Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-05-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

KÍ fekk sín triðja sig- ur í ár, tá kvinnurnar úr Klaksvík vunnu 2- 0 á nærmasta kapp- ingarneytanum, B36. Sigurin var uppibor- in, og KÍ er longu eina bátslongd frammanfyri hini lið- ini FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Tað eydnaðist at KÍ at vinna sín triðja landskapp- ingardyst á rað, tá B36 var á vitjan. KÍ hevur í hesum trimum fyrstu dystunum skotið tjúgu mál, og bara eitt er farið inn. KÍ er tí stórfavorittur til at vinna FM-heitið í ár. Tað einasta liðið, sum møguliga kann hótta KÍ, er B36, munnu tey flestu halda. Hóast sigurin ikki var av teimum størstu, lat KÍ ongan iva vera um, hvat betra liðið var, og sigurin mundi vera uppiborin. KÍ skapti teir bestu mál- møguleikarnar og legði seg framum seint í fyrra hálv- leiki. Bára Skaale sendi eitt hornaspark innfyri, har Ma- lena Josephsen stóð púra leys tætt undir málinum. Hon setti høvdið á bóltin til 1-0. B36 royndi at svara aftur og setti eisini nøkur álop í gongd, men tann seinasta og avgerandi sendingin vantaði altíð. Rannvá økir KÍ helt fram við framsøkn- um álopsspæli eftir steðgin, og tað gav úrslit tíðliga í seinna hálvleiki. Rannvá Andreasen sendi innfyri, men bólturin fór ístaðin í netið. Ivasamt var, um Rannvá ætlaði at skjóta uppá mál ella senda innfyri. 2-0 til KÍ, og nú var torført hjá B36 at venda dystinum. Útiliðið fekk eisini ein dyggan smeit stutt eftir málið, tá Elsebeth Jónsson fekk ein álvarsaman skaða og mátti av vøllinum. Hon hevur eftir øllum at døma brotið eitt bein í fótinum og verður neyvan at síggja á vøllinum komandi vikur- nar. KÍ hevði sum heild tamarhald á dystinum, men fleiri mál komu ikki. Eingin dómari Dómarin, sum var settur til kvinnudystin sunnudagin, møtti ikki upp. Hann hevði eftir øllum at døma annað at takast við, so kvinnurnar stóðu á vøllinum uttan dómara. Til alla lukku var dómar- in, sum hevði dømt ein dyst frammanundan, fúsur at taka hesa ábyrgdina, so dysturin kundi spælast. Leikarar og venjarar eru sum vera man sera ónøgd við, at slíkt yvirhøvur kann fara fram í fremstu kvinnu- deildini í Føroyum, og hetta endurtekur seg vónandi ikki. Nr. 99 • mikudagur • 29. mai 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Gunnar Dahl Olsen vann ta fyrstu triathlon-kappingina, sum var sunnudagin. Hann vann við einum hálvum minutti frammanfyri Boga Lenvig, og Eli Christansen var á triðja plássi TRIATHLON Tíðindaskriv Sunnudagin kappaðust triathloníðkararnir fyri fyr- stu ferð í ár, hesaferð á 1/8 triathlon, ið er 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Saman við duathlon- kappingunum, var hetta triðja Grand Prix kappingin hjá Føroya Triathlon Felag í ár. Nýggju íðkarar møttu, men hóast hesa undirtøku var liðið eitt sindur skert, tí nakrir íðkarar rógva eisini, og teir vóru á stevnu á Skála. Roknað var við, at Bogi Lenvig fór at vera fyrstur upp úr hylinum og so var. Í hølunum á honum komu Eli Christian og Katrin Sørensen, meðan Gunnar Dahl-Olsen lá 2 minuttir aftanfyri Boga. Bogi og Eli vóru fyrstir út á súkklu- rutuna, men sum nakað nýtt, so skifti Gunnar eisini skjótt og var ikki langt aftanfyri. Gunnar og Eli komu fram um Boga í