týsdagur 28. mai 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TíÐindaskriv
Havnar Bjargingarfelag
Á aðalfundi í Havnar
Bjargingarfelag hin 21.
apríl 2002 varð nýggj
nevnd vald. Tríggir nevnd-
arlimir stóðu fyri vali, hesir
vóru Súni Vinther og Gutt-
ormur Eysturoy, meðan
Kartni Olsen áður hevur
tikið seg úr nevndini. Jens
Hansen og Edvard Kjeld
stóðu ikki fyri afturvali. Í
nevndini
vórðu
valdir
Fríðrikkur Heinesen, Súni
Vinther og Heini Eysturoy.
Niels Olsen er tiltakslimur.
Nevndin hevur skipað
seg við Heina Eysturoy
sum formanni, Jens Hansen
sum
næstformanni,
Fríðrikki Heinesen sum
skrivara og Edvardi Kjeld
sum nevndarlimi.
Havnar Bjargingarfelag
er ein sjálvboðin felags-
skapur, ið hevur til enda-
máls at veita hjálp í sam-
band við vanlukkur á
sjógvi og landi, í tilburðum
har verandi skipanir ikki
einsamallar klára uppgáv-
una.
Havnar Bjargingarfelag
hevur seinastu árini havt
sera ringar arbeiðsumstøð-
ur, og hevur virksemið ver-
ið tarnað av, at felagið eingi
høli hevur havt at húsast í,
eftir at hølini ið felagið
hevði
á
Bryggjubakka
vórðu latin øðrum.
Nýggja nevndin hevur
sett sær fyri, at arbeiða við
at fáa felagnum nøktandi
høli. Tann útgerðin felagið
eigur, er m.a. ein bilur og
onnur bjargingarútgerð, ið
krevur at vera í góðum
standi og vera til taks tá ið
brúk er fyri henni.
Nýggja nevndin hevur
somuleiðis sett sær fyri, at
skipa fyri skeiðum og venj-
ingum t.d. skeiðum í 1.
hjálp og leiting. Somuleiðis
er ætlanin at fáa greiðu á
hvønn leiklut felagið skal
hava, í sambandi við eina
komandi tilbúgvingarætl-
an.
Felagið er fyri øll, ið á
ein ella annan hátt vilja
geva eina hjálpandi hond, tá
ið vanlukkur henda. Upp-
gávurnar eru so mikið
ymiskar í felagnum, at
tørvur er á øllum, gomlum
og ungum, kvinnum og
monnum.
Tey, ið ynskja at gerast
limir í felagnum eru væl-
komin at boðað felagnum
frá hesum.
TÍÐINDASKRIV
Verkstaðið »Vón«
Leiðarin fyri Verkstaðið
»Vón« fekk í fjør ein fyri-
spurning frá Morten Christ-
offersen, lærara á einum
listarskúla fyri menningar-
tarnað í Silkeborg, um
áhugi var fyri einari Work-
shop
á
Verkstaðnum
»Vón«.
Hetta ljóðaði sera áhuga-
vert og lá væl í trá við okk-
ara áhugamál.
Meiningin var umframt
at skipa fyri listar-work-
shop, eisini at skipa fyri
onkrum mentunarligum til-
taki og møguliga onkrari
útferð.
Við á ferðini til Føroya
eru 11 menningartarnað og
tríggir lærarar/pedagogar
og er ætlanin, at tey skulu
læra okkum at arbeiða við
grafikk og akvarell.
Frammanundan hetta ar-
beiddi m.o. Jórunn Dánjals-
dóttir við at senda myndir
hjá nøkrum av okkara list-
arliga áhugaðu menningar-
tarnaðu niður til Danmark-
ar til eina listaframsýning á
Ráðhúsinum í Keypmanna-
havn.
Persónligar
hendingar
gjørdu, at Maud Wang
Hansen ikki fekk arbeitt
meira við work-shoppini og
setti hon seg tískil í sam-
band við Jórunn og spurdi,
um hon vildi seta seg í sam-
band við Morten. Eitt tætt
telefon-samband kom mill-
um Jórunn og Morten og í
dag er so komið so langt á
leið, at vit kunu gera eina
skrá fyri dagarnar har vit
fáa vitjan úr Silkeborg.
Sjálv
work-shoppin
er
ætlað
arbeiðsfólki
og
starvsfólki á nøkrum av
teim vardu verkstøðunum í
Føroyum og er okkara lut-
tøka ikki stór í mun til tali
av teim vitjandi. Tað, sum
er umráðandi fyri okkum,
er harafturímóti, at tey sum
luttaka, hava áhuga fyri og
eru í dagligum sambandi
við tað listarliga og skap-
andi arbeiði á verkstaðnum.
Vónandi kunnu vit seinni
skipa fyri líknandi tiltaki
fyri fleiri luttakarum í Før-
oyum, men beint nú er um-
ráðandi hjá okkum, at fáa
innlit í hvussu hini arbeiða
og røkka teirra framúrskar-
andi úrslitum við skapandi
listini.
