Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 97 - 25. mai 2002 Nr. 97 - 25. mai 2002 13 – ein viðmerking til tíðindini týskvøldið 22/5 2002 Bergur Rasmussen Klaksvík Borgarstjórin á Tvøroyri Finnleif Guttesen hevur langað nevan í borðið. – Nú er nokk! Okur finna okum ikki í meiri. Dúgvan slepp- ur bara at á Drelnesi, um Strandferðslan kann garantera, at Smyril kemur aftur í sigling tórskvøldið. Harumframt skjóta okur upp, at suðuroyarleiðin skal umsitast úr Suðri í framtíð- ini. Soleiðis ljóðaði í tíðind- unum mikukvøldið. – Og eg havi hug at siga: Púra beint! Tað líkist ongum, at suðringar hvørt einasta ár skulu vera við sviðusoð, tá ið Smyril fer í dokk. Men soleiðis hevur tað jú verið, líka síðan Teistin var seldur av landinum fyri lítið og lætt! Til árliga eftirsýnið skal eitt avloysaraskip finnast, og síðan aldarskiftið hava suðringar havt eitt stand- andi tilboð frá Strand- ferðsluni. – Tilboðið er antin at fáa eina gamla stórabeltsfergu uttan stabil- isatorar, sum koppar fyri eitt gott orð og ikki kann taka bingjur umborð, at sigla, ella at fáa eina lítla dangu, sum ikki sleppur at í Leirvík, um tað lotar av hanakjafti. – Tað kann ikki vera beint! Serliga ikki í ár, tá ið verkfall júst hevur verið, og man saktans kundi havt bøtt bátin ta tíðina, hann lá stillur. Verkfallið Vit hava júst havt eitt verk- fall, sum legði almennu strandferðsluna lamna, meðan hvør fjøl bleiv flot- að, og lukkuriddarar í hópatali skovlaðu krónur inn í túsundatali. Bløðini vóru á tremur við reypandi monnum, sum ernir for- taldu, hvussu nógv teir løgdu inn undir seg sum verkfallsbrótarar. – Eigur skattavaldið ikki at fara eftir teimum? Verkfallið bleiv annars sligið bombastiskt upp í miðlunum. – Tað var jú beint undan valinum! Og har var einki mark fyri, hvussu óforskammaður Kartin Hansen var, ella var tað Ellintur Abrahamsen? Soleiðis var støðan í vikuvís, líka til Anfinn Kallsberg hótti við at for- bjóða verkfallinum við lóg, so kom glið á, og tey fantastisku lønarkrøvini endaðu á nøkurlunda somu moderatu legu, sum hjá øll- um øðrum alment settum, t.e. um 10% í vøkstri. Nú skuldi man trúð, at friður fór at valda, hóast onkur kvidrandi klaksvíks- kona vildi vera við, at sam- bandið um fjørðin var nógv betur, meðan tað var verk- fall. Hon tagdi tó, tá ið hon varð spurd, hvussu ofta hon fekk bilin yvirum. . . . og avleiðingarnar! Avleiðingarnar av verkfall- inum norðanfyri fingu regluliga umtalu í miðlun- um, onkur mundi komið illa fyri í Vestmannasundi og sjónvarpskvinnan spældi sjúklingur úr Vág- um. – Eitt undarligt innslag forrestin, tí hevur tunnils- felagið ikki alment boðað frá, at um akuttur sjúkra- flutningur skuldi úr Vág- um, so slapp hann ígjøgn- um holið? Hinvegin var undarliga lítið at frætta frá Suður- oynni, men tað er jú eisini óhugnaligt at hoyra um, at B36 hevði ein ræðuliga buldrutan túr um fjørðin. At VB hevði vunnið var jú ein nógv betur søga. Ella hvat við teirri skipsmann- ingini, sum ikki slapp við tyrluni, hóast teir orsakað av verkfallinum høvdu bí- lagt ferðaseðlarnar fjúrtan dagar frammanundan. Teir máttu ístaðin bíða fimm tímar á flogvøllinum, áðr- enn tyrlan fyri 600 kr,- per head flutti teir til Froðbiar, tí nú var talan um ein leigu- túr. Ella hvat