leygardagur 25. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 97 - 25. mai 2002
FÓTBÓLTSTILVERA
Jákup Mørk
Tað var einki minni enn ein
stórhending í føroyskari fót-
bóltssøgu, tá tann tá bert 15 ári
gamli Ingi Højsted úr Havn
gjørdi sáttmála við enska stór-
felagið, Arsenal. Gaman í var
ungi havnardrongurin ikki hin
fyrsti føroyski leikarin, sum fór
at leita sær fótbóltseydnuna
uttanlands, men neyvan hevði
nakar roknað við, at ein før-
oyskur leikari skuldi vinna seg
somikið langt, sum til at skriva
sáttmála við eitt av heimsins
mætastu fótbóltsfeløgum.
Sum vera man, so var Ingi
sjálvur eisini ovurfegin, tá sátt-
málin varð komin í hús. Eitt var,
at hann við hesum longu hevði
tryggjað sær eitt gott fíggjarligt
grundarlag til framtíð sína.
Annað var, at hetta var stóri
dreymurin, sum gjørdist veru-
leiki. Eins og flestir aðrir ungir
fótbóltsleikarar, hevði hann í
loyndum droymt um møguleikan
fyri einii yrkistilveru. Men at
hetta skuldi gerast í einum
enskum stórfelagið, var kortini
meira, enn fatunarevnini tóktust
at røkka.
Veruleiki var tað tó, og á
heysti í fjør gekk leiðin so til
enska høvuðsstaðin, har Ingi nú
hevur búleikast í eitt ár.
Upp og niður
Tá farið verður undir eina yrkis-
leið sum fótbóltsleikari uttan-
lands, so hava fólk flest kanska
størst áhuga fyri, hvussu tað
gongst ítróttarliga. Og her má av
sonnum sigast, at Ingi hevur havt
sínar upp- og niðurtúrar.
Fyri at taka tað seina fyrst, so
hevur tað verið ein ógvuliga stór-
ur bági fyri Ing,a at hann varð
skaddur rættiliga skjótt, eftir at
hann var komin til felagið. Hetta
hendi tá hann á heysti í fjør var
við føroyska U-17 landsliðnum.
- Talan var um ein skaða í
fótinum, álíkur tí sum David
Beckham dregist við, nú hann
roynir at gerast klárur til framm-
anfyristandandi HM-kappingina.
Neyðugt varð at festa beinini í
fótinum saman við tveimum
skrúvum, greiðir Ingi frá.
- Um jóltíðir var eg endiliga
komin heilt fyri meg aftur, og eg
vann mær eisini pláss aftur á
liðnum, men ein skaði í øklinum
gjørdi enn einaferð, at ein steðg-
ur varð neyðugur. Móti kapping-
arenda kom eg so aftur á liðið,
Hetta vil eg eisini geva øðrum
- Bara hetta fyrsta árið havi eg lært somikið nógv, at eg kenni tað sum
eina skyldu at geva øðrum ungum fótbóltsleikarum part av hesum, sigur
Ingi Højsted millum annað, nú hann hevur lagt fyrsta árið í enska
stórfelagnum, Arsenal, aftur um bak
Dreymurin hjá øllum fótbóltsáhugaðum smádreingjum rann út hjá Inga. Hann er í dag yrkisleikari í Arsenal.
Hóast fyrsta árið í London fyri stóran part hevur verið merkt av mótráki, so tykist 16 ára gamli havnardrongurin á
ongan hátt merktur av hesum
Mynd úr leikskránni hjá Arsenal
men heldur ikki hesa ferð var
friður. í dysi móti Newcastle her-
fyri fekk eg ein vøddaskaða, so
nú er árið liðugt fyri mítt
viðkomandi.
Hóast hetta, so tykist havnar-
drongurin á ongan hátt at hava
mist mótið, og hóast skaðarnar,
so hevur Ingi hóast alt eisini
orsøk at vera bjartskygdur.
Tað hevur nevnliga eydnast
honum – hóast mongu skaðarnar
– at vinna sær pláss á U-17 lið-
num hjá Arsenal. Hetta hóast
aldurin bert er til U-16 bólt, og
tá skaðar ikki hava gjørt um seg,
hevur hann verið mest sum fastur
fúsur á liðnum. Í ensku kapping-
ini kundi kanska gingist nakað
betri hjá liðnum. Teir vórðu
slignir úr kappingini, tá teir í
fjórðingsfinaluni taptu 1-2 fyri
Newcastle, men at vera millum
átta tey bestu liðini í Onglandi
man nú heldur ikki vera so galið
hóast alt.
