mikudagur 29. mai 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 29. mai 2002
23
Endurlýsing
Lærarastørv á Føroya Læraraskúla
Lærarastørv á Føroya Læraraskúla:
Hevur tú hug at royna teg í einum
mennandi pedagogiskum starvi í
støðugari broyting, hava vit eina
spennandi avbjóðing til tín á Føroya
Læraraskúla.
Føroya Læraraskúli hevur til uppgávu
at útbúgva lærarar og pedagogar. Út-
búgvingin er skipað við fastari tíma-
talvu, sum við jøvnum millumbilum
verður niðurløgd til frama fyri evnis-
og verkætlanararbeiði.
Størvini, sum leys eru at søkja, eru
hesi:
Evning og handarbeiði: Hetta er fast
starv fulla tíð. Uppgávuøkið er evning
og handarbeiði í grundlærugreinun-
um og linjugreinunum á læraraút-
búgvingini, og í virknisgreinunum á
pedagogútbúgvingini. Endaliga áset-
ingin av undirvísingini verður ásett í
samstarvi við læraran, sum er í føstum
starvi á økinum.
Smíð: Hetta er fast starv fulla tíð.Upp-
gávuøkið er grundútbúgvingin og
linjugrein á læraraútbúgvingini, og
smíð í virknisgreinunum á pedagog-
útbúgvingini.
Sálarfrøði og serlestur: Hetta er fast
starv fulla tíð. Uppgávuøkið er sálar-
frøði og serlestur á læraraútbúgving-
ini og pedagogútbúgvingini.
Tey,ið sett verða í størvini,eiga at hava
útbúgving frá hægri góðkendum
lærustovni.Viðkomandi skulu vera fús
at samskipa útbúgvingarvirksemið í
teirra lærugrein ella lærugreinum við
aðrar lærugreinar, m.a. í sambandi við
evnisarbeiði og verkevni, og hava
skyldu at luttaka í arbeiðsbólkum, út-
búgvingunum at frama, og sum heild
í øllum tiltøkum, sum sett verða í verk
at menna útbúgvingarnar.
Eisini fáa tey, ið sett verða, møguleika
at undirvísa á teimum útbúgvingum,
sum Læraraskúlin setur í verk.
Størvini verða sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Magist-
arafelag Føroya.
Umsóknirnar skulu stílast til Menta-
málastýrið, men verða at senda til,
Føroya Læraraskúla
Frælsið 20
100 Tórshavn
og skulu vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi 12. juni 2002.
Tey, sum ynskja fleiri upplýsingar um
størvini, eru væl komin at seta seg í
samband við rektaran, ið er at hitta á
tlf. 31 35 01 ella tlf. 22 53 28 og til
paulini@flsk.fo
Mentamálastýrið
Postsmoga 3279
110 Tórshavn
Mentamálastýrið
Mentamáladeildin
P/fREYNI SERVICE
Verkstaðsleiðari
Til væl útgjørda Plátu og Lakkverkstað
okkara søkja vit Leiðara at byrja skjótast tilber
Arbei i umfatar:
Tilrættarlegging av arbeiði
Kundatænastu
Skriva skaðasýn
Fakturera
Og annað, sum leiðarastarv inniberð
Reyni Service er DAF góðskugóðkent og
arbeiðir samsvarandi teirra krøvum
Vit meta hetta arbeiði sera spennandi, hevur tað tín
áhuga, vilja vit gjarna hoyra frá tær.
Løn eftir avtalu
Umsókn at senda til
Boks 1068 · 110 Tórshavn · att. Ova Jacobsen
Sosialurin - 311820
Felagið 20 ár
Leygardagin 1. juni verður felagið 20 ár
Felagið hátíðarheldur dagin við móttøku
í húsum felagsins í Tungugøtu 1
1. juni kl. 14.00-17.00
Limir, grannar og tey, ið felagið hevur
samskifti við, eru hjartaliga vælkomin
inn á gólvið
Nevndin
Bakaralærlingur
Okkum tørvar ein
raskan bakaralærling.
Eisini tørvar okkum
ein raskan drong/mann
at hjálpa okkum í summar.
