Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 97 - 25. mai 2002 Fríggjamorgunin vórðu tvey vitni avhoyrd í Føroya Rætti. Báðir menn- inir, sum longu eru dømdir, stuðlaðu illgrunan hjá ákæru- valdinum um, at tann ákærdi hevur skipað fyri einum stórum parti av hassjsøluni í Føroyum NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorini Ákæruvaldið hevur síðani málið gjørdist alment kent tann 17. januar í ár hildið uppá, at tann 36 ára gamli danin er tann stóri bak- maðurin, ið hevur skipað fyri einum stórum parti av hassjsøluni í Føroyum. Frágreiðingarnar hjá teimum báðum vitnunum, sum vóru í rættinum fríggjamorgunin, góvu greiðar ábendingar um, at tann ákærdi hevur verið bakmaður, og at hann hevur staðið fyri skipaðari hassj- sølu. Hetta noktar tann ákærdi sjálvur tó fyri. Bakmaður Tað fyrsta vitnið var ein maður, sum í mars mánaði í ár fekk tveir mánaða fongslulsrevsing fyri at hava selt eitt kilo av hassji. Tá hansara mál var fyri í rættinum, greiddi hann frá, at tann ákærdi stóð fyri allari sølu av hassji í Før- oyum. Fríggjamorgunin segði hann tó, at tann ákærdi stóð fyri einum stórum parti av hassjsøluni. Hann greiddi frá, at hvussu hann hevði selt hassj fyri ákærda. Hann fekk í tí sambandi eina far- telefon, so hann kundi hava samband við kundarnar hjá sær. Fartelefonina skuldi hann lata innaftur seinni. Hann játtaði, at hann hevði keypt tilsamans 500 gramm av hassji, og at tey 250 grammini keypti hann frá ákærda. Vitnið greiddi frá, at tað hevði keypt hassj frá honum í eini fimm ár, men at hann eisini keypti frá øðrum navngivnum per- sónum. Vitnið segði, at hann roykti nakað av hassjinum sjálvur, og tí skyldar hann enn tí ákærda einar 5.000 krónur. Vitnið sigur, at tann ákærdi var tolin viðvíkjandi skuldini, men at hann hevði nevnt, at hann kundi finna uppá at seta eld á húsini hjá mammuni ella at knúsa bil hennara. Hetta tók hann ikki í álvara, men hann var bang- in fyri at fáa bank, tá hann var í býnum. Minkandi nøgdir Tað næsta vitnið fekk í februar fongsulsrevsing í eitt ár og tríggjar mánaðir fyri at hava selt átta kilo av hassji, sum hann hevði fingið frá tí ákærda. Hann játtaði seg sekan í hesum. Í rættinum fríggjamorg- unin vildi hann tó ikki standa við hesi orðini. Nú vildi hann bara kennast við 5-6 kilo av hassji, sum alt varð keypt frá tí ákærda. Hetta vitnið segði, at hann hevði verið undir trýsti frá løgregluni, sum eisini hevði lovað honum linari revsing, um hann segði sannleikan. Tað fekk hann tó ikki, tá samanum- kom. Vitnið hevur áður greitt løgregluni frá, at hann smuglaði ein stóran part sjálvur. Henda søgan var tó lygn, tí hann fekk alt frá tí ákærda, greiddi hann frá. Vitnið segði, at hann bara fekk hassj frá tí ákærda og ikki frá nøkrum øðrum. Málið helt fram fríggja- dagin seinnapart, tá trý vitni skuldu avhoyrast. Tann ákærdi greiddi rættinum frá hósdag- in, at hann ikki hevur forvunnið pening uppá hørð rúsevni sum kokain og am- fetamin, men hann váttaði, at hann hevur forvunnið 100.000 krónur uppá at selja 2 kilo av hassji í Føroy- um NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorini Tvey vitni vórðu avhoyrd í Føroya Rætti hósdagin, tá rættarmálið í rúsevnismál- inum helt fram. Annað vitni var ein fyrrverandi flog- tænari, sum greiddi frá, at hann í tveimum førum hevði smuglað eitt kilo av hassji fyri ákærda umframt 54 gramm av kokaini. Hetta vitnið hevur longu fingið eitt ára fongsuls- revsing fyri