Vit hava ofta havt á orði,
at neyðugt er at gera okkurt
fyri at fáa fram í ljósið, tey
listarfólk, sum eru millum
menningartarnaði í Føroy-
um. Fleiri tiltøk hava verið,
har Javni m.a. hevur skipað
fyri
framsýningum
av
myndum í Smiðjuni í Lítlu-
vík og í Listaskálanum.
Mong hava ogna sær eina
vakra mynd og vónandi
kunnu vit framyvir eisini
koma at fáa henda møgu-
leikan.
Umráðandi er at gera
pláss fyri listini og at duga
at virðismeta hana.
Tað var eyðsýnt á fram-
sýningini í Keypmanna-
havn, at vit millum okkum
eiga sera góð listarfólk.
Eftir hjá okkum er nú at
bera so í bandi, at vit eisini
millum pedagogar og onnur
fakfólk fáa skapt eitt forvit-
ni og eitt innlit í, hvat vit
kunnu gera fyri at skapa so
góðar og gróðrardyggar
karmar um listina sum
gjørligt.
Stigtakarin til tiltakið var
leiðarin á Listarskúlanum í
Silkeborg Morten Christof-
fersen, og var tað ikki tor-
ført at taka av einum sam-
starvi við hesi fólkini.
Verkstaðið »Vón«, v/ Maud
Wang
Hansen,
Jórunn
Dánjalsdóttur, sum arbeiddi
við listarframsýningini á
Ráðhúsinum í Keypmanna-
havn, Oggi (Karsten Olgar
Lamhauge), listarmaður og
starvslærunæmingur
á
Verkstaðnum »Vón« og
Javna, eru sostatt tey, ið
fara at arbeiða víðari við at
fáa lagt lunnar undir eina
menning av listini hjá
menningartarnaðum
ar-
beiðsfólki á vardu verk-
støðunum kring um í Før-
oyum.
Skrá fyri
listar-work-shop
Leygardagin 25. mai koma
14 vitjandi úr Danmark við
flogfari, tey gista á vallar-
heiminum Tórshavn.
Sama kvøld skipar Javni
fyri árligu veitsluni, sum í
ár verður hildin á Strond-
um.
Tíðliga sunnumorgun 26.
mai verður ein fundur fyri
luttakarnar og aftaná verður
fyriskipaður ein túrur til
Gjáar við bussi.
Mánadagin 27. mai byrj-
ar so sjálv work-shoppin, ið
verður hildin í hølunum hjá
kvøldskúlanum í Konga-
gøtu. Kvøldskúlin hevur
bjóða okkum hølini fyri at
stuðla tiltakinum.
Kl. 13.00 mánadagin let-
ur Sigrun Niclasen (listar-
kvinna) upp eina ferniser-
ing á torginum í SMS.
Ætlanin er eisini at fáa onk-
ran góðan tónleikara at
spæla nøkur løg. Vístar
verða fram myndir, sum eru
gjørdar frammanundan, at
hetta tiltakið bleiv sett í
verk. Hesar myndir eru
gjørdar av ymiskum ar-
beiðsfólkum á vardu verk-
støðunum og eisini av teim-
um, sum hava sýnt fram í
Danmark og av donsku lut-
takarunum.
Týsdagin 28. mai heldur
work-shoppin fram í høl-
unum í Kongagøtu. Týs-
kvøldið verður somuleiðis
ein ljósmyndarøð v/ Mor-
ten sýnd fram á Verkstað-
num »Vón« um arbeiði á
listarskúlanum í Silkeborg.
Hetta tiltakið er opið fyri
øllum áhugaðum.
Mikudagin 29. mai held-
ur work-shoppin fram ein
part av degnum. Teir don-
sku gestirnir hava sostatt
møguleika at fara ein túr at
hyggja at býnum og keypa
sær okkurt tinganest at
hava við heim.
Mikukvøldið kl. 18.00 –
23.00 verður skipað fyri
einari kvøldsetu í sjónleik-
arahúsinum
har
m.a.
Emmas Bluesband og Han-
us Johansen spæla tónleik,
yrkingar verða lisnar upp
og møguleiki er fyri at
keypa sandwich og okkurt
at drekka afturvið. At-
gongumerki kosta kr. 40,–
og øll áhuga eru vælkomin.
Hósdagin 30. mai venda
donsku gestirnir heim aftur
til Danmarkar.
Menningartarnað vitja
Bjargingarfelag nýggja nevnd
Havnar Bjargingarfelag hevur seinastu árini havt sera ringar
arbeiðsumstøður, og hevur virksemið verið tarnað av, at
felagið eingi høli hevur havt at húsast í, eftir at hølini ið
felagið hevði á Bryggjubakka vórðu latin øðrum
Savnsmynd frá bjargingarroyndini Ytra
8
Nr. 98 - 28. mai 2002
Nr. 98 - 28. mai 2002
9
– Foreldur í Skopun
hava savnað inn
undirskriftir fyri at
fáa ein lærara
koyrdan
SKÚLASTRÍÐ
Áki Bertholdsen
Skopun: Nú hevur aftur
eitt skúlastríð tikið seg upp.
hesuferð er tað foreldur í
Skopun, sum reisa seg
ímóti skúlanum.
