Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin hevur á mannamunni altíð itið »Sosialurin«, hóast navnið á skrivt fyrstu árini var »Føroya Social Demokrat« og »Føroya Sosial Demokratur«. Í 1953 varð skrivaða navnið broytt tilsvarandi tí, blaðið altíð varð kallað, Sosialurin 2 Sosialurin Nr. 97 - 25. mai 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Knappliga kom tað sum við ein brest! Várið, altso. Ja, tað kann neyvan kallast vár, nú vit hava upp til fleiri og tjúgu hitastig. Heldur hásummar! Aftaná ein langan myrkan, vátan og kaldan vetur, er tað vælsignað at kenna hitan frá sólini og eitt lýtt lot at húðini. Nú er gott lag. Og orkan, sum sýntist heilt horvin, kemur spakuliga tutland aftur í vøddarnar. Knappliga er hugurin at fáa rørt seg uttandura ein heilt annar enn fyri bert fáum vikum síðani, tá ruskveðrið nívdi ein niður. Hetta er tíðin, tá longsul- in heim á klettarnar av álv- ara fer at gera vart við seg. Kanska er tað uttandura lívið, sum nú byrjar av álvara. Kanska er tað tað, at vit fara meira út og har- við oftari hitta aðrar føroy- ingar nú eftir strævna vet- urin, har okkum best dámdi at sita inni. Kanska er tað bara okkurt í luftini, sum minnir ein á heimlandið. Í øllum førum kenna vit tað hála í okkum. Tíðin nærk- ast har flest fólk fáa summ- arfrí, og sum so mangir aðrir føroyingar niðri, so venda vit ikki nøsini suður- eftir, men í ein útnyrðing. Ofta til stóra gremjan fyri teir danir, sum hava føroy- ingar sum hjúnarfelagar. Flest onnur her á flatlond- um gleða seg til at ferðast suðureftir til okkurt Mið- jarðarhavsland - ella enn longur burtur. Til Thailands kanska, sum er eitt tað mest vælumtókta ferða- landið hjá dønum í løtuni. Men nei, ikki talingur um at fara suðureftir. Konan vil til heim til Føroya, kosta hvat tað kosta vil! Hetta er ein afturvendandi trupulleiki hjá teim flestu donsk- føroysku pørunum, og í mongum førum eisini ein av høvuðsorsøkunum til at summi donsk-føroysk pør enda við at skilja seg. Tey kunnu ikki blíva samd um, hvat tey skulu brúka summarfrítíðina til! Skulu vit nú aftur brúka alla frítíðina og feriupengarnar til eina dýra ferð til Før- oya? Her eru sterkar kenslur íblandaðar. Hjá føroyingunum er lítil ivi um virði í at fara heim til fjallalandið at hitta øll tey kæru har, men tann neyðars hjúnafelagin, sum er so óheppin ikki at vera av føroyskari ætt, sær bara hvussu dreymurin um pálmatrø, hvítar sand- strendur, fagurblátt hav og brennandi heita sól hvørvur millum fingrarnar. Sama søgan ár undan ári. Tí ein føroyingur heldur á at vera ein føroyingur, líka mikið hvussu leingi hann ella hon býr niðri. Longsulin heim kann kanska trokast burtur eina tíð, men hesa tíðina vendir longsulin aftur við fullari styrki og so kemur ósemjan. Ikki tí vit ikki hava tað gott niðri, men røturnar gloyma vit ongan- tíð. Eg havi ofta hugsað um, at vit eru priviligerað sum føroyingar, tí tá vit venda heim á sumri, so hava vit høvi at vitja røturnar og hitta fortíðina hjá okkum á ein heilt annan hátt enn flestu danir hava høvi til. Í øllum førum teir danir, sum eru føddir og uppvaksnir í býum. Føroyingar halda ofta danir virka so rótleysar í mun til okkum. Kanska tí fólk