Búnaður nógv
Á heimferðini til Føroya var tað
mest sum av tilvild, at útsendi
blaðmaðurin og Ingi komu í
ferðalag, og alt lagaði seg
soleiðis, at vit áttu sess lið um
lið í flogfarinum hjá Atlantsflog,
so stundir vóru til at práta um
leyst og fast. Eisini um ymiskt
gerandisligt, sum vanliga ikki
stendur á skránni, tá ítróttarfólk
og ítróttarskrivarar samskifta.
Og á ein hátt er eisini sjónligt,
at hetta árið í enska millióna-
býnum hevur broytt lívsáskoðan-
ina hjá Inga. Í øllum førum er
tað soleiðis, at tú ofta hevur hug
at gloyma, at talan í veruleik-an-
um bert er um ein stóran smá-
drong, sum tú prátar við. Men
hetta slagið av sjálvbjargni er
helst eisini nakað, sum er neyð-
ugt, um tú skalt standa teg í slík-
um umhvørvi. Eisini hóast hann
kortini ikki hevur verið heilt
einsamallur.
- Sjálvandi hevur tað til tíðir
verið torført at umstillað seg til
lívið í London. Alt er so nógv
meira strævið og stressandi í
London, sammett við Havnina,
og hetta er so nakað, sum tú
skalt venja teg við, hóast tað
kann tykjast heldur tungt til tíðir.
Ikki minst, tá skaðarnir fóru at
gera um seg, tí eg var jú komin
higar fyri at spæla fótbólt, og tá
kann tað kennast eitt sindur
hugstoytt at síggja hinar venja,
meðan tú einki fært gjørt sjálvur.
- Tað hevur tó verið mær ein
stór hjálp, at vit eru tríggir leik-
arar, sum búleikast saman hjá
einum húski. Stephen Bradley og
Sebastian Larsson eita teir báðir,
og vit eru vorðnir veruliga góðir
vinir. Eisini hóast teir nú hava
givið mær nýtt hársnið, sigur
hann heldur speiskliga, og sipar
til, at tað als ikki var við góðum,
at ljósa hárið nú er rakað niður í
millimetra-longd.
- Tað var nakað, sum flestir av
hinum leikarunum gjørdu, og tá
eg ikki hevði hug til tess, so varð
eg bara hildi niðri, meðan hárið
rakað, so tað var nú einki serligt.
- Og so havi eg eisini hildið
nakað saman við teimum føroy-
ingum, sum eru í London. Vit
eru eini 20, sum regluliga hittast,
og tað ger í øllum førum, at tú
onkursvegna kennir teg meira
heima, enn um tú alla tíðina bert
samskifti við útlendingar.
- Saman við skúlagongdini,
sum eg jú havi havt góðar stundir
til við øllum skaðunum, hevur alt
hetta so avgjørt verið viðvirkandi
til, at eg hóast alt eri follin væl
til í London, og hóast eg sjálv-
andi eri fegin um at sleppa heim
eina tíð, so gleði eg meg longu
nú til eitt nýtt kappingarár, sum
vónandi verður betri fyri mítt
viðkomandi.
Felagið ger sítt
Umframt ítróttarliga partin, so
tykist tað eisini soleiðis, at stórur
dentur verður lagdur á, hvussu
menniskjuni í fótbóltsfelagnum
hava tað.
Felagið syrgir fyri, at leikarar-
nir fáa eitt gott heim at vera í. At
teir gera nakað við lesturin, og
partur av venjingartímunum eru
eisini skipaðir soleiðis, at leikar-
arnir læra, hvussu tú skalt bera
teg at.
- Tað er jú ikki bara tað at
renna runt á vøllinum. Vit læra
eisini, hvussu tú á bestan hátt
fert við tær sjálvum. Kropsliga
ræður um at eta rætt, fáa neyð-
ugu hvíldina og so framvegis, og
í frítíðini skulu vit eisini fara væl
um okkum sjálvar.
- Ikki soleiðis, at felagið setir
nakrar beinleiðis avmarkingar
fyri, hvat tú kanst, og hvat tú
ikki kanst. Tað er í stóran mun
upp til okkum sjálvar, men tá tú
ert vitandi um, hvussu nógv
skeivir lívsvanar kunnu kosta
tær, so ansar tú sjálvsagt meira
eftir, heldur Ingi.
