Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Roknskapurin hjá FIFA sýnir stór afturstig í mun til ætlaðu tølini, men er tó ikki heilt so vánaligur, sum áður mett, og framvegis tykist spenningur vera um formansvalið FÓTBÓLTSPOLITIKKUR Jákup Mørk Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at føroysku umboðini á aðalfundinum hjá FIFA enn ikki hava gjørt av, hvussu teirra at- kvøður skulu fella, tá for- mansvalið stendur á skránni. Høvuðsorsøkina til hetta segði Dánjal Andreasen, formaður í FSF, vera, at teir enn ikki høvdu sæð frá- greiðingina við ákærunum móti Blatter, og at teir ikki vildu døma nakran, áðrenn teir høvdu sæð prógvini fyri ákærunum. Góður í nakrar mátar Norska blaðið, Dagens Nyheter, hevði herfyri eina samrøðu við UEFA for- setan, Lennart Johanson, og í hesum hevur sviin, sum seinast stillaði upp ímóti Sepp Blatter, samanborið Føroyar við lond sum Tahiti og Jamaica. Í blaðnum verður hann millum annað siteraður fyri at siga, at so leingi sum smálond sum Tahiti, Ja- maica og Føroyar fáa tann pening, sum teimum er lovað, so leggja tey líka í, hvussu vit klandrast við Blatter. Tá vit spyrja Dánjal Andreasen, um nakað hald er í hesum, hevur hann mest av øllum hug at smílast. - Sjálvandi hevur fíggjar- ligi parturin nakað at siga, og sum skilst, so hevur úrslitið hjá FIFA ikki verið heilt so galið, sum tað eina tíð var vandi fyri, men eg haldi tó ikki, at vit skulu samanberast við hasi lond- ini. - Tað er tó ein sannroynd, at Blatter í nógvar mátar hevur verið ein góður stuðul hjá teimum londum, har fótbólturin traditionelt ikki hevur verið so nógv frammi. - Eitt nú hevur hann roynt at lagt stórar kappingar í lond, sum ikki hava so drúgva siðvenju á økinum, og í so máta kanst tú væl siga, at hann hevur verið við til at globalisera fót- bóltin. Fýra milliardir resta Síðani prátið við Dánjal Andreasen varð gjørt, hevur FIFA lagt roknskap- artølini fyri farna árið á borið, og hóast tey ikki eru heilt so ræðandi, sum fleiri hava gitt, so er greitt, at nógv restar í, áðrenn vænt- aða úrslitið kann realiser- ast. Við árslok 2001 var samlaða gjaldførið hjá fótbóltssamgonguni umleið 2,1 mia.kr, og hóast hetta ljóðar av nógvum, so er hetta nakað væl minni enn tær 6,2 mia.kr., sum eftir ætlanini skuldu verið í kassanum um hetta mund- ið. Ein partur av hesum stavar frá, at felagið hjá FIFA, sum skuldi standa fyri sølu av sjónvarps- og lýsingarrættindum, fór av knóranum. Sambært upp- gerðini, sum nú fyriliggur var missurin av hesum 188 mió.kr, og ikki 260 mió.kr., sum roknað varð við, men yvirhøvur tykist hendan upphæddin ikki at muna serliga nógv í samlaða roknskapinum. Argentina fær ikki undantak At enda kann nevnast, at hóast aðalfundurin ikki verður settur fyrr enn mánadagin, so hevur ovasti myndugleikin í FIFA longu nú tikið onkrar avgerðir. Eitt nú hava fimm lond fingið forboð fyri at at- kvøða, tí tey hava møtt ov illa upp á fundunum hjá FIFA, og eisini er eitt heldur sermerkt mál við Argentina avgreitt. Argentinar høvdu nevn- liga biðið FIFA um loyvi at nýta tøl upp til 24 á troyggjunum í HM, soleiðis at eingin leikari kundi hava nummar 10 á rygginum. Hetta var ætlað til at heiðr- að fyrrverandi stórleikara teirra, Diego Maradona, men hesum ynskinum hevur FIFA ikki eftirlíkað. Øll londini skulu hava troyggjur við tølunum frá 1 til 23 eru greiðu boðini frá aðalfundinum. Nr. 98 • týsdagur • 28. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Sammett við FM- kappingina í fjør vóru fleiri nýggir vinnarar á Skála um vikuskiftið KAPPRÓÐUR Jákup Mørk Um vikuskiftið var stevna á Skála. Talan var aftur í ár um seinastu stevnuna und- an FM-kappingini, og tí var spenningurin hampuliga stórur um, hvussu ymsu bátarnir tykjast vera fyri í ár. Og í so máta gjørdist úrslitini í nógvar mátar spennandi. Tað var nevn- liga bert í tí eina róðrinum, at vinnandi báturin var hin sami, sum gjørdist føroya- meistari í fjør. Hetta var í 5- mannaførum hjá gentum. Í øðrum førum gjørdu nýggj- ar manningar í nýggjum bátum um seg, so nógv bendir á, at vit komandi tveir mánaðirnar fáa eina sera spenandi FM-kapping. Niðan fyri síggjast tríggir teir fremstu bátarnir í ymsu róðrunum. 