hetta. Tann ákærdi hevur játtað hetta lógarbrotið, men hann hevur greitt frá, at tað var flogtænarin, sum skeyt upp at smugla á henda hátt. Vitni greiddi hinvegin frá, at tað var ákærdi, sum bað hann um at smugla. Hetta fyrsta vitnið var ikki serliga nágreiniligur í síni vitnifrágreiðing, og í fleiri førum segði hann seg ikki minnast, hvussu leikur fór fram. Hann greiddi frá, at hann fekk 5.000 krónur fyri tann fyrsta pakkan við hassji, og at hann fekk 10.000 krónur fyri tann næsta. Fyri smugl- ingina av kokaini fekk hann umleið ein triðing av nøgd- ini av kokaini til egið brúk. Tann ákærdi hevur hin- vegin greitt frá, at flog- tænari fekk 20.000 krónur fyri smuglingina. Her vóru frágreiðingarnar ymiskar. Tann 36 ára gamli danin vil vera við, at hann ongan pening hevur forvunnið við at selja hørð rúsevni sum kokain og amfetamin. Hann váttaði, at hann hevði forvunnið einar 100.000 krónur fyri søluna av tveimum kilo av hassji, men at hann hevði mist pening uppá hørð rúsevni, tí tað hevði hann nýtt sjálvur. Ákærdi greiddi annars frá, at tað gekst sera illa at sleppa av við hassjið, sum flogtænarin hevði smuglað fyri hann. Fíggjarligu viðurskiftini Tann ákærdi var hósdagin tráðspurdur um síni fíggj- arligu viðurskifti. Hann hevur eina MVG-skrásetta fyritøku, sum hann er einsamallur um. Henda fyritøkan hevur staðið fyri útgávu at trimum bókum, blaðnum Ítróttur og Frítíð og hon hevur eisini skipað fyri konsertum. Tann ákærdi hevur tó enn ikki latið roknskapin fyri 1999 inn, tí lítið skil er í pappírunum. Tann ákærdi greiddi frá, at hann var í peningaligum trupulleikum, og at hann skyldaði nógvan pening. Leysliga mett einar 250.000 krónur til ymiskar fyritøkur og feløg í Føroy- um. Ákæruvaldið spældi síð- ani nakrar avlurtingar frá heiminum hjá tí ákærda, har hann tosaði um, at hann kundi forvinna 50.000 krónur um mánaðin við at selja rúsevni. Til hetta svaraði ákærdi, at tað bara var reyp og skrøgg, sum hann onkuntíð fortaldi fólki, og tey vóru altíð ovfarin av hesum. Hann hevði als ikki for- vunnið so nógvan pening fyri rúsevnini, tí so hevði hann ikki verið í so stórum fíggjarligum trupulleikum. Tað næsta vitnið í stóra rúsevnismál- inum vildi ikki standa við alt tað, sum stóð í politi- rapportini, sum hann annars hevði skrivað undir uppá NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorin Tað næsta vitni, sum ákæruvaldið hevði kallað inn hósdagin, vildi ikki standa við orðini í eini politirapport, sum hann sjálvur hevði skrivað undir. Hesin maðurin er ikki ákærdur í sambandi við narkomálið. Hann varð innkallaður í sambandi við eina av ákærunum, ið snúði seg um smugling av hassji, sum var goymt í nøkrum teldubløðum. Hesi bløð- ini vóru vakumpakkað, og hassjið var goymt í útholaðu bløðunum. Tann ákærdi er ákærdur fyri at hava staðið fyri hesi smuglingini. Talan er um 370 gramm av hassji í fleiri pakkum. Vitnið váttaði, at hann hevði latið 2.000 krónur til smuglingina, og at hann fekk burturav, so hvørt pakkarnir komu til Føroyar. Hassjið kostaði bara 60 krónur fyri grammið, greiddi vitnið frá. Hann vildi tó ikki seta tann ákærda í samband við hesa smuglingina, hóast hann í politi- rapportum, er siteraður fyri at siga, at ein av vinmonnum hansara, sum eisini er skuldsettur, lat tí ákærda pening fyri hesar pakkarnar. Hesi orðini vildi hann tó ikki standa við, og hann segði, at løgreglan hevði lagt honum orð í munnin, og at hann hevði verið undir trýsti frá løgregluni. Harumframt setti løgreglan honum leiðandi spurningar sam- bært vitninum. Ymiskar frágreiðingar Vitni: Løgreglan legði orð í munnin Tvey vitni stuðlaðu ákæruvaldinum Tvey vitni greiddu í rættinum frá, hvussu tey hava selt hassj fyri tann ákærda Mynd: Jonhard Hammer Nr. 97 • leygardagur • 25. