar Georg W. fær um, at hann kanska hevði hoyrt okk- urt graml um terrorismu undan 11. september, fyri ikki at snakka um stóru týsku gøluna um, at Gerhard Schröder ikki litar hárið. – Tað kennist í hvussu er gott, tá man situr heima í sofuni í Føroyum og hyggur í sjónvarp, at fáa stað- fest at menniskju helst eru nokk so lík, tá ið alt kemur til alt. At tað tó er munur á kynu- num staðfesti Hilmar Jan í morgunsendingini tann eina dagin, tá ið hann greiddi frá einari kanning, ið einans stað- festi tað, vit øll longu vistu innast inni. – Menn duga verri at koyra bil enn kvinnur (spyr tær bara!), meðan kvinnur duga verri at parkera akfarið, tá ið biltúrurin er av (spyr teir bara!). Tað var tá deiligt, at fáa staðfest, ikki sannheit? Annars, so var tað líka við, at tú hevði hug at leita fram søgubøkurnar aftur, nú longda vikuskiftið lækkaði móti endanum. – Oliver Cromwell, Mary Stuart, fronsk imperial- isma á Ný Caledonia, D-dag- urin. – Evnini eru mong, og ’based on a true story’ plagar ofta at vera eitt kvalitetsstemp- ul í sær sjálvum, og tó. Hasin barnafilmurin um babypanda- bjørnina yviri í gamla Kina var vamlisliga søtur, sjálvt um kin- verjar hava verið hampiliga raskir at oytt dýrið, áðrenn tankar um, at margfaldni í djóralívinum økir um trivnaðin í heiminum. – Men hinvegin, so var hatta ein barnafilmur, og tað ger einki, um teir onk- untíð eru svart-hvítir í sínum rollumodellum (verður hildið, opinbart!). Men er tað ikki júst hetta sama svart-hvíta bílætið, sum ger, at íslendingar í øði rýmdu av IWC fundinum týs- dagin? Ein meiri nuancerað mynd verður málað í sendirøðini um bláu gongustjørnuna, ið BBC og Discovery Channel hava gjørt í felag, og tó. Nú havi eg sæð nakrar partar, og enn havi eg ikki sæð eitt einasta menn- iskja í sendingunum. – Havið og lívið í tí, er gott nokk evnið, men hava mannaverk ikki ómetaliga stórt árin á lívið í havinum? Veit væl, at SvF ikki kann lastast, men eiga vit ikki kortini at hugsa um tað, tá ið vit eru so heft at ríkidøminum haðani? Har vóru annars ovmikið av menniskjum í høllini í Runa- vík tann dagin GLA-VOX skipaði fyri barnakonsertini. Haldi kortini, at boðskapurin var í so fýra kantaður: Pris Gud – klapp, klapp, shu-ab, shu-a!, og so sendi teir tvær sendingar, sum vóru mestsum líkar í forleingilsi av hvør øðr- um. Eg veit, tað var sunnudag- ur, men, men, men . . . Hinvegin, so var sangløtan hjá Havnarkórinum eitt upp- livilsi. Tú verður í heilum bergtikin av mongdini av væl- yrktum sangum vit eiga á før- oyskum, fyri ikki at tala um allar sangfuglarnar landið hev- ur fostrað, sjálvt um kórleiðar- in Hátún var eitt sindur illa neitin um framtíðarútlitini. Haldi tó, hann átti at funnið troyst í Fedranna Talu, hjá Heðini Brú: Hevur tú einki at flýggja, uttan ta tómu tævu, tá ert tú ein deyður maður! Mergjað orð, ið eiga at inspirera okkum at gera okkara ítarsta, eins og luttakararnir í teimum báðum spurnarkappingunum, sum ganga í løtuni. Borð um borð eitur nýggja hugskotið, og tað var ein avvekslandi sending, hóast onkur orðagátan kanska var í so nemm. Tað var ógvu- liga hugnaligt at hyggja at, og hjá teimum omanfyri 45 verð- ur sendingin óivað eitt hitt. Tað er flott av SvF, at teir megna at gera tvinnar spurnarkappingar samstundis, sum eru so klárt definaraðar, tá ið málbólkurin verður havdur í huga. – Og nú verður skjótt finala millum framhaldsdeildirnar í ÚF. – Spennandi! Orðið ’málbólkur’ fær meg annars at hugsa um DR-doku- mentar sendingina týskvøldið um tubbaksídnaðin, ið heilt klárt einans sigur hálvar sann- leikar um síni