leygardagur 25. mai 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 97 - 25. mai 2002
Nr. 97 - 25. mai 2002
11
Føroya Javnaðarflokkur
Soljóðandi skriv er í
dag sent Anfinni
Kallsberg, løgmanni:
Føroya Javnaðarflokkur
skilir til fulnar ta misnøgd,
sum hevur tikið seg upp
millum suðuroyingar, nú
suðuroyarsiglingin
aftur
gjørdist offur fyri vánaliga
planlegging frá landsins
myndugleikum.
Flokkurin minnir á, at tað
ólag, sum verið hevur hvørt
einasta ár á suðuroyarleið-
ini, tá Smiril skal á sleipi-
støð, stavar frá tí politisku
skarnsgerð, ið gjørd varð,
tá Teistin varð seldur av
landinum.
Hin vegin so skerst ikki
burtur, at tað neyvan kann
koma ávart á landsins leið-
slu, at Smiril skal á sleipi-
støð hvørt einasta ár. Tísikil
er henda fram eftir fumm-
um loysn, sum hvørt ár
verður tikið til, óhaldbar.
Hetta er prógv um politiskan
og umsitingarligan ódugna-
skap, sum als ikki kann
góðtakast.
Undir verkfallinum lá
Smyril svínabundin við
bryggja ú Havn, soleiðis at
hann heldur ikki kundi
tæna sum tilkalliskip, um
neyðugt varð við sjúkra-
flutningi, og flúgvilíkindi
ikki vóru. Hin vegin var
verkfallið so mikið drúgvt,
at alt dokkingararbeiðið
lættliga kundi verið fingið
frá hondini, um myndug-
leikarnir í staðin løgdu
Smyril inn á Skála.
Støðan hjá avloysara-
skipinum Scaniu kann ikki
koma ávart á myndugleik-
arnar. Borð og stólar eru
leys til stóran ampa fyri
ferðafólk. Harumframt so
kann skipið als ikki taka
tyngri farm, tá einki kann
surrast á dekkinum. Hóast
vitandi um alt hetta, so var
einki gjørt fyri at bøta um
hesi viðurskifti, hóast skip-
ið hevur ligið við bryggju í
Klaksvík í fleiri vikur. Men
í staðin roynir man skipið
ein túr fyri síðan at seta
annað skip inn, sum øll
frammanundan
vita
er
óegnað til farleiðina.
Javnaðarflokkurin heitir
tí á løgmann um at geva
suðuroyingum og øllum
øðrum eina almenna frá-
greiðing um gongdina í
málinum. Endaliga verður
heitt á løgmann um at taka
neyðugu stigini til tess, at
hetta óskil ikki fær loyvi at
endurtaka seg.
Áheitan á løgmann
Julius Djurhuus
Politiska støðan í dag er
fastlæst. Partvíst tí at Mið-
flokkurin ikki skilir hvussu
ein fremur sínar ætlanir og
partvíst tí at Javnaðarflokk-
urin og Sambandsflokkurin
vilja steðga ætlanini um
sjálvstýri Føroya fólks.
Miðflokkurin
Formaðurin í flokkinum
hevur víst seg sum ein
politikkara, ið sigur eitt
áðrenn valið, men vísir hvat
hann meinar aftaná. Slíkum
politikkarum hava vit sum
veljarar havt fleiri av gjøg-
num 80’ini og 90’ini. Í dag
ynskja øll, at teir valdu
standa við síni vallyftir.
Flokkurin gekk inn fyri
størri sjálvstýri áðrenn val-
ið, men við blokadu av
realitetssamráðingum hev-
ur flokkurin tíðiliga víst, at
endamálið var ikki at fáa
eina meiri kristnaða føroy-
ska tjóð, men eina meiri
kristnaða danska tjóð.
Javnaðarflokkurin
Hesin flokkur hevur ein
leiðara, ið er sum Iznogood
í teknirøðini. Hann vil
verða løgmaður, bert fyri at
vera løgmaður. Og eitt
aftrat; hann vil steðga øll-
um fólkaatkvøðum um
sjálvstýri Føroya fólks við
at tøma landskassan.
Sambandsflokkurin
Er ímóti fyri at vera ímóti.