súkklingini, men heldur ikki her var munurin stórur. Í renningini var Bogi aftur stívastur, og fekk hann Eli aftur, men Gunnar rann so mikið væl, at hann kom fyrstur um málstrikuna. Hjá hinum gekst tað so- leiðis, at Evald og Beinir komu mestsum í senn upp úr hylinum og vóru skjótir út á súkkluna. Nevnast kann, at Evald brúkti 1 min 19 sek um at koma upp úr hylinum, lata seg í og renna til súkkluna. Men hann megnaði bara at súkkla 3 km, so yvirhálaði Beinir hann. Beinir skifti og súkk- laði upp á bestu við tíðini, sum var 32 min 07 sek. Tveir minuttir aftanfyri teir kom Kári Simonsen upp úr hylinum, og hálaði hann nógv inn á Evald í súkklingini, og hevði Kári runnið sum hann rann flaggdagin, so hevði hann sloppið framum. Eyðtór og Robert vóru við fyri fyrstu ferð í ár. Báðir hava teir drigist við ilsku í vetur, Eyðtór í rygginum og Ro- bert við áhaldandi krími. Teir hava ikki vant svimjing í vetur, og kom hetta teimum aftur um brekku, men tá komið var út á súkklu- og rennirutuna gekst betri. Eyðtór hevur vant súkkling síðstu tíðina, og átti hann tí munin, tá teir báðir komu á mál. Katrin, sum var einasta kvinnan hendan dagin, vísti at hon stendur seg væl, sjálvt um hon ikki hevur servant súkkling og renn- ing, men hetta sær út til at liggja væl fyri hóast alt. Hon stóð seg so mikið væl, at tíðin hjá henni er besta tíð hjá kvinnum á 1/8 teini- num. Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðkararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítótta- greinina. Hetta skiftið verður ofta rópt »gloymda ítróttagreinin«, tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin fleiri minuttir. Hesi skift síggjast ikki í talvuni niðanfyri, tí ikki var nóg nógv av hjálparfólki, og er klædnaskiftið tí rokn- að upp í súkklingina og renningina. Gunnar Dahl Olsen var sigursharri Ein av íðkarunum tók millumtíðirnar sjálvur, og hjá honum sá soleiðis út: Navn Svimjing Skift 1 Súkkling Skift 2 Renning Samlað 12:14 1:19 35:40 0:29 32:03 1:13:15 Úrslitið hjá monnunum : Navn Svimjing Súkkling Renning Samlað Gunnar D Olsen 11:24 32:48 20:07 1:03:19 Bogi Lenvig 09:34 36:29 17:45 1:03:48 Eli Christiansen 10:42 35:37 20:58 1:06:17 Beinir Rasmussen 12:26 32:07 22:42 1:09:15 Evald Rasmussen 12:14 36:59 23:32 1:13:15 Kári Simonsen 14:19 37:12 23:33 1:15:04 Eyðtór Joensen 17:45 41:38 24:14 1:23:54 Robert Vilhelmsen 18:54 43:51 24:18 1:27:03 Úrslitið hjá kvinnuni: Navn Svimjing Súkkling Renning Samlað Katrin Sørensen 10:51 41:57 24:25 1:17:13 Samlaða støðan aftan á 3 umfør: Menn Stig 1. Eli Christiansen 94 2. Gunnar Dahl-Olsen 93 3. Hallur Stakksund 74 4. Bogi Lenvig 74 5. Evald Rasmussen 43 6. Kári Simonsen 38 7. Dia Jacobsen 30 8. Beinir Rasmussen 26 9. Eyðtór Joensen 18 10. Robert Vilhelmsen 16 Kvinnur Stig 1. Katrin Sørensen 80 2. Rannvá Jacobsen 74 3. Annika Jacobsen 30 4. Brynhild Klein 26 Kvinnur: KÍ – B36 2-0 (1-0) Sigursrøðin heldur fram KÍ vann sunnudagin 2-0 á B36. Kvinnurnar úr Klaksvík hava fult stigatal eftir tríggjar dystir, og tær verða tungar at syfta í ár Mynd: SáH 21 20 Nr. 99 - 29. mai 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Úr Norðurlondum: Hóast fleiri ávaringar um vandan fyri hungursneyð í syðra parti av Afrika gongst illa at fáa tey ríku londini at