Hevur hetta tín áhuga
so ring ella skriva til:
P/F Frants Restorff
Tórsgøta 13
Postsmoga 41
110 Tórshavn
Tlf. 311060
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Ti tøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Lýsið
við
brúktum
bilum
-tað
loysir
seg
Internet
23
22
Nr. 99 - 29. mai 2002
Tíðindaskriv
Føroya Bjór
Eins og undanfarin ár so
skipar Ítróttafelagið Treysti
fyri tí árligu Føroya Bjór
Renningini á Norðoya-
stevnu. Henda rennikapp-
ing er nú blivin ein fastur
táttur í leygardagsskránni á
Norðoyastevnu og er hetta
6 árið á rað, at runnið
verður
í
miðbýnum.
Luttøkan hevur verið sera
góð síðani tað byrjaði og er
hon voksin hvørt ár, og
vóru tað yvir 150 luttakarir
við á seinastu Norðoya-
stevnu. Í ár verður renning-
in leygardagin 1. juni.
Rutan verður tann sama,
tvs. at runnið verður eftir
Skúlavegi, Gerðagøtu og
Biskupsstøðgøtu. Byrjan
hjá børnunum verður við
við Telefonstøðina, meðan
tey vaksnu byrjað við Talv-
húsið. Málið hjá øllum
verður við Telefonstøðina.
Kappingin
hjá
teimum
vaksnu er samstundis 2.
umfar í Grand Prix kapp-
ingini sum DSF, sum er
Deildarsambandið
fyri
Súkkling og Frælsan Ítrótt,
skipar fyri. Sum sæst nið-
anfyri, so eru aldursbólk-
arnir hjá børnunum broyttir
í mun til undanfarnu ár.
Skráin fyri rennikappingina
sær annars soleiðis út:
Grand Prix kapping fyri
børn
Sum nakað nýtt fer DSF í
summar at skipa fyri einari
Grand Prix kapping fyri
børn, tvs. fyri bæði gentur
og dreingir hvør sær. Grand
Prix kappingin hjá børnun-
um verður í fýra umførum.
Fyrsta umfar verður á
Norðoyastevnu,
næsta
verður á Eystanstevnu,
triðja verður á Vestan-
stevnu, meðan fjóðra og
seinasta umfar verður á
Ólavsøku. Kappingin er
býtt upp í fýra aldursbólkar,
sum eru hesir:
Dreingir-7 /Gentur-7
(f. 1995 ella seinni)
Dreingir-10/Gentur-10
(f. 1992-1994)
Dreingir-13/Gentur-13
(f. 1989-1991)
Dreingir-17/Gentur-17
(f. 1985-1988)
Stigatalvan sum verður
brúkt hjá børnunum, verður
tann sama sum hjá teimum
vaksnu, tvs. at nr. 1. fær 40
stig og síðani fá teir næstu
rennarnir 34, 30, 26, 23, 20,
18, 16, 14, 12, 10, 9, 8, 7, 6,
5, 4, 3, 2 og nr. 20 og restin
fær 1 stig. Fyri at kunna
vinna samlað, so skal man
hava verið við í minsta lagi
3 av teimum 4 kappingun-
um. Vinnarir í teimum
ymsu bólkunum verða so
teir rennarnir sum so hava
fingið flest stig tilsamans á
Ólavsøku og fáa nummar 1,
2 og 3 steyp til ognar. Sum
tað sær út í løtuni, so kunnu
allir fýra vinnarnir í báðum
teimum eldru bólkunum
væntandi sleppa at royna
seg í eini kapping, í Dan-
mark í august mánað í ár.
Nærri verður at frætta um
hetta seinni í summar.
Firmastafettin broytt
Aftur í ár verður skipa fyri
»firma-staffet«. Seinastu
tvey árini hevur hon eydn-
ast so mikið væl at roynt
verður aftur í ár. Men í ár er
ein broyting gjørd, og hon
ger tað, at ongin »profess-
ionellir« rennari kann verða
við, tvs. ongin sum hevur
luttikið í 5 km framman-
undan kann verða við í
staffettini. Henda broyting
skuldi gjarna ført við sær at
tað verður hugaligari hjá
»amatørum« at verða við,
og tað skuldi aftur ført við
sær at talið á liðum økist.
Annars er alt tað sama.