við 7. flokki úr Vági, sum upp á tað skammiligasta bleiv brúkt- ur í valstríðnum, tí tað var ivasamt, um tey sluppu av- stað á námsferð, og tey høvdu savnað pengar sam- an í sjey ár. Hví var eingin áhugi at siga søguna, um hvussu tey aftur vunnu upp land í Vági? Tað minnir so óhugnaliga nógv um smak- leysu leflanina, sum er fyri pensjónistunum hvørja ferð val er. – Aftaná er alt gloymt aftur! Hovsa-loysnir Skipini hjá Strandferðsluni fara einaferð um árið í dokk til viðlíkahald og smærri ábøtur, og satt at siga, so sá Dúgvan eisini snotuslig út týskvøldið, men nú kemur so trupul- leikin. – Smyril skal eisini á beding. Og hvør skal so røkja siglingina um Suður- oyarfjørð? – Scania? – Hon rullaði so illa í góðveðrin- um týsdagin, at tað sum ikki var naglafast fór so lukst í dúrkið, sjálvt um tað var sum á gólvinum millum oyggjarnar. Báturin hevur ongar stabilisatorar, er mær sagt, og tað er óhugnaligt at hugsa sær, hvussu tað hevði sætt út, um Hann hevði øtlað veðrið. Hvat er so alternativið? – Dúgvan? – Ein bátur, sum als ikki nøktar tørvin hjá Klaksvík- ingum, hóast hon siglir ein- ar 10 ferðir aftur og fram dagliga, og einans hevur beint omanfyri ein tíma (70 min) um túrin við av og á skipan. Man skilir væl suðringar, tá ið teir siga, at nú er vell. Fyri tað fyrsta, so hevur Dúgvan 3 tímar suður í góðum veðri, og fyri tað næsta so sleppa privatbilar ikki við. Tað minnir ikki sørt, um tá ið Skipasmiðjan í Havnini í ’68 – ’69 bygdi tann gamla Smyril. Hann kundi heldur ikki taka bilar! Segði nakar hovsa- loysnir? Hví ólukkan koyrdi man ikki Smyril í dokk, meðan verkfall var? So var tað yvirstaðið í dag? – At eingin var at føra skipið er einki svar, tí tá ið verkfallið var lýst, lá Smyril við Far- støðina, og har lá hann ikki alt verkfalsskeiðið! – Og er ikki ein skipasmiðja í Havnini, sum kundi verið leigað til viðlíkahaldið? Solidaritetur við suðringum Tú hoyrir mangan fólk norðanfyri siga, at suðring- ar eru so grenjutir, og tá ið kjakið um nýggja Smyril var frammi nevndi Bjarni Djurholm fleiri ferðir, at uppskotið, sum lá á borðin- um fór at vera ov dýrt, og at landið fór ikki at hava ráð at lata skipið sigla meiri enn einaferð dagliga. – Ókey, um so er, áttu so suðringar ikki at umsitið farleiðina, so hon gjørdist ein ruta, sum tók hædd fyri tørvinum hjá teimum, sum búgva í oynni, heldur enn sum nú, har hædd einans verður tikin fyri teimum, sum skulu eitt lítið ørindi suður? Um Djurholm hevði rætt, tá ið hann tosaði um rakstr- arútreiðslurnar, skal eg lata fara í hesum sambandi, tí eg ivist ikki í, at embætis- fólkini hjá landsstýris- manninum arbeiða sam- vitskufult. Trupulleikin er bert tann, at tað tykist sum um, at politiski viljin ikki er til staðar at loysa málið. – Og við økta kravinum til eitt ordiligt undristøðukervi fyri alt landið, so kann tað ikki góðtakast, at 5000 føroyingar ikki sleppa upp í part. Hvar er solidaritetur- in? Eru vit so fremmandir fyri hvørjum øðrum, at vit einki leggja í hvussu onnur hava tað? Hiðani skal ljóða ein treytaleysur stuðul til tiltak- ið hjá býráðnum á Tvør- oyri, og eg hopi innarliga, at suðringar standa saman um, at nokta Dúgvuni at leggja at, tí tað ber ikki til hjá Strandfaraskipum Landsins at gera sama nummarið ár eftir ár. At