Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 28. mai 2002 19 Annað vikuskiftið á rað fingu tvørámenn bank, og nú verður dúgliga gitt, hvørji stig verða tikin á Tvøroyri FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Ein hálvan tíma. Tað var í veruleikanum tað, sum B36 hevði fyri neyðini, tá teir sunnudagin vitjaðu á Tvør- oyri. Undan dystinum varð annars nógv tosað um, at hetta var ein dystur, har báðir partar skuldu reisa seg. TB, tí teir undanfarna vikuskiftið vóru fyri stór- tapið í Klaksvík, og B36, tí teir við ósigrinum fyri HB at kalla mistu sambandið til oddin. Einvegis Tað var tó ongan tíð talan um, at nakar parturin fekk uppreisn hesaferð. Heldur var dysturin ein staðfesting av, at stórtapið í Klaksvík als ikki kom av tilvild. Ikki tí at TB ikki hevði nakað spæl í dystinum hesaferð, tí tað høvdu teir, men taktiska medvitið tók- tist dekan ov lítið. Heldur enn at royna at binda fyri í verjupartinum, royndu teir allan dystin at spæla fram- eftir. Kanska positivt, men dekan ov naivt skal sigast. Fyrsta málið kom longu í triðja minuttinum, tá Magni á Lakjuni átti seinasta fótin, og hóast TB javnaði mest sum beinanvegin, so stóð alla tíðina greitt, at tað helst varð B36, sum fór avstað við stigunum. Næsta málið hjá B36 varð skrásett sum sjálvmál, men helst hevði John Peter- sen stýrt bóltinum í málið kortini, og so skrædnaði hjá TB. Fróði Clementsen og Bárður Mortansson øktu fyri hálvleik, og tá munurin kom upp í fimm eftir eitt ikki sørt margháttligt sjálv- mál, varð seinasti ivin beindur burtur. Fýra mál komu tó afturat í dystinum, men hesi høvdu at kalla bert kosmetiskan týdning. Stigin stóðu so ikki at vika. Broyting er ávegis Tað var skjótt at tað frættist eftir dystin, at hetta ikki var nakað, sum tvørafólk kundu góðtaka. At tapa tveir dystir á rað við somik- ið stórum tølum. Í Útvarpinum sunnu- kvøldið vóru boðini tó, at leiðslan í felagnum ikki hevði nakra viðmerking, og orðini vóru tey somu, tá vit mánamorgunin royndu at fáa nakra staðfesting av støðuni. Sum skilst, so er tó onkur broyting ávegis. Eingi al- menn boð eru framvegis komin, men væntandi skul- di okkurt verið at frætt mánadagin, tó at hetta var eftir evstamark okkara. Líta nú frameftir Í B36 var lagið hinvegin gott, sum vera man. Sigurin fekk í øllum førum vent keðiligu gongdini, sum lið- ið hevur havt seinastu vikurnar, og nú er líka sum lættari hjá teimum at líta frameftir. Ikki minst var fagnaðurin stórur um, at miðvøllurin uttan teir tríggjar, Klæmint Matras, Niels Joensen og Din Sandu hevði staðið seg somikið væl, og kanska ser- liga tí at Julian Florescu fyri fyrstu ferð sýndi, at hann kortini eigur at verða tikin við, tá liðið skal setast á taktikborðinum. Komandi vikuskiftið skal B36 á heimavølli taka ímóti B68, og sum støðan er í løtuni, fær hesin dysturin stóran týdning fyri, hvat av teimum báðum árstals- feløgunum skal elta odda- liðið úr HB. TB skal tá ferðast norður til Gøtu, og tað verður so undir ongum umstøðum ein løtt uppgáva, men hvør veit. Kanska fara komandi dagarnir at hava somikið stórar broytingar við sær, at teir kortini hava ein møgu- leika her. Dysturin í tølum TB-B36: 2-8 (1-4) 0-1:Magni á Lakjuni 3 1-1: Aleksandar Rado- savljevic 6 1-2: sjálvmál (Zoran Mancic) 17 1-3:Fróði Clementsen 26 1-4:Bárður Mortansson 28 1-5:sjálvmál (Vladimir Matijivic) 50 1-6:Julian Florescu 63 1-7:Egil Zachariassen 67 2-7:Zoran Mancic 75 2-8:Jákup á Borg 87 Dómari: Páll Augustinus- sen (VB) TB: Lars Müller – Bárður Dimon, Tórður Mortensen, Vladimir