leygardagur 25. mai 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • leygardagur • 25. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Vágbingar tykjast
munandi skerdir, tá
teir í dag, leygar-
dagin, fara at spæla
stevnudyst móti
Skála, sum hin-
vegin tykist full-
mannað undan
dystinum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð skal
Skála spæla stevnudyst í
bestu mansdeildini í
fótbólti, og sum vera
man, so er spenningurin
stórur í bygdini, sum
einamest er kend fyri
hondbóltsavrik síni, men
sum nú eisini ger seg
galdandi í fremstu fót-
bóltsrøðini.
Mugu ikki dragna
Og hóast teir tríggir
fyrstu dystirnir bert hava
kastað eitt stig av sær, so
er hugurin at spæla bólt í
bestu deildini framvegis
stórur á Skála.
- Sjálvandi skulu vit
helst fáa nøkur stig
nakað skjótt, men enn
hava vit so ikki havt
neyðuga hepnið, so vón-
andi verður tað hesaferð,
sigur Alexandur Johan-
sen, sum higartil hevur
verið fastur fúsur á lið-
num hjá Skála.
Og vónirnar til dystin
hesa ferð tykjast eisini
vera heilt góðar. Arnold
Berg
hevur
onkran
snudd í knænum, og
Jonhard Frederiksberg
hevur framvegis nakað
av
trupulleikum
við
rygginum, men vænt-
andi vera teir báðir klár-
ir, tá dysturin sum hin
einasti av teimum fimm
hetta umfarið verður
blástur í gongd leygar-
dagin.
Nógvir skaðar
Heilt so væl stendur ikki
til hjá VB, har tað av
álvara tykist at tynnast í
hópinum.
- Tá vit hóskvøldið
frættu úr Vági, tóktist
tað sera ivasamt við fleri
av teimum, sum vanliga
teljast millum teir fyrstu
ellivu.
Marek
Wierzbicki
hevur framvegis trupul-
leikar av at renna, og
enn røkist einki fyri, at
hann verður tøkur aftur.
Hartil verðu mett, at tað
er sera ivasamt, hvussu
verður við Eyðuni Ja-
cobsen, Jón Paula Olsen
og Predrag Zivkovic,
umframt at Mortan í
Hørg hevur leikbann
eftir reyða kortið, sum
hann fekk seinast, so tað
er skilligt, um vágbingar
ganga í djúpum tonkum,
nú seinastu fyrireiking-
arnar skulu fáast frá
hondini.
Skulu teir vera við í
oddinum, so sum teir
ætla, so eru treytirnar tó
greiðar. Tað eru neyvan
ráð at tveita trý stig
afturat burtur móti ein-
um uppflytara, men tær
treytirnar kenna vág-
bingarnir sjálvandi.
Fyri fyrstu ferð skal
Dánjal Andreasen
vera høvuðsumboðið
hjá FSF, tá aðalfund-
urin hjá altjóða fót-
bóltssamgonguni,
FIFA, verður hildin í
komandi viku. Stóra
hendingin á fund-
inum verður uttan
formansvalið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Við í flogfarinum hjá At-
lantsflog leygardagin verða
tríggir av føroysku fót-
bóltstoppunum.
Formaðurin,
Dánjal
Andreasen, aðalskrivarin,
Ísak Mikladal og formað-
urin í landsliðsnevndini,
Jens
Erik
Magnussen,
verða nevnliga føroysku
umboðini, tá aðalfundurin
hjá FIFA verður hildin í
Seoul týs- og mikudagin í
komandi viku.
Hjá nýggja formanninum
í FSF er talan sjálvandi um
eina spennandi uppgávu,
og tá vit hittu hann á máli
undan fráferðini var tað
heldur ikki frítt, at hann
gleddi seg til uppgávuna.
- Hetta er fyrstu ferð eg
fari á fund hjá FIFA, so tað
er sjálvandi nakað, sum eg
gleði meg til. Áður havi eg
verið við á fundum hjá
UEFA, og hesin verður
væntandi á sama hátt, men
tá talan er um FIFA, eru
luttararnir sjálvandi fleiri í
tali, so tað er avgjørt nakað,
sum eg gleði meg til, sigur
Dánjal Andreasen.