Tríggir luttakarir (menn/-
kvinnur) frá somu fyirtøku
renna eitt umfar, sum er
675 m, í part. Fyrsti luttak-
ari á liðnum byrjar og renn-
ur eitt umfar, næsti luttakari
stendur klárur á málinum
og fær eitt klapp frá tí
fyrsta og rennur síðani av-
stað, triðji og seinasti lut-
takari stendur klárur og fær
eitt klapp frá tí næsta og
rennur síðani avstað, og tá
hann kemur á mál er alt
liðið komið á mál. Tvs. at
3. maður er avgerandi fyri
hvussu liðið klárar seg.
Best er um teir 3 luttakarnir
frá sama firma hava líka
blusir at renna í - so tað
verður lættari at halda skil á
skiftum. Virkir, stovnar o.l.
kunnu tilmelda eitt ella
fleiri lið á tríggjar rennarir.
Heiðursmerkir og steyp
Tá seinasti rennarin er
komin á mál, og úrslitini
eru greið, verða heiðurs-
merkir handaði til nr. 1, 2
og 3 hjá bæði gentum og
dreingjum í øllum aldurs-
bólkum, meðan tað hjá
teimum vaksnu verður latið
steyp til vinnaran hjá
kvinnum og monnum og
heiðursmerkir til nr. 2 og 3.
Vinnandi stafett-liðið fær
steyp til ognar, umframt at
nr. 1, 2 og 3 fáa heiðurs-
merkir. Okkurt leskiligt
verður at fáa frá Føroya
Bjór, umframt at lutakast
verður ímillum allar luttak-
arnar um gávur frá ymsum
stuðlum.
Tilmelding
Tilmelding fer fram við
Telefonstøðina í seinasta
lagi 1/2 tíma áðrenn renn-
ingarnar byrja, og verða
allir luttakarir bidnir um at
møta við Telefonstøðina og
tilmelda seg í góðari tíð
áðrenn renningin byrjar.
Luttøkugjaldi er kr. 20 fyri
børn, kr. 30 fyri vaksin og
kr. 100 fyri firma-staffet.
Øll eru vælkomin at verða
við og vóna fyrireikarnir at
undirtøkan verður minst
líka góð sum seinasta ár. At
enda vilja fyrireikarnir úr
Treystinum ynskja øllum
eina góða Norðoyastevnu.
Kl.
Aldursbólkur
Umfør Teinur
12.00
Vaksin (fødd í 1984 ella fyrr)
71/2
5 km
12.30
Dreingir-7/Gentur-7 (f.1995 ella seinni)
1
675m
12.40
Dreingir-10/Gentur-10 (f.1992-1994)
1
675m
12.50
Dreingir-13/Gentur-13 (f.1989-1991)
2
1.350m
13.00
Dreingir-17/Gentur-17 (f.1985-1988)
2
1.350m
13.10
Firma-staffet (3 luttakarir, 1 umfar í part)
3 x 1
3 x 675m
13.20
Heiðursmerkjahandan og lutakast
Eftir at hava verið
aftanfyri við tveimum
málum í steðginum
vísti unga HB-liðið
dirvi og mót í seinna
hálveiki og vendi
dystinum til egnan
fyrimun. HB vann
sostatt sín fyrsta dyst
í landskappingini í ár
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Ikki vóru tey mong, sum
væntaðu, at HB fór at hava
nakran møguleika at hótta
B68-liðið, sum var á vitjan
í Gundadali sunnudagin.
B68 var favorittur undan
dystinum, og HB hevði
tveir teir seinastu dystirnar
lagt rygg til lemjandi tap
móti KÍ og B36. HB
kvinnurnar gjørdu tó øllum
spádómum til skammar.
Langskot frá miðjuni
Tað var tó B68, sum setti
seg á dystin frá byrjan av,
og longu eftir átjan minutt-
ir, hevði B68 fingið tvey
mál.
Irdi Hansen, sum fyrr
hevur spælt við NSÍ, fekk
bæði málini hjá B68. Tað
fyrra var eitt langskot frá
miðjum vølli. Hon fekk
fatur í einum leysum bólti
og gjørdi ikki mætari enn at
langa til úr eini 40 metra
fjarstøðu. Eitt sera vakur
mál, og tað er ógvuliga
sjáldan, at mál verða skotin
so langt úti frá.
Hetta var eftir bert átta
minuttir, og longu tíggju
minuttir seinni lá bólturin
aftur í málinum hjá HB.
Irdi Hansen var enn eina-
ferð á rætta staðnum, eftir
eitt gjøgnumbrot í høgru
síðu. Bólturin endar hjá
vandamikla áleyparanum,
sum setir bóltin í netið.
