Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 97 - 25. mai 2002 Nr. 97 - 25. mai 2002 9 Lastbilførarar, sum dagliga koyra til og frá ferjuleguni við Oyrargjógv, siga nýggju samankom- ingina í stóra tunnils- svinginum vera bein- leiðis vandafulla. Men verandi vegføring verður sum hon er, til alt arbeiðið er enda- liga liðugt, sigur stjórin í partafelag- num Vágatunlinum SAMFERÐSLA Edvard Joensen á Fútakletti: Íbindingin av vegnum frá ferjuleguni við Oyrargjógv í nýggja tunn- ilsvegin á Fútakletti er rættiliga hættislig fyri tungu ferðsluna, siga last- bilførarar, sum dagliga koyra tann vegin. Í samband við vegagerð- ina til undirsjóvartunnilin verður eitt rættiliga stórt sving gjørt oman fyri Fútaklett, har nýggi vegurin verður bundin í tann gamla vegin. Hetta svingið er fylt upp av gróti úr tunlinum og er vorðið rættiliga høgt. Fyri at gera tað møguligt at koyra norður á ferjuleguna, er ein íbinding gjørd í ytra kant av svinginum, soleiðis at øll ferðslan má beinast um hetta byggiplássið. Ferðslan verður stýrd við ferðsluljósum báðumegin. Men av tí, at hetta stóra svingið er vorðið so høgt, hava stóru lastbilararnir við viðfestivognunum stórar trupulleikar av at vinna niðan frá ferjuleguni, sigur Kristian Olsen, lastbileigari í Sørvági. Vanligt er, at alt í senn fer í óðum verkum í land av Ternuni og skundar sær frá ferjuni. Suðuri móti Fúta- kletti stendur so hetta góða ferðsluljós, og halin má ofta steðga. Steðga á Tá so farið verður avstað aftur, er vanligt, at teir stóru bilarnir lata persónbilarnar fara fyrst. Tá teir so sjálvir eiga tørn, skulu teir fyrst fá ferð á hendan tunga flutn- ingin og síðan hála hann upp hesa tungu brekkuna, sum er. Men tað er ikki alt kort- ini, sigur Kristian Olsen. Ikki færri enn trý sving eru á vegnum í hesi tungu brekkuni, og tey eru rætti- liga keðilig fyri hesar stóru bilarnar. – Í onkrum føri hava tey verið beinleiðis vanda- mikil, sigur hann og greiðir frá dømi, har ein slíkur stórur viðfestivognur gleið júst sum í kava í hesi brekk- uni. Og tað er ikki gamans- leikur. Hann kundi hugsað sær, sigur Kristian Olsen, at vegføringin varð løgd øðr- vísi, soleiðis at vegurin um ikki annað var beinur, so øll hasi svingini ikki hindraðu ferðsluni, sum tey gera. Um so var, hevði borið til hjá hesum stóru bilunum at steðga norðari og soeliðis fingið ferð á, áðrenn komið var til sjálva brekkuna. Á tann hátt hevði tað verið bæði lættari og tryggari at koyrt har, sigur Kristian Olsen. So verður Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at verandi vegføring um ar- beiðsplássið, er tann, sum verður verandi, til alt er liðugt, og koyrt verðu gjøg- num tunnilin og eftir nýggja vegnum. Tað ein- asta, sum gerast skal aftur- at, er leggja asfalt á alla breytina, sum almenna ferðslan brúkar. Somuleiðis verða ferðsluljósini sandandi, líka til alt arbeiðið er liðugt, sigur hann. – Tað er soleiðis, sigur Dávur Reinert Hansen, at neyðugt er við einsrætt- aðari ferðslu, meðan arbeitt verður, fyri at tarna ar- beiðinum sum minst. Og høga brekkan við svingunum er eisini neyð- ug, sigur hann, tí tað verður so mikið nógv tilfar lagt í nýggja svingið, at tað verður stutt og greitt ov bratt, um vegurin verður lagdur beinur fram við klettinum í ovara borði. Svingini eru gjørd fyri at sleppa undan óneyðugum bratta, sigur hann. Í ytra borði eru settir nakrir betongklossar at forða fyri, at koyrt verður útav. Teir verða standani, til endaliga bilverjan er sett upp har, sigur Dávur