týsdagur 28. mai 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 98 - 28. mai 2002
21
NSÍ misýtti nógvar
møguleikar, men í
síðsta løtu var tað
meistarlig bjarging
hjá veteraninum í
málinum, sum hevði
við sær, at øll stigini
fóru til Runavíkar
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
NSÍ fór við øllum stigunum
av Mølini á Eiði. Talan var
um tætta og javna uppgerð.
NSÍ hevði fleiri møgu-
leikar. Hjá EB/Streymi
knípti tað enn eina ferð at
fáa opnar møguleikar burt-
urúr stríðnum og viljanum
at
streingja
mótstøðu-
menninar frammarlaga á
vøllinum. Men í síðstu løtu
hevði EB/Streymur eina
góða roynd ímóti málinum,
sum ivaleyst átti at havt
borið mál við sær. Men
Jens
Martin
Knudsen
bjargaði sera væl, og júst
tann bjargingin gjørdi, at
NSÍ einki misti, og at
EB/Streymur einki fekk.
EB/Streymur
hevði
horna, kontra kom á skot-
royndina, bólturin støkk út
frá til Ronnie Samuelsen,
sum smekkaði til, og tá
Jens Martin Knudsen tveitti
seg í fulla longd, sást einki
til, at hann er miðskeiðis í
tríati árunum, og at tað eru
fjúrtan ár síðani, at hann
fyrstu ferð vardi landsliðs-
málið.
Onkrar broytingar
EB/Streymur hevur fínan
hugburð, og tað er lítið at
ivast í, at teir fara at vinna
og fáa stig. Teir eiga rós
fyri, at teir ikki liggja aftar-
laga á vøllinum og lúra.
Miðvallararnir byrgja fyri
frammarlaga á vøllinum, og
møguleikin lúrir alla tíðina
fyri, at teir skulu koma
ímillum frammarlaga á
vøllinum, og at Sorin Ang-
hel harvið skal gerast
vandamikil.
Í fyrstu umførunum hev-
ur Pacek verið í álopinum.
Hesa ferð hevði Trygvi
Mortensen flutt hann aftur í
miðverjuna,
har
hann
ansaði høvuðsterka Óla
Hansen. Sorin Anghel var
einsamallur á toppinum hjá
EB/Streymi, og so stuðlaðu
Teitur Joensen og Hans
Pauli Samuelsen hvør sínu
megin.
Hjá NSÍ var Djóni N.
Joensen aftur í miðverjuni,
meðan Pól Thorsteinsson
var á vongverjanum, sum
Brynjolvur Nielsen hevur
verið á. Christian Høgni
Jacosben var í álopinum.
Honum eydnaðist ikki at
skora, men hann hevði
fleiri møguleikar at gera
tað. Av tí at EB/Streymur
var so framrættað, so kom
tað fleiri ferðir fyri, at NSÍ
í skjótum álopum varð
yvirmannað. Kanska einar
fimm ferðir vóru teir tríggir
ímóti tveimum, men tað
eydnaðist ikki at fáa mál, tí
tann síðsta sendingin var
ikki nóg neyv.
Málini
Fyritreytirnar
hjá
NSÍ
styrknaðu nógv beinan-
vegin. Bara sjey minuttir
vóru farnir, tá NSÍ megnaði
at sekta líkasælt verjuspæl.
NSÍ menninir tveittu skjótt
innkast, sum Óli Hansen
snittaði
við
høvdinum
longur inn í brotsteigin,
EB/Streyma menninir vóru
ikki komnir í ansingarstøð-
urnar, og so var Jónstein
Petersen leysur og kundi
seta bóltin í málið aftanfyri
Gunnar á Steig.
Seinna
umfarið
var
knappliga tjúgu minuttir
gamalt, tá EB/Streymur
javnaði. Teitur Joensen
hevði bóltin á baklinjuni úti
við brotsteigarmarkið, men
ólukkutíð fyri NSÍ, so var
verjumaðurin og ótolin. Í
staðin fyri at bíða til ungu
maðurin, sum var í púra
vandaleysari støðu, flutti
seg við bóltinum, so varð
roynt at takla, álopsmað-
urin lá flatur, og Sorin Ang-
hel var tryggur úr ellivu
metrum.
