Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 97 - 25. mai 2002 HULDUSØGA Edvard Joensen við Fjallavatn: Húsagjógv sær ikki út av nógvum, tá tú stendur við Fjallavatn og lítur niðan undir hamaran. Smøl at síggja til og ikki serliga ógvuslig heldur. Men inni í gjónni er nógv pláss, og har býr, sum søgnin veit at siga, ein rættilig huldukona. »Tað skuldi vera í fordums tíð, vilja tit mær trúgva. Norði á Fjøllum í Húsagjógv, har mundi ein hulda búgva«, yrktu teir í kvæðinum um Seyðamannin á Sondum, sum skrivað er eftir søgnini um tey bæði, seyða- mannin og huldukonuna. Húsagjógv. Hetta staðarnavn- ið, so ofta er hoyrt um, men ongantíð rættiliga vitjað. Liggur har uppi í hamrinum og sær ikki nógv út fyri verðini, men átti tó at verið eina vitjan vert. Man hon vera heima í dag, huldukonan, ella man hon vera flutt aðrastaðni, nú mannagong- an er vorðin so nógv kring Fjallavatn? Her eru fleiri hús, og regluliga kemur rossafólkið ríðandi, rætt sum Seyðamaðurin á Sondum á sinni, hóast eingin teirra nýggju reiðmanna sigur seg hava sæð nakað til stakkin seinnu árini. Gjógvin sýnir ikki nógv fyri verðini. Heldur lítil og trong at búgva í, tykist hon. Uttanvert mestsum slættur hamari, meðan heimara síða er eitt sindur meira vallað nakað niðan. Men smøl og trong tykist hon, og sær lítið út til at hýsa nøkrum størri býli. Tó einsamøll var hon, »...tann, sum búði í Húsagjógv«, og hevur helst ikki kravt so nógv meira pláss enn til fýrstaðin og eitt stað at leggja seg. Tó skuldi hon goyma stakkin onkustaðni kortini. Í dag skínur sólin, og hellan, Borðið, liggur so skróvturt har niðri móti vatninum, at laga- manni hevði verið at sólað sær stakkin fríða ein slíkan dag. Men eingin stakkur er, so ivaleyst man vera ráðiligt at fara ein túr inn í gjónna, uttan ótta fyri at koma í bardaga við hana sjálva har inni. Slavið er at ganga niðan gjónna, sum veksur og víðkar, sum komið verður inn. Áin er lítil. Bara lagrar, so ikki er neyðugt at hugsa so nógv um hana. Ovmikið av turrum stein- um at ganga eftir. Grønt slíggj hongur eftir sløttu veggjunum. Sum tjalding, hon hevur hongt her til at prýða við, sær tað út. Ein hækki er á, sum farast skal um, og so er aftur stórt pláss innanfyri. Men eingin hurð í berg- inum nakrastaðni ella hellismunni, sum farast kann inn í at kynda sær ein eld, sum huldan gamla man hava havt í »fordums tíð«. Gjógvin er høg, og opið er í erva. Sær tó út summastaðni, sum tak er á, tí kletturin hellur so mikið. Men sum tú flytir teg, kemur himmalin undan, og sólin hevur hug at síggja niður ígjøgnum. Úti í gjáarkjaftinum sita fleiri havhestar. Hava ikki vorpið, men tykjast at kanna sær lendið og vilja leggjast á tað, tá tann tíð kemur. Eg gangi heilt inn á botn og finni fittan hyl. Her er bara gongt ein veg, tí upp úr gjónni slepst ikki. Farast má út aftur sama veg, sum komið er inn. Og hvat nú, um hon stendur har fyri durunum og vil forða mær at sleppa útaftur. So verið eg ivaleyst at bøta fyri tað, Seyðamaðurin á sinni gjørdi. Men eg dugi kvæðið um tey bæði, sum eg so kann siga henni. Tað man fara at blíðka gomlu, so eg sleppi útaftur, uggi eg meg við. Hon er heldur ikki har, tá eg komi útaftur. Eg steðgi á í munn- anum og hyggi yvir Fjallavatn í sunnan. Frítt er útsýnið yvir í Tormansgjógv, har systirin búði. Hin, ið ....»lamin var í báðum beinum og kundi seg illa bera«. Frítt fyri beint yvir um vatnið. Liggur væl fyri at samskifta. Men heldur ikki syðru megin sær út til at vera nakað lív í dag, og teir nýmótans seyðamenninir, sum í dag ferðast eftir Fjøllum og fram við Fjallavatni, munnu leita til fánýtis her fram við vatninum, um teir skulu finna so vakran stakk, at teimum stendur hugur á at eiga hann. Men havhestarnir í Húsagjógv hava tað gott. Tað lotar nakað frískt fram við hamrinum, og teir hanga so pinnastillir í luftini beint framman fyri mær, nú eg komi út aftur í gjáarkjaftin. Hevði væl borið til at tikið teir við stong, sum tó ikki er her. Eg harmist tó um, at tað er so mikið támut, at ikki eru líkindi at fara út á endan, soleiðis at sýnt er vestur á Víkar. So meðan gingið verður heim aftur við Fjallavatni, má