veita neyð- uga hjálp. HUNGURSNEYÐ Árni Joensen: Altjóða matvøruverkætlan- in WFP endurtekur nú, at verður einki gjørt, fara átta milliónir fólk í fleiri lond- um har suðuri í Afrika at líða hungur. -Sum er liva 2,6 milliónir fólk í Malawi, Zambia, Zimbabwe, Mosambik, Lesotho og Swazilandi av tí, sum vit eru før fyri at geva teimum, men um einar 40 til 60 dagar verður neyðugt at veita meiri enn fimm milliónum fólkum afturat hjálp. sigur WFP. Talsmaðurin hjá WFP, Richard Evans, sigur, at stovnurin hevur biðið um 550 milliónir krónur til at útvega neyðugar matvørur fyri, men higartil hava tey bara fingið 25 milliónir krónur. -Tað er trupult at síggja, hvussu vit skulu útvega ta neyðugu hjálpina. Verður ikki skjótt atborið, fáa vit eina ógvusliga vanlukku, tí støðan er so ring, sum hon ikki hevur verið síðani ta stóru hungursvanlukkuna fyri tíggju árum síðani, sigur Richard Evans. Ringast stendur til í Malawi, har umleið 70 prosent av fólkinum hava ov lítið til matna. Orsøkin til ta ringu støðuna í Malawi er ikki einans turkurin, sum hevur gjørt um seg í ár. Í fjør varð landið rakt av vatnflóð, sum oyðilegði ein stóran part av landbúnaðarjørðini. Kirkjuligir felagsskapir, sum arbeiða í Malawi, siga, at umleið 10.000 fólk eru longu deyð har, og at um- leið hundrað fólk doyggja í hungri um dagin. Týskarar fiska ólógliga Tað er ikki bara undir Føroyum, at týsk skip hava ilt við at halda veiðireglurnar. Mánadag- in kom danska sjóverjan fram á eitt týskt skip, sum fiskaði ólógliga har suðuri í danska partinum av Norðsjónum. Talan var um eitt skip, sum fiskaði rækjur og skeljar, og sambært donsku sjóverj- uni er hetta ikki tað ein- asta týska skipið, sum hevur verið á leiðini í seinastuni. Týska skipið, sum varð tikið mánadagin, missir reiðskapin og veiðina. Harafturat fær skiparin bót, og í málum sum hesum plagar bótin at vera 40.000 krónur. Fiat í kreppu Stóra italska bilverk- smiðjan Fiat er komin í fíggjarligar trupulleikar. Bilasølan hevur verið minkandi, og tí hevur leiðslan í felagnum gjørt av at siga fólki upp. Í løtuni arbeiða 198.000 fólk hjá Fiat, og av teimum arbeiða 100.000 á verksmiðjun- um í Italia. Fyribils hev- ur leiðslan boðað frá, at 4000 fólk noyðast til hús, men hildið verður, at hetta fer ikki at muna nóg nógv. Fiat eigur 90 prosent av Ferrari, og eygleiðar- ar halda, at felagið noyðist at selja ein part av partabrøvunum í Fer- rari fyri at útvega nóg mikið av pengum til ta kreppuraktu fyritøkuna. Leggur frá sær Stjórin í Det Norske Veritas, Helge Midttun, hevur valt at leggja frá sær. Avgerðina hevur hann tikið eftir tíðindi um, at hann seldi Det Norske Veritas parta- brøv í einari fyritøku, og at prísurin var oman fyri tað, hann veruliga átti at verið. Avgerðin hevur eisini samband við tíðindi um tann sera góða sáttmálan, sum hann fekk við Det Norske Veritas, tá hann gjørdist stjóri. Við sátt- málanum tryggjaði hann sær m. a. 15 mió. krónur í pensjón. Bíða eftir dóminum Valfelagið hjá Vinstra í donsku kommununi Farum vil ikki koyra fyrrverandi borgarstjór- an Peter Brixtofte úr felagnum. Herfyri sam- tykti fólkatingsbólkurin hjá flokkinum at koyra Brixtofte úr bólkinum, og tá segði formaðurin, Anders Fogh Rasmus- sen, at samtyktin var ein óbeinleiðis