Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 96 - 24. mai 2002 27 Í fjør gjørdi vekfall, at stevnan varð avlýst, men í ár sleppa skálafólk aftur at halda stevnu, og verður hetta komandi vikuskiftið STEVNA Tíðindaskriv Seinastu góðu tjúgu árini hevur bygdastevnan á Skála verið fastur táttur millum mongu summarstevnurnar í landinum. Tað, at stevnan hevur verið hildin so stutt undan norðoyastevnu hevur gjørt, at sera stórur áhugi hevur verið fyri kappróðr- inum á stevnuni, og tað munnu vera fáar bygda- stevnur, sum hava líka stóra undirtøku í so máta. Fjølbroytt skrá Stevnan í ár er einki undan- tak í so máta, og seinna- partin sunnudagin fáa vit fyrstu ábendingina um, hvussu leikur fer, tá farið verður undir FM-stevnurn- ar. Bygdastevnan á Skála er í mangar mátar øðrvísi enn undanfarin ár. Gamaní er nógvur ítróttur á skránni, eins og Tivoli eisini er at síggja, men fyri fyrstu ferð skulu skálamenn leika fyrstudeildar dyst í fótbólti á egnari stevnu. Dysturin, sum er lands-kappingar- dystur móti VB, verður leiktur leygardagin klokkan 15.00 og tá tað er einasti dystur í oynni hetta viku- skiftið vónar felagið, at nógvir áskoðarar vera til dystin. Onnur lið hjá fel- agnum skulu eisini í eldin henda dagin, bæði heima og úti. Í ár vóru liðin 50 ár síð- ani Skála Kommuna gjør- dist sjálvstøðug kommuna, og bygdarráðið hevur gjørt av at halda henda dagin við eini framsýning av gomlum myndum. Henda framsýn- ing verður í skúlanum, og skúlin verður eisini karmur um fyrilestur, sum Petur Martin Rasmussen fer at halda um bygdirnar báðar, Skála og Skálabotn, í 1911. Harumframt verður eisini framsýning av handaligum arbeiði, eins og Olivar Rasmussen fer at sýna fram teir gomlu motorarnar. Dansur og tónleikur eru eisini á skránni. Fríggja- kvøldið verður skipað fyri barnadiskoteki í Losjuni og tá eru tað tey yngru – upp til og við 6. flokk – sum sleppa framat. Leygar- kvøldið sleppa tey í 7. flokki upp á gólv. Høllin verður leygardag- in karmur um fleiri tón- leikatiltøk. Seinnapartin kemur Emmas Blues Band á vitjan og seinni um kvøldið kemur Manskórið hjá Johan Mortensen í Runavík yvir á Skála at syngja. Ein partur av hesi framførslu er skipaður sum konsert, meðan tann seinni parturin er skipaður sum eitt »syngið við«-kvøld. Leygarkvøldið verður skipað fyri dansi, bæði fyri tey yngru og tey eldru. Høllin leggur gólv til DJ- Show við Martini Kjær- bæk, James Olsen og dansi- gentunum, meðan Juli- annuboys fara at halda teimum eldru at gaman uppi í bygdasalinum. Eingin stevna uttan anda- lig tiltøk. Møtir eru á skránni bæði fríggjakvøld- ið, leygarkvøldið og sunnu- kvøldið, og sunnudagin er eisini gudstænasta í kirkj- uni, har Jógvan Fríðriksson prædikar. Bygdastevnan á Skála verður sett leygardagin klokkan 14.30, og verður tað Asbjørn Mikkelsen, for- maður í mentanarnevndini hjá Skála Kommunu, sum fer at seta stevnuna. Á seinasta styrkis- listanum hjá FIFA eru Føroyar at finna á 119. plássinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Eina ferð um mánaðin almannakunngerð altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, nýggjan styrkislista fyri landslið. Styrkislistin er grundaður á úrslitini, sum ymsu fótbóltslandsliðið hava fingið seinnu árini, og ætlanin er so, at hesin skal geva eina mynd av, hvussu styrkisbýtið í altjóða fót- bóltsheiminum er. Vanliga eru ikki tær