Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 28. mai 2002 17 Klaksvíkingar megn- aðu at stríða seg til málleyst fyrra umfar, og teir høvdu møgu- leikar at svara aftur, tá B68 var komið framum, men teir vóru óneyvir, og B68 málverjin var sera sannførandi FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen At hava ein góðan og trygg- an málverja hevur sera stór- an týdning. Tann málverjin, sum megnar at bjarga trim- um ella fýra royndum, sum aðrir málverjar ikki megna, og sum eingin setur at teim- um fyri ikki at klára, hann bjargar sínum monnum fleiri stig á hvørjum ári, og tað kann verða í orðsins sanna týdningi gull vert. B68 hevur fingið ein sovornan málverja. Eingin ivi er um, at pólverjin sam- an við Jens Martini Knud- sen er besti maðurin mill- um stólparnar í bestu deild- ini. Michal Kokoszanek er stórur og sterkur, hann hevur gott bólteygað, og hann er sera tryggur, tá høgir bóltar verða lagdir innfyri, og tá hann fer út í brotsteigin. At hetta hevur stóran týdning fyri miðverj- una og alt liðið var týðuligt ímóti KÍ. Ikki nóg stórur íblástur Triðja árið á rað fór KÍ av Svangaskarði við ongum. Í 1. hálvleiki høvdu teir ongan upplagdan møgu- leika, og tá teir í 2. hálv- leiki royndu at koma aftur- íaftur og fingu møguleikar m. a. aftaná hornaspørk, so vóru teir ikki nóg neyvir í royndunum, ella so var B68 málverjin fyri. Tað kunnu Kurt Mørkøre, Ove Nysted og Hjalgrím Elttør skriva undir uppá. Mest eyðsýndu menninir á KI liðnum vóru ungling- arnir Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør. Teir vóru mitt á miðvøllinum, og teir dugdu at gera nyttu burtur- úr bóltinum. Tað eru fleiri bólttryggir spælarar á KÍ liðnum, men tað kom ikki serliga væl til sjóndar. Ofta varð spælt høgt og langt, tað gjørdu omanfyri nevndu ikki so nógv við, og Hans Fróði Hansen vann teir flestu ella allar luftdyst- irnar ímóti Kurt Mørkøre. Hans Fróði hevur verið sera støðugur í ár, og tá hann hevur ein stóran mann ímóti sær, sum ikki er í so góðari venjing, sum Hans Fróði er tað, so er ikki so nógv at gera. Spurningurin er, hvussu tað hevði verið hjá Hans Fróða, um hann hevði havt kvika og arbeiðssama Hjal- grím Elttør uppat sær, og um hesin hevði havt fingið bóltarnar stungnar flatt framímillum. Men so hevði spurningurin hjá Kurt Mørkøre verið, hvør skuldi staðið fyri fóðringini av miðvøllinum. Tá tað ikki gongst væl hjá KÍ, og tá tað eru so nógvir spælarar á liðnum, sum áður hava víst, hvør dugur er í teimum (ikki minst í 1999 tá teir vunnu FM), so er nátúrligt at hugsa, hvørjar broytingar- nar eru. Og tað er skjótt at staðfesta, at tilkomnu spæl- ararnir – tað vil siga teir sum eru um tey tredivu og eldri enn so – ikki spæla við tí íblástrinum, sum teir áður hava gjørt. Teir eru stutt sagt ov mettir. Merkis- vert var tað, at Allan Mørk- øre varð skiftur út í 2. hálvleiki. Men útskiftingin var ikki av leið, tí tað hevði so at siga ikki eydnast hjá landsliðsveteraninum at koma framvið John Hera Dam. Og tá eru tað ikki verjudygdirnar hjá John Hera, sum hann er mest kendur fyri. Arnold setti hol á Hvørki liðið megnaði at spæla seg til møguleikar undan steðginum. Eftir hvíldina royndi B68 at koma ígjøgnum í borðun- um, og tað eydnaðist onkra ferðina. Fyrra málið var ikki so lítið átókt uppspæl- inum til nógv av