áheitan á valfelagið í Farum um at gera tað sama. Men tað ger valfelag- ið ikki. Á einum fundi mánakvøldið samtykti ein stórur meiriluti at lata Peter Brixtofte halda fram í felagnum. Grundgevingin var, at fyrrverandi borgarstjór- in er ikki sekur, fyrr enn hann er dømdur, og at valfelagið tí fer at bíða eftir dóminum. Ap fram - Høgri aftur Ein veljarakanning í Noregi vísir, at Arbeið- araflokkurin hevði fingið framgongd, hevði val verið nú. Eftir kann- ingini hevði fyrrverandi stjórnarflokkurin fingið 22 prosent, sum er hálvt annað prosent meiri enn íseinastu kanning, sum varð gjørd fyri einum mánað síðani. Høgri, sum situr í stjórnini hjá Kjell Magne Bondevik, hevur aftur- gongd. Nýggja kanningin gevur flokkinum 20,4 prosent, sum er 3,8 pro- sent minni enn íkanning- ini í apríl. Framburðs- flokkurin er størsti flokk- ur í Noregi við 22,3 pro- sentum. Tað er eitt pro- sent minni, enn hann fekk í seinastu kanning. Svølgdi kokainið Tollararnir í Oslo-flog- havnini Gardermoen gjørdu kvetti nú um dagarnar. Teir fingu ill- gruna til ein brasilskan ferðamann, tí teir hildu atburð hansara vera í so løgnan. Tað vísti seg, at brasiliumaðurin hevði svølgt 51 pakkar við kokaini. Tá pakkarnir vórðu lagdir á vektina, vísti hon eitt hálvt kilo. Brasiliumaðurin sigur seg ikki vita, hvør skuldi hava kokainið. Sjálvur skuldi hann fáa 2800 dollarar fyri ómakin. Tann nýggi sam- starvssáttmálin mill- um NATO og Russ- land varð undirskriv- aður í Rom í gjár. NATO/RUSSLAND Árni Joensen: NATO og Russland skriv- aðu í gjár undir tann søgu- liga sáttmálan, sum gevur Russlandi sæti í einum nýggjum felags NATO- Russland ráði. Russland fær limaskap á jøvnum føti við NATO-londini, men russiska umboðið fær ikki sýtingarrætt. Sambært viðtøkunum hevur Russland nú ávirkan á ein part av viðgerðunum og avgerðunum hjá NATO. Talan er m. a. um mál, ið hava samband við altjóða yvirgang og um tiltøk til tess at forða fyri, at fleiri lond fáa fatur á hópoyð- ingarvápnum. Aðalskrivarin í NATO, George Robertson, segði aftan á staðfestingina í Rom í gjár, at tilburðurin var søguligur. Hann vísti á, at í framtíðini skulu NATO og Russland samstarva sum javnbjóðis samstarvsfelag- ar. Tí er eisini talan um ein søguligan sáttmála, segði aðalskrivarin. Politisku leiðararnir í øllum teimum 19 NATO- londunum við amerikanska forsetanum, George W. Bush, á odda vóru hjá- staddir undir hátíðarhaldin- um saman við russiska for- setanum, Vladimir Putin. Mánakvøldið segði Putin við russiskt sjónvarp, at tann nýggi sáttmálin við NATO fer at geva Russ- landi stórar fyrimunir og fer at knýta landið nærri altjóða samfelagnum. Í sambandi við tað nýggja samstarvið lat NATO eina kunningarstovu upp í Moskva í gjár. Kunn- ingarstovan skal kunna russar um arbeiðið í NATO og um felags samstarvið millum verjusamgonguna og Russland. Herumframt skal røkja tann partin av nýggja sáttmálanum, sum heimilar russiskum her- yvirmonnum at fáa venjing í NATO-londunum. Hungursvanlukka hóttir átta milliónir fólk Russland við í NATO-ráði George W. Bush og Vladimir Putin hava skrivað undir tveir týðandi sáttmálar seinastu dag- arnar. Fyrst staðfestu teir sáttmálan um at skerja kjarnorkuvápnini og síðani sáttmálan um tað nýggja NATO-Russland ráðið. C M Y K 20