Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 - 25. mai 2002 29 8 Sosialurin Nr. 97 - 25. mai 2002 Tann 13. desember fall tann nógv umrøddi rithøvundurin Ari Behn til knýggjar fyri norsku kongsdóttrini, og nú eru tey vorðin hjún - vígd fríggjadagin 24. mai klokkan 16 í Nidarosdomen í Trónd- heimi. Síðani kunngerðina av brúð- leypinum, hava fjølmiðlarnir verið á tremur við kongaligum tíðindum, og tær seinastu vikurnar hava nærum øll onnur innan- og uttanríkis tíðindi druknað í tosinum um tað kongaliga giftarmálið. Kongsdótturin verður rópt ævintýrprinsessan. Hetta kemst av, at hon í eina tíð hevur fingist við at lesa ævintýr fyri børnum í útvarpi, sjónvarpi, barnagørðum osv. Eftir øllum at døma hevur hon lisið seg inn í hjørtuni á bæði ungum og eldru norðmonnum um alt landið, og hon fær eisini æru fyri at geva gomlum norskum ævintýrum nýggjan íblástur. Prinsessan er sera fyrikomandi, og alla staðni, har hon ferðast, verður hon væl móttikin. Sjálvt teir gomlu dreingirnir í norður Noregi/ Lapplandi bjóðaðu henni uppí teirra felag fyri ógiftar menn. Limaskapin misti hon tó, tá hon játtaði at gifta seg við Behn. Afturat tí at missa lima- skapin í felagnum fyri ógiftar lapplendingar, kostaði giftar- málið við Ari Behn prinsess- uni HKH heitið ((H)hennara (K)kongaligu (H)hátign) og peningaligu yvirføringarnar frá slottinum. Prinsessan heldur ikki missin verða so stóran, og gleðir seg til at byrja í síni nystovnaðu fyritøku: Prinsesse Märtha Louises Kulturformidling. Fyrstu inntøkurnar fær prin- sessan frá norsku útvarps- støðini NRK og frá sjón- leikarahúsinum Riksteateret. Fyrsta kunngerðin av trúlovingini kom sum eitt sjokk hjá tí norska fólkinum. Rithøvundurin og bohemurin Ari Behn var ikki sæddur som ein hóskandi maki fyri kongs- dóttrina, og fleiri vóru tey, ið spáddu, at kongadømið fór at falla. Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Tann 17. mai er tjóðardagur Noregs. Á hesum degi er siður, at tey kongaligu veittra til tey mongu børnini, sum ganga skrúðgongu, horn- orkestrini osv. Síðan kongs- dótturin var í Tróndheimi saman við festarmanni sínum, veittraði hon til tróndheims- búgvar hendan tjóðardagin. Ari Behn stóð ein góðan favn aftanfyri prinsessuna við tað, at hann ikki er tillutaður nakran konstitutionellan leiklut. Sambært kongi, er altso Ari Behn (bara) fylgi hjá dóttur hansara. Men, børnini vildu hava uppmerksomheit frá Ari og róptu “Ari, Ari, Ari, kong Ari”. Eisini tær ungu genturnar hava eyga fyri Ari, og tá hann sníkti seg at smíla til teirra skríggjaðu tær ungu dámurnar sum skuldu tær verið á poppkonsert. Tíðin vil vísa, hvørt Ari Behn fer at trívast ein favn aftanfyri prinsessuna. Tað finnast jú dømi uppá kongaligar gemalar sum ikki gera tað. Prinsessubrúðleyp TELDUBRÆVIÐ Frá: Turid Mørkøre, Noreg, turid.morkore@akvaforsk.nlh.no Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti heimin. Ein rúgva av útgerð er komin allan vegin úr USA ella Onglandi Stephen Alfred metir, at tað er tørvur á minst 1000 sjúkrahúsum sum hesum í Bombay. – Tað eru ein rúgva av ríkum fólkum í Bombay, og tey sum eru rík, hava eisini eina rúgvu av pengum. Tey ríku og tey fátæku liva lið um lið, og lata sum um