5-mannafør, dreingir 1 Blikur 2 Sílið 3 Tjaldrið 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 2 Riddarin 3 Páll Fangi 5-mannafør, gentur 1 Fípan Fagra 2 Blikur 3 Drekin 6-mannafør, menn 1 Páll Fangi 2 Gongurólvur 3 Strálan 8-mannafør 1 Knørrur 2 Kvívíkingur 3 Argjabáturin 10-mannafør 1 Vestmenningur 2 Eysturoyingur 3 Klaksvíkingur Kappróður á Skála Døpur tøl Enn er ikki greitt, hvørja støðu føroysku umboðini fara at taka, tá formansvalið er á skránni, men hóas roknskapartølini ikki eru heilt so døpur, sum onkur hevði gitt, so styrkja tey neyvan um støðuna hjá Blatter Tvey flyta upp FSF hevur nú gjørt av, hvussu kapping- in í kvinnudeildini skal skipast, eftir at VB hevur tikið sítt lið úr kappingini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað kom sum vera man illa við, at VB tók sítt lið úr kappingini í bestu kvinnudeildini. Hetta viðførdi, at tað nú bert eru fimm lið eftir í deildini, men eftir summarsteðgin kemur hetta tó aftur í rættlag. Kappingernevndin hevur gjørt av, at besta liðið í aðru deild flytir beinleiðis upp í bestu deildina eftir summar- steðgin, meðan niðasta liðið í fyrstu deild skal spæla móti teimum næstovastu í aðru um upp- og niðurflyting. Vestmenningur vann hesa ferð róðurin hjá 10- mannaførum 15 14 Nr. 98 - 28. mai 2002 Komandi vikuskifti er eitt ár síðani Platform lat dyrnar upp fyri at bjóða teimum, ið hava hug, vælkomin. Og hevur seinasta árið, fyri nýggja diskotekið, hilnast ógvuliga væl FØÐINGARDAGUR Ingrid Bjarnastein Supply One og Supply Two eru nøvnini á teimum báðum barrunum, og har kanst tú keypa spillolju, diesel og bensin, ið veru- liga benda á, a tú ert á ein- um platformi. Komandi vikuskifti fyllir nýggjasta diskotekið í Havnini so eitt ár, og verður hetta hátíðarhildið við ein- um braki. Fríggjakvøldið bjóðar Platform gestunum ókeypis øl og leygarkvøld- ið verður sjampagna til tey, ið leita sær upp á fjórðu hædd í Havnar Klubba. Havgrímur Johannesen, sum eigur og rekur Plat- form, fegnast um góðu undirtøkuna, diskotekið hevur fingið. – Sjálvandi eri eg væl nøgdur, sigur Havgrímur Johannesen. – Vit hava nú havt opið í eitt ár, og hetta árið hevur verið útselt hvørt leygarkvøld, so tað er bara at fegnast um. Live tónleikur Av og á er eisini live-tón- leikur á diskotekinum. Tá kemur ein bólkur inn og undirheldur, men diskotek er eisini. Av bólkunum, ið hava verið og spælt á Plat- form kunnu nevnast, Tangz, Clickhaze, All That Rain, James Olsen Band, Taxi, Lena & Niclas o.o. 12 plátuvendarar hava verið og snarað plátum, og fleiri av teimum eru eisini komnir tað longu leiðina úr Danmark. Umframt live- tónleik og ymsar plátu- vendarar, so hava onnur kend fólk eisini leitað sær á boripallin. Millum annað hava fleiri úr realitysend- ingini Baren, bæði 2001 og 2002, verið á vitjan, og eis- ini onkur úr Big Brother 2001. – Eg haldi, at vit hava megnað, at raka aldurs- bólkin, sum miðað varð ímóti av fyrstan tíð. Nógv varð tosað um, at tað fóru helst eldri fólk at koma, men her eru flest øll mill- um 22 og 29 ár, men sjálv- andi eru eisini bæði eldri og yngri gestir. Til dømis til jólaborðhaldini, tá eru fólk ímillum 18 og 60 ár við, greiðir Havgrímur frá. Hetta seinasta árið hava millum 30. og 40.000 fólk verið á gáttini, og tað er onki, ið bendir á, at hetta talið fer at minka. Suni Merkistein er tann, sum skipar fyri hesum, so vælkendu spurnarkappingunu m fyri framhaldsskúl- ar. Suni veit ikki, um henda spurnarkapp- ing verður aftur á skránni í vetur, og sigur hann, at sein- astu tíðina hevur ver- ið ringt at endur- nýggja seg sjálvan og spurningarnar SPURNARKAPPING Ingrid Bjarnastein – Nú havi eg gjørt allar spurningarnar sjálvur, og tað vísir seg, at tað er ein trupulleiki at endurnýggja seg sjálvan og tað er ringt at finna uppá nakað nýtt, sig- ur