Matijivic, Andras Nolsøe – Nebosja Urtajl, Jón Tórur Holm, Zoran Mancic, Einar Petersen – Dan Mortensen, Aleksand- ar Radosavljevic B36: Tróndur Vatnhamar – Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen, Fróði Clement- sen – Bárður Mortansson, Jens Kristian Hansen, Ken- neth Jacobsen, Julian Johnsson, Magni á Lakjuni – John Petersen, Jákup á Borg. KÍ fekk eitt stig við sær úr Havn, liðið spældi 1-1 móti B36. Aftur hesuferð skor- aði Olgar Danielsen mál fyri KÍ, sum hev- ur reist seg eftir stór- tapið í fyrsta dysti- num 2. DEILD Jákup Mørk B36 tók ímóti KÍ í Havn leygardagin, og liðini fingu tað eina stigið burturúr. Hetta úrslitið má vera á góðari leið, tí dysturin var javnur. Tað var sum ikki einaferð Olgar Danielsen, sum skor- aði málið hjá KÍ. Ein verju- leikari hjá KÍ sparkar bóltin høgt oman móti brotsteigi- num, og Olgar vinnur nær- dystin við verjuleikaran. Hann sendir síðani við vin- stra beini framvið mál- verjanum til 1-0. Olgar Danielsen skal bara hava ein møguleika, so gerst hann beinanvegin vandamikil, og tað vísti hann enn einaferð. Málið kom stutt fyri steðgin, og hetta var ein dyggur smeit- ur fyri heimaliðið. B36 hevði annars havt takið á dystinum í fyrra hálvleiki, og hevði skapt onkrar málmøguleikar, sum burdu givið mál. B36 slapp nakrar ferðir ígjøgnum úti í borðunum, har KÍ verjan tóktist heldur veik, men einki spurdist burturúr. B36 svarar aftur Tá seinni hálvleikur fer í gongd roynir B36 at leggja trýst á KÍ-verjuna, men tað gongur heldur striltið við at skapa veruligar málmøgu- leikar. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki bragdaði endiliga hjá heimaliðnum. Rógvi Róin fangar ein leysan bólt í brotsteiginum, og hann dregur framvið einum verjuleikara, sum tekur beinini undan Rógva. Dómarin ivast ikki, men dømir brotsspark. Carl H. Høgnesen sendir brots- sparkið høgt uppum John William Joensen í máli- num. KÍ fekk eisini onkran málmøguleika í seinna hálvleiki, tá B36 sendi fleiri fólk fram á vøllin, men allir vóru ikki eins neyvir og Olgar Danielsen. KÍ hevur nú fingið sjey stig í teimum seinastu trim- um dystunum, og liðið hev- ur veruliga reist seg eftir 8- 1 tapið ímóti ÍF í fyrsta dystinum. B36 er hinvegin steðgað upp eftir tann frá- líka 3-1 sigurin í Fugla- firði. Komandi vikuskiftið skal B36 suður til Vágs at spæla, meðan KÍ tekur ímóti Sumba á heimavølli. B36 – KÍ 1-1 (0-1) 1-0: Olgar Danielsen 1-1: Carl H. Høgnesen Sum nevnt í grein aðra staðni á hesi síðu, so var væntandi, at okkurt varð at frætta um lagnuna hjá TB venjaranum seinni mánadagin. Beint fyri evstamark okkara fingu vit tíðinda- skriv frá TB, har tað varð staðfest, at Zoran Mancic ikki longur er í venjara- sessinum hjá felagnum. »Eftir samrøðu við bæði spælarar og venjara er nevndin komin til ta niðurstøðu, at einki álit longur er millum spælar- ar og venjara, og hevur nevndin tí avgjørt at loysa venjaran úr stavi frá dags dato« Fyri Zoran Mancic hevur felagið fingið dan- an. Lynge Nielsen, sum áður – í 2000 – hevur verið venjari hjá TB. Lynge Nielsen tekur við venjarastarvinum miku- dagin. - jm Venjarin fekk sekkin TB-B36 2-8 (1-4): Kreppa á Tvøroyri 2. deild: B36 – KÍ 1-1 (0-1) KÍ fekk eina stigið Jens Kristian Hansen er her hægstur, og yvirhøvur var tað so, at B36 var so dyggiliga omaná, tá teir vitjaðu á Tvøroyri Mynd: Áki Bertholdsen 19 18 Nr. 98 - 28. mai 2002 VB vann uttan trupulleikar móti einum spakum heimaliði, sum als ikki megnaði at hótta vágbingar. Sigurin kundi væl verið størri FÓTBÓLTUR Bjartur