leygardagur 25. mai 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 97 - 25. mai 2002
Nr. 97 - 25. mai 2002
19
Brandur Enni hevur
seinasta vikuskiftið
havt konsertir á
Kambsdali og í
Suðuroy. Í
gjárkvøldið skuldi
vera konsert í
Badmintonhøllini í
Havn, og allar hesar
konsertir eru so væl
umtóktar, at eyka-
konsert verður á
skránni sunnudagin
TÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Hann
er
smæðin,
tað
hoyrist týðiliga í telefonini
fríggjamorgunin, tá Sosial-
urin fekk eitt morgunprát
við
unga
stjørnuskotið
Brand Enni.
Hann hevur havt nakrar
konsertir á Kambsdali og í
Suðuroy, og í gjárkvøldið
skuldi konsert vera í Bad-
mintonhøllini
í
Havn.
Henda konsert er útseld, og
tí er skipað fyri eykakon-
sert sunnudagin klokkan
17.00.
Vit spurdu Brand, hvussu
tað kennist, at vera eitt
tannáringa-popp-idol fyri
øllum teimum ungu gent-
unum í Føroyum. Brandur
svarar:
– Eg haldi ikki, at eg eri
eitt poppidol fyri allar,
kanska bara fyri nakrar.
Brandur leggur afturat, at
hann er glaður fyri at fólk
taka so væl ímóti sær og
tónleikinum. Tað kemur
eisini fyri, at fólk steðga
honum á gøtuni fyri at tosa
við hann, men sigur hann,
at tað er ikki so nógv av tí.
Til Íslands
Tann 14. juni fer Brandur
til Íslands, har hann skal
spæla á Tjóðardegnum tann
17. juni. Tann konsertin
verður mitt í Reykjavík og
væntað verður, at millum
30 og 40.000 fólk koma at
hoyra Brand tá. So hetta
skuldi verið einupplagdur
møguleiki at fáa tónleikin
hjá Brandi uttanlands.
Frá Steintór Rasmussen
frætta vit, at konsertirnar,
sum higartil hava verið,
hava gingið væl, og kon-
sertin, sum verður sunnu-
dagin, er so tann síðsta
finalan, sum verður áðrenn
Brandur fer til Íslands, og
lovar hann eina spennandi
framførslu.
Búmerkjakappingin,
sum Listafólkasam-
band Føroya, LISA,
skrivaði út fyri
nøkrum mánaðum
síðani er komin at
enda, og nú er ein
vinnari kosin. Vinn-
arin vann tí búmerkið
er vakurt og lættlisið,
fangar eygað og lyftir
uppskotið á eitt
listarligt støði, verður
sagt frá LISA
BÚMERKI
Ingrid Bjarnastein
Ingi Joensen kann nú stolt-
ur siga, at hann er skaparin
aftanfyri snotuliga búmerk-
ið, ið LISA nú fer at prenta
á brævpappír, brævbjálvar
og annað.
Tann annan apríl hevði
Listafólkasamband Føroya
sett freistina til at vera við í
búmerkjakappingini,
og
komu 43 uppskot inn. Hetta
var eisini gjørt í samband
við 20 ára dagin hjá felag-
num.
Í nevndini, sum hevur
valt búmerkið út sótu
Oddfríður M. Rasmussen,
Jenny Petersen og Jens
Fredriksen frá LISA, og
harafturat trý utanveltað,
sum vóru Gunnar Hoydal,
Maifinn Norðoy og Jan
Andersen.
– Vit hugdu øll uppskot-
ini í gjøgnum og síðani
valdu vit eini 7-8 burturúr,
sigur Oddfríður M. Ras-
mussen, sum umframt at
hava verið við til at velja
búmerkið, er formaður í
LISA.
Limur í LISA
Ingi Joensen, sum sjálvur
er virkin og limur í LISA,
átti vinnandi uppskotið.
Búmerkið er blátt og hevur
gular stavir. Annar bókstav-
urin "I" er ein moyggj, sum
er verk hjá Williami Heine-
sen.