Formansvalið
Tað eru sjálvandi fleiri mál
á skránni til aðalfundin,
men tað, sum hevur fingið
so nógv tað dyggastu um-
røðuna í fjølmiðlunum, er
formansvalið, sum stendur
fyri framman.
Spenningurin var stórur,
tá
verandi
formaðurin,
Sepp Blatter, varð valdur
fyri tveimum árum síðani,
og beint sum tepri sigurin á
svianum, Lennart Johan-
sen, var veruleiki, fóru
ákærurnar um korruptión at
fúka.
Síðani hevur Blatter í
nógvar mátar verið í and-
gletti, og ikki minst tykist
hetta at vera galdandi, nú
ein av hægstu embætis-
monnum hansara alment
hevur boðað frá, at forsetin
hevur fingið FIFA í fíggjar-
ligt óføri.
Tað hevur tí vakt ans, at
føroyski fótbóltsbossurin
enn ikki hevur tikið støðu
til, hvussu føroyska atkvøð-
an fer at fella á fundinum,
men sjálvur hevur Dánjal
eina
rættiliga
einfalda
frágreiðing til hetta.
- Tað kemst fyrst og
fremst av, at vit ikki vilja
døma nakran upp á for-
hond. Rapportina, sum
fleiri miðlar sigast hava
fingið hendur á, hava vit so
ikki sæð enn, so vit fáa á
ongan hátt gjørt nakra ein-
vísa niðurstøðu í málinum,
og so vita vit heldur ikki so
nógv um, hvat mótvalevnið
hjá Blatter stendur fyri.
- Alt hetta eru lutir, sum
vit vilja hoyra framløgu av,
áðrenn vit taka nakra støðu
í formansvalinum, sigur
Dánjal.
Og at Føroyar helst ikki
eru einasta landið, sum
ivast, bendir alt eisini á.
Vanliga er annars soleiðis,
at øll lodnini í eitt nú UEFA
atkvøða fyri sama val-
evninum,
men
soleiðis
verður neyvan hesaferð.
Danmark hevur mest sum
boðað frá, at teir atkvøða
blankt. Týskland, Frakland
og Sveis fara ivaleyst at
atkvøða fyri Blatter, meðan
fleiri onnur lond ikki vilja
stuðla umstrídda forsetan-
um, so enn tykist alt vera
púrasta opið.
Undan sjálvum aðalfund-
inum hjá FIFA, sum altso
verður týsdagin, fara UEFA
londini at savnast mána-
dagin, og møguliga fæst ein
betri ábending um, hvussu
atkvøðurnar fella, eftir
henda fundin.
Skála-VB:
Stevnudystur
á Skála
FSF hevur ikki tikið støðu
Dánjal Andreasen sigur undan fráferðina, at FSF enn ikki hevur gjørt av, hvussu teirra atkvøða
skal fella á formansvalinum hjá FIFA
15
14
Nr. 97 - 25. mai 2002
Jens Marni Hansen
verður ein av teim-
um, sum fer at
bjóða seg fram í
nýggju Popstars
kappingini hjá TV2
TÓNLEIKUR
Pop.fo
Danska sjónvarpsrásin
TV2 fer nú undir upp-
tøkurnar
til
nýggja
Popstars-sendirøð,
og
hesaferð verður ein før-
oyingur í tí stóru rúgv-
uni av fólki, sum fara at
bjóða seg fram.
Tað er sangarin og
gittarspælarin
Jens
Marni
Hansen,
sum
millum annað er kendur
frá síni tíð í bólkinum
All That Rain.
Kollfirðingurin
fer
sunnukvøldið til Dan-
markar, og mánadagin
verður hann við til upp-
tøkuroyndina í Keyp-
mannahavn.
– Eg fari at royna
meg, men tað er ein hørð
kapping, tí tað verður
roknað við, at eini 2000
fólk bjóða seg fram, og
hesaferð er tað bara ein
sangari, sum skal brúk-
ast, sigur Jens Marni
Hansen.