málunum, sum eingilska meistaraliðið Arsenal fekk í ár. Eftir uppspæl og yvirlapp í vinstru smekkaði John Heri Dam flatt innfyri, Anders Nygaard leyp uppum bólt- in, og so var Arnold Joen- sen komin skrátt úr høgru, og mitt fyri málinum bendi hann við vinstra beini bóltin framvið fyrrverandi liðfelaganum í KÍ málin- um. KÍ spruttaði, men tíggju minuttir eftir fyrra málið var liðugt. Hesa ferð var uppspælið í høgra borði, og Jan Petersen átti innleggið. Veteranurin er komin fyri seg eftir skaðan, og Marlon Jorge er troðkaður út á beinkin. Øssur Hansen kom inn úr vinstru, mitt fyri málinum toygdi hann seg fram og stýrdi bóltinum í málið. Tað minti nógv um fyrra málið. Stutt frammanundan hildu toftamenn seg hava skoraði til 2–0, men linju- verjin segði, at bólturin hevði ikki verið innanfyri strikuna. B68 menninir, sum vóru innanfyri Mein- hardt Joensen, tá teir hildu seg hava skorað, vóru ikki blíðir. Tá KÍ, sum saknaði skadda Heðin á Lakjuni, spenti álopsbogan, stóðust møguleikar av í báðum endum. B68 hevði ein fínan møguleika í síðstu løtu, men Meinhardt Joensen bjargaði stak væl. Dysturin í tølum: B68-KÍ 2-0 (0-0) 1-0: Arnold Joensen 52 2-0: Øssur Hansen 62 Dómari: Niklas á Líðar- enda (GÍ) B68: Michal Kokoszanek – Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam – Jann Ingi Petersen, Fróði Benjamin- sen, Oleif Joensen – Arnold Joensen, Anders Nygaard, Øssur Hansen KÍ: Meinhardt Joensen – Jan Andreasen, Alexander Djordjevic, Ove Nysted, Harley Bertholdsen – Hjal- grím Elttør, Jan Joensen, Atli Danielsen – Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Erling Fles Vágamenn høvdu mesta spælið, men heimaliðið mundi tó farið við øllum, tá báðir niðurflytarar- nir hittust á Sandi leygardagin 2. DEILD Jákup Mørk Hóast sumbingar enn eru á odda í bestu deildini, so er eingin loyna, at tveir teir fremstu favorittarnir til upp- flytingarsessirnar í næst bestu deildini eru niðurflytararnir frá í fjør, B71 og FS Vágar. Hesi bæði tørnaðu saman á Sandi leygardagin, og fyri báðar partar var galdandi, at talan helst skuldi gerast um trý stig, soleiðis at fylgjast kundi við oddalið- num úr Sumba. Bæði hava tey nevnliga verið fyri einum tapi higartil. Sandoyingar, tá teir vitjaðu í Sumba, og FS Vágar, tá teir sera óvæntað mátti lúta fyri HB. B71 fekk størsta kjansins Dysturin á Sandi endaði við málleysum javnleiki, og sum skilst, so mundi hetta eisini vera á góðari leið. Tað vóru kanska gestir- nir, sum høvdu betra spæl- ið, men móti tøttu og væl- virkandi sandoyarverjuni høvdu teir sera ilt við at spæla seg til nakrar veru- ligar møguleikar. Einamest vóru tað deyð- bóltsstøður, sum elvdu til vanda, men her sýndi Valdemar Nowicki hjá B71, at høgur aldur als ikki nýtist at vera nøkur forðing hjá einum málverja. Og tað er framvegis sjón fyri søgn, at hóast hann nú er farin upp um tey fýrati, so man hann kortini teljast millum frægastu málverjarnar í landinum. Sandoyingar løgdu størsta dentin á verju- spælið, og tí var kanska eisini avmarkað, hvussu nógv teir skaptu frameftir, men fáa minuttir fyri leik- lok fingu teir tó nógv hin størsta møguleikan í dyst- inum. Hetta hendi, tá mál- verjin hjá vágamonnum fór fullkomuliga skeivur av einum innleggi, men lukku- tíð fyri hann fór bólturin beint við síðuna, tá sandoy- ingur bert skuldi