– Sjálvur haldi eg, at
hugskotið var upplagt, sig-
ur Ingi Joensen. – William
Heinesen var uppi í næstan
øllum listarligum arbeiði,
og tí valdi eg at finna fram
til okkurt konufólk av
Williami, sum ein so eisini
kundi knýta til konufólka-
navnið LISA.
Ingi veit ikki rættiliga,
hvussu langa tíð hann
hevur brúkt uppá, at gera
búmerkið, men hann sigur,
at nógv tíð, millum annað
er farin við at finna fram til
konufólk, sum hann kundi
brúka. Men hugskotið kom
beinanvegin, og síðani var
bara eftir at spæla sær við
tankanum.
Virðislønin frá LISA var
ein kekkur uppá 15.000
krónur.
AÐALFUNDUR
Tórshavnar
Bátafelag
hevði sín árliga aðalfund
tann
22.
apríl.
Øll
nevndin varð afturvald,
og á nevndar fundi tann
5. maj skipaði nevndin
seg á sama hátt sum
frammanundan og sær
soleiðis út:
Kartni Olsen, formaður
Øssur Hjalt,
næstformaður
Alvi Nielsen,
kassameistari
Páll Klein, skrivari
Erhard Mortensen,
nevnarlimur
Eykalimir
eru
Petur
Jensen og Jegvan Bæk.
Bátafelagið er eitt virkið
felag, og limatalið, sum
táttar í tey 600 er støð-
ugt vaksandi. Felagið
arbeiðir við at betra um-
støðurnar
hjá
øllum
bátaeigarum í kommun-
uni, og skipar fyri yms-
um hugnaligum tiltøk-
um fyri limirnar, ser-
stakliga siglingartúrum
kring oyggjarnar. Hesir
túrar hava verið so væl
umtóktir, at nú verður
felagið boðið at koma at
vitja á ymsum plássum.
Til dømis fer felagið til
Hvalbiar tann 8. juni.
Ætlanin er at gera fleiri
túrar í summar, og teir
verða lýstir í hølum
felagsins.
Ein
afturvendandi
táttur er árligi Bryggju-
dansurin. Hann verður
næsta vikuskifti, tann 1.
juni í Vágsbotni. Tá
verður sera góður dans-
ur, bæði føroyskur og
enskur. Jentoft og vin-
menn spæla, og Dansi-
felag Kaggans skipar
fyri føroyska dansinum.
Kaffi, sodavatn og okk-
urt ábit fæst til keyps.
Umleið
1000
fólk
hugnaðu og stuttleikaðu
sær í bryggjudansinum í
fjør.
Tórshavnar Bátafelag:
Nevndin afturvald
LISA fingið búmerki:
Moyggin hjá Williami Heinesen uppí part
Stjørnuskotið Brandur Enni:
Glaður fyri at vera væl móttikin
Ingi Joensen vann búmerkjakappingina hjá LISA, og fekk ein kekk uppá 15.000 krónur
Mynd: Finnur Justinussen
VAKTARSKIP
Ingrid Bjarnastein
Íslendska vaktarskipið Æg-
ir kom inn á Havnina
fríggjamorgunin. Vit frætta
av havnarskrivastovuni, at
teir eru komnir inn at
bunkra.
– Hesa tíðina av árinum
hava teir vaktarøkið nær tí
føroyska markinum, og teir
fáa eisini bíligari olju her
enn í Íslandi. Tí loysir tað
seg betri hjá teimum at
koma higar enn at fara til
Íslands, sigur Johan Christ-
iansen, havnarfúti.
– Soleiðis fáa teir eisini
eina lítla útferð burturúr, og
kunnu hitta starvsfelagar
sínar á vaktartænastuni í
Føroyum um teir hava hug
til tess.
Brandur Enni, nýggja stjørnuskotið í føroyska tónleika-
heiminum, noyðist at halda eykakonsert sunnudagin. Eisini
skal hann til Íslands, har eini 40.000 fólk fara at hoyra hann
syngja
Ægir inn at bunkra
Íslendska vaktarskipið Ægir kom fríggjamorgunin inn á
Havnina at bunkra og keypa olju.
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
19
18