Nýggj kapping
Nýggja Popstars sendi-
røðini verður eitt sindur
øðrvísi enn tann sein-
asta. Tá varð ein gentu-
bólkur settur saman,
men hesaferð skal ein
solistur finnast, og bæði
kvinnur og menn kunnu
bjóða seg fram.
Upptøkuroyndir verða
í Keypmannahavn og í
Århus, og hundraðtals
sangarar fara at streyma
til hesar royndir.
– Kjansurin fyri at
verða tann seinasti, sum
verður valdur burturúr,
er evarska lítil, men eg
vóni, at eg onkursvegna
kann gera vart við meg,
sigur
Jens
Marni
Hansen.
TV2 tekur upp
Danska
TV2
hevur
longu fingið eygað á
føroyska sangaran, tí
sjónvarpsstøðin fer at
fylgja honum til upp-
tøkuroyndirnar.
Júst sum seinast velja
framleiðararnir nøkur
áhugaverd fólk burturúr,
sum teir fylgja í royndini
at koma víðari, og Jens
Marni er ein av hesum.
Hetta er tó als eingin
trygd fyri, at Jens Marni
kann koma langt í
kappingini, tí ymiskt er,
hvussu tað gongur hjá
hesum fólkum.
– Eg skal gera upp-
tøkur, tá eg fari úr Før-
oyum sunnudagin, og
mánamorgunin skulu vit
taka upp í Kastrup.
Hetta verður vónandi
ein møguleiki hjá mær
at gera vart við meg,
hóast eg ikki komi long-
ur í kappingini, sigur
Jens Marni.
Dómararnir til upp-
tøkuroyndirnar eru Sim-
on Juncker, Tonia og
Søren Sko.
Tankar eru frammi
um eina stóra komm-
unusamanlegging,
sum fer at røkka frá
Hósvík til Gjáar.
Gjáar Kommuna
hevur boðað frá, at
hon er sinnað at fara
undir samráðingar
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Edvard Joensen
Ætlanir eru frammi um
eina stóra kommunusam-
anlegging í Norðurstreym-
oy og Norðureysturoy.
Kommunufelagsskapurin
í Sundalagfnum, sum um-
fatar tær seks kommunrnar
í Hósvík, Hvalvík, Saksun,
Haldarsvík,
Sunda-
og
Gjáar Kommunur viðgjørdi
á fundi herfyri møguleikan
fyri eini samanlegging.
Avgjørt varð á fundinum, at
hvør kommunan sær skuldi
gera av innanhýsis, um
farast skal undir fyrireik-
ingar til eina stórkommunu.
Hetta skuldi støða takast til
á regluligum bygdarráðs-
fundum í teimum einstøku
kommununum.
Sosialurin hevur frætt, at
Gjáar Kommuna á bygdar-
ráðsfundi hóskvøldið við-
gjørdi málið, og tekur undir
við ætlanini.
Sofus Johannesen, borg-
arstjóri við Gjógv, váttar
fyri Sosialinum, at Gjáar
Kommuna hevur boðað frá,
at hon vil vera við í ætl-
anini.
Tá greitt er, um hinar
kommunurnar hava somu
støðu, verða samráðing-
arfólk vald, og farið verður
undir realitetssamráðingar
um samanlegging, sigur
Sofus Johannesen.
Tríggjar aðrar kommunur
eru í Norðureysturoy, sum
tó ikki eru við í Komm-
unufelagsskapinum
í
Sundalagnum. Tær eru
Elduvíkar
Kommuna,
Funnings Kommuna og
Eiðis Kommuna.
Sofus Johannesen sigur,
at væntandi fara hesar
tríggjar kommunurnar eis-
ini at fáa tilboð um at koma
við í samstarvið.
Sosialurin skrivaði fyrr í
vikuni, at samband hevur
verið millum Hvalvíkar
Kommunu og Saksunar
Kommunu
um
saman-
legging. Men sum skilst,
verða
hesar
ætlanirnar
óneyðugar, um nýggja,
stóra samanleggingin gerst
veruleiki, tí bæði Saksun
og Hvalvík eru víð í teirri
ætlanini.