Og eitt aftrat; hann vil
steðga øllum fólkaatkvøð-
um um sjálvstýri Føroya
fólks við at tøma lands-
kassan. Einasti máti at
steðga tilgondini er júst at
tøma landskassan.
Hvat nú
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin droymdu
um at skipa nýggja heima-
stýrissamgongu saman við
Sjálvstýrisflokkinum
og
Miðflokkinum.
Hvønn
politikk ætlaðu hesir stóru
flokkar so at fremja við
hjálp frá teimum smáu. Jú,
endamálið var og er at
steðga ætlanini um sjálv-
stýri Føroya fólks. Hvussu
lágt kann eitt fólk søkka, tá
teirra egna blóð ynskir at
onnur her skulu valda?
Enn einaferð
Tað er mín vón at verandi
samgonga fer at halda fram
á einhvønn hátt. Tryggjast
má, at eingin flokkur, ið
ikki viðurkennur ognarræð-
ið til sítt egna land, fær
ávirkan. Vit mugu minnast
til at uttan kensluna av at
einaferð at verða sjálv-
støðug, høvdu vit einki før-
oyskt mál, onga føroyska
bíbliu,
onga
føroyska
kirkju, ongan føroyskan
skúla, einki føroyskt flagg
og slettis onga vón um at
sleppa undan biddaraklæð-
unum. Vit høvdu í dag tískil
við hávirðing sagt, at ein
føroyingur er ein danskari
búsitandi í Føroyum.
Parlamentarisma
= ábyrgd
Nú sleppur andstøðan so at
standa sína roynd. Meinar
Javnaðarflokkurin at vit
skulu hava fleiri røktar-
heimspláss? Ella fara teir at
niðurstemma slíkt við ein-
ari neyðarsligari undan-
førslu? Fara Sambands-
flokkurin og Miðflokkurin
at gera tað sama? Fara hesir
flokkar at seta seg sjálvan í
hásætið? Og ikki viður-
kenna, at tað at verða vald-
ur krevur eisini at ein vísir
ábyrgd yvir sínum veljar-
um? Teirra veljarar hava jú
ikki bert valt at steðga
ætlanini um sjálvstýri Før-
oya fólks, men hava eisini
valt at fleiri røktarheims-
pláss skulu byggjast.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Aftur hava verju- ella trygdarmyndugleikar í Dan-
mark og í NATO lagt sektin á føroyingar og Føroya
Landsstýri.
Í heili 16 ár søgdu danskir verjumyndugleikar einki
við Føroya Landsstýri um ætlanina at byggja eina
nýggja eftirlitsskipan á Loranstøðini á Eiði.
Og eftir at løgmansskrivstovan hevur ligið á upplýs-
ingum og fyrispurningum í næstan tvey ár, er málið
sent uttanlandsnevndini. Hví drálaði landsstýrið so
leingi?
Tað ljóðar so óskyldugt at seta upp nakrar antennur
– meistrar við Eiðisvatn á Eiði. Men onkur tól skulu
óivað vera aftan fyri hesar antennur, hvar skulu tey
vera og hvør hevur ábyrgdina av teimum?
Og hvat er endamálið við hesi eftirlitsskipan, sum
skal boða frá, tá flogfør koma í førosykt loftrúm?
Spurningarnir eru nógvir og áhugaverdir, men meiri
spennandi er tilmælið frá løgmansskrivstovuni ella
uttanlandsdeildini.
Nú er ikki eydnast Sosialinum at fáa eitt eintak av
teimum mongu skjølunum. Men sambært útvarpi-
num, sum hevur fingið fatur á tilfarinum í hesum
máli, er tilmælið – um vit hava skilt tað rætt – at tað
er torført at siga nei til útbyggingina, tí siga vit nei,
kann tað vera til ampa fyri sjálvstýristilgongdina!
Tað síðsta føroyski almenningurin fekk at vita, var
at ein ovasti í byggitænastuni hjá donsku verjuni,
helt at tað loysti seg ikki at brúka tíð at kunna føroy-
skar myndugleikar, tí útbyggingin varð kanska av
ongum?
Hetta er einki annað enn at føroyskir myndugleikar
eru háðaðir einaferð afturat. Tað hevði ikki tikið so
drúgva tíð at sent eitt skriv saman, har landsstýrið
varð kunnað um ætlanina, sum ivi kortini varð um.