Nolsøe Skála fær tað trupult í ár, eftir tað teir vístu leygar- dagin í stevnudystinum móti VB. Ikki eina løtu vóru teir førir fyri at hótta vágbingar, sum ikki hava verið serliga sterkir á útivølli seinastu árini. Skal Skála gera sær vónir um at fáa nøkur stig til høldar, so er tað dystir sum hesin sum skulu vinnast. Men tað sá út, sum at tað eina stigið sum var í pos- anum tá dysturin byrjaði, skuldi varðveitast tá liðugt var. Skálamenn góvu vág- bingum nógv pláss at spæla á. Teir stóðu alt ov aftarlaga á vøllinum, og sjálvt um vágbingar ikki fingu nakað burturúr fyrra hálvleiki, hevði VB fult tamarhald á støðuni. VB-verjan sum hesaferð var stýrd av Jón Gærdbo, tí Eyðun Jacobsen og Predrag Zivkovic sótu uttanfyri, hevði lætt við at halda skálamonnum burtur Tómgongd Og fyrri hálvleikur var snøgt sagt vánaligur. Tað var ikki ein einasti veru- ligur málmøguleiki. Leik- ferðin í fyrra hálvleiki var lítil, og bendi heldur ikki á, at tað galt um at fáa 3 stig. Skálamenn stóðu har afturi, og vóru nøgdir við at VB ikki kom til nakran málmøguleika, og VB í sínum lag vóru bilsnir av, at Skála á heimavølli ikki megnaði at leggja meiri trýst á. Sum sagt var ikki ein ein- asti veruligur málmøgu- leiki í fyrra hálvleiki, og tær hálvu royndirnar sum vóru, átti VB. Gisli Svein- bjørnsson kom eini tvær ferðir oman á baklinjuna í vinstru síðu, og fekk lagt væl inn fyri. Tað eini ferð- ina mundi spurt okkurt burturúr, tá Nenad Zivano- vic slapp at seta høvdið á, men bólturin fór við síð- una. Skála hevði í fyrra hálv- leiki onkrar skotroyndir útifrá, men annaðhvørt fór skotið beint á Bjarna í VB- málinum, ella fór bólturin við síðuna av. VB legði trýst á Seinni hálvleikur bleiv ein heilt annar. Frá byrjan av, setti VB seg á dystin og trýsti spælið oman á Skála- hálvuna. Hóast hetta, so mundi Skála fingið mál uppá teirra einasta mál- møguleika í dystinum. Ein VB-verjuleikari skal leggja bóltin aftur til Bjarna, men Arnhold Berg kemur í millum, og so er hann einsamallur við málmann- inum, men Bjarni Johansen lúrdi Arnhold av og bjarg- aði royndini. Næstu 20 minuttirnir stóð VB fyri. Birgir Jørg- ensen sum kom inn tíðliga í seinna hálvleiki, fekk møguleikan eftir at Nenad hevði spælt hann púra frían. Løtu seinni fer Palli Augustinussen einsamallur ígjøgnum, men Eugen Voda bjargar royndini, og beint eftir hetta fær Palli ein møguleika aftrat, eftir at Nenad hevði spælt hann leysan. Birgir Jørgensen megn- aði heldur ikki at leggja VB á odda, eftir at Robert Cieslewicz hevði fintað seg ígjøgnum og spælt hann frían. Avgerðin fellur Trýstið bleiv so stórt á Skálaverjuna, at fyrr ella seinni mátti VB fáa mál. Og tað kom eisini mið- skeiðis í seinna hálvleiki. Robert Cieslewicz, sum saman við Nenad stríddust óført og alla tíðina fluttu seg, sleppur at renna einsa- mallur móti málinum. Hann skjýtur men málmað- urin hjá Skála, sum spældi ein frálíkan dyst, bjargar í fyrstu syftu. Bólturin støkkur út aftur til Robert, sum kann spæla Nenad frían, og so var 1-0 til VB. Skála royndi at koma fyri seg eftir málið, men teir vóru ongantíð førir fyri at leggja trýst á VB, so at stórir møguleikar kundu spyrjast burturúr. Tá hálvur tími var farin av seinna hálvleiki, fær innskifti Jónhard Frederiksberg møguleika at skjóta, men bólturin kemur beint á Bjarna í málinum. Eftir hetta hendi ikki so nógv. VB trekti seg aftur fyri at verja leiðsluna, og Skála royndi at trýsta spælið longur fram, og fáa nakrar bóltar inn í VB brotsteigin. Av tí sama fingu vág- bingar nøkur kontraálop, sum