produktir, fyri at tey ungu, sum eru tann erkler- aði málbólkurin, skulu fangast inn av hesum statsautoriseraðu rúsevnisframleiðarum. Ótrú- liga smakleyst! – Tað munnu vera fáar aðrar branchur, har leiðandi stjórar sleppa líka væl frá at siga seg ikki vita nakað av týdningi um síni egnu pro- duktir. Tað gevur okkum hyggjar- um nakað at hugsa um, meðan vit bíða eftir summarskránni, stevnunum, Løgmanni og HM í fótbólti… Bergur Rasmussen ummælir Sunnukvøldið kl. 20.00 Sunnukvøldið kl. 21.30 15 14 Nr. 96 - 24. mai 2002 Um vikuskiftið verð- ur skipað fyri stór- fingnari bátastevnu í Vestmanna. Bátar koma úr nærum øll- um landinum, og verður tiltakið eitt av teimum heilt stóru, fáa vit at vita frá fyri- reikarunum BÁTALÍV Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Jens Kr. Vang – Menn eru ógvuliga posi- tivir hesum viðvíkjandi, og vit hava varhugan av, at tað koma nógvir bátar við, bæði úr Havn og aðrastaðni úr landinum, sigur Birgir W. Høgnesen, sum er ein av fyriskiparunum, umboð- andi Undirhúsið í Vest- manna. Vit eru stødd í hølunum hjá Bátafelagnum í Havn, har Birgir W. Høgnesen og Øssur Hjalt eru komnir at fortelja okkum eitt sindur um bátastevnuna. Øssur er næstformaður í Bátafelag- num í Havn, og er hann eis- ini ein av stovnarunum. – Um veðrið verður gott, vænta vit, at nógvir koma at vera við. Bátastevnan er skipað soleiðis, at tað hevur ikki verið neyðugt at tekna seg, tí vit hava varhugan av, at fleiri bátar koma, tá ein ikki skal tekna seg. Tað er ikki so avmarkandi, tá ein skal tekna seg, siga teir báðir. Nógvir bátar Fleiri bátar vera við í kon- voyini. Farið verður av Klaksvík klokkan 9 leygar- morgunin, har Spógvin hjá Vaktar- og Bjargingartæn- astuni fer at sigla fremstur. Siglt verður framvið firð- unum, har fleiri bátar koma upp í fylgið. – Klokkan 11 fara bátar- nir úr Vágsbotni í Havn, har siglt verður út á Havnarvág, og har verður so eitt rendez-vouz við hinar bát- arnar, ið eru komnir norð- anífrá. Teir sigla so spaku- liga ígjøgnum Hestfjørð, soleiðis, at teir bátarnir, sum koma úr Sandoy, Suðuroy og Hestoy kunnu koma við. Frætt er úr Suðuroy, at Naddoddur verður við, fortelja Øssur og Birgir. Teir vita eisini at fortelja, at menn eru ógvuliga spent- ir og uppsettir til hesa sigl- ingina, sum hevur verið løgd til rættis í heilar tveir mánaðar. Eisini vestmenningar brynja seg at taka ímóti øll- um gestunum. Allir bátar, sum kunnu flotast í Vest- manna eru bidnir um at fara í móti hinum bátunum, ið koma á vitjan, og hittast teir klokkan 15 á Fùtakletti. Har fer gamli ferðafólka- báturin, Ólavur at sigla fremstur inn á Vestmanna. Tá komið er í land, verð- ur matarseðil givin til teir, sum sigla, og teir fáa høvi til at fara inn á Fiskavirking at fáa sær suppu og okkurt annað gott. Møguleiki er eisini til at fáa streym við keiina. Countrydansur Leygardagin verður modell- bátaframsýning í ítróttar- høllini, og niðri í neystinum verða verandi og gamlir kappróðrarbátar vístir fram saman við grindabátum. Eisini verður tombola og annað gott á skránni. Tá bátarnir leggja at, fer Frelsunarherurin í Havn at spæla horntónleik, og um kvøldið verður country- dansur í ítróttarhøllini. Tað verður Countrybólkurin úr Klaksvík, ið fer at spæla. Og kunnu teir, ið hava bátar róliga fara til dans, tí samarittarnir hjá Reyða Krossi eru bidnir um at ansa eftir bæði bátum og fólki. – Vit rokna við, at eini 700 fólk koma til dansin, og vit hava frætt, at bindi- klubbar úr Eysturoynni og úr Klaksvík hava leigað sær buss og ætla sær at koma, greiða Øssur og Birgir frá, og síggja