Og ónøgdin við skúlan í
Skopun er so stór, at for-
eldrini nú hava savnað inn
undirskriftir.
Tað er fyrsta læraranum í
Skopun, Ingun Simonsen,
sum stríðið stendur um.
Skopuningar
eru
so
ónøgdir við fyrstalæraran,
at teir vilja hava hann
koyrdan.
Ì Skopun fekst ongin at
siga nakað alment um mál-
ið í gjáramorgunin. Men
góðar keldur, vit hava tosað
við, siga, at trupulleikarnir
í skúlanum byrjaðum tá ið
Ingun Simonsen varð sett
sum fyrstilærari fyri nøkr-
um árum síðani.
Skopuningar siga, at tá
tóku samstarvstrupulleikar
seg skjótt upp ímillum hana
og ein annan lærara, Sigurd
Bærentsen.
Av einhvørjari orsøk fekk
fyrstilærarin eitt horn í
síðuna á hinum læraranum
og hevur síðani roynt at fáa
hann frá.
Men nú var ovboðið og
um vikuskiftið tóku for-
eldur í Skopun seg saman
og fóru at savna inn und-
irskriftir inn.
Og í Skopun er ongin ivi
um, at bygdarfólkið stendur
aftanfyri
teirra
gamla
lærara, tí brævið, sum for-
eldrini skrivaðu undir uppá,
er ein áheitan á Menta-
máslastýrið um at fáa Ingun
Simonsen frá.
Keldur okkara siga at 27
foreldur í Skopun hava
skrivað undir áheitanina og
sostatt er næstan full semja
um áheitanina, tí tey for-
eldur, sum ikki hava skriv-
að undir, kunnu teljast á
aðrari hondini og tað eru
bara tað eina av foreldr-
unum hjá hvørjum barni,
sum hava skrivað undir.
Í
Mentamálastýrinum
fæst ongin viðmerking til
málið. Óli Holm, lands-
stýrismaður í mentamálum,
váttar, at undirskriftirnar
eru komnar, men málið er
ikki komið á hansara borð
enn, so hann hevur ongar
viðmerkingar.
Tað skilst eisini, at skúla-
stýrið í Skopun skal hava
fund um málið seinni í vik-
uni.
Sosialurin fekk fatur á
fyrsta
læraranum
í
Skopun, Ingun Simon-
sen á middegi í gjár fyri
at hoyra um skúlamálið,
ið nú hevur stungið seg
upp í Skopun. Hon
hevði bert tað at siga, at
hon vildi fyrst tosa við
sakføraran áðrenn hon
vildi úttala seg um
málið.
Løtu seinni tosaðu vit
aftur við Ingun Simon-
sen, og tá hevði hon bert
hetta at siga:
– Eg havi onga við-
merking til málið. Eg
havi tosað við sakfør-
aran og Lærarafelagið,
og eg velji onki at siga
um málið, tí tað er eitt
umfatandi mál.
-ib
Onga viðmerking
Skúlastríð í Skopun:
Vilja hava lærara frá
Ingun Simonsen, fyrstilærari í Skopun er komin uppá tvørs av
foreldrunum í bygdini og nú vilja tey hava hana frá
Óli Holm, landsstýrismaður,
váttar at hava móttikið
undirskriftirnar úr Skopun,
men vil annars ikki gera
viðmerkingar til málið
FISKABORÐ
FISKABORÐ
FISKABORÐ
Tel 31 32 33
Tel 31 32 33
Tel 31 32 33
Hotellið í miðbýnum
Hotellið í miðbýnum
týsdagar og hósdagar í maj, juni, juli & august
frá kl. 18.00
bara 215,-
bara 215,-
team85
stórt og spennandi úrval af fiski, skeljadjórum
og dessertum
... ivaleyst besta tilboð til tín
og vitjandi ferðafólk!
... hetta er krás fyri góman!
C
M
Y
K
9
8
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
Mazda 323
1,5 4h
km. 130.000, árg. apr. 1997
75.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi Stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi 5H
km. 90.000, árg. nov. 1999
152.000,-
Citroen Jumper CH.
v/last
km. 120.000, árg. aug. 1998
130.000,-
Citroen Saxo
1,4i 3h
km. 72.000, árg. mars 1997
57.000,-
Citroen Jumpy 1,9TD
8 ferðandi
km. 28.200, árg. mars 2000
190.000,-
Citroen Xsara
1,6i 5h
km. 30.000, árg. feb. 1998
107.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Ford Sierra 2,0i CLX
4h
km. 110.000, árg. nov. 1991
45.000,-
Peugeot 306
1,9D 4H
km. 161.000, árg. mai 1995
84.000,-
Peugeot 406
2,0i
km. 94.000, árg. aug. 1996
130.000,-
Fiat Tipo
5H
km. 109.000, árg. mai 1989
26.000,-
Seat Cordoba 1,9SDi
STC. 5h
km. 35.500, árg. aug. 1999
115.000,-
Ford Escort 1,6i STC.
VAN
km. 95.500, árg. mars 1997
53.000,-
Toyota Camry 2,0 GLi
4h
km. 138.000, árg. aug. 1987
24.000,-