Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 96 - 24. mai 2002 Nr. 96 - 24. mai 2002 25 Slick væl fagnaðir í Íslandi TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vitjaði føroyski bólkurin Slick í Íslandi. Slick spældi á Fjørðukrónni í Hafnafirði, ið javnan hevur sam- band við føroyingar og skipar fyri ymsum við tilknýti til Føroyar. Fríggjakvøldið fingu eini 120 fólk ein betri bita á Fjørðukrónni og eini 160 fólk vitjaðu dansin. Leyg- arkvøldið var heilt fitt av fólkið og fekk sær ein bita og eini 200-300 fólk fóru á dansigólvið og svingaðu til tónleikin hjá Slick. Morgunblaðið Sambært Morgunblaðnum, so er ferðin væl eydnað og bólkurin fjøl- broyttur. Teir skriva um bólkin und- ir yvirskriftini Alt frá Rolling Stones til Pink. Hetta kann lesast við at fara inn á heimasíðu Morgunblað- sins, www.mbl.is, og undir Ver- øld/fólk. Slick er ein bólkur, ið er settur saman til stuttleika og hugna, men boð eru eftir teimum. Og tað eru eisini royndir tónleikarar, ið leika við. Jens Tummas Næs, bass og sang, Hans Ravnsfjall, guitar og sang, Høgni Zachariassen, guitar og kór og Torkil Johannesen, trummur og sang. Við á ferðini í Íslandi var eisini Gissur Patursson, kendur plátuvendari og útvarpsvertur. Hetta er manning, ið er kend úr mongum øðrum bólkum. Høgna hava vit tó ikki sæð á palli í longri tíð, men hann var frammi, tá bólk- urin Ikaroz leikaði á føroysku pall- unum. Hann fegnast um at spæla aftur og sigur, at stundir hava ikki verið til tess, men at tað er ein fragd at spæla aftur. Um vikuskiftið vitjaði føroyski bólkurin Slick í Íslandi. Spælt varð á Fjørðukrónni og ferðin var væl eydnað og bólkurin er boðin aftur at vitja í Íslandi Tel. 317661 Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Várútsølan byrjar mánamorgunin 27/5 kl. 9.00 Sosialurin - 311820 Baby klæðir, undirklæðir, náttklæðir og sokkar eru ikki í útsøluni BENETTON C M Y K 25 24 Bólkurin hjá Jørgini Dahl, Lost Pilgrims, fer aftur í ár at spæla á einum av teimum stóru donsku tónleikafestivalunum TÓNLEIKUR Pop.fo Fríggjakvøldið 26. juli fer bólkurin Lost Pilgrims at spæla á Langelands tón- leikafestivalinum. Høvuðs- maðurin í bólkinum er Jørgin Dahl, sum helst er betur kendur frá bólkunum Straight Ahead og Hjarn- um. Hetta er annað árið á rað, at Lost Pilgrims skulu spæla á hesum festivalin- um, sum telist millum teir stóru í Danmark. Leiðarin fyri festivalin hevur eitt gott eygað – ella skuldu vit sagt oyra – til bólkin og hevur tí boðið honum at vera við aftur í ár. Lost Pilgrims hava givið eina fløgu út, og teir hava havt eina framførlsu í Før- oyum. Sangarin í bólkinum er skoti, búsitandi í Dan- mark, men tað er fyrst og fremst Jørgin Dahl, sum skrivar tónleikin hjá bólk- inum. Talan er um melodi- øsan rocktónleik. Tað eru tríggir pallir á Langelands Festivalinum, og Lost Pilgrims spæla á einum av teimum smærru pallunum. Ta løtuna, sum Lost Pilgrims spæla, verður tó eingin kapping av høv- uðspallinum, tí har er steðgur. Tá Jørgin Dahl og hansara menn eru lidnir at spæla, fer Kim Larsen at spæla á stóra pallinum. Framførslan hjá Lost Pil- grims verður 26. juli kl. 18.00. Jørgen Dahl aftur til Langeland Jørgen Dahl fer aftur í ár at spæla á tónleikafestivalinum í Langeland. Mynd: Jens Kristian Vang