uggin bara vera, at tann túrin við vakra útsýninum eiga vit tilgóðar til einaferð seinni í summar, tá farið verður við tráðu okkurt vakurt kvøld eftir jóansøku. Norði á Fjøllum í Húsagjógv Ofta er hon havd á munni, Húsagjógv norðanvert Fjallavatn í Vágum. Og ivaleyst oftast í samband við søgnina um Seyðamannin á Sondum og huldukonuna, sum búgva skuldi í gjónni Úr Húsagjógv var lætt at fáa samband við systrina í Tormansgjógv sunnan fyri vatnið. Rópt varð ímillum Mynd: Edvad Joensen Sosialurin Nr. 97 - 25. mai 2002 7 HJÁLPIARBEIÐI Orð: Ingrid Bjarnastein Myndir: Finnur Justinussen Fyrstu árini av læknakarrieru síni arbeiddi Stephen Alfred sum skurðlækni í Carlisle í Onglandi. Hann var sannførdur um, at hann vildi ikki aftur til India at ar- beiða. Men á einari av vitjanum sínum í India kendi hann á sær, at hann fekk eitt kall frá Guði um at venda aftur til India. – Systrar mínar eru trúboðarar í Norður India. Eg sá, hvønn mun teirra lív gjørdi í einum so lítlum samfelagi. Tá eg kom aftur til Onglands, kendi eg á mær, at Guð kallaði meg aftur til India fyri at stovna eitt sjúkra- hús, har eg kundi skapa eitt undirstøðukervi fyri fólk, sum ikki hava ráð til sjúkrahjálp, greiðir Stephen Alfred frá. Indiski læknin býr í Bombay, sum hevur yvir 22 milliónir íbúgvar. Har eru góðir viðgerðar- møguleikar fyri fólk, sum hava pengar, men fyri tey fátæku er so at siga onki. – Endamálið við Bethany Hospital, sum sjúkrahúsið eitur, er, at veita fyrsta floks viðgerð til fólk, sum ikki hava pengar. Á okkara sjúkrahúsi gera vit alt, sum verður gjørt á øðrum sjúkra- húsum uttan hjartaskurðvið- gerðir, og vevnaður verður heldur ikki fluttur, sigur Stephen. Krabbameinsjúklingar Bethany Hospital varð stovnað í 1996. Tá vóru bert 15 starvsfólk, tvær hæddir og ongin intensiv- deild. Nú hevur sjúkrahúsið ment seg, og eru 40 seingjarpláss við somu deildum, sum eru á øðrum sjúkrahúsum. – Eitt av høvuðsarbeiðnum á sjúkrahúsinum eru krabbamein- skurðviðgerðir. Krabbamein í høvdinum, brisinum og aðra- staðni. Fólk fara út í fátækra- býlingar í Bombay, har tey finna sjúk fólk og taka tey á sjúkra- húsið, har vit so geva teimum ókeypis viðgerð, fortelur Stephen. Helvtin av øllum arbeiðnum, sum verður gjørt á sjúkrahúsin- um er ókeypis. Tey, sum hava ráð at gjalda, gjalda fyri tað, og til- samans um mánaðan, so verður helvtin av arbeiðnum gjørt ókeypis, og hin helvtin verður goldin fyri. – Sjúkrahúsið fíggjar seg sjálvt á henda hátt. Tað er ikki fyrr enn vit skulu undir okkurt størri átak, at vit fáa stuðul aðrastaðni frá, sum til dømis felagsskapum kring heimin. Á Bethany Hospital eru eini 25 serfrøðingar og meginparturin av teimum arbeiðir ókeypis. Har- afturat, so eru sjúkrasystrar frá øðrum londum, sum til dømis USA, Onglandi, Danmark og Svøríki regluliga og hjálpa til á sjúkrahúsinum, og verður hetta arbeiðið eisini gjørt ókeypis. Kristið grundarlag Bethany Hospital er bygt á eitt kristið grundarlag. Høvuðsenda- málið er at veita sjúkrahjálp til tey fátæku, og harvið eisini vísa Jesu kærleika til menniskju. – Vit eru sannførd um, at um Kristus hevði verið á jørðini í dag, so hevði hann havt nakað serligt til fólk, ið eru sjúk, og ikki hava pengar. So í okkara sjúkrahúsi hava vit ein sterkan kristnan moral. Men vit noyða ikki fólk at biðja ella syngja við okkum, men sjálvandi, so dámar okkum best, um tey gera hetta. Soleiðis kunnu vit blanda tað kropsliga og tað sálarliga aspektið, sigur indiski læknin. Nógv av útgerðini, ið sjúkra- húsið hevur fingið, er givið av øðrum sjúkrahúsum kring Sjúkrahjálp eisini til tey fátæku Stephen Alfred er lækni frá India. Í hesum døgum er hann á vitjan í Føroyum, her hann hevur hildið fyrilestrar og annars sæð, hvussu tað føroyska heilsuverkið virkar. Heima í India hevur hann, saman við øðrum, eitt sjúkrahús, sum byggir á eitt kristið grundarlag, har dentur verður lagdur á, at veita ókeypis sjúkrahjálp til tey, sum eru fátøk Framhald á síðu 8 – Vit eru sannførd um, at um Kristus hevði verið á jørðini í dag, so hevði hann havt nakað serligt til fólk, ið eru sjúk, og ikki hava pengar, sigur Stephen Alfred C M Y K 27 26