stýra bólt- in móti manntóma málin- um. Halda fast Hóast tað soleiðis ikki eydnaðist nøkrum av pørt- unum at fáa trý stig burtur úr degnum, so merkti javn- leikurin í Sumba tó, at fjarstøðan upp til odda- sessin ikki vaks. Komandi vikurnar skulu báðir favorittarnri so royna at ota seg nærri oddasess- inum. Tá hava Vágamenn fyrst heimadyst móti NSÍ, fyri síðani at vitja í Klaksvík. B71 fær hinvegin tveir útidystir á rað. Fyrst ein av tí heldur torføra slag- num, tá leiðin gongur til Fuglafjarðar og síðani í Havn móti B36. Dysturin í tølum B71-FSV 0-0 B68-KÍ 2-0 (0-0): B68 mál- verjin er ein sannur brandur B71-FS Vágar 0-0 Linligur oddadystur Tað vóru serliga teir ungu leikararnir hjá KÍ, sum vóru eyðsýndir sunnudagin, meðan fleiri av teimum berandi kreftunum tykjast meira ella minni mettir av fótbólti 17 16 Nr. 98 - 28. mai 2002 Í Vági iðra teir seg um kiksaran á Tvøroyri í fyrsta umfarinum, og á Tvøroyri stendur longu heilt illa til SAMANUM 4. UMFAR Jóannes Hansen Undan vikuskiftinum varð tosað eitt sindur um, at tað var tá GÍ í fjør var og vitjaði HB, at tað fór at ganga illa hjá havnarmonnunum. Nú hevur GÍ verið og vitjað HB, og havnarliðið hevur framvegis fult stigatal. Teir vunnu sannførandi á GÍ, sum ikki var so sannfør- andi. HB spælir skjótt og beinleiðis, og tað eru mið og mál í sendingunum og flytingunum, teir spæla seg til møguleikar, og teir hava góða úrtøku. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at roynast, nú HB skal úr fjálga reiðr- inum í Gundadali. Tvær tær næstu ferðirnar skulu teir vitja tey bæði liðini, sum liggja tættast uppi undir HB. Fyrst skulu teir til Vágs, har HB altíð hevur havt stórar trupulleikar, og so skulu teir á Svangaskarð, har heimaliðið tykist ætla sær at verja triðja plássið frá í fjør og kanska meiri enn so. B68 hevur framvegis eitt sindur ilt við at fáa spælið at glíða, men toftamenn eru avgjørdir í verjupartinum, teir hava ein fínan málverja, og so hava teir skorað hvørja ferð. Hesa ferð var tað í 2. hálvleiki týðuligt, at B68 hevur størri breidd, enn teir leingi hava havt. Liðið viknaði einki, sjálvt um teir skiftu út í 2. hálv- leiki. VB, sum ofta stendur seg væl í Eysturoy, fekk leygar- dagin øll stigini burturúr stevnudystinum á Skála. Harvið hava teir í tveimum royndum vunnið seks stig í Eysturoy (eisini 1–0 á EB/Streymi). Vágbingar hava spælt tríggjar ferðir á útivølli, og teir hava verið eina ferð á heimavølli. Sjálvandi iðra teir seg um javnleikin á heimavølli ímóti NSÍ, men tað er einki at ivast í, at teir nú iðra seg mest um, at tað skuldi ganga so illa í fyrsta um- farinum, at teir taptu 1–0 á Sevmýri. Síðani teir vunnu 1–0 ímóti VB, hava tvørámenn bara tapt, og teir hava tapt nógv. Í trimum teimum seinastu umførunum hava teir í alt lagt rygg til 3–19 tap. Tað svíður sjálvandi, og hýrurin eigur ikki at vera góður. Í tílíkum støð- um verður beinanvegin tosað um venjaran. Soleiðis er tað alla staðni. Tá danska superligan endaði fyri tveimum vikum síðani, vóru tað bara tvey lið, sum høvdu sama venjara, sum tey høvdu, tá farið varð undir kappingina í juli mánað í fjør. Síðani kapp- ingarenda er venjarin hjá AaB, Peter Rudbæk, farin úr starvinum, tí tað ikki gekst nóg væl (hóast úr- slitið var tað næstbesta hjá AaB í sjey ár!). At venjarin verður skiftur út, tá