Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 98 - 28. mai 2002 23 Tað er framvegis møguleiki fyri, at æll tey trý liðini, sum hava føroyingar í hópinum, fara at flyta niður 1. DEILD DANMARK Jóannes Hansen Føroyskir fótbóltsspælarar eru í trimum donskum fe- løgum. Óli Johannesen er í Hvidovre, Johan B. Hansen er í Fredericia, og Atli Gregersen er í Randers Freja. Feløgini vóru øll í eldinum í vikuskiftinum, og nú tað resta fýra umfør er tað framvegis møguleiki fyri, at øll feløgini kunnu flyta niður í 2. deild. Sunnudagin gjørdist tað nærum greitt, at Farum komandi kappingarár skal spæla í bestu deildini. Far- um var á útivølli í Valby í Keypmannahavn ímóti Frem, sum alt kappingar- árið hevur verið millum avbjóðararnar. Farum vann 4–1. Harvið eru teir undan fýra teimum síðstu um- førunum tólv stig og 23 mál undan HFK Sønderjylland, sum er á triðja plássi. Fagnaðurin millum teir umleið hálvt triðja túsund áskoðararnar, sum vóru í Valby sunnudagin – teir flestu vóru úr Farum, og Peter Brixtofte var mitt í rokanum – var stórur, og hann verður ikki minni komandi sunnudag, tá upp- flytingin ivaleyst verður veruleiki á heimavølli. Óli Johannesen og Hvid- ovre høvdu heimavøll ímóti FC Aarhus. Dysturin end- aði málleysur. Harvið økti Hvidovrer frástøðuna til botnin, soleiðis at teir nú eru seks stig frá niðurflyt- ingarplássunum. Tað átti at verið nóg mikið at komið undan niðurflyting, nú tað eru fýra umfør eftir, men støðan er ikki trygg. Uppaftur veri stendur til hjá Fredericia og Johan B. Hansen. Teir taptu hesa ferð 2–1 í Horsens, og harvið er Fredericia rættuliga trongt í botninum. Randers Freja er ikki so illa statt á støðutalvuni, sjálvt um teir sunnudagin taptu 3–2 í Odense ímóti B1909. Men tað er stórur møgu- leiki fyri, at Randers Freja flytir niður úr 1. deild, og at teir flyta heilt niður í Dan- marksseriuna. Orsøkin er hóttanin um, at Randers Freja skal fara á húsagang. Teir eiga ikki pengar til lønir, og um viðurskiftini ikki verða fingin upp á pláss í hesi vikuni, so tykist tað greitt, at lykilin skal snarast um. Fótbóltsfelagið Randers Freja er til sølu fyri 25 túsund krónur. HFK Sønderjylland hev- ur ivaleyst mist allar møgu- leikar at flyta uppaftur í superliguna. Teir eru á triðja plássinum, og teir standa seg væl. Í vikuskift- inum vóru teir í Keyp- mannahavn, har teir vunnu 4–1 á B93, sum liggur heilt tungt í sjónum. Saman við Farum er Køge á veg upp í bestu deildina. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Odense, har teir vunnu 1–0 á B1913. Herfølge vísir eisini støðu avrik. Hesa ferð vunnu teir 3–2 á Brønshøj. Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Farum 26 18- 6 - 2 60 30 30 60 2 Køge 26 18- 3 - 5 50 28 22 57 3 HFK Sønderj. 26 15- 3 - 8 51 44 7 48 4 Frem 26 13- 8 - 5 49 32 17 47 5 Herfølge 26 13- 7 - 6 44 31 13 46 6 B 1913 26 11- 9 - 6 39 33 6 42 7 Randers F. 26 12- 5 - 9 50 31 19 41 8 AC Horsens 26 10- 8 - 8 34 27 7 38 9 FC Aarhus 26 9 - 7 -10 34 38 -4 34 10Hvidovre 26 7 - 8 -11 39 44 -5 29 11B 1909 26 7 - 5 -14 41 61 -20 26 12Kolding FC 26 6 - 6 -14 41 55 -14 24 13Fredericia 26 5 - 8 -13 35 38 -3 23 14Brønshøj 26 6 - 5 -15 37 58 -21 23 15B93 26 6 - 5 -15 33 54 -21 23 16Skive 26 3 - 5 -18 31 64 -33 14 Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers F.), Óli Johannesen (Hvidovre), Johan Byrial Hansen (Fredericia) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Lyn 8 7 - 0 - 1 15 8 7 21 2 Molde 9 5 - 2 - 2 15 8 7 17 3 Odd. Grenl. 