Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 98 - 28. mai 2002 Nr. 98 - 28. mai 2002 5 Í fagrasta veðri var standmyndin av J.F. Kjølbro sunnudagin avdúkað í Klaksvík. Eini 1500 fólk vóru savnaði hesa løtuna at minnast hendan megnarmann, sum í tíð síni legði lunnar undir einum virknum vinnulívið her á staðnum AVDÚKING Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Sunnudagin upprann endiliga løtan, tá fyrsta standmyndin í Klaks- vík varð avdúkað. Hetta var ein søguligur dagur fyri býin, og tað vísti talið á uppmøttu fólka- mongdini eisini. Veðrið var av tí allar- besta, og eini 1500 fólk vóru savnaði saman á Biskupsstøð, har stand- myndin av J.F. Kjølbro er reist. At J.F. Kjølbro er fyrsti maður, ið standmynd er reist til minnis um, er ikki av tilvild. J.F. Kjølbro er tann mað- ur, sum hevur havt størst týdning fyri vinnulívið í Klaksvík. Hann bygdi í tíð síni eina vinnufyritøku upp, hvørs stødd og styrki var ómetalig í mun til ta samlaðu fram- leiðsluna í samtíðarsamfe- lagnum. Týdningurin av verki hansara setur enn merki sítt á býin. Fleiri av fyritøkunum í býnum bera enn navn hans- ara, og er tað felag, hann bygdi upp, framvegis størsta vinnufyritøkan í býnum. Kjølbro var eisini ein av teimum, sum í 1919 tók stig til at seta á stovn Norð- oya Sparikassa, og er sjálv standmyndin ein gáva til Klaksvíkar bý frá Norðoya Sparikassa. Gávan varð givin í sam- bandi við 80 ára føðingar- dagin hjá stovninum, og er hon evnað til av listar- manninum Hans Paula Olsen. Hans Pauli hevur, um- framt standmyndina av Kjølbro, eisini latið stand- myndina av Nólsoyar Pálli og Traðarmanninum í Havn úr hondum. Døtrar avdúkaði standmynd Standmyndin varð sunnu- dagin avdúkað á Biskups- støð í Klaksvík. Staðið, har Kjølbro av fyrstani tíð byrjaði virksemi sítt í 1912. Umframt tey 1500 fólk- ini, sum vóru møtt upp, var eisini stórur partur av fa- miljuni hjá Kjølbro til staðar. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, byrjaði hátíð- arhaldið við at flyta fram røðu um hendan megnar- mann, sum hevur havt so stóran týdning fyri Klaks- víkina. Vónin hjá honum var, at standmyndin av Kjølbro kann verða til eggjan og íblástur hjá teim, sum skulu bera landið víðari. - Tey vinnuligu fótaspor- ini eftir J.F. Kjølbro hava ómetaligan týdning fyri býin, og enn í dag heysta býur og land ávøkstur eftir virksemi hansara, segði borgarstórin millum annað. Tá Steinbjørn hevði end- að røðu sína, var tíðin kom- in til sjálva avdúkingina. Kjølbro átti, saman við konu síni Karini, fimm børn, men av teimum eru bert trý á lívi í dag. Tað eru tær tríggjar døtrarnar Oda, Kitty og Esther, og vóru teir eisini til staðar hendan sunnudagin. Kitty og Esther høvdu fingið tillutað uppgávuna at avdúkað standmyndina, og gjørdi hetta løtuna enn meiri hátíðarliga og sera kensluborna. Framvið standmyndini stóð øll familjan hjá Kjølbro savnað saman, tey flestu í føroyskum búnum. Hetta var ein løta, sum flest allir klaksvíkingar fara at minnast aftur á í fleiri ár. Ótroyttiligan vilja Eftir avdúkingina flutti sparikassastjórin, Eyðfinn Reyðberg, fram røðu. Í røðu síni tók hann mill- um annað fram, at hetta var ein merkisdagur í býarinnar søgu. Hann nýtti eisini høvið til at takka Hans Paula Olsen fyri standmyndina, sum hann hevur latið úr hond- um. - Kjølbro skapaði nógv góð virði fyri Klaksvíkina, og hevði hann ein ótroytti- ligan vilja til at skapa og byggja upp, samstundis sum hann óræddur gekk nýggjar leiðir, segði Eyð- finn í røðu síni. Eyðfinn nevndi eisini, at tað kann vera torført hjá tí yngra ættarliðnum at skilja og virðismeta týdninginin av tí arbeiðið, ið Kjølbro lat liggja eftir. - Men Kjølbro tók álit á seg sjálvan, og vísti øðrum álit. Hann gloymdi ikki uppruna sína, men grund- aði virksemi sítt á heim- staðin. Um onnur kunnu taka hetta upp eftir hann, so hevur býurin eina bjarta framtíð, segði sparikassa- stjórin. Eyðfinn Reyðberg end- aði røðu sína við at endur- taka spurningin, sum so ofta verður havdur á lofti: Hvønn týdning hevur Kjøl- bro havt fyri Klaksvíkina ? - Spurningurin kann einans svarast við einum nýggjum spurningi. Nevni- liga: Hvat hevði Klaksvíkin verið uttan Kjølbro?, end- aði sparikassastjórin røð- una. Eftir røðurnar spældi Klaksvíkar Hornorkestur nøkur løg, og eisini var fe- lagssangur á skránni. Eftir hátíðarhaldið varð skipað fyri eini hugnaløtu í Klaksvíkar Bókasavnið. Standmyndin av Kjølbro avdúkað: Ein søguligur dagur fyri Klaksvíkina Oda, Kitty og Esther vóru komnar heim til avdúkingina av standmyndini av pápa teirra Mynd: Símun á Høvdanum - Fleiri enn 1500 fólk vóru savnaði saman til avdúkingina av standmyndini av J.F. Kjølbro Mynd: Símun á Høvdanum FISKISKAPUR Stefan í Skorini Vaktarskipið Brimil kom sunnudagin á Havnina við týska trolaranum Bianca, sum fiskaði í einum stongdum kassa norðanfyri Fugloynna. Skiparin segði seg ikki vita av, at henda leiðin er stongd hesa tíðina á árinum. Hon er stongd frá 1. februar til juni. Skiparin hevur fingið sektaruppskot, sum tilsam- ans er 304.000 krónur, og hann hevur tikið við bótini. Hald er lagt á veiðuna og fiskireiðskapin, og skiparin skal rinda 100.000 krónur í bót. Veiðan er virðismett til 60.000 krónur og reiðskap- urin til 144.000 krónur. Skipið hevur bara verið í føroyskum sjógvi í tveir dagar og hevði bara eini tólv tons í lastini, tá Brimil kom fram á tann lítla týska trolaran Bianca, sum hevur heimstað í Cuxhaven. Eitt ungt par slapp út ígjøgnum loftsvin- deygað, tá eldur var í einum húsum á Stongunum í Klaks- vík leygarmorgunin. Sløkkiliðið fekk tó boð um, at eldurin var í einum húsum á hinum arminum í Klaksvík, men tíbetur varnaðist ein sløkki- maður, hvar eldurin í veruleikanum var ELDSBRUNI Stefan í Skorini Sløkkiðið í Klaksvík kundi mist nakrar virðismiklar minuttir, tá liðið fekk skeiv boð um, hvar ein eldsbruni var. Eldur var í einum gomlum húsum á Stong- unum, men sløkkiliðið fekk boð um, at eldur var á Klaksvíksvegi. Tíbetur var ein av sløkki- liðsmonnum, sum varð til- kallaður, til arbeiðis nær- hendis húsunum, og hann gav boð um at koyra norð- ureftir heldur enn eftir boð- unum av alarmsentralinum. Tí kom sløkkiliðið á staðið beinanvegin og fekk bast eldinum. Um brandbilarnir høvdu farið á ta skeivu adressuna, høvdu virðismiklir minuttir farið fyri skeytið, og eldur- in hevði kanska breitt seg til grannahúsini, sum eru bygd uppí hesi húsini. Eingin brandveggur er ímillum húsini, og tí hevði hann breitt seg skjótari. – Húsini høvdu verið far- in fyri skeytið, um ein av okkara monnum ikki var til arbeiðis har á leiðini. Eld- urin hevði kunnað breitt seg til grannahúsini, og so hevði skaðin verið nógv størri, sigur Esmar Klak- stein, varaleiðari hjá Klaks- víkar sløkkiliði. Langt er ímillum ta upp- givnu adressuna á Klaks- víksvegi og húsini á Stong- unum, har eldurin var, tí tey eru á hvør sínum armi í Klaksvík. Enn ber ikki til at siga við vissu, hvør hevur ábyrgdina av mistakinum. Antin er alarmsentralurin á politi- støðini í Havn, ella hevur sentralurin hevur fingið skeiv boð frá viðkomandi í Klaksvík, sum ringdi at boða frá. Gomul hús Talan er um eini lítil og gomul hús, sum Klaksvíkar kommuna eigur. Eldsbrun- in er byrjaður í stovuni, men enn ber ikki til at siga við vissu, hvussu eldurin byrjaði. Illgruni er tó um, at eldurin byrjaði í eini sofu. Maðurin í húsinum vakn- aði stutt fyri klokkan tíggju leygarmorgunin við at ein rútur í stovuni brestur av hitanum. Hann fer upp og varnast, at húsini eru fylt við royki. Tí er ikki hugs- ingur um at sleppa niður- undir. Parið mátti tí fara út ígjøgnum eitt loftsvind- eyga. Fólk, sum høvdu varnast eldin, settu ein stiga upp, so fólkini kundu sleppa trygt niður. Húsini hava fingið stóran skaða. Øll húsini hava fing- ið roykskaða, og niðara hæddin og serliga stovan eru illa brend. Grannahús- ini hava eisini fingið nakað av roykskaða. Sløkkiliðið fekk skeiv boð FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini Sunnnumorgunin fekk løgreglan í Runavík frá- boðan um eitt ferðslu- óhapp á landsvegnum norðanfyri Norðskála. Ein ungur maður, sum slapp væl frá óhappin- um, var farin útav í ein- um persónbili. Hann verður tó skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, tí royndin vísti, at hann var koyrdi ávirkaður. Tað vísti seg eisini, at mað- urin heldur ikki hevði nakað koyrikort at vísa, og hetta verður hann skuldsettur fyri. Maðurin var einsa- mallur í bilinum. Koyrdi fullur og fór útav SIGLING Stefan í Skorini Sunnumorgunin stóð løgreglan fyri einum báti, sum kom inn í Skopun. Maðurin, sum førdi bátin, hevði siglt ávirkaður úr Vestmanna til Skopunar. Maðurin hevði verið á bátastevnu í Vestmanna, og hann hevur verið nakað skjótur avstað í bátinum. Fólk í Vest- manna boðaðu løgregl- uni frá, at ein fullur maður var farin við báti. MRCC-støðin fekk síð- ani boðini, og hon fekk samband við bátin, sum tá var staddur í Skopun- arfirði. Tí fór eingin at leita eftir bátinum, men løgreglan bíðaði eftir honum á bryggjuni. Løgreglan tók eina blóðroynd av mannin- um, og hann kann vænta sær eina bót. Sigldi fullur av bátastevnu LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Fríggjadagin funnu ar- beiðsmenn hjá J & K Petersen eina granat á Havnarvág. Í sambandi við arbeiðið at dýpa havnina, hava arbeiðs- menninir fleiri ferðir funnið granatir. Serfrøðingar frá Mar- inustøðini taka sær av slíkum lutum, ið kunnu vera vandamiklir, Løg- reglan og arbeiðseftirlit- ið avbyrgdu økið fyri óviðkomandi, meðan fólk beindu fyri granat- ini. Funnu granat á vágni Týskur trolari tikin Eldur var í hesum húsunum á Stongunum í Klaksvík. Eldurin kundi breitt seg til húsini við síðuna av, tí eingin brandveggur er ímillum Mynd: Símun á Høvdanum Skiparin á týska trolaran- um Bianca tók við bótini, sum hann fekk fyri at fiska á stongdari leið Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4