meira enn so kundu givið mál, um Robert og Birgir vóru meiri neyvir. Sostatt fekk VB 3 týdn- ingarmikil stig, og nærkast spakuliga toppinum. Sjálvt um fleiri av lyklaspælar- unum hjá VB sótu uttanfyri við smáskaða, var sigurin ongantíð í vanda, eftir at VB hevði skorað einasta málið. Skálamenn eru uttan iva skuffaðir yvir dystin leyg- ardagin, tí hetta burdi verið ein dystur, har teir framm- anundan kundu væntað sær stig. Dysturin í tølum: Skála-VB 0-1(0-0) 0-1: Nenad Zivanovic Dómari: Oddmar Andreasen Skála: Eugen Voda - Bent Djurhuus, Ronni Hansen, Rúni Rasmussen, Marius Joensen - Arnold Berg, Pauli Hansen, Kári Niel- sen, Áki Petersen - Dánial Hansen, Alexander Johan- sen VB: Bjarni Johansen - Magni Jacobsen, Michael í Lágabø, Jón Gærdbo - Palli Augustinussen, Slobodan Madzar, Tórður Holm, Dan Djurhuus, Gisli Svein- bjørnsson - Nenad Zivano- vic, Robert Cieslewicz Við sínum fimm málum, var hann stóri maðuirin í dystinum móti VB, sum onki hevði at bjóða uppá 2. DEILD Bjartur Nolsøe VB hevur uppá fimm dagar tapt tveir dystir við eini málúrtøku uppá 0-15. Og dysturin leyg- ardagin vísti, at uppflyt- arin úr Vági, fer at fáa tað sera trupult í ár. LÍF vann greiðan sig- ur, og um nakað so skuldi sigurin verið enn størri. Unga VB-liðið, megnaði als ikki at fylgja við royndu lorvík- ingum, sum settu seg á dystin beinanvegin. Verjan hjá VB virkaði ótrygg, og samanspælið millum miðju og álop var ikki nóg gott. Tað vóru bert farnir 5 minuttir tá fyrsta málið kom. Kristian í Vági, sum veruliga gjørdi bart henda dystin, royndi seg við einum skotið langt úti frá. Málmaðurin hjá VB megnaði ikki at halda bóltinum, og má hann taka hetta málið á seg. Lorvíkingar hildu fram við at trýsta, men fingu ikki næsta málið fyrr enn 25 minuttir vóru farnir. Hesuferð varð tað Bárður Heina- son sum slapp at skjóta inni í 5-metrinum, eftir at vágbingar ikki fingu sparka bóltin vekk. Restina av fyrra hálv- leiki gekk meira javnt á, tí lorvíkingar tóku sær av lættum, og lótu VB fáa meiri pláss at spæla. Lorvíkingar høvdu tó fult tamarhald á dystin- um, tí VB ikki megnaði at koma fram til ein einasta veruligan mál- møguleika. VB gav uppat Seinni hálvleikur var ikki meir enn nakrar fáar minuttir gamal, so bleiv 3-0. Vágbingar missa bóltin á miðjuni, og bólturin verður sendur fram móti Kristian í Vági. VB-verjan tykist at hava tamarhald á, men ein misskiljing millum verjuna og málmannin hjá VB, endar við at Kristian í Vági lættliga kann skora. Nú var dysturin av- gjørdur, og vágbingar kastaðu frá sær. Lor- víkingar hildu tó fram við at herja á VB-málið, og miðskeiðis í seinna hálvleiki bleiv tað 4-0, við máli sum Omar Páll- son skeyt. Og so gekk tað skjótt fyri seg. Lorvíkingar fingu trý mál aftrat og allar tríggjar ferðir var tað Kristian í Vági sum var á blettinum. Sostatt vunnu lorvík- ingar stórsigur, og eru við aftur í kappingini um oddasessirnar. VB hinvegin er á niðasta plássi, og skal nokk miða eftir at bjarga nøkrum stigum á heima- vølli. Úrslitið leygardagin segði meir um avrikið hjá VB enn hjá LÍF. Dysturin í tølum: LÍF-VB 7-0(2-0) 1-0: Kristian í Vági 2-0: Bárður Heinason 3-0: Kristian í Vági 4-0: Omar Pállson 5-0: Kristian í Vági 6-0: Kristian í Vági 7-0: Kristian í Vági Kristian í Vági søkti vágbingar Uppiborin sigur til VB Hóast vágbingar vóru lítið sannførandi, so megnaðu teir á heimaliðnum sjáldan at leggja nakað trýst oman móti gestunum Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 18 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið