týsdagur 28. mai 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 98 - 28. mai 2002
Nr. 98 - 28. mai 2002
13
Hendrik Old
løgtingsmaður
Løgmaður boðar Javnaðar-
flokkinum frá at har var
einki at gera við samstarvi
við Javnaðarflokkin, han-
sara boð til Javnaðarflokkin
vóru púra greið: Tjóð-
veldisflokkurin vil ikki
hoyra talan um at Javnaðar-
flokkurin skal við í eina
komandi samgongu. Hetta
hoyrdi eisini alt Føroya
Fólk í útvarpinum sunnu-
dagin tá løgmaður sigur at
tað nyttar lítið at bara
Fólkaflokkurin vil hava
eina breiða samgongu. Fýra
tímar seinni boðar Høgni
Hoydal frá í útvarpinum at
hann hevur einki í móti at
samstarva við Javnaðar-
flokkin. Spennandi verður
at síggja um løgmaður góð-
tekur at standa eftir sum
tann sum sigur ósatt.
Hevur alt tosið hjá løg-
manni um breiða sam-
gongu einans verið sjón-
leikur fyri at tann hóvligi
parturin í hansara egna
flokki kundi haldast henn
nakrar dagar. Tað kundi
sæð soleiðis út tí so skjótt
sum boðini koma úr Lon-
don (í Dimmu tórsdagin)
um at nú skal ein samgonga
síggja dagsins ljós, helst
við bara 16 tinglimum
tagnar alt tos um breiðar
samgongur, og løgmaður
sendir boð eftir Jenisi.
Tað er greitt at teir tríggir
hóvligu í Fólkaflokkinum
nú liggja flatir fyri Jenisi.
Fráboðan í útvarpinum um
at eingin króna skal av
blokkinum ljóðar áhuga-
verd. Í samráðingunum við
Javnaðarflokkin kom slíkt
ikki uppá tal. Var hetta bara
eitt krav frá Tjóðveldis-
flokkinum tá samráðst var
við Javnaðarflokkin, men
sum síðan var lagt á hyllina
tá Jenis kom inn í myndina.
Ikki so løgið at tann hóv-
ligi parturin av veljarunum
hjá Fólkaflokkinum sum
ein skilur hevur fingið
vissu fyri at eingi sam-
gonga verður við Mið-
flokkin nú stendur spyrj-
andi.
Sjálvstýrisflokkin hoyrd-
ist einki aftur til síðan hann
lat samráðingarrætt sín til
Fólkaflokkin. Tað tykist
sum Sjálvstýrisflokkurin
hevur stovnað eitt smá-
partafelag við Fólkflokkin
við samráðingarrættinum
liggjandi hjá Fólkaflokki-
num. Tað má tykjast løgið
hjá hesum at hoyra Jenis
boða frá at tað eru eingir
trupulleikar við yvirtøkuni
av fólkakirkjuni.
Spennandi
verður
at
hoyra um løgmaður enn
stendur við fráboðanina um
at orsøkin til at breiða sam-
gongan ikki sá dagsins ljós,
var at Tjóðveldisflokkurin
hvørki kundi ella vildi sam-
starva við Javnaðarflokkin.
VIÐMERKINGAR
Hvør sigur (ó)satt
Marjus Dam
løgtingsmaður
Løgtingsvalið og hin breiða
samgongan.
Eftir valið er komið fram,
at mælt er til at skerja
fíggjarlógina við 200 milli-
ónum krónum – í bestu tíð,
føroyingar vita um!
Sambandsflokkurin spur-
di áðrenn valið, hvussu
skerjingin av ríkisveitingini
kom at ávirka fíggjarútlitini
í Føroyum. Vit fingu onki
svar tá. Tí er undarligt, at
slíkt kemur undan kavi,
beint eftir valið! Hetta
minnir ikki sørt um, at upp-
lýsingar verða fjaldir fyri
løgtinginum. Um so er, eig-
ur tað at fáa avleiðingar!
Undir valstríðnum kom
fram:
• at samferðslan skal út-
byggjast bæði á sjógvi og
landi
• at eldraøki má útbyggjast
• at barnaansing og skúlar
skulu útbyggjast og menn-
ast
• at pensiónirnar skulu
hækkast
• at skattalætti má fremj-
ast.
• at vinnan skal fáa betri
karmar at virka undir
• at skynsamur fíggjarpoli-
tikkur skuldi fremjast og
uttanlandaskuld minkast
• at útjaðaraøkispolitikkur
skuldi fremjast í verki
Til valið 98 fór Tjóðveldis-
flokkurin fram og fekk
23,8% av atkvøðunum. Tað
skuldi eitast, at nú var
neyðugt at fara á sjálv-
stýrisleið av hesi orsøk.