Tá Otmar Werner,
sáli, umsetti skald-
søgu eftir Jens Paula
Heinesen til týskt, var
tað einki minni enn
søguskriving. Tað er
nevniliga fyrstu ferð,
at føroyskur skald-
skapur er umsettur
beinleiðis úr føroysk-
um til týskt. Týskst-
føroyskt vinafelag
Tjaldur hevur nú
givið bókina út á
týskum
BÓKMENTIR
Dagfinn Olsen
Í hesum døgum vitja tey
bæði Norbert og Reinhild
Vogt í Føroyum. Tey um-
boða týskt-føroyska vina-
felagið Tjaldur. Felagið
hevur júst verið við til at
geva út bókina "Nú ert tú
mansbarn á foldum" eftir
Jens Paula Heinesen í
týskari týðing.
Reinhild hevur teknað
forsíðuna á bókini, sum á
týskum nevnist "Ein kind
hier auf erden".
Føroyavinur
Jens Pauli Heinesen sigur,
at Otmar Werner, sáli, var
føroyavinur,
sum
fáur.
Hann var professari í norð-
urlendskum
málum
og
dugdi væl føroyskt.
Vinalag var millum húsk-
ið Heinesen og Werner. Tey
vitjaðu hvør hjá øðrum.
- Tey vitjaðu her og vit
hjá teimum. Hann setti sær
fyri at týða fyrsta part av
søguni "Á ferð inn í eina
óendaliga søgu", ið er fyrsti
partur av sjey bókum. Hann
starvaðist við lærda há-
skúlan í Freiburg í Suður-
týsklandi. Hann lærdi seg
føroyskt. Eg vísti einaferð
á, at vit her hava lærdan há-
skúla við nøkrum næm-
ingum. Har hann starvaðist
gingu eini 30.000 lesandi,
sigur Jens Pauli Heinesen,
og leggur afturat, at tá
gjørdist hann bilsin.
- Otmar var ein av
fremstu
føroyavinunum.
Hann datt oman fyri nøkr-
um árum síðani. Har Suð-
uri í Týsklandi eru høg fjøll
og honum dámdi væl at
ganga úti í náttúruni, sigur
Jens Pauli Heinesen.
- Hann var sonevndur
perfektionistur, sigur Jens
Pauli, sum sostatt ikki ivast
í, at týðingin er góð, hóast
hann ikki sjálvur er so
stinnur í týskum.
Týddur til fleiri mál
Hóast føroyskar bøkur áður
eru týddar til týskt mál, so
er henda hending greið
ábending til søgubøkurnar.
Hetta er nevniliga fyrstu
ferð, at týtt er beinleiåis úr
føroyskum til týskt, tá um
føroyskan skaldskap ræður.
Áður eru føroyskir høv-
undar týddir til týskt, t.d.
Heðin Brú, men tá er týtt út
donskum.
Jens Pauli Heinesen er
eisini týddur til fleiri mál,
svenskt, norskt, danskt, ís-
lendskt og grønlendskt.
Men her hevur talan verið
um stuttsøgur.
Nú er ein skaldsøga eftir
Jens Paula Heinesen týdd
til annað mál, týskt, og tað
fegnast hann um.
Útgevari av "Nú ert tú
mansbarn á foldum" á
týskum " Ein kind hier auf
erden", er Ulrich Meysen-
buurg og týskt-føroyska
vinafelagið Tjaldur hevur
fingið útgávuna í lag.
Jens Marni
roynir seg í
Popstars
Stór kommunu-
samanlegging á veg
Gjár Kommuna hevur boðað frá, at hon er sinnað at fara í samráðingar um eina stóra
felagskommunu í Norðurstreymoy og Norðureysturoy
Føroyavinur umsetti Jens Paula til týskt
– Kjansurin fyri at verða
tann seinasti, sum verður
valdur burturúr, er evarska
lítil, men eg vóni, at eg
onkursvegna kann gera vart
við meg, sigur Jens Marni
Hansen
C
M
Y
K
14