Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 97 - 25. mai 2002 Nr. 97 - 25. mai 2002 37 Søkt verður eftir 2. varaskúlastjóra, sum • undir ábyrgd skúlastjórans og í samstarvi við vara- skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal 2. varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans og vara- skúlastjórans • saman við skúlastjóranum og varaskúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans/varaskúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum og varaskúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí ein- staka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálastýrinum í Streymoy- ar skúladømi III við fyribils tænastu í Tórshavnar Kommunuskúla, og tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 30.2, 30.3 og 32.2 ella sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv,uttan so,at tann sum sett/-ur verður,er tænastu- mannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið fæst frá Mentamálastýrinum, skal vera Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. juni 2002. Um tú ynskir fleiri upplýsingar,kanst tú ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara. 22. mai 2002 Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 – 110 Tórshavn Telefon 355050 – Fax 355055 e-postur: MMS@MMS.fo Mentamálastýrið Fólkaskúladeildin Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. 2. varaskúlastjórastarv í Tórshavnar Kommunuskúla Starvið sum 2. varaskúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla verður lýst til setanar frá 1. august 2002. Skúlaárið 2002/2003 verða 588 næmingar í 10 árgangum í skúlanum. 41 lærarar starvast í skúlanum. Ph.d.-ritgerð góðkend til verju á Fróðskaparsetri Føroya Fríggjadagin 14. juni 2002 fer Kirsten Brix, cand.mag., at verja ph.d.-ritgerðina Dialog i Babels- tårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatter- skab við Fróðskaparsetur Føroya. Í dómsnevndini hava sitið Turið Sigurðardóttir, lekt- ari,mag.art.á Fróðskaparsetrinum,Anne Kari Skarð- hamar, fyrstiamanuensis, dr.art. við Høgskolen í Oslo og Martin Zerlang, lektari, mag.art. við Uni- versitetið í Keypmannahavn. Sjálv verjan, sum er almenn, fer fram í samkomu- høllini á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Byrjað verður kl. 13.00. Bókin Dialog i Babelstårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab hevur ligið alment frammi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum og á Føroya Landsbókasavni frá 21. mai 2002. Hon verður eisini at fáa til keyps í bókabúðunum umleið 1. juni. Útgevari er Føroya Fróðskaparfelag, Tórs- havn 2002, 280 s. (ISBN 99918-41-34-2, ISSN 0365- 6772). Fróðskaparsetur Føroya Seturskrivstovan J. C. Svabos gøta 14 100 Tórshavn Heimarøktin Sundalagið/Eiði Heimasjúkrasystir Søkt verður eftir avloysara fyri heimasjúkrasystir í barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðnum 10.06.02– 31.12.02 í skiftandi dag- og kvøldvaktum 28 tímar um vikuna. Ynskiligt er at umsøkjarin hevur royndir og kunn- leika til arbeiðið innan Heimarøktina. Lønar- og starvstreytir: Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Klein, økisleiðara, tlf. 333249. Skrivlig umsókn saman við autorisatiónsprógvi v.m. skal sendast til: Heimarøktin Økisskrivstovan Heilsumiðstøðin 370 Miðvágur Umsóknarfreist: 07.06.2002. Tekniski Skúlin Tórshavn søkir lærara Til útbúgvingina »Framleiðslutøkningur« (Produk- tionsteknolog) verður søkt eftir lærara, starvið er eitt fulltíðarstarv. Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum verkfrøðing- ur, ella tilsvarandi útbúgving. Fyrimunir eru at um- søkjarar hava royndir innan organisatión, leiðslu og planlegging (logistik). Setanarkor til fast starv: Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har tann, sum verður settur í fast starv, má verða til reiðar at taka ta eftirútbúgving,tað verður seg ped- agogiska/undirvísingarliga ella aðra førleikagev- andi útbúgving,sum er neyðug fyri at verða settur í fast starv. Løn: Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL. Starvið verður sett 1. august 2002. Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og starvstíð skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 6. juni 2002. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlan, tlf. 311957. P/f Sveisingahandilin søknast starvsfólk Vit søknast eftir einum fólki til vørukoyring og goymsluna. Arbeiðið umfatar alla koyring av vøru, so sum koyr- ing út til kundar, avheinta vøru á bryggjuni, gera vøru klára at senda. Inni á goymsluni hevur tú ábyrgdina av at fáa vøru- na til høldar, halda øki og bilarnar. Fyrimunur er at tú hevur stóra koyrikorti. Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi ring 311909 Bárður Simonsen. Umsóknir til starvið skulu sendast til: P/F Sveisingahandilin Boks 18 • FO-110 Tórshavn Att.: Bárður Simonsen -tað loysir seg Almannastovan søkir eftir deildarleið- ara til Tænastudeildina at byrja skjót- ast tilber. Uppgávurnar hjá Tænastudeildini eru m.a.at umsita journalskipanina fyri alla Almannastovuna, at umsita móttøk- una hjá leiðsluni, toymunum, deildun- um. Deildin er nýstovnað og er mann- að við fimm málsviðgerum. Arbeiðs- økið er alt landið. Arbeiðs- og ábyrgdarøki: • Deildarleiðarin hevur ábyrgd av leiðslu, ráðlegging og samskipan av deildini. Høvuðsuppgávurnar eru m.a.: • At viðvirka til, at deildin er í støðug- ari menning og skipa arbeiðið so- leiðis, at stovnurin hevur eina skip- aða og álítandi tænastuveiting • At viðlíkahalda og menna elektron- isku journalskipanina (Scan-Jour) • At skráseta, goyma og varðveita øll savnindi frá øllum pørtum av Almannastovuni • At tryggja, at arbeiðið er skipað í samsvar við lógir og reglur á økinum • At tryggja eitt alsamt betri samskifti millum deildir og fakbólkar á stovn- inum og harvið menna eitt tvørfak- ligt samstarv • At starvsfólk trívast, mennast og verða stuðlað og eggjað til størri sjálvstøðu, sjálvræði og ábyrgd í arbeiðinum Førleikakrøv: • Viðkomandi fakliga útbúgving • Ástøðiliga útbúgving innan EDV • Umfatandi vitan og kunnleika um elektroniska journalføring • Arbeiðsroyndir innan økið frá privat- ari ella almennari umsiting Almannastovan Jónas Broncksgøta 27 – Postrúm 3096 Tlf. 315480 – Telefax 318850 FO-110 Tórshavn Leiðari á Tænastudeildini • Evni at seta í verk fyriskipanir • Evni at eggja og menna starvsfólk • Góð samstarvsevni • Góð evnir at orða seg bæði munn- liga og skrivliga • Leiðsluroyndir og kunnleiki til al- mannaverkið er ein fyrimunur Lønar- og setanartreytir: Starvið er lønt sambært sáttmála mill- um Fíggjarmálastýrið og avvarðandi fakfelag. Leiðarin hevur tilvísing til stjóran. Vegna bygnaðarbroytingar kann ein ávís tillagingartíð væntast. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Petru J. Joensen, stjóra, á tlf. 315480 millum kl. 09.00 og 13.00. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til: Almannastovan J. Broncksgøta 27 Postboks 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 10. juni 2002 Vinarliga merki brævbjálvan »Leiðari á Tænastudeildini« hjá KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35 Nýggjur stjóri Árna Ellefsen Paula Ellefsen Súna Schwartz Jacobsen Nýtt starvsfólk Umsóknin Aftaná summarfrítíðina tekur Árni Ellefsen, statsaut. revisor, við sum nýggjur stjóri í felagnum. Felagið verður hereftir stjórnað av trimum síðustillaðum stjórum: allir statsaut. revisorar. Til heystar fáa vit brúk fyri nýggjum starvsfólkum. Roknað verður við, at hesi hava teoretiska útbúgving frá handilsskúla ella handils- háskúla og helst eisini praktiskar royndir innan bókhalds- og/ella grannskoðanararbeiði. Roknað verður eisini við, at starvsfólkini hava áhuga fyri framhald- andi útbúgving innan grannskoðan. Tey, ið sett verða, mugu verða til reiðar at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, um tørvur er á tí. Lønin verður ásett eftir útbúgving og royndum. Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda okkum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi tann 1. juli 2002. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Paula Ellefsen ella Súna Schwartz Jacobsen á telefon 34 34 34. Allar upplýsingar og umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nýggj manning Vit eru 26 starvsfólk, herav 3 statsaut. revisorar, 3 cand.merc.aud., fleiri við HD og á veg til HD og cand.merc.aud., og ein við serroyndum innan edv. KPMG statsaut. revisorar Sp/f, sum er føroysk ogn burturav, er limur í KPMG International, eitt av heimsins størstu samtøkum av grannskoðarafyritøkum við meira enn 100.000 starvsfólkum til samans. KPMG veitir tænastur innan grannskoðan, roknskap, fíggjarstýring, skatt og mvg, og aðrar serligar tænastur á hægsta góðskustigi. Endamálið við KPMG International er, at kundar hjá KPMG í gjøgnum samstarv millum grannskoðarafyritøkur kunnu fáa somu tænastur og somu høgu góðsku um allan heimin. Limaskapur okkara í KPMG ger eisini, at bæði vit og kundar okkara kunnu fáa beinleiðis samband við serdeildir í stórum útlendskum grannskoðarafyritøkum. KPMG í Føroyum hevur ein góðan og breiðan kundaskara við bæði stórum og smáum kundum innan handil, ídnað, fíggjarstovnar, kommunur og stovnar undir landinum. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 37 36