leygardagur 25. mai 2002síða 22
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 97 - 25. mai 2002
Nr. 97 - 25. mai 2002
43
HEILSANIR
Góða, fitta
Linda
Eg ynski tær
hjartaliga
tillukku við 5
ára degnum
26. mai og
heilsan til
babba við
degnum 18.
mai, eg eri so
góður við teg.
Heilsan, Erik
Hey, Ann
Tillukku við degnum 24.5.
Hendan rótin smakkaði
væl, minnist tú!
Heilsan, ein ið var við
Góða Ann
Hjartaliga tillukku við teimum ?, nei gott er.
Gita hvør
Góði, fitti Høgni
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum ynskir
Ari xxx
Góða Sigrid
Hjartaliga tillukku við 14
ára føðingardegnum 28.
mai.
Heilsan Johan
Góða Birgith
Hjartaliga tillukku við
2x20 ára føðingardegnum.
Tú helt kanska at tú slapp
undan, ha-ha-ha!
Heilsan, mýrurnar
Góði, elskaði Ronni
Hjartaliga tillukku við 3
ára degnum í dag og alt tað
besta ynskja vit,
mamma, babba, Steffan
og Teitur
Góði, elskaði Hjarnar
Hjartaliga tillukku við 1
ára føðingardegnum í dag
og alt gott í framtíðini
ynskja
omma, abbi og Mekhala
Góða, fitta Kristina
Hjartaliga tillukku við 1
ára degnum 26.5. Vit elska
teg.
Mamma, babba, Jóhan
og Rani
Góða Birgith
Lukku og gleði á 2x20 ára
degi. Vælkomin upp til
okkum »UNGU«.
Heilsan, frellurnar
Gudstænastur
Trinitatissunnudagur
Fuglafjørður: kl. 11, familju-
gudstænasta, Uni Næs. Talvan
gongur fyri Ytri Missión
Skála: kl. 11, Jógvan
Fríðriksson
Glyvrar: kl. 11, Meinhard
Bjartalíð
Húsar: kl. 11, altarg., Hans
Eiler Hammer
Christianskirkjan: kl. 11,
lestur
Vesturkirkjan: kl. 11, Heri J.
Joensen
Eiði: kl. 11, altarg., Bergur D.
Joensen
Haldórsvík: kl. 11,
Tjørnuvík: kl. 12, Marjun
Bæk
Gøta: kl. 11, Martin R.
Jacobsen
Havnar kirkja: kl. 11, Sonja
Klein
Kaldbak: kl. 12, altarg.,
Henning Nielsen
Nólsoy: kl. 12, altarg., Bjarni
Bæk
Tvøroyri: kl. 11, altarg.,
Jónsvein Bech
Hov: kl. 11 Ólavur
Rasmussen
Svínoy: kl. 12, (útvarpað),
Elsa Funding
Gásadalur: kl. 11,
Mykines: kl. 18, David
Johannesen
Funningur: kl. 11 messa,
Gjógv: kl. 12.30 messa, Emil
Olsen
Vestmanna: kl. 11, Inga
Poulsen Dam
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Møti. Heimasíða:
www.hebron.fo
Rhema á Hálsi
Fríggjakvøldið kl. 18-19.30
ATAP Kids (Barnaklubbur).
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti og sunnudagsskúli. Øll
eru vælkomin.
Meinigheitin í Hoyvík
Uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
gudtænasta v/ Debbi Joensen,
kl. 14 Sunnudagsskúli í
Hoyvíkar skúla.
Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar-
møti uppi á Brekku 3.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Leygardagin kl. 11 Útifundur
í gongugøtuni, kl. 16 Horn-
tónleikur á bátastevnuni í
Vestmanna og Útifundur um
kvøldið.
Sunnudagin kl. 11 Møti.
Eingin sunnudagsskúli, men
kl. 17 Møti fyri alla familjuna
(diplom til títlinga sangararn-
ar). Drekkamunnur aftaná. Øll
eru vælkomin.
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá
Frelsunarherinum leygar-
kvøldið kl. 19.30, allar
kvinnur eru vælkomnar.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Suna
Joensen.
Meinigheitshúsið
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorhugni fyri 6. fl. og
eldri.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Familjumøti
v/ Duritu og Ejvind Mourit-
sen.
Mánakvøldið kl. 20 Kvinnu-
møti, kl. 20 Manskórið venur.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møti, kl.
21 Útimøti.
Mikukvøldið kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
Heimasíðan:
www.ebenezer.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa í
Mariukirkjuni.
Kl. 14 Sunnudagsskúli.
Filadelfia, Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Gordon E. Grieve, kl.
11.30 Barnagudstænasta, kl.
16 Samkomufundur.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia sæst
á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnudagin kl. 18 Møti –
Annelisa Berthelsen.
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morgun-
møti, kl. 18: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17 Møti.
Norðstreymoy
Til allar kvinnur í Norð-
streymoy. Hugnakvøld verður
í Glæmuni í Kvívík leygar-
kvøldið kl. 20. Á skránni
verður sangur, drekkamunnur
og lívgandi orð. Allar eru
vælkomnar.
Saron, Vestmanna
Sunnudagin kl. 18 Evang.
møti v/ Eiler Johannesen.
Mánadagin kl. 20 Bønarmøti.
Telefonandaktin 424741.
Missiónshúsið í Hvalvík
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli og kl. 18 Hugna-
løta, har Jórun og Nurlan
Malaikev koma at greiða frá
arbeiðinum millum gøtubørn-
ini í Kiev. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Fríggjakvøldið kl. 20.30 Vón
fyri framman við hugna,
vitnisburði og sangi. Kalle og
Jórun Jacobsen luttaka.
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við Eyðun Jacobsen.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti við Paula Høj. Útimøti á
Skála kl. 20.30. Vælkomin í
Kelduna. www.keldan.fo
Filadelfia, Gøta
Møtirøðin við Pól Færø
heldur fram fríggjakvøldið og
leygarkvøldið kl. 20 og
sunnumorgunin kl. 11.
Breyðbróting verður kl. 13.
Thabor, Fuglafjørður
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti við
Marjan Nielsen, Nes og
ungdómsmøti verður kl. 21.
Lívsins Orð
Møti verður sunnudagin kl.
10.30 við breyðbróting og
evangel. møti verður kl. 17
við sangi og vitnisburði.
Ungdómsbólkurin møtir
mánadagin kl. 20.00.
Elim, Søldarfjørður
Sunnudagin kl. 12 breyð-
bróting og sunnudagsskúli,
kl. 18 luttekur Høgni
Jóhannesen. Evni er bøn.
Soli Deo Gloria
Hóskvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti. Hjarta-
liga vælkomin.
Aglow, Sandoy
Møti verður í Samljóð leygar-
dagin kl. 20 fyri kvinnum og
monnum. Jónhilda og Gullak
Hansen luttaka. Vælkomin.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Frelsunarherurin, Vágur
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Mánadagin kl. 20 Heimafor-
bundið, fyri allar kvinnur.
Vitnið, Hvalba
Osvald Kjærbo talar á evan-
geliska møtinum sunnukvøld-
ið kl. 18. Øll eru vælkomin.
Vikuskiftismøti í Hirtshals
24.-26. mai í Hirtshals
missiónshúsi.
Møti í Aulum missiónshúsi
27. mai kl. 19.30 v/Kórinum í
Meinigheitshúsinum í
Tórshavn.
Møti í Tarm missiónshúsi
týsdagin 28. mai kl. 19.30 v/
Hera Elttør og Meinigheits-
kórinum.
Møti í Hjørring umráðnum
30. mai til 1. juni v/ Hera
Elttør og Meinigheitskórinum.
Allir føroyingar eru hjartaliga
vælkomnir til hesi møti, fleiri
upplýsingar kunnu fáast frá
Hera Elttør tlf. 97 473786.
TILTØK
FØÐINGAR
ANDLÁT
4. mai fingu Aslaug og Sámal Hansen, Keypmannahavn, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3880 gr.
12. mai fingu Rudi Nielsen og Søren Lünell Bruhn, Trongis-
vágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3760 gr.
14. mai fingu Anna E. Jacobsen, Tvøroyri og René Thomsen,
Sumba, ein son. hann var 42 cm. langur og vigaði 1700 gr.
16. mai fingu Joanita og Jan Jacobsen, Saltangará, eina dótt-
ur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3200 gr.
17. mai fingu Lisa Nielsen og Jacob Vilhelm, Vágur, eina
dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 3900 gr.
17. mai fingu Alisa og Dánial Jákup Jakobsen, Skálavík, ein
son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3900 gr.
18. mai fingu Óluva og Andrias Poulsen, Klaksvík, eina dótt-
ur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4400 gr.
18. mai fingu Olivia og Jákup Súni Berg, Tórshavn, ein son.
Hann var 55 cm. langur og vigaði 3950. Hann eitur Jósef.
18. mai fingu Jónhild og Brian Rasmussen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3300 gr.
19. mai fingu Sonja og Petur í Gong, Klaksvík, ein son. Hann
var 52 cm. langur og vigaði 3550 gr.
19. mai fingu Maud S. Simonsen og Fabio De Marco, Fugla-
fjørður, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3760 gr.
19. mai fingu Mia og Hjartvard Kjærbæk, Vestmanna, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4100 gr.
20. mai fingu Heidi og Eyðfinn Magnussen, Tórshavn, ein
son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4960 gr.
21. mai fingu Fríða og Álvur Haraldsen, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 53 cm. long og vigaði 3625 gr.
21. mai fingu Unn Bjarnadóttir og Annfinn Joensen,
Sørvágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3700 gr.
22. mai fingu Maria Eliasen og Jón Magnussen, Fuglafjørður,
ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 2600 gr.
22. mai fingu Barbara Petersen og Hans Martin Høj, Hoyvík,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr.
15. mai
Magnhild Heinesen, Tórshavn, 71 ár.
18. mai
Marius Olsen, búsitandi í Vestmanna, ættaður úr Hósvík, 84
ár.
Esmar Olsen, búsitandi í Havn, ættaður av Húsum, 71 ár.
Dia Petersen, Sørvágur, 28 ár.
19. mai
Bent Rubeksen, Tórshavn, 64 ár.
21. mai
Magnus Emil Poulsen, vanliga nevndur Magge í Brekkum,
Toftir, 83 ár.
22. mai
Petur Joensen, Eiði, 65 ár.
Robert Hansen, Nólsoy, 61 ár.
Hermina Stakslíð, vanliga nevnd Mina, Tjørnuvík, 84 ár.
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Jesur sigur í Matt. 28. 18-20: »Mær er fingið alt valdið í himli og á
jørð, v. 19. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við
tað, at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga
anda, v. 20, og við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið
tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda«.
Fyri at skilja hesi vælkendu orðini til fulnar, mega vit kenna bak-
grundina. Jesus er nýliga upprisin, og tí hvíla eisini hesi orðini á upp-
reisnina, á tað fullgjørda verkið á Golgata.
Jesus hevur boðið vinum sínum at koma saman við honum á
einum fjalli í Galileu fyri seinastu ferð, áðrenn hann fer frá teimum.
Tann gerning, hann hevur byrjað her, letur hann nú upp í hendurnar
á lærusveinum sínum. Nú skulu teir halda áfram við tí gerningi hann
hevði fullført.
Og so byrjar Jesus: »Mær er fingið alt valdið í himni og á jørð«.
Jesus hevur elskað mest, og hevur latið hitt størsta offur, tí er tað
at hann hevur fingið henda rætt og hetta vald, og tí vil hann altíð hava
tað. Hann bar allar heimsins syndir, tí eigur hann rættin til at hava alt
vald á øllum heiminum. Og tí hevur hann eisini rættin til at hava alt
vald á okkum. Vit eru dýrtkeypt við hansara blóði. Eingin annar
hevur tí rætt til at eiga okkum og ráða yvir okkum enn Jesus.
Farið tí og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar.
Hetta er eitt stórt boð, men tað er Jesu boð og vilji.
Hesi boðini kunnu tykjast ómøgulig at klára. Men teir fyrstu læru-
sveinarnir hjá Jesus vóru lýdnir hesum boðum og orði. Teir fóru út og
vunnu nýggjar lærusveinar fyri Jesusi. Tað sama kallar Jesus okkum
til í dag. Hann kallar okkum til at blíva ein Jesu lærusveinur, soleiðis
at hansara ríkið kann vinna fram um allan heimin. Tí er spurningurin
til okkara. Eru vit lýðin hansara kalli og hansara boðum? Vilja vit
verða við í hesum stóra arbeiði?
Við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins
heilaga anda.
Hetta vóru boðini lærusveinarnir fingu. Við at doypa tey til sam-
felags við hin tríeiniga Guð skulu teir gera øll fólk til Jesu lærusvein-
ar. Her er eingin undantikin. Tí hetta er Guðs verk. Hetta er gávan
hann vil geva tí fallnu mannaætt. Hann vil geva hana til bæði stór og
smá, ung og gomul, lærd og leik. Og so leggur hann aftrat: Og við
tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Hetta er
ein stór uppgáva. Ein uppgáva, ið allar kristnar kirkjur og samkomur
eru samdar um at røkja, sjálvt um tað er ymiskt hvat dent vit leggja í
dópin í okkara læru. Við hesum boðum, við hesi uppgávu vísir Jesus
okkum á, at um vit skulu verða hansara lærusveinar, mega vit eisini
læra at halda boð hansara, ikki bert ein part av tí, men alt tað hann
hevur boðið okum. Og tað er eisini tað sum eyðkennir ein Jesu
lærusvein, at Guðs orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu
míni. Sjálvt um heimurin broytist, sjálvt um menniskjan broytist, so
broytist ikki Guðs orð. Tí eiga vit at lesa sum skrivað stendur, trúgva,
sum skrivað stendur og ikki minst, gera sum skrivað stendur. Tá vilja
vit eisini uppliva kraftina í tí lyftinum sum Jesus gevur okkum lut í:
Eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda.
Amen!
Hans Eiler Hammer, prestur
13. apríl fingu Teitur og
Egin Tollaksson eina
systur, hon var 53 cm.
long og vigaði 4150 gr.
Foreldur eru Kristvør
og Tollakur Joensen,
Norðragøta
Hey, eg eiti Rebekka.
Mamma og babba eita
Laila og Jón, Nyborg.
13. apríl fekk eg ein
beiggja, ið eitur Lukas
C
M
Y
K
43
42
Bilur við skaða
til sølu
Merki: BMW 318 TDS
Árg.: 1995
Km: 83.000
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Att.: Bjartur Brekkstein, sýnsmaður
tlf. 34 57 71
fax nr. 34 56 07
e-mail: bjb@trygging.fo
At hitta mánadag-hósdag millum kl. 08.30-10.00
og fríggjadag millum kl. 08.30-16.00.
Bilur til sølu
VW GOLF 1.8, árg. 6/95, koyrt 73.000 km, til sølu.
Bilurin hevur ABS-bremsur, 2 Airbag, alu-felgur,
fløguspælara, org. sóltak. Heilársdekk á felgum
fylgja við. Bilurin er væl hildin og í sera góðum
standi.
Tlf. 312032