so stjórin Reidar Nónfjall verjir seg við, at hann aldrin veit, hvussu játtanin verður, tá ið hann skal út at leiga ein bát til næsta árið, sigur bara nakað um, hvussu tilvildarlig stýringin av landinum er, tá ið man ikki kann leggja langtíðar- ætlanir. Og tað er eingin varandi loysn, at Vinnumálastýrið og Løgmansskrivstovan gjøgnum útvarpið sláa suðringar á fingrarnar við diktatum um, at Dúgvan skal sleppa at leggja at á Tvøroyri, nú teir endiliga hava langað nevan í borðið í desperatión, tí í næsta ár er trupulleikin stadigvekk ikki loystur við verandi politiska vilja, og tá er bitturheitin helst uppaftur størri og kanska balladan við! Spurningurin er so, um tað hjálpir nakað at gera viðmerkingar til støðuna? Staddur á útróðri á Norðhavinum, tá ið eg fekk boðini, at lívsneisti tín, vinur mín, var slóknaður. Hetta vóru ógvuliga tung boð at fáa, ikki tí, tú hevði jú verið ógvuliga sjúkur leingi, men akkurat nú, hevði eg ikki roknað við at fáa hesi boðini tí, tá ið eg segði tær farvæl 2. páskadag og fór norður aftur, helt eg, at tú var nokk so byrgur og tá ið tú so harafturat ringdi til mín á útróðri bæði 6. og 7. apríl, helt eg, at nú stóð heilt væl til. Men so skuldi ikki verða. Eingin veit á morni at siga, hvar hann á kvøldi gistir. Tungir vóru dagarnar at koma ígjøgnum, aftaná at hava borið teg til tín seinasta hvíldarstað undir Akurgerði. Vit vóru saman so gott sum hvønn einasta dag í nógv ár, og eg havi ógvuliga nógv at siga tær takk fyri, bæði fyri nógvar hugnaligar og læruríkar løtur, har tú millum nógv annað lærdi meg um streym, um fiskileiðir og um útróður í heila tikið, og fyri skemt og gleði. Fáur má sum tú, hava vitað so nógv um hetta yrki, tað at vera útróðrarmaður, tí tað hevði tú jú verið so gott sum alt títt langa lív, sjálvt um tú heilt frá ung- um árum var illa plágaður av sjúku. Undangongu- maður var tú, tá ið berjast skuldi fyri, at útróðrar- maðurin skuldi fáa betri prís fyri veiðu sína, tí var tú eisini fyrst valdi útróðramaður í Ráfiskagrunnin, tá ið hesin á sinni var stovnaður. Hetta tosaðu vit báðir ofta um, kanska serliga tí, at eg eisini hevði sitið í sama grunni, bara hinu megin borðið. Virðisløn frá Klaksvíkar Útróðrarfelag fekkst tú fyri títt útróðrarvirki og tín røkisskap. Røkin vart tú sum fáur, tað prógvaði tín nógv avhildni bátur »Brimnes« alt um. Eg sakni okkara dagligu løtir, har tú ofta fortaldi um ymiskar útróðrardagar, í góðum og ringum veðri. Einaferð tit vóru vestanfyri við línu brast óveður á, og tit noyddust at liggja bak alla náttina, til tit dagin eftir gjørdu av at fara undan veðrinum á Vestmanna. Kaldir og illa tuskaðir. Eg sakni, at hoyra rødd tín í telefonuni,hvønn dag eg eri á útróðri, tí tú fylgdi við tí, ið eg gjørdi og tú eggjaði mær til at gera mítt besta. Okkara seinasti túrur á sjónum saman var í september mánað í fjør, tá ið vit fóru út at fáa okkum nakrar nátungar. Vit fingu teir, ið vit høvdu sett okkum fyri. Stuttligt var at síggja hvussi tú livn- aði upp, tá ið tú var á sjónum, og hevði róðrið á ein- um báti í hondum tínum aftur. Eg havi fleiri ferðir í seinastuni, tá ið eg havi verið á útróðri, tikið meg í at vera líka við at ringja til tín, og, sum eg plagdi, spyrja teg um hvat eg nú skuldi gera, tá ið eitt