Tá EB/Streymur hevði
javnað, skifti Jógvan Mart-
in Olsen út. Helgi L. Peter-
sen, sum hevði verið skadd-
ur alla vikuna, og Bergur
Djurhuus komu inn fyri Ian
Højgaard og Gert Lang-
gaard, og lítla løtu undan
sigursmálinum kom Sonni
L. Petersen innfyri Óla
Hansen.
Sigursmálið varð skorað
eftir frísparksinnlegg úr
vinstru. Aftur var heima-
verjan óskettin. Bólturin
varð lagdur í holið aftanfyri
rúgvuna undir málinum, og
miðverjin Arnfinn Lang-
gaard var á rætta staðnum
og stýrdi við fótinum bólt-
inum inn um strikuna, og
tað bar øll stigini við sær.
Men tað eigur NSÍ fyrst og
fremst at takka Jens Mart-
ini Knudsen fyri. Við
meistarligari bjarging í
síðstu løtu tryggjaði hann,
at NSÍ vann 2–1.
Dysturin í tølum
EB/Streymur-NSÍ
1-2 ( 0-1)
0-1: Jónstein Petersen 8
1-1: Sorin Anghel (br.) 64
1-2: Arnfinn Langgaard 72
Dómari: Jens Petur Bratta-
líð
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen,
Andrzej
Pacek,
Knút
Vesturtún, Esmar Eiðisgarð
– Marni Djurhuus, Ronnie
Samuelsen, Jákup Martin
Joensen – Teitur Joensen,
Sorin Anghel, Hans Pauli
Samuelsen
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Pól Thorsteinsson, Djóni
N. Joensen, Arnfinn Lang-
gaard, Sjúrður Jacobsen –
Gert Langgaard, Kári Han-
sen, Ian Højgaard, Jónstein
Petersen – Christian Høgni
Jacobsen, Óli Hansen
Puslispælið
Kappingin um at vinna eina ferð til landsdystin
millum Týskland og Føroyar er framvegis í gongd.
Alt, sum tygum nýtir at gera, er at savna allar
brikkarnar í puslispælinum, soleiðis at ein
fullfíggjað mynd fæst burturúr, og senda okkum
hesar saman við kappingarseðlinum, sum er í
serblaðnum »Fótbóltur 2002«
-jm
EB/STreymur-NSÍ 1-2 (0-1):
Jens Martin stórbjargaði
í síðstu løtu
Sorin Anghel, sum her strýkur framvið Djóna N. Joensen fekk sítt fyrsta mál í ár, tá hann gjørdi fulla nyttu úr brotssparki
Mynd: Sofus Johannesen
21
20
Nr. 98 - 28. mai 2002
Hóast GÍ í løtum
trýsti HB, og hóast
gøtumenn høvdu
bóltin størsta partin
av tíðini, so vann HB
ein tryggan 3-0 sigur,
og halda sostatt
framvegis fast um
oddasessin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var hampuliga stórur
spenningur, tá HB fyri
fjórðu ferð í ár skuldi royna
seg í Gundadali. Higartil
hevði oddaliðið vunnið
tríggjar teir fyrstu lands-
kappingardystirnar, og í so
máta var optimisman stór í
HB-leguni.
Støðan var tó eitt sindur
álík henni í fjør, tá GÍ
vitjaði í triðja umfarinum.
Ta ferðina vann GÍ, og sum
árið leið, skuldi tað vísa
seg, at júst hesin dysturin
kanska meira enn nakar
annar var viðvirkandi til
niðurtúrin, sum HB tá fekk.
Opin byrjan
Sálarliga mundi hetta eisini
vera ein týdningarmikil
barlast hjá GÍ, og beint sum
dysturin byrjaði sást eisini,
at teir ikki høvdu nakra
ovurstóra virðing fyri HB-
liðnum.
Ikki soleiðis at teir alt
fyri eitt løgdu trýst móti
HB-málinum, men spælið
var rættiliga opið hesa
fyrstu løtuna. Bæði liðini
royndu at spæla seg ígjøg-
num, og tó at talan ikki
gjørdist um teir heilt opnu
møguleikarnar, so stóðust
vandafullar støður av, tá
liðini bæði royndu at koma
ígjøgnum.