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Kaninungi í Eysturoy fór ein biltúr í Norðoyggjar Ein kaninungi hjá smágentu á Glyvrum fór ein dagin ein túr Lesið síðu 3 BÝARGARTNARI Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Síðani hann var 14 ára gamal, er hvør frítíðarløta nýtt uttandura millum blómur og annan vøkstur saman við abbanum, Hans Jákup hjá Dáva, sum í mong ár var býargartnari í Klaksvík. Og danska orðatakið, ”Æblet falder ikki langt fra stammen”, er sum smíðað júst til teir báðar. Tí í dag røkir Hans Hjalti Skaale starvið, sum abbi hansara í so mong ár hevði um hendur. Umframt at fríðka um býin, so er Hans Hjalti eisini kendur víða um sum vísusangari og óføra góður skemtari. Men fremst í huganum liggur arbeiði uttandura. Hvønn morgun klokkan 08.00 møtir hann til arbeiðis saman við hinum fýra, sum arbeiða saman við honum. Tilhaldsstaðið liggur undir skýlinum hjá K.Í, men tær løturnar, ið verða nýttar inni har, munnu vera fáar í tali. Allan dagin eru tey stødd ymsastaðni í býnum, har tey fríðka um og gera býin grønari. Nú blómar Hetta er júst tíðin, har gróðurin frá seinasta summari sæst aftur. Spakuliga stinga blómur av ymsum slagi høvdið upp úr moldini, líkasum fyri at vita, um hetta nú er tann rætta tíðin hjá teimum at koma úr dvalanum. Og ongantíð hevur býargartn- arin so nógv at gera sum nú. Norðoyastevnan nærkast, og tá skuldi býurin helst verið noss- ligur og vakur at vitja. Á arbeiðslistanum hjá Hans Hjalta hevur hann skrivað sær upp, at øll tey almennu bedini í Klaksvík skulu gjøgnumgangast, lúkast og saksast, allar grasplen- urnar skulu sláast og harafturat eru nógvir garðar, ið skulu mál- ast. Men fyrst og fremst skal alt verða reint og nossligt til stevnu- dagarnar. Veðrið nógv at siga Sum vera man hevur veðrið nógv at siga, tá tosað verður um gróður av ymsum slag. Og hóast veðrið ta seinastu tíðina hevur skikkað sær væl, so legðist kavin tann eina dagin í farnu vikuni yvir Klaksvíkina. - Hetta var eitt stórt afturstig fyri gróðurin, tí leykirnir stóðu akkurát í besta blóma, sigur Hans Hjalti. Víðari sigur hann, at hetta er eitt fyribrigdi, sum kemur fyri nærum hvørt ár. Men teir seinastu dagarnar hevur verið heilt turt, og hava fólkini hjá býargartnarinum eisini verið úti við sláimaskinum fyri fyrstu ferð hetta árið. Planta 1000 trø Fyri stuttum fekk býargartnarin 1000 lerkar frá Skógarrøkt Landsins, og hesir eru nú allir settir niður í viðarlundini úti í Grøv. Og júst viðarlundin hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá Hans Hjalta. Hann hevur verið við í arbeið- inum viðvíkjandi viðarlundini heilt frá byrjan av, og er í dag sera stoltur av úrslitinum. Hesum kunnu klaksvíkingar óivað taka undir við, tí vakra og hugnaliga viðarlundin er full av fólki, tá onkur góðveðursdagur kemur framvið. Tað grør í Føroyum »Tað grør um gangandi fót í Føroyu«. Hetta hava vit ofta hoyrt í samband við valstríðið, og eisini í onkrari lýsingarherferð. Men í veruleikanum hóskar hetta orðatakið serstakliga væl til mannin, sum Sosialurin í dag hevur hitt Hans Hjalti Skaale, býargartnari í Klaksvík, ger býin vakran og fríðan C M Y K 21 20