Ikki minst tykist tað at hava
lagt seg í geyma, tá fyrrverandi
liðskiparin á enska landsliðnum,
Tony Adams, hevði fyrilestur fyri
leikarunum. Adams, sum hevur
leikt 19 ár á besta liðnum hjá
Arsenal, hevði sjálvur sínar stóru
trupulleikar av rúsdrekka. Í dag
er hann tó vorðin avhaldsmaður,
og umframt at ansa sær sjálvum,
er hann í dag virkin í einum
felagsskapi fyri fyrrverandi
leikarar, sum eru komnir illa fyri,
eins og hann í Arsenal roynir at
geva sítt ískoyti til uppalingina
av komandi fótbóltsleikarum.
Vil eisini læra frá sær
Tá prátið aftur fellur inn á ítrótt-
arliga partin av yrkistilveruni, er
heilt skjótt at staðfesta, at stór
framstig eru gjørd hetta árið.
- Um tú spyrt meg, hvat eg
havi lært hetta árið, so dugi eg
næstan ikki at svara. tað er so
øgiliga nógv. Eitt er, at vit sjálv-
andi eins og heima í Føroyum
spæla fótbólt, men mátin, sum
vit venja uppá, er fullkomuliga
øðrvísi.
- Alt verður gjørt eftir eini
ætlan, sum skal sampakka við
hana, sum felagið koyrir eftir.
Tað vil siga, at Arsenal hevur
eina fasta spælskipan, og hesa
skulu vit kenna til fulnar. Hvør
einstakur leikari hevur greið boð
um, hvat hann skal gera, tá tann
og tann støðan íkemur á vøllin-
um. Endamálið er sjálvndi, at vit
skulu kunna spæla so skjótt sum
gjørligt. Í Føroyum er tað jú so-
leiðis, at tá tú fært bóltin, so
mást tú fyrst hyggja, hvar við-
leikararnir eru, men tað skal ikki
vera neyðugt. Her er tað soleiðis,
at fært tú bóltin á miðvøllinum,
so skalt tú vita, júst hvar viðleik-
ararnir renna, so bólturin alt fyri
eitt kann spælast víðari. Tú hevur
stutt ikki stundir at umráða teg.
Og fyri at røkka hesum, er
sjálvandi neyðugt við nógvari
venjing. Ingi greiðir frá, at ofta
er talan um einar fimm til seks
tímar um dagin, harav stórur
partur er av ástøðiliga slagnum.
Altso venjing við innaru síðuni
av høvdinum.
- Alt tað, sum eg nú havi lært,
hevur eisini havt við sær, at eg
longu nú havi tikið avgerð um, at
fara undir venjaraútbúgvingarnar
hjá Fótbóltssambandinum. Nú
veit eg ikki akkurát, hvussu tað
kemur at liggja fyri, men vón-
andi kann eg taka okkurt skeið,
tá eg eri heima í summarfrítíð-
unum.
- Bara hetta fyrsta árið havi eg
lært somikið nógv, at eg kenni
tað sum eina skyldu at geva
øðrum ungum fótbóltsleikarum
part av hesum. Og hóast eg
sjálvandi ikki vóni, at tað verður
innan tey fyrstu mongu árini, so
havi eg longu nú sett mær fyri, at
eg á onkrum støði skal gerast
venjari, men sum sagt, so verður
tað vónandi ikki tey fyrstu
mongu árini, sigur hann.
Ferð okkara til Føroya er nú
eisini komin at enda, so stund-
irnar at práta styttast í hvørjum.
Silja gongur við fullari ferð inn
móti bátahylinum í Vestmanna,
og á bryggjuni stendur mamman
fyri soninum, sum loksins kemur
heim á klettarnar. Um ikki annað
í tveir mánaðir.
Vit takka hvørjum øðrum fyri
hugnaligu ferðina, og hvør veit?
Kanska var tað ein komandi
stjørnuspælari í ensku Premier-
League, sum eg hevði gleðina av
at fylgjast við hesaferð.
Tað var einki minni enn
ein stórhending í
føroyskari fótboltssøgu, tá
tann tá bert 15 ári gamli
Ingi Højsted úr Havn
gjørdi sáttmála við enska
stórfelagið, Arsenal
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast hann enn bert er
við á yngru liðunum hjá
Arsenla, so eru fyrstu
fjeppararnir longu
komnir, og gongst væl
verða hesir helst nógvir í
tali
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
25
24
Sosialurin Nr. 97 - 25. mai 2002
5