Suni Merkistein, út- varpsvertur. Tá Suni skal gera spurn- ingarnar, setur hann seg við bókum, leksikon, søgubók- um, ja, so at siga øllum keldutilfari og leitar eftir onkrum, ið kann tykjast áhugavert. Hann roynir at leggja seg eftir at gera spurningarnar eitt sindur djúpar, soleiðis, at teir ikki bara eru eina reglu til longdar, men kanska eini fimm. Soleiðis fær lurtarin meira gleði og vitan burtur- úr at lurta eftir spurnar- kappingini. – Tað eru jú nøkur føst evni, sum eg leiti eftir. Eini sjey høvuðsevni, umframt árstalsspurningarnar. Til hesar árstalsspurningarnar, so havi eg leitað í ringbind- um, sum hava verið nýtt til »Nær var tað?« spurnar- kappingarnar, tí har liggur ein rúgva av tilfari inni, og so hava Hvem, Hvad, Hvor bøkurnar eisini verið nógv frammi. Longri tíð Sum árini eru liðin tekur tað longri og longri tíð at gera teir 24 spurningarnar, sum skulu til hvørja spurn- arkapping. Í miðal metir Suni, at hann brúkar eini tríggjar dagar um at fáa teir 24 spurningar klárar. – Teir skulu sita ordiligt og hava eitt sindur meira av substansi enn bara ein spurningur uppá eina reglu, sigur Suni. Sjálvur heldur útvarps- verturin, at spurnarkapp- ingin eru tilpassaðar ung- dóminum – í øllum førum eitt sindur. Til dømis tón- leika- og filmsspurningarn- ir eru serliga gjørdir ung- dóminum, men longu har er tað rættiliga avmarkað. – Um eg taki ein bólk, sum er eini 20 ára gamal, so síggi eg longu, at næming- arnir fáa verri við at gita, hvat tað er, uttan so, at tað er okkurt heilt serligt. Men sum heild eru tónleika-, ítrótta- og filmsspurning- arnir rættiliga nýggir. Suni Merkistein sigur, at hann hevur varhugan av, at skúlarnir taka hetta rætti- liga álvarsamt. Og í ár hev- ur eisini verið rættiliga javnt ímillum allar skúlarn- ar. Eini fimm ella seks vóru í umbúna til at vinna, með- an hini árini hava tað verið nakrir heilt fáir, ið hava skarað framúr. – Kanska skúlarnir eru vorðnir meira tilvitaðir um, hvørjar næmingar teir skulu senda. Í fyrstuni var hetta kanska ikki tikið eins álvar- samt, men nú verður meira æra helst løgd í at vera við – Sum heild eri eg rætti- liga imponeraður av næm- ingunum. Serliga í søgu- spurningunum vita teir ógvuliga væl. Í bókmentum eru teir eitt sindur veikari, men samanumtikið eri eg rættiliga imponeraður, sig- ur Suni Merkistein. Tey bæði undanfarnu árini hava allir skúlarnir verið við. Men í ár meldaði Vestmanna skúli úr sum tann einasti. Sjálvur dugir hann ikki at siga, um spurnarkappingin verður á skránni aftur í vet- ur. Hann leggur dent á, at kennir tað sum um hann er koyrdur fastur í einum spori, og kundi tí hugsað sær møguliga at gera okk- urt annað. – Fleiri ferðir í vetur meðan eg havi gjørt spurn- ingar, havi eg hugsað við mær sjálvum, at hetta geri eg ikki aftur, so tað verður ikki uppá standandi fót, at eg fari at siga ja til at gera eina slíka spurnarkapping aftur komandi ár, sigur út- varpsverturin at enda. Skúlin er liðugur í daaaaag, skúlin er liðugur í daaag... Hetta er uttan iva niður- lagið 3. s´ararnir hava sungið í allan gjáramorgun- in, tí um 8 tíðina tá av- bygdafólk komu til Havnar, stóð ein rúgva av 3. s´arum á vegnum við Hoydalar. Tey steðgaðu ferðsluni, tóku í viskarar og gjørdu vart við seg á ymsan hátt. Men tað kann ein kanska heldur ikki siga teimum ilt fyri, tí dagurin í gjár var nevniliga teirra síðsti skúladagur. So hetta skuldi jú hátíðarhaldast við einum braki. -ib Tríggjar dagar um hvørja spurnarkapping Suni Merkistein hevur seinastu trý árini skipað fyri spurnarkappingum fyri framhaldsskúlar. Nú umhugsar spurnarkappingaverturin um at leggja árarnar inn Síðsti fortreðdagur í Hoydølum 3. s´ararnir royndu sum frægast at gera vart við seg í gjáramorgunin, men løgreglan kom skjótt og steðgaði hesum hátíðardámi Mynd: Jens Kr. Vang Platform 1 ár: 40.000 gestir á vitjan Calvin Clarke spældi á bongotrummur í Platform í heyst. Hann er ein av teimum mongu útlendsku gestunum, sum hevur vitjað á diskotekinum C M Y K 14