Til valið 2002 fekk Sam-
bandsflokkurin uml 27 %
av atkvøðunum. Og loys-
ingarsamgongan
misti
meirilutan. Eigur veljarin
so ikki at síggja eina aðra
samgongu, har snara verður
meira á ríkisfelagsskaps-
leið? Eina samgongu, ið
rekur ein politikk, ið hugsar
um at menna Føroyar. Tí
seinastu 4 árini hava vit
havt eina samgongu, ið
hevur verið samd um at
vera ósamd, og hevur ofra
føroyingar fyri loysing.
Hetta kann ikki halda fram.
Breiða samgongan
Løgmaður hevur tosað um
at skipa eina breiða sam-
gongu. Men hesa hava vit
onki sæð til. Eins og vit
heldur ikki sóu til nakra
breiða samgongu, eftir teir
mongu kaffifundirnar. Ei
heldur sóu føroyingar nak-
að til teir miklu skattalætt-
ar, ið lovaðir vóru.
Eisini hevur Sjálvstýris-
flokkurin sagt, at ein sam-
gonga við Miðflokkinum
kom ikki at síggja dagsins
ljós, tí tá fór Sjálvstýris-
flokkurin úr samgonguni!
Fíggjarvánir
Tað skert ikki burtur, at
fíggjarvánirnar versnaðu
nógv, eftir at fullveldissam-
gongan skerdi ríkisveiting-
ina við uml 400 milliónum
krónum. Ein skerjing uppá
1500 milliónir krónur í ein-
um valskeiði. Hetta kundi
betri verið nýtt til annað –
t.d. at goldið uttanlanda-
skuld við!
Miðflokkurin
Um Miðflokkurin fer at
skerja av óbeinleiðis veit-
ingini, so versna kor føroy-
inga uppaftur meira. Og
ómøguligt verður at halda
givin lyfti undan valinum.
Helst verður neyðugt at
skerja munandi á fíggjar-
lógini. Miðflokkurin eigur
at ansa sær ikki at verða
drigin uppá tráð av núsit-
andi samgongu, so at
meginparturin
av
sam-
gonguskeiðnum verður nýtt-
ur til at »arbeiða við at orða
ein eldrapolitikk, skúlapoli-
tikk, heilsupolitikk, fiski-
vinnupolitikk, familjupoli-
tikk o.s.v« Ímeðan skert
verður á loysingarleið. Og
mong økir verða aftur for-
sømd hetta valskeið.
Sambandsflokkurin
Sambandsflokkurin hevur
gjørt eitt gott val. Vit vilja
nýta okkara ávirkar til at
fremja ein politikk, ið bøtir
um kor føroyinga. Tí tað er
so nógv, ið kann og eigur at
gerast betri. Mangt av hes-
um er tugt og tanla so nógv,
at ikki er neyðugt við øðr-
um en skilagóðum avgerð-
um, fyri at fáa viðurskiftini
í rættlag. Tað vilja vit ar-
beiða fyri.
Skal fíggjarlógin skerjast?
TÍÐINDASKRIV
Ert tú konufólk og hevur
áhuga fyri at menna teg
persónliga, hevur júst hetta
skeið kanska tín áhuga.
Skeiðið, sum er fyri kvinn-
ur í øllum aldursbólkum,
verður hildið í Havn í døg-
unum 1.-2. juni í ár.
Skeiðleiðari er Anette
Sundby. Hon var í Føroyum
í heyst og helt eitt væleydn-
að skeið og hevur tí hug at
royna hetta aftur.
»Ein ferð byrjar altíð við
fyrsta fótafetinum,« sigur
Anette Sundby, sum sein-
astu fýra árini hevur hildið
serstakt skeið fyri kvinnur.
Ein orsøk til, at hetta er
kvinnuskeið burturav, kem-
st av, at kvinnur kenna seg
tryggari og kunnu betur
tosa um síni viðurskifti
sínamillum, tá ið tær eru í
bólki fyri seg.
Hon er upprunaliga út-
búgvin
fólkaskúlalærari,
men hevur seinastu 12 árini
skipað fyri skeiðvirksemi,
har hon m.a. lærir kvinnur,
hvussu tær kunnu mennast
og soleiðis styrkja sjálvs-
virðið.
»Nógvar kvinnur koma á
hesi skeið, tí at tær hava
hug at læra okkurt nýtt, ella
tí tær standa á einum vega-
móti í lívinum, har teimum
tørvar at læra meiri um
teirra persónligu eginleik-
ar,« sigur Anette Sundby.