9 5 - 1 - 3 14 10 4 16 4 Viking 9 4 - 3 - 2 16 11 5 15 5 Rosenborg (M) 9 4 - 2 - 3 16 10 6 14 6 Bodø/Glimt 9 4 - 2 - 3 13 8 5 14 7 Våleranga 9 3 - 4 - 2 12 8 4 13 8 Lillestrøm 9 3 - 4 - 2 8 6 2 13 9 Stabæk 8 3 - 3 - 2 12 11 1 12 10Brann 9 3 - 1 - 5 12 17 -5 10 11Bryne 9 2 - 2 - 5 8 15 -7 8 12Moss 9 1 - 4 - 4 9 18 -9 7 13Sogndal 9 1 - 2 - 6 10 22 -12 5 14Start 9 0 - 4 - 5 6 17 -11 4 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Vánirnar hjá Jákupi Mikkelsen eru einki serligar, tí Eddie Gustafsson er væl fyri, og eingi mál fara ígjøgnum hjá Molde NOREG Jóannes Hansen Molde er á veg ímóti gull- inum. Soleiðis var ein av yvirskriftunum í norsku fjølmiðlunum í gjár. Molde er ikki ovast á støðutalvuni, men teir eru næstovast, og gongdin tær seinastu vikurnar hevur verið støðug og sannførandi. Sunnukvøldið var Molde á útivølli í Kristiansand, og har var eingin ivi. Molde vann 4–0 á Start. Heima- liðið var væl við fyrstu løtuna, og teir høvdu eisini onkrar málmøguleikar. Molde kom á odda við teprum brotssparki, tá sjey minuttir vóru eftir av 1. hálvleiki, og teir øktu ellivu minuttir eftir steðgin. So tveitti heimaliðið alt ansni í verjupartinum, men tað slerdi orduliga bakk. Mole skoraði aftur í 66. og 86. minuttunum. Jákup Mikkelsen var aft- ur hesa ferð á Molde beink- inum, og um ikki okkurt heilt óvæntað stingur seg upp, so eru vónirnar ikki so stórar fyri, at Jákup kom- andi vikurnar skal fáa aðra dystarvenjing enn hana, sum hann fær á næstbesta liðnum. Eftir at kappingar- neytin hjá Jákupi, Eddie Gustafsson, ikki hevði spælt væl nakrar ferðir, hevur hann nu av álvara funnið stevið og fær so mikið góð skoðsmál, at afturvalið hvørja ferð er sjálvsagt. Hinir dystirnir Molde er næstfremst við seytjan stigum. Lyn er fremst. Hvussu stór leiðsl- an hjá teimum er varð av- gjørt í gjárkvøldið. Tá skuldi Lyn á útivølli spæla ímóti Stabæk. Men undan tí dystinum var leiðslan hjá Lyn fýra stig. Sum fleiri ferðir nevnt fyrr í nýggja norska kapp- ingarárinum, so verður roknað við, at Molde skal stríðast við Rosenborg og Lillestrøm um oddasessin. Tey spældu bæði sunnu- dagin, og tað gekk betri hjá Lillestrøm, sum vann 1–0 í Bodø. Rosenborg var í Oslo, har teir ikki megnaðu meiri enn málleysan javn- leik ímóti Vålerenge. Tað vil við øðrum orðum siga, at munurin frá Molde og aftur til størsta favorittin at vinna NM, Rosenborg, longdist eitt sindur, men hann er ikki serliga stórur – trý stig. Odd Grenlad var í Berg- en, og gestirnir úr Skien fóru til hús aftur við øllum. Teir vunnu 3–1. Tað var málleyst millum Bryne og Moss, og botnliðið Sogndal tapti enn eina ferð á heima- vølli. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Viking úr Sta- vanger, sum vann 2–0, eftir at støðan í steðginum hevði verið 0–0. Óli fekk luft Molde miðjar eftir toppinum Við javnleikinum móti FC Aarhus økti Hvidovre um frástøðuna til niðurflytingarstrikuna, men er vandin ikki heilt av 23 22 Nr. 98 - 28. mai 2002 Fuglfirðingar brendu brotsspark, men vóru eisini tvær ferðir noyddir at bjarga á mállinjuni, tá teir leygardagin vitjaðu hjá oddafiskinum í aðru deild 2. DEILD Jákup Mørk Meðan Sumba leygardagin skuldi royna at halda gongd í stigasavnanini, sum hig- artil hevði givið fult hvørja ferð, skuldu fuglfirðing- arnir hinvegin fáa gongd á, eftir at teir mest sum vóru dragnaðir úr oddastríðnum, longu áðrenn tað veruliga er byrjað. Fleiri møguleikar Tað eydnaðist partvíst hjá báðum pørtunum, tí hóast tey helst vildu hava trý stig hvør, so mundi javnleikurin vera á eini leiðk, og sum so kann hvørgin parturin vera heilt ónøgdur um úrslitið. Skal nakar iðra seg, so eru tað kanska fuglfirðing- arnir, tí beint áðrenn Sumba fekk leiðslumálið, átti ÍF gyltan møguleika. Brotsspark varð dømt, men hvørki hetta ella eftirfylgj- andi returin fingu teir sett inn, og so kontraði Sumba. Teir brutu ígjøgnum høgru- megin, har teir alla tíðnia vóru vandamiklir, og so kundi Johnny Skibens stúta inn við nærmastu stong. Fuglfirðingar royndu framhaldandi at trýsta, og teir hóttu fleiri ferðir málið, men hóast teir millum annað høvdu skot á tvør- stongina, so tóktist tað teimum tó sera trupult at fáa úrtøku burtur úr møgu- leikunum. Beint fyri hálv- leik bragdaði tó, tá Viggo Johannesen var hægstur við hornaspark og stútaði móti horninum. Sumbingar høvdu tó fleiri líknandi møguleikar í løtunum eftir útjavnanina, og í tveimum førum hetta til steðgin bjargaðu gest- irnir á sjálvari mállinjuni, tá hornaspørk vórðu send innfyri. Dovnaði Hetta legði kanska upp til, at spælið framhaldandi skuldi gerast málsøkið í seinna hálvleiki, men so- leiðis gjørdist tó ongantíð. Nú ráddi í størri mun um at verja borg. Kanska var orkan eisini við at ganga undan, og yvirhøvur var tað so sum so við skipaða spæli fram eftir vøllinum. Sum heild mundi talan tó vera um eitt úrslit, sum báðir partar kunnu vera so hampuliga væl nøgdir um. Úrslitini í hinum dystunum merktu, at sumbingar fram- vegis halda munin niður til næstu liðini, og eftir nøkur sera lak úrslit fingu teir úr ÍF í øllum førum sýnt, at viljin á liðnum er til staðar. Hetta verður helst eisini neyðugt, tá teir komandi vikuskifti fáa vitjan av sandoyingum. Tá fara sumbingarnir til Klaks- víkar, sum hava havt heldur skiftandi úrslit seinastu tíðina, og tí eru møguleik- arnir fyri stigum so hampu- ligir til tann dystin. Dytsurin í tølum Sumba-ÍF 1-1(1-1) 1-0: Johnny Skibenæs 1-1: Viggo Johannesen Komandi sunnudag skipar Føroya Triathlon Felag - FTF - fyri ársins fyrstu triathlon kapping. Kappast verður í teininum, ið kallast Sprint Triathlon. TRIATHLON Tíðindaskriv Kappingin sunnudagin er tó triðja kapping, ið FTF skipar fyri í ár, og er hetta samstundis triðja kappingin í Grand Prix 2002 kappingini. Kappast hevur verið tvær ferðir í Duathlon (svimjing og renning), men hesa ferð skulu luttakararnir so súkkla eisini. Luttakarin skal fyrst svimja, síðan súkkla og at enda renna. Kappast verður sum sagt í Sprint Triathlon sunnudagin. Luttakarin skal tá svimja 750 met- rar, súkkla 20 kilometrar og at enda renna 5 kilo- metrar. Svomið verður í Svimjihøllini í Gunda- dali. Súkklað verður frá svimjihylinum, oman eftir Eystara Ringvegi, eftir vegnum Yviri við Strond til rundkoyring- ina við Skansan, har vent verður. Leiðin gongur so niðan til rundkoyringina við R.C. Effersøe Gøtu/Eystari Ringvegur. Hesin teinur