ella annað tók seg upp. Takk fyri alt vinur mín. Eg drýpi høvur og lýsi frið yvir minnið um Daniel Jacob Smidt Jensen. Heri Solidaritetur við suðringum Til minnis um Daniel Jacob Smidt Jensen F. 10. mars 1921 - d. 10. apríl 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Vænta størri avlop Danska fíggjarmála- ráðið væntar, at avlopið í almenna roknskapin- um verður størri, enn stjórnin higartil hevur hildið. Í einari nýggjari met- ing sigur fíggjarmála- ráðið, at avlopið í ár verður góðar 31 mia. krónur. Sagt verður, at búskaparvøksturin verður nakað størri enn higartil mett. Í teirri nýggju met- ingini stendur eisini, at danski staturin skal læna 107 mia. krónur í ár. Av hesum er ætlanin at læna 84 mia. krónur innanlands og góðar 22 mia. krónur uttanlands. Fíggjarmálaráðið vænt- ar, at almenna skuldin fer at hækka 8,5 mia. krónur í ár. Eingin snýttelefon Norska Stórtingið hev- ur víst aftur einum upp- skoti um at varðveita eina serliga telefontæn- astu, sumi hevur tikið ímóti boðum um brot á f iskiveiðireglurnar. Ístaðin skulu brot frá- boðast løgregluni bein- leiðis. Fiskivinnumynduglei karnir hava eina tíð roynt ta serligu fráboð- anartelefonina. Í hesum tíðarskeiðinum fekk skipanin boð um 140 brot á veiðireglurnar, og í 15 førum varð frá- boðanin latin løgregl- uni. Í mars fekk skipanin fráboðan um fimm brot á fiskiveiðireglurnar. SAS gevst Norska flogfelagið Widerøe kunngjørdi í gjár, at tað yvirtekur rutuna millum Trónd- heim og Keypmanna- havn. SAS røkir í løtuni farleiðina, men felagið hevur boðað frá, at tað gevst í heyst. Leiðin til Keyp- mannahavnar er tann einasta uttanríkisleiðin í Varnæs-floghavnini í Tróndheimi. Fyrr fleyg SAS tvær rutuna tvær ferðir um dagin, men seinastu tíðina hevur tað bert flogið einaferð. Nú SAS hevur gjørt av at spara munandi, hev- ur felagið valt at gevast við hesari rutuni. Úr Norðurlondum: Krevja kanning Fleiri danskir ES-po- litikarar krevja nú eina kanning, sum skal lýsa gongdina, sum hevði við sær, at tann ætlaða ný- skipanin í felags fiski- vinnupolitikkinum varð steðgað. Hósdagin fingu ES- politikararnir eina frá- greiðing frá starvsfólka- kommiserinum Neil Kinnock og fiskivinnu- kommiserinum Franz Fischler um málið, men minni enn so allir politikararnir eru nøgdir við frágreiðingina. Orsøkin til, at serliga teir donsku ES-politik- ararnir hava so stóran áhuga í málinum, er, at tað var ein danskur ES- embætismaður, sum gjørdi uppskotið um at endurskoða fiskivinnu- politikkin, og at em- bætismaðurin herfyri varð koyrdur úr starvi sínum uttan nakra frá- greiðing. Danir vilja vera við, at maðurin varð koyrdur frá eftir trýsti úr Spania, sum ikki tekur undir við at endurskoða fiskivinnupolitikkin. Drápskvinna til listina Veronica Orderud, sum herfyri varð dømd drúgva fongsulsrevsing í tí sonevnda Orderud- málinum í Noregi, hevur fingið innbjóðing til at taka lut í einari lista- framsýning í býnum Posgrunn. Framsýning- in, sum verður í næsta mánað, ber heitið "Frælsi". Verjin hjá Ve- ronicu sigur, at hon er sinnað at taka lut í framsýningini. Hildið verður, at navn hennara fer at gera, at nógv fólk fara at hyggja at fram- sýningini. Smugla dýr Djóragarðurin í Bergen hevur fingið boð um at avlíva sjey dýr. Orsøkin er, at djóragarðurin