Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 25. mai 2002 17 Fyrrverandi NSÍ venj- arin heldur seg hava uppskriftina uppá, hvussu hansara lið kann vinna. Christian Høgni Jacobsen er tøkur hjá NSÍ, men teir kvíga fyri, at onkrir aðrir lykla- spælarar ikki vera við UPPTAKT Jóannes Hansen yri fyrstu ferð í týdningar- miklum dysti skal Trygvi Mortensen stríðast fyri at fella NSÍ. Trygvi spældi øll síni fótbóltsár í barndóms- felagnum, og hann hevur í tveimum umførum havt venjaraábyrgdina av NSÍ. Nú er hann oddamaður hjá EB/Streymi, sum í morgin á Mølini skal stríð- ast fyri at fáa stig og helst at vinna ímóti NSÍ. EB/Streym- ur vann fimm dystir í fjør. Ein av teimum var ímóti NSÍ við Trygva Mortensen við róðrið. Úrslitið var 1–0. – Vit halda okkum hava eina spæliætlan, sum er góð ímóti júst NSÍ. Tú fært meg ikki til at siga, hvat vit hugsa um, men sjálvandi fara vit eftir øllum stig- unum, sigur EB/Streyma venjarin, sum ikki heldur seg kenna nakrar serligar kenslur, nú hann skal spæla ímóti sínum felag. – Soleiðis er tað ikki í fótbólti. Eg hugsi um liðið, sum eg havi ábyrgdina av og ikki annað enn tað. Í EB/Streymi eru allir teir somu spælararnir tøkir, sum taptu 2–1 á Toftum. Tá hevði EB/Streymur ikki so lítið spæl. – Trupulleikin hjá okkum hevur í ár verið, og hann var eisini ímóti B68, at vit spæla okkum til ov fáar upplagdar møguleikar. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit fáa nyttu burturúr møgu- leikunum. Sorin Anghel fekk ein fínan møguleika beinanvegin á Toftum, men hann misnýtti. Um hann hevði fingið mál, høvdu fyritreytirnar verið heilt øðrvísi enn tær nú vóru, heldur Trygvi Mortensen. Christian Høgni verður við Christian Høgni Jacobsen var ikki við, tá NSÍ var í Vági. Tað komst av, at tey á skrivstovuni hjá DBU ikki vildu avgreiða spæliloyvið fríggjadagin. Tey ganga høgt uppí, at spæliloyvið skal vera eina nátt á skriv- stovuni. Esbjerg sendi ikki leysgevingina til DBU fyrr- enn fríggjamorgunin, og so var einki at gera við tað. Fyrrapartin týsdagin vóru viðurskiftini komin í rætt- lag, og Christian Høgni verður við á Mølini. Hjá NSÍ er Pól Thor- steinsson tøkur aftur. Hann var leikbannaður, tá NSÍ 2. hvítusunnudag var í Vági. Ta ferðina noyddist Helgi L. Petersen at taka seg av vøllinum, tá bara eitt stórt korter var farið. Hann hevði fingið eitt hald í ryggin. Helgi hevur ikki vant í vikuni, og hann verður neyvan við í morgin. Sjúrð- ur Jacobsen hevur heldur ikki vant. Hann hevur verið plágaður av skaða í lær- krikanum. Klaksvíkingar vilja fegnir vinna, men teir ásanna, at tað verður torført á Toftum, tí B68 hevur havt stóra úrtøku, sjálvt um avrikini ikki enn hava verið sannførandi UPPTAKT Jóannes Hansen Síðsta sunnudag glapp tað hjá KÍ. Í morgin verður tað greiðari, um stórsigurin ímóti tvørámonnum fyrst og fremst komst av, at TB ikki er serliga væl fyri, ella um tað var KÍ, sum er kom- ið fyri seg, eftir at tvey tey fyrstu umførini hjá teimum vóru sera trilvandi. Í Klaksvík halda tey, at um KÍ einki fær burturúr á Svangaskarði, so eru teir ikki komnir so nógv longri, enn teir vóru undan sigri- num á TB. So verður tað