Henda síðsta avdúkingin er aftur eitt dømi um, at
hvørki danir ella NATO-myndugleikar virða føroy-
ingar og føroyskar myndugleikar tað allarminsta.
Vit sóu í Svørtubók, hvussu lítið danskir og NATO-
myndugleikar virdu Føroya Landsstýri, tá NATO
skuldi byggja støð í Føroyum í 50-árunum. Bara sit-
andi løgmenn vórðu kunnaðir, og tað stóð upp til
teir, um teir kunnaðu landsstýrið.
Øll framferðin í hernaðarmálinum, sum tað tá varð
allað, og framferðin í samband við útbyggingarnar
vísa, at Danmark og Føroyar eru ikki tvey javnsett
lond. Eitt krav má tí verða – líka mikið hvør fer at
manna landsstýrið – at føroyingar fáa allar upplýs-
ingar um trygdar- og verjupolitikk Danmarkar og
NATO í Føroyum og at føroyingar fáa avgjørda
ávirkan á henda politikk!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ein háð ímóti føroyingum
VIÐMERKINGAR
MATINÉ
Tíðindaskriv
Í dag, leygardagin, kl
11.30 verður Matiné í
Havnar kirkju. Hetta verð-
ur helst fyrstu ferð, at
konsert er í kirkjuni við
harmonikutónleiki.
Tað eru svenskir og
norskir tónleikarar, sum
fara at spæla eina skrá, ið
er gjørd til kirkjulig høvi
við klassiskum verkum
fyri hetta ljóðføri.
Hetta er í sambandi
við, at stór harmoniku-
stevna er í Havn í hesum
døgum.
Matiné í Havnar kirkju
við harmonikutónleiki
Parlamentarisma = Ábyrgd
Í gjár hitti Anker
Jørgensen fólk í Und-
irhúsinum í Vágs-
botni og í Eldratil-
haldinum í Tórsgøtu.
Eisini vísti Edmund
Joensen, løgtingsfor-
maður honum nýum-
vælda tinghúsið
VITJAN
Eirikur Lindenskov
Í hesum døgum er fyrrver-
andi danski forsætisráð-
harrin, Anker Jørgensen, á
vitjan í Føroyum saman við
vinkonu síni, Vivy Nie-
mand. Hann hevur verið
her fyrr sum forsætisráð-
harri, men ongantíð sum
privatpersónur.
Anker Jørgensen gjørdist
forsætisráðharri í Danmark
so brádliga, tá Jens Otto
Krag, uttan nakran vardi,
legði frá sær dagin eftir
fólkatkvøðuna í Danmark í
1972 um EF-limaskapin.
Fyrrverandi forsætisráð-
harrin kom til Føroya hós-
dagin við flogfari. Seinna-
partin
hósdagin
vitjaði
hann í Norðurlandahús-
inum, har Helga Hjörvar
vísti hon húsið, sum ikki
varð bygt, tá hann seinast
vitjaði í Føroyum.
Hóast tað eru 20 ár síð-
ani, at Anker Jørgensen
legði frá sær sum forsætis-
ráðharri, so er hann ein
nógv umbiðin fyrilestra-
haldari. Einar tríggjar ferðir
um vikuna er tann dámli 79
ára gamli maðurin úti til
fyrilestrar til ymisk høvi,
alt frá studentaskúlum til
pensjónistafeløg.
Í Norðurlandahúsinum
hósdagin greiddi hann frá
um seg sjálvan og um ym-
iskt, hann hevur upplivað
sum forsætisráðharri, og
um persónligheitir, hann
hevur hitt í hesum starvi.
Ein frágera góður frásøgu-
maður er hann – og ikki
sørt skemtiligur við sínum
speisku og sjálvironisku
viðmerkingum.
Í gjár, fríggjadagin, vitj-
aði Anker Jørgensen í
Havnini.
Løgtingsformaðurin, Ed-
mund Joensen og skrivstov-
ustjórin, Súsanna Daniel-
sen vístu honum nýum-
vælda løgtingshúsið, har
ein háskúlaflokkurin eisini
fekk høvið at Anker Jørg-
ensen.
Síðan varð vitjað i Undir-
húsinum, har Eigil Hansen
og aðrir fastir fúsir fúsir
fingu eitt hugnaligt prát.