Rein- ert Hansen. Tað stóra svingið verður gjørt so mikið ógvulsigt, sum tað verður, fyri at lætta um ferðsluna frá undir- sjóvartunlinum, tá svingað verður niðan móti Hálsin- um aftur. Øll tann ífyllan, sum verður løgd í svingið, fer at gea, at vegurin niðan á Háls verður mundani slættari og lættari at koyra á, enn hann er í dag, sigur Dávur Rein- ert Hansen stjóri í parta- felagnum Vágatunlinum. Tunnil til tíðina Um arbeiðið í tunlinum annars sigur hann, at tað gongur eftir ætlan. Fyri- bilsvegbreytin er tikin upp og nýggj løgd aftur, og nú verður arbeitt við at leggja rennur og slíkt, sum leggj- ast skal niður í sjálva veg- breytina. El-arbeiðið er boðið út, og tilboðini eru komin inn, sigur stjórin í Vágatunl- inum. Arbeitt verður nú við at gera sáttmálar fyri tann partin. Dávur Reinert Hansen sigur, at onkrar broytingar eru gjørdar, síðan byrjað varð, og tað ger, at kostn- aðurin av el-arbeiðinum verður kanska í yvirkant av tí, sum ætlað varð, men einki merkisvert kortini, sigur hann. So alt í alt er hann væl nøgdur við gongdina, og lovar, at til ta ásettu tíðina, sum er um hálva ferbruar komandi ár, skal tunnilin vera liðugur. Um talan kann kann gerast um eina jólagávu, sum nevndarformaðurin í partafelagnum Vágatunl- inum rak fram undir, tá skotið varð ígjøgnum í vetur, vil stjórin ikki gera nakrar viðmerkingar til. Vandamikil vegsamankoming Lastvognsførarar, sum regluliga koyra eftir Oyrargjáarvegnum, halda, at samankomingin millum gamla vegin og nýggja tunnilsvegin er vandamikil, tí so nógv sving eru á. Leiðslan fyri Vágatunlinum sigur, at tað er neyðugt at gera soleiðis, meðan arbeitt verður, og at hetta er endaliga vegføringin um arbeiðsplássið, eins og ferðsluljósini eisini verða standandi, til alt er liðugt Mynd: Edvard Joensen Kortið vísir, hvussu endaliga vetgføringin oman fyri Fútaklett fer at síggja út, tá undirsjóvartunnilin er tikin í nýtslu. Hárnálssvingini norður til ferjuleguna við Oyrargjógv verða verandi Mynd: Vágatunnilin Bilur til sølu Nissan Almera 1.8 Exclusive,árg.des.2000,til sølu. Hevur koyrt 26.500 km. Bilurin hevur alla hugsandi útgerð (íroknað air-con.) og er sum nýggjur. Ring tlf. 261723 Bryggjudansur Tórshavnar Bátafelag Leygarkvøldið 1. juni skipar Tórshavnar Bátafelag aftur fyr tí vælumtókta Bryggjudansinum í Vágsbótni við bæði føroyskum og enskum dansi. Kaffi, sodavatn og okkurt til matna fæst til keyps Sosialurin - 311820 www.ivan.fo Upp til 15.000 kr. í avsláttri Í dag 25.05 hava vit opið frá kl. 11.00 til 17.00 Í hesum sambandið hava vit nógv góð brúktbilatilboð m.a. hesi: Citroen Xsara 2,0 HDi Stc. 5H km. 83.000, árg. juni 1999 140.000,- Citroen ZX 1,9D 5H STC km. 89.000, árg. mars 1996 86.000,- Citroen Jumper CH. v/last km. 120.000, árg. aug. 1998 130.000,- Citroen Xsara 1,6i 5h km. 30.000, árg. feb. 1998 107.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5h km. 145.000, árg. mai 1992 52.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Ford Sierra 2,0i CLX 4h km. 110.000, árg. nov. 1991 45.000,- Ford Escort 1,8D CLX 4h km. 187.000, árg. nov. 1995 45.000,- Peugeot 306 D 4H km. 150.000, árg. apr. 1995 80.000,- Seat Cordoba 1,9SDi STC. 5h km. 35.500, árg. aug. 1999 115.000,- Fiat Tipo 5H km. 109.000, árg. mai 1989 23.000,- Toyota Camry km. 143.000, árg. jan. 1987 20.000,- sýnaður 08'00 Mitsubishi Lancer 5h km. 124.000, árg. juni 1992 50.000,- sýnaður 12'01 sýnaður 11'01 sýnaður 06'01 http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo C M Y K 9 8