Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 97 - 25. mai 2002 Nr. 97 - 25. mai 2002 7 Leygarkvøldið fer bólkurin Slick at spæla til dans í Royn- høllini í Hvalba. Slick er júst afturkomin av sera væleydnaðari ferð í Íslandi DANSUR Áki Bertholdsen Um vikuskiftið fáa suður- oyingar sum dáma rokktón- leik forvitnslisliga vitjan. Leygarkvøldið fer tónleika- bólkurin, Slick, at spæla til dans í Roynhøllini í Hvalba. Slick er ein nýggjur bólk- ur, men tað skal ongin lata seg lumpa av, tí í talan er nevniliga um ógvuliga royndar tónleikarar við nógvum árum á baki á føroyska rokkpallinum: Bæði Jens Tummas Næs, sum spælir bass og syngur og Hans Ravnsfjall, ið spælir Gittar og syngur, eru kendir úr bólkinum All That Rain. Høgni Zachari- assen, er eisini kendur sum ein frálikur gittarspælari úr gamla bólkinum Ikaroz, men hesa seinastu tínina hevur hann ikki gjørt naka ðserligt við tónleikin, men handalagið hevur hann ikki mist. Og aftanfyri trumm- urnar situr ein sannur veter- anur, Torkil Johannesen, sum hevur spælt í fleiri ork- estrum. Slick er ein bólkur, ið varð settur saman til stutt- leika, nú All That Rain liggur í dvala eina tíð. Men ikki kann sigast annað, enn at tað hevur verið boð eftir teimum, tí eir hava spælt rættiliga nógv og seinasta vikuskift- ið vóru teir í íslandi, har teir vóru so væl fagnaðir, at íslendingar vilja hava teir aftur. Tónleikurin, sum Slick spælir, er fyri tey, sum eru vaksin upp við rokktónleiki av ymsum slagi, tó mest fyri tey í yngru ættarliðun- um, tí teir hava alt møguligt á skránni, heilt frá Rolling Stones til Pink, sum eru á 15 teimum bestu í løtuni. Ætlanin er at rigga Scaniu til so at hon kann taka eitt sindur av farmi. Samstundis ætlar Strandferðslan at leiga Claire at sigla við farmi SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Nú tykist sum ferðasam- bandið ímillum Suður- oynna og Havnina fer at batna. Síðani Smyril fór í dokk, hava mótmæli og atfinning- arnar heglað niðuryvir Strandferðsluna og polit- isku myndugleikarnar og tí tykist sum um at ein bati er á veg. Strandferðslan er nú í ferð við at leggja síðstu hond á eina avtalu um at leiga Claire frá Smyril Line til at sigla við farmi, teir dagar í vikuni, hon ananrs ikki er í sigling, tvs. frá mánadegi til hóskvøld. Og tað er alt, sum bendir á, at hendan avtalan verður í pottinum hvørja løtu. Eftir, hvat skiltist á Strandferðsluni, var hesin møguleikin eisini umhugs- aður fyrr í vikuni, men Claire var í Hetlandi ein eykatúr, so har gjørdust onki. Samstundis er ætlanin at rigga Scaniu til, so at hon eisini kann taka eitt sindur av farmi. Scania royndi ein túr ímillum Havnina og Suður- oynna mikudagin, men hon rullaði so illa, at tað er ikki ráðiligt at taka farm við henni. Hon hevur ongi festi í dekkinum, sum lastbilar og annar farmur kann surr- ast í og tí er vandi fyri, at farmurin fer at rósa og so kann skaði standast av. Heini á Borg, farmaflun- ingsleiðari á Strandferðsl- uni, sigur, at tað hevur al- stóran týdning at fáa farm til Suðuroyar eisini í viku- skiftunum og tí hevur Strandferðslan kannað, um tað ikki ber til at rigga Scaniu til við festum av onkrum slagi, so at hon kann taka eitt sindur av farmi. Og hann sigur í morgun, at líkt er til, at tað letur seg gera. Annars er Dúgvan hildin uppat at sigla til Suðuroyar nú. Ìstaðin tekur Claire yvir og siglur fyrsta túrin av Havnini og suður á miðdegi- men í hvussu so er hesuferð, verður ongin farmur tikin við. Javnaðarflokkurin heitir tí á løgmann um at geva suðuroy- ingum og øllum øðrum eina almenna frágreiðing um gongdina í málinum SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Politiskur og umsitingar- ligur ódugnaskapur. Soleiðis kallar Føroya javnaðarflokkurin støðuna, sum valdar í suðuroyarsigl- ingini í løtuni. Flokkurin hevur nú sent Anfinni Kallsberg, Løg- manni skriv, har heitt verð- ur á hann um at taka sær av málinum. Flokkurin sigur, at hann skilir til fulnar ta