Kl 11 vitjaði Anker Jørg-
ensen í Tilhaldinum í Tórs-
gøtu, har fitt av fólkið varð
komið saman fyri lýða á og
hitta fyrrverandi forsætis-
ráðharran.
Í dag, leygardag, vitjar
Anker Jørgensen í Klaks-
vík, og í morgin verður far-
ið í Sandoynna. Anker
Jørgensen og Vivy Nie-
mand fara aftur til Dan-
markar við flogfari mána-
dagin.
Gamli ráðharrabilur-
in hjá Anker Jørgen-
sen, ein Ford Granada
frá 1976, stóð fyri
honum, tá hann
vitjaði Norðurlanda-
húsið hósdagin
RÁÐHARRABILUR
Eirikur Lindenskov
Tá Anker Jørgensen hós-
dagin seinnapartin vitjaði í
Norðurlandahúsinum
í
Havn, stóð fyri honum ein
gamal Ford Granada. Hetta
var ikki ein tilvildarligur
bilur, men ein sera vælút-
gjørdur Granada Ghia við
sóltaki,
automatiskum
gearum og einum v-6 mot-
ori.
Tað vóru limir í Føroya
Ellisakførum, sum høvdu
sett bilin uttan fyri Norður-
landahúsið, tí hetta er gamli
ráðharrabilurin hjá Anker
Jørgensen. Bilurin er frá
1976, og er vist tann næsti
ráðharrabilurin hjá Anker
Jørgensen.
Petur Hansen í Havn,
sum eigur bilin, ætlar at
seta hann í stand, hóast
hann er heldur illa farin.
Bilurin hevur sína serligu
søgu, og tað ger tað serliga
áhugavert, sigur hann.
Tað hevur í mong ár verið
siðvenja, at ríkisumboðs-
maðurin í Føroyum fær
gamla forsætisráðharrabil-
in. Soleiðis fekk Leif Groth
gamla Volvo 164 bilin, sum
Jens Otto Kragh hevði sum
ráðharrabil. Síðani kom
hesin hjá Anker Jørgensen.
Niels Bendtsen fekk Grana-
ablin hjá Schlüther, sum
Anker Jørgensen helst eis-
ini hevur havt, og bilurin,
sum nú stendur í garasjuni
hjá Birgith Kleist, ein grøn-
ur BMW, er gamli ráðharr-
abilurin hjá Poul Nyrup
Rasmussen.
Anker Jørgensen greiddi
Sosialinum frá, at tá hann
gjørdist forsætisráðharri í
1972, vísti skrivstovustjór-
in í forsætismálaráðnum
honum bilin, ein Mercedes.
– Men den ville jeg ikki
ha’, segði Anker Jørgensen
– og leggur afturat, at skriv-
stovustjórin gjørdist sera
bilsin.
Anker Jørgensen segði,
at hann vildi demonstrera.
Hann vildi ikki koyra í ein-
um fínum Mercedes, tí tað
gjørdi Hitler eisini, tá hann
gjørdi innrás í Pólland og
Eysturríki. Og so leggur
hann skemtandi afturat, at
hann hevði ikki brúk fyri
einum bili, sum var til fólk
við longum beinum. Endin
var, at tann blað ungi ráð-
harrin, Svend Auken, fekk
Mercedesbilin,
meðan
Anker Jørgensen fekk ein
Ford – ein »menigmands-
bil«, sum hann sjálvur tek-
ur til.
– Jeg ville ha’ en menigmandsbil!
Anker Jørgensen hittir aftur gamla ráðharrabilin, sum hann hevði í 1976. Tá hann varð skiftur
út, varð hann sendur til ríkisumboðsmannin í Føroyum, sum vanliga »arvar«
forsætisráðharrabilin, tá hann verður skiftur út Mynd: Jens Kristian Vang
Anker vitjar
Havnina
Anker Jørgensen í práti í Undirhúsinum í Vágsbotni
Edmund Joensen, løgtingsformaður, og Súsanna Danielsen, skrivstovustjóri, vístu Anker
Jørgensen nýumvældu løgtingshúsini
Anker Jørgensen og vinkona hansan, Vivy Niemand í Miðbýnum í Havn saman við Jákup Lindenskov, fyrrverandi
fólkatingsmanni, sum vísti teimum Havnina fríggjamorgunin
C
M
Y
K
11
10