Hjá HB var tað serliga
við longum diagonalsend-
ingum av miðvøllinum, at
møguleikarnir vórðu skapt-
ir, og tað var eisini eftir júst
ein av hesum, at fyrsta
málið í dystinum kom.
Aloftast var Rógvi Jacob-
sen upphavsmaður til hesar,
men hesaferð hevði Uni
Arge so hætta sær aftur á
vøllin. Hann sendi bóltin
inn um verjuna. Jón Rói
Jacobsen kapprann við
verjuleikara og málverja,
og tá unga stjørnan hjá HB
fekk prikað inn um mál-
verjan, kundi Rógvi illa
gera annað enn at sparka
bóltin seinasta pettið í
málið.
Ov einstáttað
Sum tað so ofta er hent fyrr
í ár, so viðførdi málið, at
HB tók seg nakað aftur á
vøllin. Í størstan mun
royndu teir at leggja dent á
verjuspælið, og hetta eydn-
aðist teimum eisini sera
væl. Hóast GÍ hevði bóltin
tað nógva av tíðini, so
megnaðu teir sjáldan at
skapa teir heilt stóru møgu-
leikarnar. Ikki minst tí mið-
verjan hjá HB tóktist sera
stinn í luftspælinum, so-
leiðis at allar flestu inn-
leggini vórðu beind burtur
av vandaleið beinanvegin.
Tað er í hesum sambandi
tó vert at leggja til merkis,
at gøtumenn hesa løtuna
sýndu óvanliga lítið taktist
hugflog, við mest sum kon-
sekvent at royna at spæla
seg upp ígjøgnum høgru
álopssíðu. Um talan yvir-
høvur var um nakran veik-
leika í HB verjuni, so
mundi tað vera hinumegin,
har Tór-Ingar Akselsen
fleiri ferðir hevði hug at
liggja nakað frammarliga,
og tær fáu ferðirnar GÍ at
spæla ígjøgnum í teirri
síðuni, eydnaðist teimum
eisini fleiri ferðir at koma
oman at baklinjuni, soleiðis
at bóltar kundu sendast
innfyri.
Hóast tað soleiðis eydn-
aðist HB at halda tætt í
verjupartinum, so gjørdist
trýstið frá gøtumonnunum
alsamt størri. Í longum
løtum ferðaðist bólturin
kring HB brotsteigin. Varð
sparkaður út frá, fyri síðani
aftur at fara á hóttandi
rundferð sína, men við eitt,
so svaraði HB aftur.
Rúni Nolsøe vann bóltin
á miðvøllinum, og tá GÍ
verjan ikki fann rættiliga
útav, hvussu uppgávurnar
skuldu býtast, so slepti
Rúni inn um, tá báðir í
miðverjuni komu ímóti.
Andrew av Fløtum helt
einsamallur oman móti
málinum, og meðan Hallur
Hansen ikki visti rættiliga,
um hann skuldi bíða ella
koma ímóti, rullaði Andrew
kølin bóltin í meskarnar.
Tað er ilt at siga, hvat
kundi hent, um HB ikki
skoraði júst um hetta
mundið. Í øllum førum
tóktist leikararnir nú so-
mikið moyrir eftir stóra
trýsti, at teir av øllum
tóktust lætnaðir, nú mun-
urin nú var øktur í tvey mál.
Greiddu skylduna
Tað, sum eftir var av dyst-
inum, mundi fyri áskoðaran
í mangar mátar tykjast
heldur einstáttað. Ikki endi-
liga tí at spælið var so keði-
ligt, men meira tí at HB-
liðið sýndi eitt slíkt slag av
proffesioalismu, sum tú
sjáldan sært tað her heima.
Í verjupartinum stongdu
teir fullkomuliga. Tór-Ing-
ar, ið sum nevnt hevði ligið
heldur frammarliga, varð í
hálvleikinum togaður eitt
lítið vet aftur. Miðvøllurin
arbeiddi sera hart, so skjótt
GÍ kom yvir um miðlinj-
una, og so bíðaði HB ann-
ars bara eftir, at GÍ framdi
okkurt mistakið.