misnøgd, sum hevur tikið seg upp millum suðuroyingar, nú suðuroyarsiglingin aftur gjørdist offur fyri vánaliga planlegging frá landsins myndugleikum. – Flokkurin minnir á, at tað ólag, sum verið hevur hvørt einasta ár á suðuroy- arleiðini, tá Smyril skal á sleipistøð, stavar frá tí politisku skarnsgerð, ið gjørd varð, tá Teistin varð seldur av landinum. Flokkurin sigur, at hin- vegin skerst ikki burtur, at tað neyvan kann koma ávart á landsins leiðslu, at Smyril skal á sleipistøð hvørt einasta ár. Tískil gongur tað ikki við eini fram eftir fummum loysn, hvørt ár. – Hetta er prógv um pol- itiskan og umsitingarligan ódugnaskap, sum als ikki kann góðtakast sigur javn- aðarflokkurin. Hann vísir eisini á, at undir verkfallinum lá Smy- ril bundin við bryggja ú Havn, soleiðis at hann heldur ikki kundi tæna sum tilkalliskip, skuldi neyðugt verið við sjúkraflutningi, og flúgvilíkindi ikki vóru. – Hin vegin var verkfallið so mikið drúgvt, at alt dokkingararbeiðið lættliga kundi verið fingið frá hondini, um myndugleik- arnir í staðin løgdu Smyril inn á Skála. Eina almenna frágreiðing Somuleiðis heldur javnað- arflokkurin, at støðan hjá avloysaraskipinum Scaniu kann heldur ikki koma ávart á myndugeikarnar. – Borð og stólar eru leys og til stóran ampa fyri ferðafólk. Harumframt kann skipið als ikki taka tyngri farm, tí einki kann surrast á dekkinum. – Hóast vitandi um alt hetta, var einki gjørt fyri at bøta um hesi viðurskifti, hóast skipið hevur ligið við bryggju í Klaksvík í fleiri vikur. Men í staðin verður skipið í ein túr fyri síðan at seta annað skip inn, sum øll frammanundan vita er ónýtiligt til farleiðina, sigur javnaðarflokkurin – Javnaðarflokkurin heit- ir tí á løgmann um at geva suðuroyingum og øllum øðrum eina almenna frá- greiðing um gongdina í málinum. – Endaliga verður heitt á løgmann um at taka neyð- ugu stigini til tess, at hetta óskil ikki fær loyvi at endurtaka seg, sigur Føroya javnaðarflokkur í skrivi til Anfinn, Kallsberg, løg- mann. Garvaðir rokkarar spæla til dans í Hvalba Scania og Claire skulu nú sigla til Suðuroyar Løgmaður eigur at geva suðuroyingum eina frágreiðing Tvøroyrar Kommuna hevur lagt hart trýst á landsins myndugleikar við at nokta dúgvuni atløgupláss á Drelnesi Hóskvøldið varð gjørt álvari av og her er Rasmus Effersøe við at leggja at á Drelnesi so at Dúgvan ikki fær ligið har ( Mynd: Leivur Nygaard) Dúgvan er óinýtilig til suðuroyarsiglingina og tað vita øll frammanundfan, sigur javnaðarflokk- urin, sum nú heitir á Løgmann um at taka sær av málinum. Her liggur Dúgvan við bryggju á norðaru kei á Tvøroyri hóskvøldið, men hetta gekk bara tí líkindini vóru góð ( Mynd: Leivur Nygaard) Marne Olsen í Rituvík røkkur næstan uppí takrennuna á bygn- inginum hjá arbeið- arafelagnum, Hædd- ini. Men tá ið hann fer at mála Fríðriks- kirkjuna í summar, noyðist hann 28 metrar upp við penslinum. Hetta er ein himmal- víður munur á "hæddum", má sigast. LEYST OG FAST Vilmund Jacobsen Á blaðskrivstovuni hjá Sosialinum í Eysturoy detta fólk javnan inn á gólvið. Summi koma í beinleiðis ørindum, og onnur steðga á at práta eina løtu, meðan bíðað verður eftir, at láni- stovnur ella handil er opin. Uppaftur fleiri vitja inn á gólvið hjá Petur Olivar í Hoyvík ella Gimpa, sum hann verður róptur. Gimpi ger skeltir og annað beint við síðuna av skrivstovuni hjá Sosialinum, og bert ein hálvur metur er millum hurðarnar. Hvaðani keli- navnið Gimpi stavar, verður kanska ein søga eina aðru ferð. Sosialurin leigar í góðum hølum hjá arbeiðarafelag- num, Hæddini, og felagið hevur sett at kalla øll húsini í stand. Maðurin, sum hegnisliga hevur sett litir á nossligu hølini, er Marne Olsen í Rituvík, sum hevur fingist við at mála í mong ár. Alt er sera snøgt og væl úr hond- um greitt. Arbeiði, sum Marne hev- ur gjørt og framhaldandi skal gera fyri Hæddina, er umfatandi, men innandura er nú næstan bara skriv- stovan hjá Hæddini eftir at mála. Marne dettur inn á gólvið á