Nógv ferð var á álops-
spælinum hjá B68 hesa
fyrstu løtuna, og HB hevði
ilt við at fóta sær. HB hevði
eisini bóltin nógv ta seinnu
løtuna av fyrra hálvleiki,
men einki spurdist burtur-
úr, og álopini gjørdust
sjáldan vandamikil.
Tað var hinvegin B68,
sum skapti fleiri aðrar góð-
ar
málmøguleikar
fyri
steðgin. Men málverjin hjá
HB, tann blaðunga Randi
Skylv Wardum, var ein
sannur brandur í HB-mál-
inum. Eftir tey bæði málini
tók hon alt, sum B68 álopið
hevði at bjóða, og hon
hevði fleiri framúr góðar
bjargingar.
Vent í holuni
Hóast máltalvan vísti 0-2,
fall HB ongantíð í fátt. Eftir
steðgin kom meira ferð á
tað offensiva spælið hjá
HB, ið var sum hamskift
eftir steðgin. Spurningurin
var tó, um HB megnaði at
venda dystinum móti ein-
um B68-liði, sum hevur
staðið seg væl í kappingini
higartil.
Tað gingu tó fimtan min-
uttir, áðrenn heimaliðið
loksins fekk eitt mál í dyst-
inum, og eftir hetta hugdi
HB ongantíð aftur um bak.
Fyrsta málið skeyt Malan
á Dunga. Vivian Unadóttir
legði trýst á ein verjuleik-
ara hjá B68, soleiðis at
bólturin endaði hjá Malan á
Dunga, sum tætt undir mál-
inum fekk minka um mun-
in.
Tíggju minuttir seinni
vóru aftur boð eftir mál-
verjanum hjá B68. HB fekk
fríspark beint uttanfyri
hornið á brotsteiginum.
Eyðvør Thomsen royndi
seg, og bólturin fór bein-
leiðis í netið. Eitt sera vak-
ur mál, og nú stóð á jøvn-
um. HB hevði nú sálarliga
yvirtakið og fór eftir sigr-
inum.
HB framum
Triðja málið fekk Malan á
Dunga, tá hon var fyrst á
einum bólti tætt undir
málinum. B68 megnaði
hesa løtuna als ikki at hótta
HB-málið, og málverjin
hevði lítið at gera eftir
steðgin.
Fjórða og síðsta málið
fekk Ása úr Dímun. Hon
setti høvdið á eitt horna-
spark úr høgru síðu, og
beindi bóltin í netið.
HB hevði framt einki
minni enn eitt bragd, tá tað
eydnaðist at venda 0-2 til 4-
2. Hesin fyrsti sigurin má
fløva væl hjá HB-kvinnun-
um, eftir at trettan mál vóru
farin ígjøgnum í tveimum
teimum seinastu dystunum.
Komandi viku hevur HB
frí, tí VB hevur tikið seg úr
kappingini, og B68 fær ein
torføran dyst móti KÍ á
Toftum.
HB – B68 4-2 (0-2)
0-1: Irdi Hansen
0-2: Irdi Hansen
1-2: Malan á Dunga
2-2: Eyðvør Thomsen
3-2: Malan á Dunga
4-2: Ása úr Dímun
Vivian Bjartalíð
KÍ
6
Malena Jospehsen
KÍ
4
Rannvá Andreasen
KÍ
4
Malan á Dunga
HB
3
Laila Enghamar
B36
2
Súsanna Hansen
B36
2
Irdi Hansen
B68
2
Anja Klæmintsdóttir
GÍ
2
Eyðvør Thomsen
HB
2
Elsa Maria Simonsen
KÍ
2
Jensa Sirdal
KÍ
2
v
t
d
v
-
j
-
t
mál mál +/-
stig
1 KÍ
3
3
-
0 -
0
20
1
19
9
2 B36
3
2
-
0 -
1
5
3
2
6
3 HB
4
1
-
1 -
2
8
17
-9
4
4 B68
3
1
-
0 -
2
4
6
-2
3
5 GÍ
3
0
-
1 -
2
3
13
-10
1
Máltindurin
1. deild kvinnur
Kvinnur: HB – B68 4-2 (0-2)
HB vendi dystinum
Renning á Norðoyastevnu
C
M
Y
K
22