her niðri flyta nógv meira enn vit eru von við. Tú kanst ikki vitja títt gamla grannalag og so vera vísur í at hitta gamlar kenningar, og at tey somu fólkini - ella børn teirra - búgva í teim somu húsun- um, sum tey búðu í, tá tú traðkaði tínar barnaskógvar har. Nei, tey eru øll spjødd í allar ættir. Í Føroyum er ikki siður at flyta seg so nógv úr stað - tvs. fyri tey, sum vera búgvandi í Føroyum. Nógv búgva í somu húsum alt lívið, og húsini ganga í arv til børnini.Vit kunnu fara heim og hitta ein stóran part av teimum fólkum, sum hava verið ein partur av okkara lívið langt aftur í tíðina - familju og gamlar spæli- og skúlavinir. Nógv, sum búgva uttanlands, eru eisini heima og vitja um summarið samstundis sum vit. Soleiðis savnast vit øll á klettunum um somu tíð, og varðveita og styrkja har- við bondini heimeftir - líka til næsta ár, og næsta aftur... Vit síggjast heima! Gott summar! At vitja sínar røtur Elin Heinesen skrivar SOSIALURIN Í 75 ÁR Eirikur Lindenskov Seinni varð navnið tillagað føroyskari stavseting, og kom blaðið at eita Føroya Sosial Demokratur. Hetta var í 1945. Men á manna munni varð blaðið fram- vegis kallað Sosialurin, og í 1955 varð navnið broytt samsvarandi tí, ið blaðið altíð hevur verið kallað – og síðani hevur blaðið itið Sosialurin. Men tó. Tá Sosialurin fyri 20 árum síðani flutti í nýggju blaðhúsini á Argj- um, varð navnið broytt til »Tíðindablaðið Sosial- urin«. Hetta var sjálvandi ein roynd at strika undir, at nú skuldi blaðið meira metast sum eitt tíðindablað heldur enn ein politiskur boðberi, soleiðis sum strembað hevði verið eftir í nøkur ár. Men framvegis æt blaðið á mannamunni Sosialurin, og tí varð av- gjørt, tá blaðið fekk nýtt snið og varð prentað í litum í oktober 2000, at venda aftur til góða gamla navnið, Sosialurin. Tað var eftir at tey fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum vóru stovnað í 1925, at menn fóru at tosa um at stovna eitt floksblað, so boðskapur floksins fekst út til fólkið. Frammanundan vóru bert tvinni bløð, Dimma- lætting og Tingakrossur. Á tingi vóru eisini bert tveir politiskir flokkar, og vóru bløðini bæði málgøgn teirra, Dimmalætting Sam- bandsfloksins og Tinga- krossur Sjálvstýrisfloksins. Krossur og Dimma høvdu eisini hvør sína prent- smiðju. Og nú eitt nýtt málgagn var í umbúna, so kundi tað ikki koma upp á tal, at tað skuldi prentast á somu prentsmiðju, sum annað av hinum bløðunum. Tí var neyðugt at útvega sær egna prentsmiðju til tess at fara undir blaðút- gávu. Mourentius Viðstein og Petur Mohr Dam vóru undangongumenn. Við hjálp frá floksfeløgum í Danmark fingu teir í lag, at gamla pressan hjá Frederikshavns Social- demokrat varð sett upp í Losjuni í Havn, har Javnaðarflokkurin hevði leigað sær innivist. Anton Nielsen, sum var blaðstjóri á Frederikshavns Socialdemokrat, kom á vári í 1927 til Føroya, og við sær hevði hann ein montør, sum setti upp pressuna. Blaðstjórin legði fyrstu bløðini til rættis saman við Mourentiusi Viðstein, ið fekk starvið sum blaðstjóri á nýggja floksblaðnum, Føroya Socialdemokrat. Á prentsmiðjuni fingu tveir mans arbeiði fyrstu tíðina. Teir vóru Betuel Z. Jensen, prentari og Carl Karbech Mouritsen, prentaralærlingur. Sum vera man var ikki lætt at reka eitt blað tá á døgum, og síðst í 20’unum vísti tað seg, at blaðið gav ov stórt undirskot, og at flokkurin ikki megnaði at geva blaðið út. Í 1931 skyldar flokkurin Bethueli so mikið nógvar pengar, at teir semjast um, at hann bara yvirtekur prentsmiðjuna og blaðið. Bethuel umsat blaðið í nøkur ár í tríatiárunum, og tá fór at ganga betur – og so mikið væl hevur gingið, at flokkurin fær blaðið aftur eftir fáum árum. Undir krígnum verður Sosialurin prentaður á prentsmiðjuni hjá Arnold Øster, eins og Tingakross- ur, Fríu Føroyar og seinni í fýratiárunum eisini 14. September. Í 1954 keypir Poul Kar- bech Mouritsen prent- smiðjuna á Heygsbreyt frá Fólkaflokkinum, og tá verður Sosialurin prent- aður har. Í 1964 keypir Javnaðarflokkurin prent- smiðjuna frá Karbech. Blaðstjóri er framvegis Villi Sørensen í Klaksvík, sum tók við sum blaðstjóri í 1952. Fyrra partin av sjeyti- árunum fer ávís útbygging fram á prentsmiðjuni, tá lagt verður um frá blýggi til off-sett – nýggja prentteknikkin, sum hildin var at verða framtíðin innan blaðútgávu. Í hesum sambandið verður Sosialurin prentaður á rotatiónsprentsmiðjuni hjá Dimmalætting. Tá Sosialurin flytur út á Argjar í 1982, hevði blaðið ognað sær egna prent- smiðju, sum prentaði blaðið í 18 ár – til Dimma- lætting og Sosialurin gingu saman um P/F Prentmið- støðina, sum í dag er einasta blaðprenstsmiðja í landinum – eitt samstarv, sum prógvar, at tað sum ikki bar til í 1927, tað ber væl til í dag… Sosialurin í 75 ár Hóast Sosialurin á manna munni altíð hevur itið Sosialurin, so var fyrsta navn blaðsins Føroya Social Demo- krat. Blaðið kom út á fyrsta sinni hin 24. mai 1927 Sosialurin Nr. 97 - 25. mai 2002 3 UNDARLIG HENDING Vilmund Jacobsen Viðhvørt hendir tað mest ótrú- liga og sjáldsama. Soleiðis var við kaninungan- um hjá 10 ára gomlu, Harriet Højgaard, á Glyvrum. Harriet er dóttir Agnas og Hans Jakka. Familjan varð hart rakt í ferðsluvanlukkuni á Lambareiði í mars mánaða í fjør, tá ið 18 ára gamli sonur teirra, Edvard, var ein av trimum, sum lótu lív. Hvørja neyð ein slík familja kemur í, sum missir so nógv, kann eingin ímynda sær, sum ongan hevur mist. Hetta hevur verið eitt tungt og troystarleyst ár hjá Agnasi og Hans Jakka, men so sanniliga eisini hjá dóttrini, Harriet, sum misti sín einasta beiggja og einasta systkin. Sum eitt pinkalítið plástur á sárið hjá dóttrini, fingu tey sær hamstrarar og seinni eisini kaninur. Í mannaeygum er hetta sjálvsagt einki plástur á sárið, men í barnaeygum kann tað í løtum tykjast so. Harriet er so serstakliga góð við kríatúr, og hon gongur høgt uppí kaninurnar og hamstrarnar, hon eigur. Familjan hevur eisini ein lítlan, fittan hund. Ungin hvarv Ein dagin herfyri, tá ið bilurin hjá systir Agnas stóð í túninum, hvarv annar kaninungin, sum hevði snýkt seg úr búrinum og hevði gingið leysur uttanfyri. Bilurin skuldi norður til Fuglafjarðar, haðani hann skuldi um Leirvíksfjørð við strandfara- skipinum og síðan víðari til Norðdepli. Eingin visti, hvar kaninungin var farin og leitað varð bæði uppi og niðri. Lagið á Harriet var sum vera man ringt, tí kanin- ungin kom ikki afturí aftur, hóast tey leitaðu