tað ikki gongst væl er galdandi í Føroyum á sama hátt, sum tað er galdandi uttanlands. Tað er neyvan nakar ivi um, at fleiri venjarar fara at verða skiftir út, áðrenn tað verður fyrst í oktober og átjanda umfarið í landskappingini er á skránni. Og í løtuni má Zoran Mancic hjá TB finna seg í, at hann er besta boðið upp á hetta ivasama heið- ursplássið. Soleiðis er tað bara. Í fjør hevði TB tveir venjarar, áðrenn Zoran Mancic tók við ábyrgdini, og tað fór at ganga væl – so mikið væl at TB flutti upp. Spurningurin er so, um TB var klárt at flyta upp aftur í bestu deildina. 13. mai fylti elsta felagið í landinum 110 ár. Tá teir fluttu niður í 1998 vóru teir ikki væl fyri, og hóast teir fluttu upp í fjør, og hóast teir hava fleiri útlendskar spælarar á liðnum, so siga úrslitini, at teir framvegis ikki eru væl fyri. Um teir eru so illa fyri, at tað longu undan summarsteðginum verður greitt, at teir skulu flyta niður, er sjálvandi ov tiðliga at siga, men tað sær avgjørt ikki gott út. B36 stórsigurin á Tvør- oyri var ikki óvæntaður. B36 hevur spælt tríggjar ferðir á útivølli, og teir hava fingið sjey stig burturúr ferðunum. Einasta tapið var í Gundadali ímóti suverena oddaliðnum. EB/Streymur skal á norðoyarstevnu Komandi vikuskifti verður norðoyarstevnan. Klaksvík- ingar tosa av góðum grund- um nógv um kappróður og um møguleikarnar at fáa góð úrslit hjá manningun- um, sum hava vant leingi og miðvíst. Fótbóltsprátið hevur onkra ferðina verið meiri í Klaksvík, enn tað hevur verið síðani sunnudagin. Men klaksvíngar eru trúgvir ímóti KÍ, og tað man lítið vera at ivast í, at fjøldin fer at vera stór, sum sunnudagin fer at savnast til norðoyarstevnudystin. Í fjør var tað púra óvænt- að, at EB/Streymur vann 4–0 á norðoyarstevnuni. KÍ á heimavølli skal ongantíð undirmetast. Men tað er einki at siga til, um teir í Klaksvík ikki eru heilt álvuligir við støðuna. Teir eru ávaraðir um, at EB/ Streymur leypur á framm- arlaga á vøllinum. Trygvi Mortensen hevur sum venjari hjá NSÍ fleiri ferðir víst, hvussu endi skal gerast á KÍ í Klaksvík. Og tá tað verður lagt afturat, at KÍ sjáldan hevur staðið seg væl í norðoyarstevnudyst- unum, síðani teir gjørdust landskappingardystir, so er einki at siga til, at tað eru nervar uppií í Klaksvík. Teirra lið hevur í hvussu so er alt at tapa, meðan EB/ Streymur hevur alt at vinna. Í EB/Streymi kunnu teir biðja teir á Skála um upp- skriftina at vinna á KÍ. Síðani teir vunnu tvær ferð- ir á klaksvíkingum í bólka- umfarinum í steypakapp- ingini, hevur tað ikki gingið væl hjá skálamonnum. Teir eru framvegis einasta liðið, sum ikki hevur vunnið í landskappingini. Onkra ferðina hava teir ikki verið so hepnir. Men leygardagin var tað týðuligt, at teir vóru ikki nóg tolnir og royndir. Tí dummaðu teir seg ímóti VB. Men hvørja ferð teir gera ein brølara spyrst lær- dómur burturúr, og nú verður kanska ikki so leingi, inntil Skála fer at vinna. Nú skal HB vísa sínar dygdir uttan fyri Havnina HB vann fjórða umfarið á rað, og enn eru teir púrasta einsamallir í oddinum, nú teir skulu royna seg uttan fyri høvuðsstaðin Mynd: Finnur Justinussen Heldur ikki hesa ferð fekk Skála ein sigur, men øll tapini hava verið tepur, og fyrsti sigurin er kanska ikki so langt burtur Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 16