teir sjálvandi fram til tiltakið. Vikuskiftið 31. maj til 2. juni fer nakað heilt serligt at henda á Hotel Hafnia. Tá verður eitt serligt lær- lingavikuskifti, har tað eru lærlingarnir, sum hava alla ábyrgd- ina og raksturin av hotellinum undir hond, og verður eisini skipað fyri ymsum spennandi tiltøkum LÆRLINGAR Ingrid Bjarnastein – Vit gera eina sokallaða lærlingaverkætlan, sigur Jenny Samuelsen, sum er receptionistlærlingur á Hotel Hafnia. – Í hesi verk- ætlan hava vit gjørt eina matskrá og tiltøk, soleiðis, at vit fáa eina kenslu av, hvussu tað er at standa á egnum beinum og hava ábyrgd. Lærlingarnir, ið eru 15 í tali, hava alt undir hond, og tá verður eisini meint við alt. Teir skulu rokna út um- kostna og inntøkur, og leggja alt til rættis til hetta spennandi vikuskifti, sum býður nógv gott og spenn- andi. – Matskráin, ið er gjørd til hetta høvið, inniheldur millum annað stórhvala og grindakjølt. Hetta hevur ongantíð verið á matskrán- ni fyrr. Eisini fara vit at hava eina stóra vínbuffet, har gestirnir sjálvir kunnu fara upp og smakka ymisk vín, greiðir Jenny frá. 100% tænasta Hetta vikuskifti merkir 100% ábyrgd fyri næming- arnar. Teir skulu skipa fyri øllum, og hava alt undir hendi, men tó, teir vera ikki púra einsamallir. – Lærumeistararnir hjá okkum vera sjálvandi á hotellinum, men teir fara bara halda seg í bakgrund- ini, soleiðis, at vit kunnu koma til teir, um tað er okkurt. Ein kann siga, at vit hava býtt um leiklut hetta vikuskiftið, sigur Jenny Samuelsen. Til hetta serliga høvið hava tænararnir eisini fing- ið nýggjar búnar. – Vit læra nógv av eini tí- líkari verkætlan. Longu nú áðrenn tiltakið er farið í gongd, hava vit sitið og lagt alt til rættis, síggja vit, hvussu nógv tað krevur. Vit læra at taka trupulleikar í egnar hendur, og soleiðis sjálvi taka hond í tí, sum skal verða gjørt. Vit síggja ta hørðu síðuna av yrki- num, sum eisini er positivt, tá vit einaferð skulu út einsamøll, tí á henda hátt vera vit meira sjálvstøðug. Tænastan skal vera tip top hetta vikuskiftið. Hotellið er næstan fult, og vænta lærlingarnir nógv fólk. Teir fara at býta spurn- arbløð út til gestirnar, har tey spyrja um, hvussu tæn- astan, maturin og annað var, soleiðis, at tey kunnu fáa feed-back fyri teirra ar- beiði og harvið fáa at vita, hvat tey kunnu gera betri. Og sum skilst av Hafnia, so hava lærlingarnir lagt nógva orku í hetta viku- skiftið, og síggja teir eisini fram til tað. Lærlingarnir á Hotel Hafnia: Stjóran í bakgrundina eitt heilt vikuskifti Vikuskiftið 31. maj til 2. juni verður lærlingavikuskifti á Hotel Hafnia. Tá verða tað lærlingarnir, ið koma at hava alt undir hendi. Tilsamans eru 15 lærlingar á hotellinum, harav tveir eru í Danmark á skúla í løtuni Bátastevnan 2002 í Vestmanna: Lagt upp til stóra undirtøku Øssur og Birgir síggja báðir fram til stevnuna, og siga teir, at um viðrar verða nógvir bátar, ið fara at leita sær til Vestmannar leygardagin Leygardagur 25. maj kl. 9.00 Bátarnir fara úr Klaksvík kl. 11.00 Bátarnir fara úr Havn kl. 12.00 Sølu og modelbátasøla í Høllini kl. 14.00 Tonbola og loppumarknaður á bryggjuni kl. 14.30 Bjargingarroynd kl. 15.00 Bátarnir úr Vestmanna og gestirnir møtast við Fútaklett – síðan siglir allur flotin inn á Vestmanna kl. 16.00 Leggja til bryggju Frelsurnar hersins Hornorkestur spælir til móttøkuna Avbygdaluttakarar fáa suppu á Føroya Fiskavirking Bátframsýning í nýggja VÍF-neystinum Tombola og matsøla í ítróttarhøllini Frelsurnarherurin møti á Torginum kl. 23.00 Contrydansur í Høllini Skráin fyri Bátastevnuna 2002 C M Y K 14