Orsøkin til, at hon hevur
ment hesi serligu kvinnu-
skeið, er, at hon hevur verið
fyri stórum mótburði í lívi
sínum. Tað hevur gjørt, at
hon ofta hevur ivast í sínum
kvinnuvirði. Fyri at vinna á
ivanum hevur hon stríðst
fyri at endurskapa kensluna
av síni styrki sum kvinna.
Tað eru m.a. hesar royndir,
sum Anette Sundby vil bera
víðari til sínar medsystrar.
Skeiðið er fyri kvinnur í
øllum aldursbólkum. Ert tú
áhugað fyri at læra okkurt
nýtt, sum kann menna teg í
arbeiðs- og persónliga lívi-
num, er hetta skeiðið kan-
ska ein møguleiki.
Skeiðið er ikki nakar
»undurkurur«, men meira
ein byrjan til eina prosess,
har tú fært hugskot og
íblástur m.a. til at skapa
broytingar í lívsgrundarlag-
num, sum tú kanska droym-
ir um, men ikki veitst,
hvussu tú skalt fremja.
Á skeiðnum er møguleiki
at gera sær tankar um lívið,
at hugsa seg gjølla um og at
arbeiða fram ímóti at seta
sær nýggj stevnumið.
Skeiðið verður í Stoffa-
lág 82, 1.-2. juni , frá kl. 9 -
17 báðar dagar. Luttakara-
talið er avmarkað til í mesta
lagi 16 luttakarar. Kostnað-
urin er 1850 krónur, írokn-
að skeiðtilfar og kostar-
hald.
Áhugaðar
kunnu
fáa
nærri
upplýsingar
um
kvinnuskeiðið við at fara
inn á heimasíðuna
www anettesundby.dk
Sí annars lýsing í blaðnum.
Kvinnuskeið um sjálvsmenning
Triðja árið á rað
hevur Útvarp Føroya
skipað fyri spurnar-
kapping fyri fram-
haldsskúlar. Tey bæði
fyrstu árini fór Runa-
víkar skúli við sigr-
num, meðan í ár
streyk Venjingarskúl-
in av stað við sigrin-
um. Teir kappaðust
ímóti vinnaranum frá
í fjør og fyrraárið,
Runavíkar skúla
SPURNARKAPPING
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Finnur Justinussen
Ein jøvn og spennandi
spurnarkapping endaði við,
at Venjingarskúlin fór av-
stað við fyrsta plássinum.
Spurnarkappingin er sjálv-
andi tann, ið Útvarp Føroya
seinastu árini hevur skipað
fyri. Allir framhaldsskúlar í
landinum eru við, og fáa
teir møguleika at kappast
um æruna at verða best vit-
andi skúli í landinum.
Hetta er triðja árið skipað
verður fyri hesi spurnar-
kapping. Seinastu tvey árini
er Runavíkar skúli farin
avstað við fyrsta plássinum,
og hevði Runavíkar skúli
eisini svarað seg til final-
una í hesi vælumtóktu
spurnarkapping.
Tað var ikki fyrr enn í
síðsta spurningi, at avgerð-
in veruliga fall. Síðsti
spurningurin var nevniliga
ein árstalsspurningur, sum
gevur trý stig, og var
munurin millum skúlarnar
bert eitt stig. Hetta merkti
so, at um Venjingarskúlin
snávaði, og fór meira enn
eitt ár við síðuna av, kundi
Runavíkar skúli vinna, um
teir megnaðu at gita rætta
árstalið.
Men
soleiðis
skuldi tað ikki verða. Báðir
skúlarnir vistu rætta árstal-
ið, og hetta hevði við sær, at
Venjingarskúlin vann 24 –
23 á Runavíkar skúla. Virð-
islønin vórðu 1500 krónur í
part til teir tríggjar luttakar-
arnar, umframt eitt ognar-
steyp og blómur.
Størri áhuga
Niels Nattestad, skúlastjóri
á Venjingarskúlanum, fegn-
ast sjálvandi um hetta frá-
líka úrslitið.
– Vit eru sjálvandi glað
fyri hetta, men vit taka tað
ikki fyri meira enn tað er,
sigur Niels Nattestad.
– Hetta er undirhald, sum
er stuttligt, sum nógvum
dámar væl at lurta eftir, og
vit leggja ikki meira í tað
enn tað er. Men tað er sjálv-
sagt hugaligt at vinna.
Skúlastjórin á Venjingar-
skúlanum sigur, at skúlin
hevur sum so ikki gjørt
nakað serligt fyri at fyri-
reika
næmingarnar
til
spurnarkappingina.