hevur smuglað dýrini til Noregs. Á djóra- garðinum harmast tey um boðini frá mynd- ugleikunum, tí í tveim- um førum er talan um dýrasløg, sum eru í vanda fyri at doyggja út. Tí hevur djóragarð- urin spurt djóragarðar í øðrum londum, um teir vilja hava tey bæði dýrini. Indisku myndugleik- anrir siga seg vera til reiðar at bíða eftir Pakistan í tveir mánaðir KASHMIR-STRÍÐIÐ Árni Joensen Indiski forsætisráðharrin, Atal Behari Vajpayee, hitti í gjár sínar næstu trygdar- politisku ráðgevar, har teir viðgjørdu ta spentu støðuna á markinum í Kashmir. Aftan á fundin søgdu talsmenn hjá forsætisráð- harranum, at India er til reiðar at bíða eftir Pakistan í tveir mánaðir. Spurdir, hvat lá í hesum orðunum, svaraðu talsmenninir, at India ætlar sær ikki at taka nakað hernaðarligt stig fyribils, men at landið fer at bíða eftir, hvat pakistanar gera. Indiska blaðið Hindustan Times, sum vanliga ber orð fyri at hava gott samband við stjórnina í New Dehli, skrivaði í gjár, at tað av- gerandi er, hvørji stig Pakistan fer at taka teir báðar næstu mánaðarnar. Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, segði hósdagin, at hansara stjórn ætlarsær at virka fyri friði við India, og hann mælti til, at londini loysa ta íkomnu kreppuna á friðarligan hátt. Eygleiðarar meta, at tey bæði londini hava flutt umleið eina millión her- menn til markið í Kashmir. Í gjár skrivaðu forset- arnir í Russlandi og USA undir sáttmálan um at skerja talið á kjarnorkuløðingum munandi AVVÁPNAÐUR Árni Joensen Amerikanski forsetin, George W. Bush, og russ- iski starvsbróður hansara, Vladimir Putin, skrivaðu í gjár undir sáttmálan, sum skerjir talið á kjarnorku- løðingum hjá teimum báðum londunum munandi. Sáttmálin fær tó ikki gildi, fyrr enn russiska Dumain og amerikanska Kongressin hava staðfest hann. Eygleiðarar vænta ikki, at Bush fær trupul- leikar við at fáa sáttmálan staðfestan í Washington, tí demokratiska andstøðan tekur undir við honum. Eygleiðarar í Moskva vænta heldur ikki, at tað verður trupult hjá Putin at fáa undirtøku fyri sáttmál- anum, men hinvegin er eingin ivi um, at atfinn- ingarnar verða fleiri, tá sáttmálin skal viðgerast í Dumaini. Vesturlendskir diplomat- ar í Moskva siga, at nógvir leiðandi menn í russisku herleiðsluni eru alt annað enn fegnir um politikkin hjá Putin. Tað sama er galdandi fyri nógvar eldri embætismenn. Diplomatar- nir siga, at fleiri av hesum halda, at Putin hevur latið meiri, enn hann hevur fingið. Tað er heldur einki at ivast í, at Putin setur sína politisku lagnu í váða. Sjálvur vónar hann, at tað økta samstarvið við Vestur- heimin fer at økja sam- handilin millum Russland, Vesturevropa og USA, og at hetta kann koma tí russ- iska búskapinum til góðar og á tann háttsannføra russ- iska fólkið um, at politikk- ur hansara er tann rætti. Vesturlendsku diplomat- arnir halda ikki, at Putin nýtist at stúra. Teir vísa á, at bæði vesturevropearar og amerikanarar eru meiri enn hugaðir fyri at økja sam- starvið við russar, og at politikkurin hjá Putin skal eydnast. Bush í Russlandi India gevur Pakistan freist George W. Bush og Vladimir Putin skrivaðu í gjár undir ein sáttmála, sum skerjir talið av kjarnorkuløðingum hjá teimum báðum londunum munandi Mynd: Reuters C M Y K 13 12