Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 97 - 25. mai 2002 Nr. 97 - 25. mai 2002 5 OLJA Jústinus Leivsson Eidesgaard Aberdeen, Sosialurin: Tað hoyrist javnan, at føroyskar fyritøkur sleppa ov lítið upp í part í oljuvinnuni og tað dryppar ov lítið av til føroyska vinnulívið. Men framtíðin fer at vísa, at vit sleppa ikki nakað sum helst, bara tí vit eru føroy- ingar. Føroysk virkir sleppa upp í part, um tey lúka treytirnar oljuídnaðurin set- ir sínum undirveitarum og bara tí. Allar fyritøkur sum arbeiða innan oljuvinnu skulu lagast til oljuvinnuna og ikki umvent. Hetta er samandrátturin av tí fimm føroyskar fyritøkur fingu burturúr eini vitjan í Aber- deen í hesi vikuni. Olju- felagið Agip, sum stendur fyri næstu boringini undir Føroyum var vertur fyri føroyingunum. At sleppa upp í part at fáa arbeiði í oljuvinnuni er ikki lætt. Skulu føroyskar fyri- tøkur gera sær nakrar tank- ar um at fáa lut í oljuíðnaði- num, eitt nú í Bretlandi, so liggur hart arbeiði fyri framman, at gera seg dugnaligari, at laga seg til og at lúka krøv. Í Bretlandi fær ein fyri- tøka neyvan nakað arbeiði frá einum oljufelag, um felagið ikki er skrásett í eini telduskrá, sum nevnist F- Pal. Hendan telduskráin er fimm ára gomul og yvir 2000 virkir eru knýtt at henni. Fyri at kunna standa á hesi telduskrá, so er neyð- ugt, at virkið lýkur tey strangastu krøvini olju- feløgini stilla til undirveit- ararnar. – Summir oljufelag seta onnur krøv, umframt tey, sum skulu lúkast fyri at fáa plássí F-Pal og hjá okkum er fyrsta kravið trygdin til eitt virkið, sum skal gera eina uppgávu fyri okkum. Vit hyggja eftir trygdar- krøvunum og um arbeiðs- skaðar eru hendir á fyri- tøkuni í seinastuni. Tá vit velja eina fyritøku til eina uppgávu, so er umframt trygdarkrøvini, prísviður- skiftini og dygdin av ar- beiðinum avgerandi avger- andi, sigur Ian Miller frá Agip. At eitt felag ger sítt ar- beiði til lítar hevur nógv at siga fyri oljufeløgini. – Vit hava ofta lyndi at fara aftur til somu veitarar- nar, gera teir eitt gott ar- beiði. Hetta er rættuliga menniskjasligt. Tað er olju- felagið, sum í seinasta enda hevur ábyrgdina fyri øll- um, og tí hevur tað ovur- stóran týdning, at arbeiði verður gjørt innan karmar- nar av okkara kørvum, sig- ur Ian Miller frá Agip. Í føroyaska ferðalagnum vóru fýra fyritøkur úr Eyst- uroynni., KJ-Hydraulik úr Fuglafirði, El-Service av Skála, Normek úr Norða- gøtu og Atlantic Supply Base úr Runavík. PAM Off- shore Service úr Havn var eisini við á ferðini. Mikudagin var ferðalagið og vitjaði umborð á fram- leiðslupallinum Tiffany, sum liggur nakað eystan- fyri Hetland. Farið var við tyrlu og føroysku fyritøkur- nar sóu her við egnum eyg- um, hvørjar uppgávur liggja fyri framman og hvat skal til fyri at føroyingar kunnu luttaka í oljuvinnu. Í Aberdeen hittu føroysku fyritøkurnar umboð fyri møguligar komandi sam- starvsfelagar í Bretlandi. Onkrar av fyritøkunum høvdu verið í samband við hesar fyritøkur fyrr og eis- ini vórðu nýggj sambond vóru knýtt. Ferðalagið kom heim aftur hóskvøldið við Atlantic Airways og nú sodnar tað, sum kom burtur úr. Føroyskar fyritøkur hava allar møguleikar at luttaka sum undirveitarar til oljuvinnuna í Bretlandi, tær skulu bara verða eins dugnaligar og kappingar- neytarnir. Oljan undir Før- oyum gevur okkun ongar sersømdir úti í heimi. Føroyskar fyritøkur onga serstøðu KJ-Hydraulik: Ólavur Asafsson Olsen, Birgir Samuelsen, Arnstein Prestá Normek: Tórfinn Hansen, Robert Langgaard El-Service: Magni S. Simonsen, Tummas Johannesen, Magnus Hansen, John Eli Olsen PAM Offshore Service: Dánjal Pauli Mohr, Poul Anker Mortensen Atlantic Supply Base: Lassi Borðoy Agip Faroe Branch: Ólavur Gregersen, Ingi Højgaard Ian Miller, Agip Sunnudagin verður standmyndin av J.F. Kjølbro avdúkað á Biskupstøð í Klaksvík HÁTÍÐARHALD Heri á Rógvi Sunnudagin verður hátíðar- hald á Biskupsstøð í Klaks- vík. Tað er í sambandi við, at ein standmynd av kenda vinnulívsmanninum í Klaks- vík, J.F. Kjølbro, verður av- dúkað henda dagin. Henda standmyndin er tann fyrsta av sínum slag í Klaksvík. – Inniliga vón okkara er, at henda standmynd verður eitt heiðurligt minnismerki um henda framúrskarandi vinnulívs- og framburðs- mann, og at hátíðardagurin, tann 26. mai 2002 fer eydn- ast til fulnar, skrivar Klaks- víkar býráð í tíðindaskrivi. Hátíðarhaldið verður kl. 16 sunnudagin á Biskup- støð, á økinum uttanfyri Bókasavnið, har stand- myndin skal standa. Tað er Hans Pauli Olsen, listamaður, sum hevur gjørt standmyndina. Tað er í sambandi við 80 ára føð- ingardagin hjá Norðoya Sparikassa, at býráðið fekk tillutað standmyndina. – Seks prosent av íbúgvunum í Hirshals eru føroyingar, og føroyskt vinnulív hevur risastóran týd- ning fyri býin, sigur borgarstjórin í Hirs- halts, Knud Størup VITJAN Heri á Rógvi Seinastu vikuna hevur borgarstjórin í Hirtshals verið á vitjan í Føroyum. At Føroyar og serstakliga før- oyskt vinnulív hava sera stóran týdning fyri Hirts- hals er eingin ivi um. Nógv føroysk skip hava millum ár og dag landað í Hirtshals, og Føroyar og føroyingar hava altíð sett sín serliga dám á býin, ið liggur heilt norðarliga í Jútlandi á vestursíðuni. Borgarstjórin nevnir sum dømi, at millum fimm og seks prosent av íbúgvunum eru føroyingar. Størsta einstaka arbeiðs- plássið í Hirtshals er eitt virki hjá Vestlax, har eini 450 fólk eru í arbeiði, og hetta munar nógv í einum býi við vanliga stóra ar- beiðsloysi, sigur Knud Stø- rup. Eisini hevur Skipafelagið nógv virksemi í Hirtshals. Í Hirtshals búgva umleið 14.500 fólk, og býurin er sostatt ikki størri enn Havn- in. Teirra havn er tó nakað størri enn Tórshavnar havn. Nýggj havn Orsøkin til, at borgarstjórin og hansara fylgi eru í Før- oyum, er fyrst og fremst at kunna um møguleikarnar, ið eru í Hirtshals. – Hirtshals hevur í nógv ár verið tætt knýtt at Føroy- um. Tað er sjálvandi fiski- vinnan, sum er fremsta or- søkin til hetta. Vit hava ver- ið fleiri ferðir í Føroyum áður. Orsøkin til, at vit eru komin aftur, er, at vit nú hava yvirtikið Hirtshals Havn frá landinum (2001, blðm.), og vit vilja fegin upplýsa um, hvørjir møgu- leikar eru í Hirtshals, sigur Knud Størup. Fimm fólk eru í ferðalag- num, sum umboða bæði kommunalumyndugleikarn ar og vinnulívið í býnum. Á vitjanina skula tey vitja á heili fimtan støðum, har tað serliga eru fyritøkur innanfyri fiskivinnuna og aðrar kommunur, ið teir hava vitjað. Eitt nú er vin- arbýarsamstarv millum Hirtshals og Runavík, og borgarstjórin, Knud Størup, hevði eisini góð orð at bera vinarbýi sínum fyri arbeið- ið at skapa karmar fyri vinnulívi í sambandi við havnina í Runavík. Í tilfarinum, ið føroyskar fyritøkur fáa frá teimum út- sendu úr Hirtshals, er slag- orðið: Hirtshals Færøernes dør til til Evropa. Hetta heldur borgarstjórin vera serliga spennandi sæð í ljósinum av, at Føroyar skulu festa røtur innanfyri ES. – Vit kunnu nú bjóða ógvuliga góðar umstøður í Hirtshals. Vit eru í holt við at dýpa havnina til níggju metrar, og vit hava gott samband við motorvegin, soleiðis at tað er lætt og gott at sleppa til og frá Hirtshals, sigur Knud Stø- rup. Serliga sambandi við motorvegin eru Knud Stø- rup errin um, og hetta held- ur kann fáa stóra ávirkan. Ikki minst fyri føroyskt vinnulív. Spyrt tú Knud Størup, so