framvegis tøving í botni- num heldur enn, at kósin verður sett ímóti pláss- unum, sum tað er hugaligt at stríðast um. Hjá KÍ er tað betri statt manningarliga, enn tað hevur verið higartil í ár. Allir spælararnir hava vant í hesi vikuni. Tað verður roknað við, at Jan Andrea- sen og Ove Nysted, sum hava verið skaddir, vera í hópinum. Allan Joensen hevur vant í vikuni, men tað hevur bara verið við hálvari ferð. Hann er fram- vegis plágaður av vødda- skaðanum, sum hevði við sær, at hann noyddist at fara út ímóti TB. Og so er tað komið afturat, at hann hev- ur brotið ein fingur, so arm- urin er lagdur í gips. Tí er hann ivasamur í morgin. B68 hevur framvegis ikki tapt í landskappingini. Tað fegnast teir um á Toftum, men teir ásanna samstund- is, at burtursæð frá á Sev- mýri, har teir vunnu 4–1, hevur spælið higartil ikki verið, sum tað kann roknast við av einum toppliði. Fróði Benjaminsen er tøkur aftur, eftir at hann var leik- bannaður seinast. Spurn- ingurin er, um Fríðin Ziska- son verður við frá fyrsta bríksli ímóti gomlu lið- feløgunum. Eftir dystin ímóti EB/Streymi eigur tað ikki at vera óhugsandi, at Fróði Benjaminsen og Fríð- in Ziskason fara at spæla á sentrala miðvøllinum. KÍ er framvegis omaná B68 og KÍ hava dystast í 1. deild á hvørjum ári síðani 1981. Av teimum 42 lands- kappingardystunum hevur KÍ vunnið seytjan, B68 hevur vunnið tíggju, og fimtan ferðir hevur tað ver- ið javnleikur. Málmunurin er 76–60 til fyrimunar fyri klaksvíkingar. Á Toftum hevur B68 vunnið átta ferðir, KÍ hevur vunnið sjey ferðir, og seks ferðir hevur tað verið javnt. Har er málmunurin 32–30 B68 til fyrimunar. Í fjør vann B68 4–0 á heimavølli ímóti KÍ, og í fyrraárið vunnu teir 6–1. Tað var størsti sigurin nakrantíð hjá B68 ímóti KÍ. Størsti sigur- in hjá klaksvíkingum ímóti B68 á Svangaskarði var í 1998, tá teir vunnu 5–1 Størsti sigurin yvirhøvur hjá KÍ ímóti B68 var í Klaksvík í 1999. Tað árið vann KÍ FM, m. a. tí teir vunnu 5–0 á heimavølli ímóti B68. KÍ og B68 vóru í bólki saman í steypakapp- ingini. KÍ vann 4–1 í Klaksvík, og B68 vann 4–1 á Toftum. B68-KÍ: KÍ aftur til próvtøku Í steypakappingini vunnu toftamenn og klaksvíkingar eina ferð í part á hvørjum øðrum, so tað er torført at gera nakað av liðunum til favoritt sunnudagin EB/Streymur-NSÍ: Trygvi ímóti sínum egnu Soleiðis hevur gingist Talvan niðanfyri sýnir, hvussu mótstøðuliðini um vikuskiftið hava staðið seg, tá tey áður hava hitst í bestu mansdeildini Sjúrður Jacobsen hevur ikki vant í vikuni, og tað verð- ur mett at vera iva- samt, tá runavík- ingar sunnudagin skulu dystast móti fyrrverandi venjaranum 17 16 Nr. 97 - 25. mai 2002 Bæði TB og B36 hava tørv á stigum og - ikki minni – á uppreisn, tá tey sunnudagin tørna saman á Sevmýru UPPTAKT Jákup Mørk Tað var vorið sum smeitur, sum tvøramenn fingu, tá teir seinasta mánadag vóru í Klaksvík. Eitt stórtap upp á 7-0 varð úrslitið ta ferð- ina, og hóast tað altíð er trupult at spæla ímóti mest vinnandi liðnum í bestu fótbóltsdeildini, so høvdu uppflytararnir helst vónir um eitt betri úrslit enn hetta á teirri ferðini. Skulu reisast Tað eru tó ikki stundir at dvølja við slíkar