Størsta partin av seinna
hálvleiki var tað soleiðis, at
gøtumenninir høvdu bóltin,
men satt at siga, so eydn-
aðist teimum ikki at skapa
ein hin einasta møguleika.
Hinvegin var fleiri ferðir
vandi á ferð, tá HB royndi
at kontra, og fimm minuttir
fyri leiklok varð sigurin
fullkomuliga
staðfestur.
Rógvi sendi diagonalt yvir í
høgra borð, har Rúni Nol-
søe kom rennandi. Í fullari
ferð tamdi liðskaparin og
dróg inn um verjuleikara í
somu rørslu, og tá hann
rullaði flatt inn, stóð Jón
Rói Jacobsen púrasta leys-
ur, soleiðis at Hallur í
málinum var fullkomuliga
seldur.
Besta boðið
Samanumtikið kann ikki
sigast annað enn, at HB
framvegis tykist besta boð-
ið upp á eitt oddalið, tá tey
18 umførini eru farin.
Roknast kundi við, at GÍ
var ein veruligur avbjóðari
til oddasessin, og enn er
kanska ov tíðliga at av-
skriva teir.
Hóast breiddin í hópinum
kann gerast stóri bágin hjá
teimum, so telir liðið hópin
av góðum fótbóltsleikarum,
og ikki minst man miðvøll-
urin vera ein hin sterkasti í
landinum. Tí kann tað
eisini undra, at teir ikki í
størri mun kundu gera sær
dælt av, at HB í somikið
stóran mun lat gestirnar um
at hava spælið.
Hetta sigur tó eisini nak-
að um, hvussu sterkt HB
liðið er í verjupartinum.
Álopsparturin hevur longu
prógvað, at hann er ein hin
mest vandamikli í land-
inum, men hesaferð var tað
so serliga í verjupartinum,
at liðið var imponerandi.
Eitt er, at liðið telir somikið
frægar verjuleikarar, at tað
eru ráð til framhaldandi at
hava Hans á Lag úti á
bakkinum. Annað er tað, at
tá teir eru í verjustøðu, so
er tað eitt heilt lið, sum
verjir.
Teir
tríggir
á
miðvøllinum arbeiða alla
tíðina knallhart, og meira
enn tí einu ferðina vóru
bæði Andrew og Jón Rói
afturi at hjálpa. Soleiðis
spælir eitt lið, og so leingi
HB heldur á við hesum, er
ilt at síggja, hvør skal
kunna
koppa
teimum.
Gamaní hava fýra teir
fyrstu dystirnir verið í
Havn, men mótstøðuliðini
hava øll talst millum tey á
pappírinum torføru, og úr-
tøkan hjá havnarliðnum
talar fyri seg.
Dysturin í tølum
HB-GÍ 3-0 (2-0)
1-0: Rógvi Jacbsen, 17.
2-0: Andrew av Fløtum
3-0: Jón Rói Jacobsen
Dómari: Birgir Sondum:
Hevði yvirhøvur eitt gott
tak um dystin, og ikki minst
var tað gott at síggja,
hvussu skjótt hann setti
leikararnar upp á pláss, tá
einstakar ógvusligar takl-
ingar vóru at síggja.
HB: Bárður Johannesen –
Tór-Ingar Akselsen, Jó-
hannis Joensen, Jan C.
Dam, Hans á Lag – Rúni
Nolsøe, Rógvi Jacobsen,
Hallur Danielsen – Jón Rói
Jacobsen,
Uni
Arge,
Andrew av Fløtum
GÍ: Hallur Hansen – Hans
Pauli Petersen, Pól Enni-
garð, Leivur Hansen, Ás-
lakur R. Petersen – Magni
Jarnskor, Súni Olsen, Sám-
al Joensen, Zdizlaw Janik –
Súni Fríði Johannesen,
Krzyztof Popczynski
HB-GÍ 3-0 (2-0):
Professionelt handverk
Ikki minst er tað verjuparturin hjá HB, sum er sannførandi, og millum annað hevur afturkomni Jan Dam givið liðnum fleiri
streingir at spæla uppá í so máta
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
20