Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 98 - 28. mai 2002 Nr. 98 - 28. mai 2002 3 Tøkk Teimum, sum við jarðarferðina og á annan hátt mintust og ærdu kæru fastir, mostir, abbasystir, ommusystir, langabbasystir, langommusystir og oldurabbasystir Ingibjørg Mørkøre takka vit hjartaliga. Eisini takka vit starvsfólki, búfólki og teimum sum vitjaðu fyri tíðina á ellisheiminum í Havn. Familjunnar vegna Tóroddur Kallsoy, Elinborg Thomsen og Jógvan Mørkøre Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri bróðir mín Oskar Jacobsen vanliga nevndur Oskar í Smæruni andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 25. mai, 73 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin 29. mai 2002 kl. 14.00. Familjunnar vegna Gudny Tey, ið vilja minnast Oskar kunnu lata eina gávu til Spastikarafelagið – konto í Føroya Sparikassa. LIST Tíðindaskriv Á Sandoyar Kunningar- stovu er forvitnislig lista- framsýning í summar. Framsýningin lat upp í maimánaði og verður opin alt summarið. Listafólkið, ið sýnir fram, er Súsan í Jákups- stovu, tóvirkislistakona á Sandi. Súsan í Jákupsstovu er serliga kend fyri tóvirkis- list, men á Kunningarstov- uni er høvi at síggja vatnlitsmyndir,tekstilcollag ur og stoffmálningar. Framsýningin er opin frá mánadegi til fríggjadag kl. 9-11 fyrrapart og 14-16 seinnapart. Listaframsýning á Sandoyar Kunningarstovu Aftur í ár skipar Lions Club Klaks- vík fyri einum skemtiligum fót- bóltsdysti í sam- bandi við Norðoya- stevnuna SKEMT Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Tann skemti- ligi fótbóltsdysturin, sum Lion Club Klaksvík skipar fyri, er vorðin eitt afturvendandi tiltak í sambandi við Norðoya- stevnuna. Og árið í ár verður einki undantak í so máta. Í kvøld, týskvøld, klokkan 20.00 verður aftur dystur leiktur á vøllinum í Klaksvík. Dysturin í ár verður millum Norðoya Røkt- arheim, Klaksvíkar Sjúkrahús og P/F Kósin. Dómari verður kendi skemtarin Mogens Høj- sted. Sum nakað nýtt verð- ur í hálvleikinum ein togtogan millum áhoyr- arnar á skránni. Áðrenn dystin verður skipað fyri skrúðgongu, og byrjar hon í sjúkra- húsgarðinum klokkan 19.30. Stórur áhugi plagar at verða fyri hesum tiltak- inum, og somuleiðis verður uttan iva eisini í ár. Á henda hátt kunnu norðoyingar eins og tjóvstarta Norðoya- stevnuna, sum jú byrjar komandi fríggjadag. Kostnaðurin fyri vaks- in er 20 krónur. Undir dystinum verða luta- seðlar seldir, og fer allur peningurin óskerdur inn til vælgerandi endamál. Skemtiligur fótbólts- dystur í Klaksvík SEYÐAHALD Jústinus Leivsson Eidesgaard Aberdeen, Sosialurin: Er áhugin nóg stórur, so spæla pengar ikki tann stóra leiklutin. Og er talan um ein góðan fullvandan seyðahund, so Ivast Hanus Jóannesarson úr Vestmanna ikki, hann trívur í lumman og leggur nógvar túsund- krónuseðlar á borðið fyri ein slíkan. Í hesum førinum var talan um pund. Tað vakti ans, tá tríggir undir manns komu á flogvøllin vesturi í Vágum annan hvítusunnudag við trimun avlongum og høg- um kassum. Hol vóru í køssunum, sum vóru smíð- aðir úr finer og hjól vóru undir. Nú er tað soleiðis, at ongin í allari almindiligheit við virðing fyri sær sjálv- um, loyvir sær at spyrja onnur hvat tey hava í við- føri. Tað hoyrir líkasum privatlívinum til. Men tá undirritaði sá teir aftur á flogvøllinum í Aberdeen seinasta hóskvøld, so kundi eg ikki halda mær fyri berum forvitni og spurdi. Jú tríggir seyðahundar úr Bretlandi og eigararnir eru Hanus Jóannesarsson úr Vestmanna, Tummas Ja- cobsen, sonur Jákup Jacob- sen, bónda úr Hvalvík og Hjalgrim á Heygum, sonur Heina bónda á Heygum. Hanus Jóannesarson er í allari almindiligheit sjó- maður og siglir úti hjá Maersk, men tá hann er heima hevur hann stóran áhuga í seyðahaldi og hann plagar at hjálpa Heina bónda á Heygum. Tá Hanus er burtur, so skal Heini taka sær av hundinum. - Eg havi stóran áhuga fyri seyðahundum, ikki bara at nýta hesar til rakstur í haganum, men eisini at luttaka í hundakappingum. Tað er vorðin ein ítrótt í dag, sigur Hanus Jóannes- arson, meðan vit standa í bíðirøð fyri at skriva okk- um inn til flogferðina heim. - Eg kom í samband við ein haldbónda, ein pensio- neraðan bónda í syðra parti av landslutinum Yorkshire. Hetta hendi gjøgnum inter- netið. Bóndin eitur Jack Greenbank, er 73 ára gamal og býr í bygdini Salter- forth. Bóndin hevur fingist við hundar í mong ár og hann venur enn border- colliar til góðar rakstrar- hundar. Vit gjørdu av at fara niður at vitja hann, og tað endaði við at vit keyptu tvær tíkar frá honum. Onnur eru tvey ár og onnur er trí og eitt hálvt ár. Báðar eru vanar at reka seyð. Ein annan seyðahund keyptu vit eystanfyri bygdina Ster- ling Castle. Vit gleða okk- um at koma heim at royna hundarnar, sigur Hanus Jóannesarsson úr Vest- manna. Keypti seyðahund fyri 14.500 krónur Teir tríggir ernu hundaeigararnir á flogvøllinum í Aberdeen, meðan teir bíða eftir at skriva seg inn til heimferðina heim til Føroya hóskvøldið. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard VINARLAG Jústinus Leivsson Eidesgaard Myndin sýnir 70 ára gomlu Betty í Aberdeen við soninum hjá Sáru av Skála og Svonko Mrdalo úr Kroatia. Sára er dóttir Jørgen Thomsen, sála, íð var politikkari í mong ár. Betty er sjálv fødd í Aberdeen í gomla fiski- býlinginum Footdee á norðaru síðu við inn- siglingina til Aberdeen. Hon var fimm ára gomul fyrstu ferð hon hitti før- oyingar í 1937. Pápi hennara seldi fisk og hann gjørdist vinur við Kaj Johannesen, skipara úr Hvannasundi, sum um hetta mundi sigldi niður at selja. Teir hittust á marknaðinum og funnu skjótt fram til, at teir høvdu annað tilfelags enn fisk. Kaj byrjaði at ganga á møti í salinum í Footdee saman við pápa Betty. Hann kom eisini í heim teirra saman við øðrum brøðrum, í orðsins rætta týdningi. Betty minnsit Kaj sum smágenta sum ein "a Gently Giant" ein vinarligan risa. Síðan hevur Betty havt nógv samband við føroyingar í Aberdeen. Fyri 25 árum síðan var hon í Føroyum og vitjaði millum annað Kaj og konuna og eisini Esmar Fuglø. Betty og maðurin eiga húsini sum Sára og Svonko búgva í meðan Svonko lesir í Aberdeen, so Betty er landlady hjá teimum. Beint yvir av hesum húsum eigur Sofus Poulsen, umboðsmaður eini hús. Betty er ógvu- liga góð við børn og hon plagar at fara í barna- garðin eftir hesum lítla føroyingi eisini og onkrar dagar fer hon til gongu í móti Sáru og soni. Ein fitt barna- genta í Aberdeen Betty í Aberdeen saman við abbasoni Jørgen Thomsen, sála á Skála C M Y K 3 2