hendingar, um tú skalt gera teg gald- andi í bestu deildini. Nýggj og stór avbjóðing stendur longu nú fyri framman, tá B36 kemur á vitjan, og helst er farna vikan eina- mest nýtt til at fáa dystin í Klaksvík úr høvdunum á leikarunum, soleiðis at øll orka kann leggjast í hesa- ferð. Og vónirnar um eitt hampuligt úrslit munnu heldur ikki vera heilt ongar á Tvøroyri. Undir øllum umstøðum hevur tað aloftast verið so, at TB er munandi treiskari heima á Sevmýru, har teir í trúføstu áskðarafjøldini hava ein heima- stuðul, sum fáum er unt. Sum skilst er heldur ikki talan um fráveru av nøkrum slag undan dystinum. Tá vit fregn- aðust hós- kvøldið vóru allir mans tøkir, og so er tað upp til Zoran Mancic at gera av, hvørt kortini skulu blandast øðrvísi hesaferð, ella um teir somu ellivu sum seinast nú skulu hava møguleikan at reisa seg. Fleiri skaðar Í B36 var lagið ringt, sum vera man, eftir at teir vóru við undirlutan í grannauppgerð- ini móti HB. Hetta ger sjálv- andi, at tørv- urin á stigum hesa ferð er enn størri, og teir ætla sær undir ongum umstøðum at missa fleiri stig móti upp- flytarunum, eft- ir at teir í øðr- um umfarin- um spældu javnt á Skála. Tað hevur tó verið stórt mannfall í árstalsfelagnum seinastu tíðina, og við evstamark okkara var fram- vegis ivasamt, hvørjar leik- arar Piotr Krakowski kundi hava við sær til Suðuroyar. Fótskaðin hjá Klæminti Matras versnaði, tá hann treiskaðist og kortini spældi við móti HB. Í tí dystinum noyddist Niels Joensen eis- ini av vøllinum við skaða, umframt at rumenski Din Sandu enn ikki til reiðar at spæla, eftir at hann í longri tíð hevur drigist við vødda- skaða. Hóast teir soleiðis eru nakað skerdir, so ugga teir í B36 seg við, at um sama mundi í fjør var støðan á leið hin sama. - Eftir trý umfør høvdu vit fýra stig, meðan odda- liðið hevði fult stigatal, so støðan er júst hin sama, sum hon var í fjør, sigur lið- skiparin á liðnum, John Petersen. - Tað er tó ikki so, at vit longu nú hugsa um nakað FM-heiti, men tað kunnu vit so í øllum førum nýta, til at siga okkum sjálvum, at enn er nógv eftir at spæla um, og vit fara so í øllum førum eftir stigunum, sigur hann at enda. Í B36 hava teir fleiri skaðar at dragast við, men liðskip- arin uggar seg við, at støðan um sama mundi í fjør var júst hin sama TB-B36: Tíð at ressast Komandi dystir 1. deild menn 25.05 Skála-VB Oddmar Andreasen 26.05 EB/S-NSÍ Jens Petur Brattalíð 26.05 TB-B36 Páll Augustinussen 26.05 B68-KÍ Niklas á Líðarenda 26.05 HB-GÍ Birgir Sondum 2. deild menn 25.05 B71-FSV Tummas Pauli Olsen 25.05 B36-KÍ Jonhard Hansen 25.05 Sumba-ÍF Eiler Rasmussen 25.05 LÍF-VB Rúni Gaardbo 25.05 NSÍ-HB Jón Kári Frederiksen 3. deild menn 26.05 AB-FSV Ransin N. Djurhuus 26.05 YB-B36 Eyðun Kjærbo 26.05 B68-B71 Edvard Højgaard 26.05 HB-GÍ Jóhann Krogh 26.05 Royn-ÍF Poul Erik Jacobsen 1. deild kvinnur 26.05 KÍ-B36 Jógvan A. Jacobsen 26.05 HB-B68 Georg Rasmussen Hvørki stórskjúttin hjá HB ella verjuálitið hjá GÍ vera við, tá HB sunnudagin fer at dyrgja eftir fjórða sigrinum á rað UPPTAKT Jákup Mørk Tað var júst í heimadyst- inum móti GÍ, at skrædlið hjá HB byrjaði í fjør. Fram til