bæði á hugsandi og óhugsandi støðum, úti og inni. Bilurin hjá systir Agnas fór úr túninum, koyrdi til Fuglafjarðar, har hann bíðaði á bryggjuni í ein tíma eftir bátinum. Teinurin um Leirvíksfjørð tók eini trý korter. Úr Klaksvík bar leiðin norður til Norðdepli, har bilførarin vaskaði bilin í einar tveir tímar. Ein kaninungi! Tá ið bilurin er vaskaður bæði væl og virðiliga, sigur onkur, sum er har, við føraran, at ein kaninungi gongur undir bilinum! Bilførarin gerst ovfarin og kemur at hugsa um, at tey sakn- aðu ein kaninunga á Glyvrum, longu áðrenn hann fór haðani fyri nøkrum tímum síðani. Ringt varð út á Glyvrar fyri at fregnast, hvussu vorðin kanin- ungin var, sum tey saknaðu, tí nú gekk ein ungi og rann undir bilinum norðuri í Norðdepli — gullreinur! Jú, ungin var hvítur, hevði grá oyru og kanska onkran annan gráan blett eisini. Alt samsvaraði við ungan, sum Harriet hevði mist, og nú var eingin ivi longur um, at kanin- ungin, sum var horvin í túninum á Glyvrum fyrr um dagin, nú var endaður í Norðdepli. Men hvussu kundi hetta vera hent, tí inni í bilinum hevði hann ikki verið á ferðini. Ein gáta Einar 4-5 tímar eftir, at bilurin hjá systir Agnas var farin úr túninum á Glyvrum, var kanin- ungin á veg aftur um Leirvíks- fjørð, hesaferð í eini pappeskju. Seinni um kvøldið vóru ungarnir báðir savnaðir aftur í búrinum, og hvør tá var fegin, er ikki torført at gita; tað var fyrst av øllum djóravinurin, Harriet og hennara vegna eisini foreldrini, Agnas og Hans Jakku. Men hetta er ein undarlig hending. Tí, tá ið kaninungin ikki hevur verið inni í bilinum, má hann onkursvegna hava sitið undir bilinum, helst í motorrúm- inum. Merkiligt er tað, at hann skal vera sloppin uppá nakrastaðni at sita, tí hann er bara einar tríggjar mánaðir gamal og tískil minni enn hálvvaksin. Og var hann sloppin uppá onkustaðni í motorrúminum, er løgið, at hann ikki datt ella leyp niðurav aftur. Ein bilmotorur heldur nógvan gang hjá tí, sum situr inni í motorrúminum, og vegirnir eru ikki allir so slættir heldur, at okkurt lítið hopp ikki er av og á. Somuleiðis skuldi bilurin um- borð á strandfaraskipið í Fugla- firði og í land aftur í Klaksvík. So, hetta er ein undarlig søga. Ein gáta, kunnu vit kanska siga. Men viðhvørt gerst tað ómøguliga møguligt, og tá kann tað allar løgnasta henda. Og tað var hetta, sum hendi hendan dagin við kaninunganum hjá Harriet á Glyvrum. Kaninungi í Eysturoy fór ein biltúr í Norðoyggjar 5-6 tímar seinni kom hann aftur í eini pappeskju. Eingin veit, hvar kaninungin hevur uppihildið sær, og hvussu tað ber til, at hann ikki ”hoppaði” av á longu ferðini Foreldrini, Agnas og Hans Jakku, saman við dóttrini, Harriet, sum situr undir kaninunganum, ið hevur upplivað eitt sindur av hvørjum. Mynd: Vilmund Jacobsen. Harriet misti 18 ára gamla beiggja sín, Edvard, í ferðsluvanlukku fyri góðum ári síðan. Henni dámar væl djór, og hesi hava verið henni eitt pinkalítið plástur á sárið í stóru sorgini og sakninum. Mynd: Vilmund Jacobsen Ógvuliga fegin var hon, tá ið kaninungin, sum fór til Norðdepli í motorrúminum á einum bili, kom aftur einar 5-6 tímar seinni í eini pappeskju. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 23 22