týsdagur 28. mai 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 98 - 28. mai 2002
Nr. 98 - 28. mai 2002
7
Bæði Javnaðarflokk-
urin og Sambands-
flokkurin halda lítið
um atburðin hjá løg-
manni í sambandi við
samgongusamráðing-
arnar
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
– Hetta er óvirðiliga støða,
og Føroya fólk hevur ikki
uppiborið slíka politiska
leiðslu.
So
avgjørdur
skrivar
Sambandsflokkurin í tíð-
indaskrivi í sambandi við
framferð løgmans í sam-
gongusamráðingunum.
Tað er rættiliga komin
røring í, tí bæði Sambands-
flokkurin og Javnaðar-
flokkurin hava nú sent út
tíðindaskriv um løgmann
og hansara samráðingar-
royndir.
Sambandsflokkurin er av
teirra fatan, at tað er loys-
ingarhugurin hjá løgmanni
og Fólkaflokkinum, sum
hevur forðað fyri einari
breiðari samgongu.
Sambandsflokkurin held-
ur ikki, at løgmaður hevur
havt nakra orsøk at útilokað
Sambandsflokkin frá sam-
gongusamráðingunum.
– Allar umberingarn um
vantandi undirtøku fyri
ávísum
yvirtøkum
ella
hóttanum um endaliga inn-
liman í danska ríkið eru
burturvið og uttan nakað
sum helst samsvar við
veruleikan, sigur Sam-
bandsflokkurin í tíðinda-
skrivi.
Boðini frá Sambands-
flokkinum eru, at løgmaður
eigur at leggja frá sær.
Javnaðar
Eisini Javnaðarflokkurin er
ónøgdur við leiklutin hjá
løgmanni.
– Í sambandi við upp-
steðgaðu samráðingarnar
um eina breiða samgongu
millum Fólkaflokkin, Javn-
aðarflokkin,
Sjalvstýris-
flokkin og Tjóðveldisflokk-
in legði formaður Javnaðar-
floksins á fundi í Tinganesi
fyrrapartin í gjár hin 24.
mei 2002 eitt uppskot fyri
løgmann. Eitt uppskot, sum
tók støðu í tí máli, ósemja
var um undir samráðing-
unum, men sum kundi loyst
knútin, íkomin var.
Løgmaður metti uppskotið
at vera eina gongda leið
burtur úr fastlæstu støðuni.
Enn hevur Javnaðarflokk-
urin einki frætt aftur frá
løgmanni.
Javnaðarflokkurin hevur
sent út einki minni enn tvey
tíðindaskriv. Teir harmast
m.a., at løgmaður í Útvarpi
Føroya skal hava sagt, at
Javnaðarflokkurin
hevur
havt møguleikan seinastu
vikurnar.
Hvat annars er farið fram
síðan valið 30. apríl 2002,
er at siga, at Javnaðarflokk-
urin og uttan iva eisini aðrir
flokkar bert hava bíðað,
meðan Fólkaflokkurin hev-
ur samráðst við seg sjálvan.
– Tað harmar eisini Javn-
aðarflokkin almikið, at
Høgni Hoydal vegna Tjóð-
veldisflokkin ikki hevur
fingið fráboðan frá løg-
manni um seinasta útspælið
frá Javnaðarflokkinum so-
leiðis, at fyrstnevndu sam-
ráðingar kundu verið tiknar
uppaftur, endar Javnaðar-
flokkurin í tíðindaskrivi
mánamorgunin.
Andstøðan øtast
Flokkarnir hjá Lisbeth og Jóannes eru alt annað enn nøgdir við leiklutin hjá løgmanni, Anfinn Kallsberg.
Mynd: Jens Kristian/Finnur
Sambært Jenis av
Rana, formanni Mið-
floksins, ganga sam-
ráðingarnar av besta
slag, og ein samgonga
kann ógvuliga sann-
líkt gerast veruleiki
innan stutta tíð
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
– Skulu vit meta eftir leyg-
ardegnum, so gongur ikki
lang tíð, áðrenn ein sam-
gonga er komin undir land,
sigur Jenis av Rana, for-
maður fyri Miðflokkin.
Jenis og Miðflokkurin er
komin til samráðingarborð-
ið, eftir at einki úrslit
spurdist burturúr roynd-
unum at skipa hina sokall-
aðu breiðu samgonguni við
bæði Javnaðarflokkinum
og
Sambandsflokkinum
inni í myndini.
Ístaðin hevur Anfinn
Kallsberg valt at kalla inn
Miðflokkinum til samráð-
ingar við Fólkaflokkinum,
Tjóðveldisflokkin og Sjálv-
stýrisflokkin. Talan kann
sostatt gerast um eina sam-
gongu við seytjan ting-
monnum, sum eigur meiri-
lutan á tingi.
Sjálvur var Jenis av Rana
ógvuliga fegin um møgu-
leikan at vera í samgongu-
samráðingum, og tað kem-
ur als ikki óvart á hann. Tá
vit fingu fatur á honum árla
mánamorgunin, hevði hann
ógvuliga góðar vónir til
samráðingarnar, sum hann
helt gingu væl, og ein loysn
var í eygsjón, hóast tað var
ivasamt, um hetta fór at
henda, áðrenn tingið kemur
saman at velja nevnd-
ir(týsdagin, blðm.)
– Eg havi bara bíðað til
møguleikin kom; tá løg-
maður gjørdist liðugur við
at royna tað ómøguliga,
sigur Jenis av Rana.
Hjartamálið hjá Mið-
flokkinum er trivnaðarmál,
og tað er eisini hetta máls-
øki, ið flokkurin kundi
hugsað sær í einum sam-
gongusamstarvi.
– Tað er okkara ynski at
fáa familju- og trivnaðar-
mál saman við kanska al-
mennamálum, sigur Jenis
av Rana, sum undirstrikar,
at teir meta hetta økið vera
ógvuliga nógv forsømt
seinastu árini.
Sjálvur hevur Jenis av
Rana einki ímóti, at verandi
fullveldiskós heldur fram.
– Nógv ferð er longu tik-
in av fullveldiskósini, og
tað ger einki fyri okkum,
um henda kós heldur áfram
ella ferðin veksur. Hinvegin
ger tað heldur einki, um
ferðin verður minkað eitt
sindur. Tað er ikki fullveldi,
ið er tað týdningarmesta
fyri okkum, sigur Jenis av
Rana.
Í teimum undanfarnu
samráðingarumførunum á
hesum sinni hevur einamest
verið ósemju um spurning-
in viðvíkjandi fullveldis-
kósini, og spurningurin um
løgmanssessin hevur eisini
verið tungur at fingið upp á
pláss. Eftir útsagnunum hjá
Jenisi av Rana at døma, so
skuldi hvørgin av hesum
spurninginum verið nakar
trupulleiki.
Gott lag
Eftir steðg hvíldardagin
møttu umboð fyri samráð-
ingarflokkarnar
upp
á
Gamla
apoteki
mána-
morgunin. Lagið var eisini
gott á monnum, og allir
tóktust at vera avslappaðir
við støðuna.
Í trappuni hittu vit Høgna
Hoydal, Anfinn Kallsberg,
Kára P. Højgaard og eina
løtu eftir hinar kom eisini
Jenis av Rana. Høgni Hoy-
dal ynskti ikki at gera við-
merkingar, men lat heldur
Anfinn Kallsberg, løg-
mann, um hesa uppgávuna.
Løgmaður vildi tó ikki
siga annað enn, at teir vóru
í holt við realitetssamráð-
ingar, og hetta arbeiddu teir
við í løtuni. Hann vildi ikki
siga nakað um, hvar teir
vóru komnir til, og hvat
restaði í.
– Tú veitst ikki, um tú
hevur nakað, fyrr enn tú
hevur alt við tílíkar samráð-
ingar, sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmaður.
Anfinn Kallsberg visti
ikki at siga, um talan fór at
gerast um ein valbólk, tá
tingið kemur saman (týs-
dag, skrivað mánadag).
– Tað er soleiðis, at mann
má prioritera, hvat mann vil
hava í einari samgongu, og
mann má nýta teir møgu-
leikar sum eru, sigur løg-
maður í svari til spurningin,
hví Miðflokkurin nú er
boðin til samráðingarborð-
ið.
Spurningurin
er
so,
hvussu nógv tað ber til at
lesa av góða lagnum. Vit
kunnu so í øllum førum
fyribils bara bíðað løg-
tingsfundinum og samráð-
ingunum víðari.
Samgonga nærkast
Tað gongur tann rætta vegin hjá Jenisi av Rana og Miðflokkinum. Teir eru nú tiknir við í
samgongusamráðingar, ið teir alment hava ynskt í longri tíð, og Jenis av Rana letur væl at.
Mynd: Finnur Justinussen.
Føroyingar eru síðsta
vónin hjá italska mál-
verjanum undir C-
HM-kappingini í Før-
oyum í 1980. Seinastu
ellivu árini hevur
Mario Magelli sitið í
koyristóli eftir eina
ferðsluvanlukku. Nú
sóknast hann eftir
livandi myndum at
vísa dóttrini, sum
ongantíð hevur sæð
pápan ganga ella
renna
EFTIRLÝSING
Turið Kjølbro
Nógv
minnast
C-HM-
kappingina í manshand-
bólti, sum var í Føroyum í
1980. Tað ger Mario Ma-
gelli, sum var málverji og
liðformaður fyri italska
landsliðið tá, eisini. Sein-
asti dysturin í teirri kapp-
ingini gjørdist eisini tann
seinasti altjóða dysturin,
har Mario Magelli vardi
italska málið fyri italiu-
menn. Nú vendir hann sær
til føroyingar í einum heilt
serligum ørindum. Hann
sóknast eftir video- ella
filmsupptøkum frá C-HM-
kappingini í Føroyum. Um
nakrar eru, vil hann ógvu-
liga fegin síggja og keypa
tær.
Í mars í 1991 var Mario
Magelli so óheppin at fáa
ein álvarsligan løst í eini
ferðsluvanlukku. Í dag er
hann lamin og fær hvørki
brúkt armar ella bein.
- Mítt lív er broytt full-
komiliga eftir vanlukkuna,
men eg fái kortini arbeitt,
sigur Mario Magelli, sum
er útbúgvin sálarfrøðingur.
- Eg havi nógvar vinir
millum fyrrverandi hand-
bóltsfelagar, og eg havi
eina dóttur, sum er ellivu
ára gomul.
Síðani vanlukkuna fyri
11 árum síðani hevur hann
havt eitt brennandi ynski
um at fáa fatur video-upp-
tøkum, har hann er á.
- Eg sóknist eftir upptøk-
um, har er spæli. Grundin
til tað er, at eg vil so øgiliga
fegin vísa dóttur míni ein
pápa, sum spælir, rennir og
hoppar, tí tað hevur hon
ongantíð sæð meg gjørt,
sigur Mario Magelli.
Heima í Italia hevur
Mario Magell sóknast eftir
upptøkum nógva staðni,
men av tí, at tað als ikki var
so vanligt at taka upp video
og film í sjeyti árunum, tá
ið Magelli var virkin hand-
bóltsspælari, hevur hann
enn ongar upptøkur funnið.
Hvørki italskt sjónvarp ella
italska
handsbóltssam-
bandið hava upptøkur við
Magelli.
Føroyingar eru tí síðsta
vónin hjá Magelli.
- Meg minnist, at tá ið C-
HM-kappingin var sett í
februar í 1980 segði táver-
andi formaðurin í føroyska
handbóltssambandinum, at
kappingin var ein tann mest
umráðandi ítróttarhending-
in í Føroyum nakrantíð. Tí
er møguligt, at onkrar upp-
tøkur eru av onkrum dysti,
vónar Magelli.
Magelli spældi við í
fyrsta dystinum, sum var í
kappingini. Hetta var 2.
februar og hesin dysturin
varð spældur í ítróttarhøll-
ini í Havn ímóti føroying-
um.
- Kanska onkur tók tann
dystin upp og eg kann gera
dreymin hjá mær til veru-
leika og vísa dóttrini eina
rennandi og hoppandi pápa,
sigur Magelli.
Hann hoyrir fegin frá
fólki og er fúsur at gjalda
fyri eitt eintak av einum
videobandi umframt eyka-
kostnað.
Adressan
hjá
Mario Magelli er Via Co-
relli n. 21, 40141 Bologna,
Italia. Teldupostadressan
er: serclick@tin.it
Sosialurin hevur vent sær
til Handbóltssambandið og
onnur, og fregnast eftir, um
livandi myndir eru av
italska málverjanum. Hesi
hava øll kannað málið, tó
enn er einki funnið. So er at
vóna, at onkur áskoðari til
onkran dyst, italiumenninir
spældu í februar 1980, var
so framskygdur at taka upp
film ella video. Mario
Magelli bíðar í øllum før-
um spentur at hoyra frá før-
oyingum.
C-HM 80
Soleiðis skrivar Myndaár-
bókin 1980 um C-HM-
kappingina: Triðju ferð,
altjóða hondbóltssamgong-
an IHF skipaði fyri heims-
meistarakapping í C-bólk-
inum fyri europeisk lið, fór
kappingin fram í Føroyum
við føroyska hondbólts-
landsliðnum sum eitt av
teim tíggju luttakandi lið-
unum. Fyriuttan Føroyar
luttóku Noreg, Frakland,
Eysturríki, Ísrael, Portugal,
Belgia, Luxembourg, Italia
og Bretland.
C-HM 80 stevnan varð
sett 1. februar í Ítróttarhøll-
ini í Havn, beint eftir, at
Smyril var komin úr Aber-
deen við luttakarunum til
kappingina. Umleið 800
fólk vóru samankomin til
hesa fyrstu HM-kappingar-
setan á føroyskari grund.
Kappingin, sum eydnaðist
væl í allar mátar, fór fram í
Ítróttarhøllini
í
Havn,
Klaksvík og Vági. Á mynd-
ini omanfyri sæst føroyska
liðið saman við liðleiðara,
venjara og formanni í
hondbóltsdeildini.
Kári Mortensen á før-
oyska liðnum gjørdist besti
málskjútti í allari kapping-
ini við 47 málum. Ísraelska
liðið fekk “fairplay”-steyp-
ið. Vinnandi liðið gjørdist
Noreg. Føroyar gjørdust
nummar seks í kappingini,
Italia nummar níggju.
Italskur handbólts-
málverji eftirlýsir
føroyskar upptøkur
C
M
Y
K
7
6