tá hevði liðið spælt nakað, sum líktist meistara- spælið, teir høvdu seks stig fyri tveir dystir og alt tókt- ist ganga sum eftir ánni. Ta ferðina vann GÍ tó dystin, og meðan gøtumenn síðani hildu áfram at vinna næstu sjey dystirnar á rað, steðgaði alt fullkomuliga upp hjá HB. Tveir á toppinum Tað tykist tó ikki, sum um tey í HB óttast eina endur- tøku, hóast minnini frá í fjør sjálvandi enn eru hampuliga fesk. - Tað er ikki heilt frítt, at vit hava ring minni frá júst tí dystinum, men tað er kortini ikki nakað, sum vit hugsa stórvegis um, sigur Rúni Nolsøe, sum aftur í ár er liðskipari hjá HB. - Móti GÍ vita vit tó altið, at talan er um truplan dyst. Teir geva seg altíð fult út, so hóast vit ikki óttast teir, so hava vit sjálvandi virð- ing fyri mótstøðuni, men vónirnar hjá okkum til dystin verða ikki minni av teirri orsøk. Skalt tú vera í oddinum, so skulu heima- dystirnir kasta trý stig av sær, og so er tað líka mikið, hvør mótstøðan er. So ein- falt er tað, heldur liðskip- arin. Annars sigur Rúni, at tað enn ikki er heilt vist, hvørj- ir leikarar verða tøkir til dystin sunnudagin. Uni Arge hevur framvegis nak- að av pínu í rygginum, og hann hevur ikki vant hesa vikuna, so tað líkist aftur hesa ferð einum tvey- manna álopi, sum tó fram- vegis er eitt hitt vandamesta í landinum. Eisini Hans á Lað, sum í ár hevur spælt vinstri bakk- ur, tykist ivasamur. Hann fekk onkran snudd undir venjingini týsdagin og hevur ikki vant síðani. Ein upplagdur avloysari kundi verið Janus M. Joensen, sum hevur verið skaddur í fyrireikingunum til árið, men sum nú er um at koma fyri seg aftur. Bert Bartal restar Einasta fráveran, sum tyk- ist raka GÍ sunnudagin, er Bartal Eliasen, sum fekk triðja gula kortið í eins nógvum dystum seinast. Í hansara stað verður eftir øllum at døma Pól Enni- garð, sum júst er komin aftur úr Danmark. Hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar seinast, men fær nú væntandi kjansin saman við Leivi Hansen í miðverjuni. Annars tykist tað, sum um allir spælarar eru tøkir. Onkrir teirra hava drigist við skaðar, men liðskiparin, Magni Jarnskor, heldur tó, at tað nú gongur rætta veg- in. - Tað gongur í øllum førum tann vegin, at allir eru um at koma heilt fyri seg. Eisini Súni Olsen, sum noyddist út við skaða móti Skála. Talan var helst bara um eitt trælær, og hann hevur so verið og runnið, so vit rokna við, at allir eru klárir at tørna út. Og tá tosið fellur inn á vónirnar til dystin, letur Magni sum vant væl at. - Vit fara so altíð eftir sigrinum. Higartil hevur tað tó koyrt sera væl hjá HB, samstundis sum vit hava verið heldur tungir. Men vit mugu so onkurs- vegna royna at steðga teimum. Størsti trupul- leikin hjá okkum hevur kanska verið, at vit koma ov seint í gongd, tá dysturin byrjar, og tað er so nakað, sum vit ikki hava ráð til í longdini, so tað skal helst broytast hesaferð, sigur Magni Jarnskor at enda. HB-GÍ: HB vil halda kósini Súni Olsen noyddist skaddur av vøllinum, tá GÍ spældi móti Skála, men tað verður roknað fyri víst, at hann verður við aftur, tá GÍ sunnudagin vitjar hjá HB Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 16