er eingin ivi um, at Føroyar og føroyskt vinnulív hava sera stóran týdning fyri Hirtshals. – Føroyar og føroyskt vinnulív hava alstóran týd- ning fyri Hirtshals, og vit eru sera glað fyri samstarv- ið, sum vit vónar heldur fram í langa tíð afturat, sig- ur altso Knud Størup. Føroyar eru altavgerandi fyri Hirshals Knud Størup, borgarstjóri í Hirtshals, hevur seinastu vikuna verið á vitjan í Føroyum, har hann hevur kunnað um býin og vitjað nógv virki og kommunur Mynd: Finnur Justinussen Standmyndin av Kjølbro avdúkað Hendan standmyndin hjá Hans Paula Olsen verður avdúkað í Klaksvík sunnudagin. Hetta er tó bert eitt lítíð modell av sjálvari standmyndini. C M Y K 5 4 Skrá fyri bygdarstevnuna á Skála 2002 Fríggjadagin, 24. mai Kl. 18.00 - 20.00 Barnadiskotek í Losjuni fyri 3 - 6 flokk Kl. 19.00 Sjavskapping í Pensjonistahúsinum Kl. 21.00 Ungdómsmøti í Meinigheitshúsinum - Kafé Leygardagin, 25. mai Kl. 10.30 Fótbóltur, piltar: Skála - B36 Kl. 11.30 Fótbóltur, dreingir: Skála - VB Kl. 13.00 Fótbóltur, gentur 14-17: Skála - VB Kl. 14.30 Asbjørn Mikkelsen, formaður í mentanarnevnd Skála Kommunu setir stevnuna á vøllinum Kl. 15.00 Fótbóltur, 1. deild: Skála - VB Kl. 16.00 Tiltøk í Ítróttarhøllini: Tivoli við bamsutombola, bl.tombola, 21-spæli fiskidammi, hoppiborg og hamarslag Kl. 17.00 Emmas Blues Band spælir í Ítróttarhøllini Kl. 17.00 Fótbóltur, 4. deild: Skála b - KÍ a Kl. 17.00 Tíðarmyndir - framsýning við gomlum myndum í skúlanum Eisini verður ymist handaligt arbeiði sýnt fram, eisini vera gomlu motorarnir hjá Olivari Rasmussen at síggja Kl. 17.00 Petur Martin Rasmussen heldur fyrilestur um bygdirnar Skála og Skálafjørður um ár 1911 Kl. 18.00 Vørutombola í Ítróttarhøllini Kl. 19.30 – 22.30 Diskotek í Losjuni fyri børn frá 7 flokki og uppeftir Kl. 19.30 Manskórið hjá Jóhan Mortensen syngur Kl. 20.00 Felagssangur við manskórinum Kl. 23.30 Dansur í Ítróttarhøllini. D.J. show v/Martini Kjærbæk, James Olsen og dansigentunum Kl. 23.30 Gamlamannadansur í Bygdasalinum í Ítróttarhøllini Juliannuboys spælir Sunnudagin, 26. mai Kl. 11.00 Gudstænasta í Skála kirkju. Jógvan Fríðriksson, prestur prædikar Kl. 13.00 Fótbóltur, 2. deild kvinnur: Skála – NSÍ Kl. 15.00 Kappróður Kl. 15.00 Tivoli letur upp á havnaøkinum Kl. 17.00 Tíðarmyndir - framsýning við gomlum myndum í skúlanum Eisini verður ymist handaligt arbeiði sýnt fram, eisini vera gomlu motorarnir hjá Olivari Rasmussen at síggja Kl. 17.00 Petur Martin Rasmussen heldur fyrilestur um bygdirnar Skála og Skálafjørður um ár 1911 Kl. 17.00 Ellisakfør sýnir fram gomul akfør á skúlaplássinum. Millum klokkan 17.30 og 18.00 verður vakrasta ellisakfarið funnið Kl. 17.00 Skemtidysur millum Skála Skipasmiðju og Tórshavnar Skipasmiðju Kl. 18.00 Stevnubingo Kl. 18.00 Møti í Nerija Kl. 19.00 Brotssparkskapping Kl. 20.30 Útimøti við Kelduni í Sparikassatúninum Skála Ítróttarfelag SMYRIL LINE Tel 34 59 00 team85 w w n w .s r my i l-li e .f o summarið 2002 e-mail: booking@smyril-line.fo Pakkaferðir Pakkaferðir Danmark Hetland Pakkaferð - Ísland Ferðist bíliga ... Pakkaferðir Pakkaferðir * & 2 vaksin 2 børn í bili Danland íbúðir 1 vika í frítíðaríbúð 31.05. og 07.06. úr 5.995,- Dan Center summarhús 1 vika í summarhúsi 31.05. og 07.06. úr 6.716,- * * Noreg Pers Hotel í Gol 1 vika í summarhúsi 27.05., 03.06. og 10.06. úr 5.898,- * Easterhoull Chalets 1 vika í summarhúsi 27.05., 03.06. og 10.06. úr 6.394,- * Sigl & Flúgv Key Hotellini við 7 daga innivist á hotelli í dupultkamari úr 5.814,- Tórshavn - Hanstholm og Keypmannahavn - Vágar ella hinvegin úr 2.550,- Siglt verður annan vegin og flogið hinvegin fyri hvønn fyri hvønn team85