Sosialinum av og á, og tað ger Gimpi eisini. Nú veðrið er gott, verður viðhvørt staðið í túninum og prátað. Gimpi er sjálvstýrismað- ur, og Marne er sambands- maður, og nú samráðingar eru um skipan av sam- gongu, fellir prátið ofta yvir í politikkin. Tá kann vera stuttligt at hoyra teir báðar, hvør í sínum lagi. Dettur Otto Frits Hansen, sum í mong ár var húsa- vørður í skúlunum í Runa- víkar kommunu, so eisini inn á gólvið, er rættiliga stuttligt at líða á. Otto er jú einki minni enn sonur tann tiltikna Hanusbónda í Nólsoy, og soleiðis er hann eisini mammubeiggi Ova Joen- sen, sum róði úr Nólsoy til Keypmannahavnar í 1986. Munur á hæddum Marne er nú eisini farin í holt við bygningin hjá Hæddini uttan. Hann sparslar millum elementini, og møguliga skulu húsini eisini "tapetserast" uttan. Tað skulu vit ikki hanga okkum í á hesum sinni. Bygningurin er rættiliga lágur á ovaru síðu, og Marne røkkur næstan uppí takrennuna, tá ið hann rættir seg upp. So, hetta er høgligt arbeiði, soleingi arbeitt verður omanfyri. Meðan Marne snøggar um lága bygningin hjá Hæddini, hugsar hann um aðrar hæddir, og tær eru ikki smávegis. Hann hevur nevniliga fingið til uppgávu at mála Fríðrikskirkjuna uttan í summar, og her noyðist hann heilar 28 metrar upp, tí so høgur er hesin bygn- ingur uppí ovasta enda. Marne fær tó einar tveir mans at hjálpa sær við Fríðrikskirkjuni, og hann heldur, at hendan uppgávan man fara at vera yvirkomi- lig hóast ørandi hæddina. Hann ætlar at byrja niðast við og so mála uppeftir. Meginparturin av arbeið- inum má gerast úr krana, og til tjúgund og seinasta noyðist hann at leiga stóra kranan hjá maskinverkstað- num, Mekanik, í Runavík. Hesin er stórur og dýrur, og tí er umráðandi at vita, hvussu langt upp slepst við smærri kranum, sum eru bíligari at leiga, áðrenn kranin hjá Mekanik kemur uppí leikin. Í túninum hósdagin helt Marne Olsen skemtiliga fyri, at eingin eiður má fella har uppi í kirkjutopp- inum, tí annars veit eingin, hvat spyrst burtur úr! Sjálvur væntar hann, at teir fara at megna hesa upp- gávu, hóast hæddin á Fríð- rikskirkjuni á Toftum á ongan hátt kann samanberst við Hæddina her inni í Saltangará, sum Sosialurin húsast. Hæddin ikki so høg sum Fríðrikskirkjan FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Týsdagin landaðu Kolumb- us og Nornagestur 270.000 pund á Sandi. Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy Seafood, sigur, at meginparturin av veiðini hjá trolarunum var upsi, og hetta var hamiliga góður upsi. - Hetta var serliga fiskur til flakaskeringar og fryst- ingar í Skopun, sigur stjór- in. Í vikuni hevur snellu- skipið, Antares, eisini land- að á Sandi. Teir høvdu stívliga 40.000 pund. Upsin hjá teimum var meira smáttfallandi. Magnus Jespersen sigur, at Sandoy Seafood hevur havt nóg mikið av fiski inni til alla hesa vikuna. Útróður er lítil og eingin. Vendi aftur Nú verkfallið er av, er tað ein lætti hjá Sandoy Sea- food, tí goymslurnar vóru við at fyllast. Undir verkfallinum bar Sosialurin tey tíðindi, at eitt av skipunum hjá Skipafelag Føroya hevði verið á Sandi eftir fiskavørum, og at skipið skuldi koma aftur á Sand hendan dagin, vit tosaðu við virkið í Skopun. Portalurin hjá Føroya Tele, sum Sosialurin um- situr, bar hesi tíðindi bein- anvegin, og her hendi tað keðiliga, at Føroya Skipara-og Naviga- tørfelag setti seg í samband við skipið, sum vendi aftur í havnini á Sandi. Men nú verkfallið er av, eru hesir trupulleikar loystir. Kolumbus og Nornagestur á Sandi við nógvum upsa Marne Olsen arbeiðir beint undir skeltinum hjá Sosialinum í Saltangará C M Y K 7 6 Frá Hotel Norð Stórt kalt borð fríggjakvøldið aðrenn Norðoyastevnu Høvi er at velja ímillum 30 ymiskar rættir. Undir borðhaldinum er felagssangur við Hans Hjalta Skaale og øðrum Bussur fer úr Klaksvík kl. 17.45 og av Viðareiði á miðnátt Kostnaður krónur 250,- við kaffi og te Tilmelding innan hósdagin kl. 12.00 Kalt borð og gisting í eina nátt kr. 500,-