skal koyrast tríggjar ferðir. Renningin byrjar frá Plantusøluni og runnið verður yvir til Føroya Sparikassa Yviri við Strond og niðan aftur til Plantusøluna har málið er. Hetta er triðja umfar av Grand Prix 2002 kappingini. Hjá monn- um liggur Hallur Stakk- sund á odda og hjá kvinnum Rannvá Jacob- sen. Hallur gjørdist nr. 2 í fyrstu kapping og vann næstu. Hann hevur tí samanlagt 72 stig. Rannvá vann fyrstu og gjørdist nr. 2 í næstu kappingini. Rannvá hevur somuleiðis 72 stig. Kappingin byrjar kl. 13.00 sunnudagin, og luttakarar, sum hava teknað seg til kapping- ina, skulu møta kl. 12.00. Komandi landsliðs- venjarin er leysur av Ølstykke, tá uppflyt- ingin er tryggjað, og møguliga er hetta bert eina viku burturi FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Í Fótbóltssambandinum ganga teir í hesum døgum og krossa fingrar fyri, at tað skal gangast Ølstykke í triðbestu donsku deildini væl. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at so skjótt nú- verandi felagið hjá Henrik Larsen hevur tryggjað sær uppflyting, sleppur nýggi føroyski landsliðsvenjarin at virka sum ein slíkur. Og í FSF verður eins og fleiri aðra staðni vónað, at nýggi venjarin fær umstøður at hyggja at fleiri umførum í føroysku kappingini undan summarsteðginum, soleiðis at hann betri er førur fyri at gera sær eina mynd av leik- aratilfarinum, sum hann hevur. Gongst væl Og tí er bara at fegnast um, at tað tykist ganga púrasta eftir vild hjá »Stóra«, sum hann eisini verður róptur. Sunnudagin vunnu teir sostatt 2-0 á Nørre Sundby, og tá bæði Holstebro og Birkerød spældu javnt í sínum dystum, øktist frá- støðan niður til liðini, sum eisini dystast um uppflyt- ing. Ølstykke er í løtuni á øðrum plássi í deildini, nú fýra umfør eru eftir at spæla. Munurin niður til Holstebro á fjórða plássin- um er átta stig, so um Øl- stykke vinnur, samstundis sum Holstebro tapir, so er uppflytingin veruleiki, og so verður tað neyvan bara í Ølstykke, at propparnir verða skotnir av sjampanju- fløskunum. Eftir sigurin á FS Vágum komu HB so ruddiliga niður aftur á jørðina, tá teir máttu lúta fyri stigaleysa NSÍ 2. DEILD Jákup Mørk HB fekk eitt stórt skump rætta vegin, tá teir í farnu viku vunnu á stór- favorittunum úr FS Vág- um, og leygardagin skuldu teir so fylgja upp upp á hetta, tá teir vitjaðu í Runavík. Og vónirnar vóru ikki heilt ongar, tí eftir trý umfør høvdu runavík- ingarnir framvegis einki stig. Komu á talvuna Tað vóru tó runavíking- ar, sum fingu einasta málið í dystinum, og var tað Ken Nónklett, sum hetta vikuskiftið var komin niður at hjálpa aðrudeildarliðnum, sum var upphavsmaðurin til hetta. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú sum seinasta liðið er komið á talvuna. HB hevði við einum sigri møguleika at leggja seg út í oddastríðið, men nú mugu teir heldur líta niðureftir á talvuni, har teir bert hava eitt stig fleiri enn NSÍ og VB. Dysturin í tølum: NSÍ-HB 1-0(0-0) 1-0: Ken Nónklett NSÍ-HB 1-0 (0-0): NSÍ á talvuna Komandi sunnudag stendur triathlon á skránni Henrik nærri Føroyum Sumba-ÍF 1-1 (1-1): Bæði høvdu møguleikar Eftir sigurin um vikuskiftið tykist tað bert vera ein avgreiðsluspurningur, nær Ølstykke kann tryggja uppflytingina, soleiðis at Henrik Larsen verður leysur av sínum sáttmála C M Y K 22