Tað
einasta hann vil nevna er, at
størri áhugi er vístur næm-
ingunum, og kanska er tað
tað, ið hevur gjørt munin.
– Tá vit skuldu velja
næmingar burturúr, fingu
flokslærararnir boð um at
spyrja hvørjir næmingar
høvdu hug at vera við. Teir,
ið teknaðu seg, vóru so við
í eini innanhýsis spurnar-
kapping her á skúlanum.
Næmingarnir fingu eini 25
skrivligar spurningar, sum
líkjast teimum, sum verða
settir í útvarpinum, og so
vórðu tríggir teir bestu
næmingarnir
valdir
út,
greiðir skúlastjórin frá.
Tríggir teir bestu næm-
ingarnir vístu seg so at vera
Jógvan Heinesen úr 9. a,
Heðin Guttesen og Steinar
Patursson úr 10. b.
Lisið nógv
Sjálvt um skúlin sjálvur
ikki hevur staðið fyri at
fyrireika næmingarnar til
spurnarkappingina, so hava
teir tikið stig til hetta sjálv-
ir.
– Vit hava lisið rættiliga
nógv, sigur Jógvan Heine-
sen, sum saman við Heðin
og Steinar gjørdist vinnarin
av spurnarkappingini.
– Søgualfrøðin, Aftur og
Fram bøkurnar og aðrar
bøkur. So hava vit eisini
fylgt væl við í tíðindunum.
Ikki bara nú, men upp
ígjøgnum árini.
Jógvan sigur, at teir eru
ógvuliga áhugaðir í al-
mennari vitan, og royna at
fylgja við í tí, sum hendir í
samfelagnum.
Men hvussu var so at
vinna ímóti tí skúlanum,
sum seinastu tvey árini hev-
ur togað tað longra stráðið?
– Fyri tað fyrsta var tað
sjálvandi ógvuliga gott at
vinna, og so at vinna á
teimum, sum hava vunnið
tvey tey seinastu árini varð
bara uppaftur stuttligari,
sigur ein fegin Jógvan
Heinesen.
Um
spurnarkappingin
verður aftur á skránni næsta
ár vita vit ikki enn, men um
so er, so fáa allir framhalds-
skúlar í landinum so møgu-
leika til at ogna sær hetta
fyrsta plássi.
Sosialurin ynskir Venj-
ingarskúlanum hjartaliga
tillukku við sigrinum.
Venjingarskúlin tók fyrsta
plássið frá Runavíkar skúla
Í ár var nakað heilt serligt gjørt burturúr finaluni. Skúlstjórar, lærarar, næmingar og
avvarðandi vóru við í upptøkuhølunum, tá finalan varð send beinleiðis kring landið
Teir tríggir úr Runavíkar skúla, sum í ár ikki megnaðu at koma longur enn á annað plássið,
Tórður Djurhuus, Tóri Højgaard og Magni Lamhauge
Teir tríggir vinnararnir,
Jógvan Heinesen, Heðin
Guttesen og Steinar
Patursson, saman við
vertinum Suna Merkisstein
og dómaranum Ova Olsen
C
M
Y
K
13
12
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0D GX
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 118.000 km.
100.000
Nissan Sunny 1,6 SGX Aut.
ljósabláur, 4 hurðar,
árg. 1988.
12.000
Nissan Sunny
4 hurðar
10.000
Nissan Primera 1,6 LX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1995, 126.000 km.
69.000
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
105.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel
gráur, 2 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1994, 230.000 km.
120.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 206 XR 1,4
svartur, 3 hurðar,
árg. 1999, 88.000 km.
100.000
Peugeot 206 XRD 1,9
bláur, 3 hurðar,
árg. 1999, 60.000 km.
112.000
Peugeot 106 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1996, 110.000 km.
72.000
Opel Astra 1,7 Wagon
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 142.000 km.
55.000
Opel Vectra 1,8
bláur, 4 hurðar,
árg. 1998, 29.000 km.
129.000
Opel Vectra 1,4
hvítur, 4 hurðar,
26.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 109.000 km.
67.000
Opel Astra 1,6
reyður, 5 hurðar,
árg. 1999, 52.000 km.
119.000
Opel Astra 1,6
svartur, 5 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
105.000
Opel Astra 1,6 Club
grønur, 4 hurðar,
árg. 2000.
119.000
Opel Combo 1,4 Van
hvítur, 3 hurðar,
árg. 1997, 52.000 km.
59.000
Opel Astra 1,7Dtl
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Gevi gætur: Bilarnir á
listanum kunnu ver a seldir