stóru broytingarjnar í oddinum, og soleiðis er heldur ikki hesa ferð. Størsta broyting- in innan tey tíggju ovastu er, at Argentina nú er kom- ið ájavnt Brasil á øðrum plássinum. Brasil var ann- ars frá fyrstan tíð ovasta landið á listanum. Einamest grundað á søgulig úrslit. Og hetta plássið hildu teir til í fjør summar, tá Frak- land tók ovasta sessin. Nú er Brasil í álvarsligum vanda fyri at missa annað plássið, og at tað júst er Argentina, sum hóttir, man níva tey í samba-landinum, har tey siga heimsins besta fótbóltsspæl hoyrir heima. Longur niður enn á triðja plássið fer Brasil tó neyvan í bræði. Teir hava 784 ratingstig, meðan Colum- bia (!) á fjórða plássinum hevur 728. Lítil afturgongd Fyri norðanlond varð talan yvirhøvur um eina lítla afturgongd hesaferð, sam- mett við listan fyri apríl mánað. Einasta landið, sum gekk fram, var Finnland. Svøríki, Noreg og Føroyar gingu øll aftur, meðan Dan- mark og Ísland hildu fast um sínar støður. Fremsta orsøkin til, at Føroyar hesa ferð gingu eitt fet aftur, er, at Malta hevur gjørt eitt rættiligt skarvslop seinastu tíðina. Hesa ferð lupu teir 5 pláss upp eftir listanum, og síðani desem- ber mánað hevur Malta flutt seg 14 fet uppeftir. Samstundis hava Føroyar flutt seg tvey fet skeiva vegin. Umframt Malta er eisini Madagascar farið framvið Føroyum. So sam- anlagt telja sigrarnir hjá Føroyum móti Malta helst ikki nóg nógv í hesum sam- bandi. Niðanfyri sæst partur av styrkislistanum hjá FIFA fyri mei mánaða. Tølini í klombrum sýna, hvussu liðið vórðu styrkismett í apríl mánaði. 1 (1) Frakland 2 (2) Brasil 2 (3) Argentina 4 (4) Columbia 5 (5) Portugal 6 (6) Italia 7 (7) Mexico 8 (7) Spania 9 (9) Holland 10 (10) Jugoslavia 19 (17) Svøríki 20 (20) Danmark 33 (31) Noreg 41 (42) Finnland 56 (56) Ísland 119 (118) Føroyar Bygdastevna á Skála Kappróðurin eigur sín sjálvsagda lut í bygdastevnuni á Skála, men harumframt er talan um eina sera fjølbroytta skrá Fótbóltssambandið hev- ur boðað frá, at kapping- arstjórin hevur fram- skundað fyrstudeildar- dystin millum Skála og VB. Upprunaliga skuldi dysturin spælast sunnu- dagin, 26. mei, men hetta er nú broytt til leygardagin, soleiðis at stevnugestirnir á Skála eisini fáa høvi at síggja dystin. -jm VB hevur boðað FSF frá, at kvinnulið teirra verður tikið úr kapping- ini í fyrstu deild fyri kvinnur. Orsøkin er fyrst og fremst, at tey í Vági hava meira enn trupult at manna liðið hetta kapp- ingarárið, og hóast tey harmast um gongdina, so síggja tey ikki aðrar vegir enn at taka liðið úr kappingini. Soleiðis er líkt til, at tað í fyrru kappingar- hálvu hjá kvinnunum bert vera fimm lið í fyrru kappingarhálvu. -jm Stevnubóltur VB er ikki við Eitt fet afturá 27 Nr. 96 • fríggjadagur • 24. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Aftan á at ILA varð staðfest í alibrúkinum hjá Faroe Salmon á Kunoyarnesi, hevur verið óvist, um tað fór at verða róð 1.500 metrar ella ikki á Norðoyastevnu. Nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag sendi ein fyrispurning til landsdjóralæknan viðvíkjandi venjing og kappróðri til og á Norðoyastevnu. Týs- dagin kom so svarið: Bátarnir mugu sótt- reinsast, áðrenn teir fara út aftur úr Klaksvík ILA & KAPPRÓÐUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Sagt verður úr Klaksvíkar Róðrarfelag, at tey mettu støðuna viðvíkj- andi ILA-num vera so