hin parturin ikki er til. Tey fá- tæku, sum ikki hava ráð at fáa viðgerð, læna pengar ella lata vera við at fáa viðgerð. Røktarstovnur Stephen Alfred heldur, at før- oyska heilsuverkið er fínt. Hann sigur, at soleiðis fáa øll viðgerð, líkamikið um tey eru rík ella fátøk. – Tá myndugleikarnir kunnu veita hjálp til tey veiku, altso bæði børn og gomul, so hava teir eina góða skipan. Um tú ert barn ella gamal í India og er fátækur, so hevur tú ongan møguleika. Her í Føroyum kanst tú fáa við- gerð líkamikið, hvussu tú ert fyri fíggjarliga. Ein annar trupulleiki í Bombay er, at har búgva so nógv fólk. Alt ov nógv fólk. Men Stephen sigur, at sjúkrahúsini í Bombay kunnu veita tær fyrsta floks viðgerð, eins góða og hon, ið tú kanst fáa í USA ella Onglandi, men tað krevur, sum sagt, at tú eigur nógvar pengar at geva burtur. – Eitt, sum eisini er hugtak- andi her í Føroyum er, at øll eru so vinarlig. Tá tú kemur inn á sjúkrahúsið, kennir tú tað, sum fólkið, ið arbeiðir her, er ein stór familja. Hetta er eitt lítið sam- felag, har fólk eru viðkomandi, og vita, hvat gongur fyri seg. Næsta stigið á leiðini hjá Stephen Alfred og hansara fólki er at gera ein AIDS røktarstovn. – Í Bombay eru 750.000 fólk, ið hava AIDS ella HIV. Guð hevur kallað á okkum kristnu um at gera okkurt fyri hendan bólkin av fólki. Vit fara at gera ein røktarstovn fyri AIDS sjúklingar, har vit hava 50 sengur. Ætlanin er ikki at viðgera tey fyri AIDS, men vit skulu hjálpa teimum, og vera saman við teimum, soleiðis at tey sleppa at doyggja við virðing. – Vit kunnu á henda hátt eisini fortelja teimum um Kristus, so tey vita, at tað er vón fyri teim- um, og eitt lív aftaná deyðan. Hetta er fyrsta verkætlan av sínum slag í Bombay. Myndugleikarnir ella kirkjan hevur ongantíð gjørt tílíkt fyrr, og ætlanin er at byggja fleiri røktarstovnar av hesum slag. Meðan Stephen Alfred hevur verið í Føroyum hevur hann hildið fyrilestrar um arbeiðið hjá sær. Mikukvøldið var hann millum annað í Betesda í Klaks- vík og so hevur hann eisini hildið aðrar minni fyrilestrar. Framhald av síðu 7 Gordon Rajani og Stephen Alfred, báðir úr India Ein tann fremsti før- oyski rockbólkurin bjóðar í næstum nýggja heimasíða, fløguútgáva og konsertir. Bólkurin skal spæla í Føroyum, Danmark, Svøríki og í Grønlandi, og fólk eru sett at umboða og samskipa fyri bólkin TÓNLEIKUR Pop.fo 1. juni leggur rockbólkurin Clickhaze rættiliga til brots aftur. Fyrsta dagin í juni avdúk- ar bólkurin nýggja heima- síðu, og síðani eru bæði konsertir og fløguútgáva í væntu. 2. juni fer bólkurin at spæla á eini útikonsert í miðbýnum í Stockholm. Hendan konsertin verður hildin í sambandi við 750 ára dagin hjá svenska høv- uðsstaðnum. Clickhaze spælir á Horrmalmstorg kl. 16.00 hendan dagin. Fyrsta fløguútgávan hjá Clickhaze verður almenn 14. juni. Á fløguni verða 6 sangir. Tríggir av hesum eru tiknir upp í Lundgaard Studio í Danmark, Jak-Zak Studio og Útvarpinum. Hinir tríggir sangirnir eru konsertupptøkur frá final- uni í Prix Føroyar kapp- ingini í 2001, tá bólkurin vann. Studioupptøkurnar verða ljóðblandaðar av Óla Poul- sen, meðan Finnur Hansen ljóðblandar konsertupptøk- urnar. Sangirnir, sum verða at finna á fløguni, eru: Day- light, Skirvin Flá, Sorrig och Gledje, Frozen Lullaby, Notes from the Underground og Indigo Brow. Tað er Plátufelagið Tutl, sum stendur fyri útgávuni hjá Clickhaze. Lívligt festivalsummar Í sambandi við útgávuna av fløguni fer Clickhaze at spæla á útikonsert í Runa- vík 14. juni, tá Eystan- stevna er. Aðrir bólkar – millum annað Týr – fara at spæla á somu konsert. Seinni fer Clickhaze at hava konsertir í Klaksvík og í Havn. Síðst í juni og fyrst í juli mánaði fer Clickhaze at spæla á trimum donskum tónleikafestivalum. 26. juni fer bólkurin at spæla á Camping Scenen á Roskilde Festivalium. Dag- in eftir spælir bólkurin í Måneskinsteltet á Nibe Festivalinum, og 4. juli spæla tey á Beach Club á Midtfyns Festivalinum. Í august mánaði skal Clickhaze spæla á Niipiaa Rockfestivalinum í Grøn- landi, har Flux spældi í fjør. Umframt hesar konsertir verða eisini framførslur á smærri og størri støðum í Føroyum og í útlandinum. Nýggja fyrisiting Clickhaze hevur tikið eitt fet fram, tá tað snýr um fyrisiting og umboðan av bólkinum. Tveir mans eru nú knýttir at bólkinum fyri at skipa fyri og føra bólkin fram. Hetta hevur bólkurin gjørt fyri at fáa hendan partin av virkseminum á sama stig sum tónleikurin. Sólarn Solmunde, sum eisini er ein av høvuðs- monnunum í samtakinum Grót, skal taka sær av umboðan og samskipan, og Kiddi Sæmundsson skal taka sær av PR-átøkum, konsertum, útbreiðslu av fløgum og sambandinum við fjølmiðlar uttanlands. Við hesum vónar bólkur- in, at tey fáa betri tíð og orku til at venja, skriva og spæla tónleik. Leygarkvøldið verður gospelkonsert í Runa- vík, har tríggir bólkar og eitt kór fara á pallin TÓNLEIKUR Pop.fo I AM, Vox, MMM og G-sus fara at spæla á konsert, sum verður hildin í ítróttar- høllini í Runavík leygar- kvøldið 25. mai. I AM er helst best kenda navnið í rúgvuni, og hetta verður ein av seinastu framførsluni við verandi manningini í bólkinum. Gittarspælarin Mikkjal Hvannastein gevst nevni- liga í bólkinum í næstum. G-sus er ein lutvíst nýggjur bólkur úr Fugla- firði, meðan MMM úr Vágum hevur spælt í fleiri ár. Vox er eitt gospelkór av Skálafjørðinum, og tað er Ásbjørn Bertelsen av Strondum, sum er kórleið- ari. Tað er Heimamissións Ungdómur, sum skipar fyri tiltakinum í Runavík. Tað kostar 80 krónur at koma inn. Rás 2 fer at senda beinleiðis frá final- uni í kappingini um Ársins Song- rødd, sum verður í juni mánaði Síðst í juni mánaði verður finalan í Ársins Songrødd, og tey, sum ikki ætla sær til sjálvt tiltakið, kunnu tó fylgja við endabrestinum í kappingini. Rás 2 ætlar sær at senda beinleiðis frá finaluni 29. juni, og rásin fer at hava studio í Badmintonhøllini um- framt á Hálsi, haðani rásin vanliga sendir. Trý fólk fara at gera sendingini, har tey fara at tosa við luttakarar, fyriskiparar og onnur. Lovað verður eisini eitt prát við ein gamlan kenning innan hesa kapping. Rás 2 ger nógv burtur úr finaluni Clickhaze gongur nýggjar leiðir I AM spælir í Runavík Clickhaze tekur nú eitt ordans taks fyri at føra seg fram í norðurlondum. Fólk eru sett at taka sær av umboðan og samskipan hjá bólkinum I AM fer saman við G-sus, MMM og kórinum Vox at spæla á konsert í Runavík leygarkvøldið C M Y K 29 28