mik- ið álvarsliga, at tey sóu tað, sum teirra plikt at kanna umstøðurnar hjá kappróðr- arbátunum, tá rógvast skal kapp á Norðoyastevnu og eisini, meðan bátarnir venja til stevnurnar. Í brævinum frá lands- djóralæknanum stóð, at eitt karantenuøki er sett upp, sum ber í sær, at allir óvið- komandi bátar skulu halda seg 500 metrar frá aliring- unum við Kunoyarnes. Og 1.500 metra málið í Klaks- vík er innan fyri teir 500 metrarnar. Men tað bleiv givið eitt undantaksloyvi til kappróðurin á Norðoya- stevnu, við tí treyt, at allir bátarnir, sum rógva á Norð- oyastevnu, ikki bert teir, sum rógva 1.500 metrar, skulu sóttreinsast, áðrenn teir fara úr Klaksvík aftur. Eisini skal hvør bátur hava eina váttan upp á, at báturin er sóttreinsaður. Á heima- síðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag stendur, at henda váttan verður givin til vega við dráttin eftir róðurin. Víðari stóð í brævinum, at bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag skulu sótt- reinsast, áðrenn hvørja stevnu í summar. Alt hetta sær ógvuliga lætt og einfalt út, men tað er tað kortini ikki. Tí um- støðurnar við dráttin í Klaksvík eru ikki nóg góð- ar, sum er, so væntast kann, at tað fer at verða serstak- liga rokaligt við dráttin í ár, tá allir bátarnir skulu sótt- reinsast, tí tað kemur helst at verða gjørt, so skjótt bát- arnir eru komnir upp á turt aftur. Tað er bert tann eini drátturin í Klaksvík, har bátarnir bæði fara út og koma upp aftur við. Og tað skal helst ganga skjótt fyri seg, serliga hjá 5 og 6 mannaførunum, tí tað rógva bæði kvinnur og menn við teimum bátunum. Sosialurin frættir frá Klaksvíkar Róðrarfelag, at tey í skrivandi stund ikki eru rættiliga greið yvir, hvør eigur at átaka sær ta truplu uppgávuna at syrgja fyri at fólk verða til taks til hetta arbeiðið. Tí tað er ongin loyna, at eitt tílíkt arbeiði krevur fólk og verður kostnaðarmikið. Umframt hetta skal eisini reinsievnið fáast til vega til teir gott 40 bátarnar, sum hava boðað frá luttøku til hetta kappingarárið. – Nógv hesum viðvíkj- andi hongur also enn í leys- ari luft, men verður greitt til Norðoyastevnu, sigur Fróði Waag, kassameistari í Klaksvíkar Róðrarfelag. Hann sigur eisini, at ein annar trupulleiki hevur stungið seg upp í sambandi við Norðoyastevnuna, og tað er Strandferðslan. – Vit vita ikki, hvussu siglt verður á Norðoya- stevnu. Vanliga siglir Smyril til Klaksvíkar og so koma flestu kappróðrarbát- arnir við honum, men vit hava ikki fingið at vita enn, um Smyril verður klárur til Norðoyastevnu. Fróði sigur, at nevndin hevur sent eitt bræv til Strandferðsluna, har biðið verður um at fáa greiði á hesum viðurskiftunum, sum skjótast. Klaksvíkar Róðrarfelag er í holt við at gera innbjóð- ingarnar til kappróðurin á Norðoyastevnu, har greitt verður frá øllum serstøku viðurskiftunum, sum nú hava stungið seg upp. – Men sum sagt, so eru so nógvir leysir endar enn, at ilt er at siga, hvussu alt fer at hanga saman á Norð- oyastevnu, sigur Fróði og vísir samstundis á, at tað fer at bera til at fylgja gongdini í hesum báðum málunum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum er www.krf.fo. Allir kappróðrarbátarnir sóttreinsast á Norðoyastevnu Orsakað av ILA-vandanum á Kunoyarnesi, skulu allir bátar, sum rógva kapp á norðoyastevnu sóttreinsast, áðrenn teir fara úr aftur Klaksvíkini Mynd: www.krf.fo C M Y K 26