mikudagur 29. mai 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 99 - 29. mai 2002
Nr. 99 - 29. mai 2002
25
Størv á Føroya Læraraskúla
Hevur tú hug at royna teg í einum
mennandi pedagogiskum starvi í
støðugari broyting, hava vit eina
spennandi avbjóðing til tín á Føroya
Læraraskúla.
Føroya Læraraskúli hevur til uppgávu
at útbúgva lærarar og pedagogar. Út-
búgvingin er skipað við fastari tíma-
talvu, sum við jøvnum millumbilum
verður niðurløgd til frama fyri evnis-
og verkætlanararbeiði.
Størvini,sum leys eru at søkja eru hesi:
Støddfrøði: Hetta er tímalærarastarv.
Uppgávuøkið er grundlærugreinin
støddfrøði í 1. flokki á læraraútbúgv-
ingini.
Tímatalið er 7,5 um vikuna.
Føroyskt: Hetta er tímalærarastarv.
Uppgávuøkið er grundlærugreinin
føroyskt og linjugreinin føroyskt á lær-
araútbúgvingini, møguliga eisini á
pedagogútbúgvingini. Endaliga áset-
ingin av undirvísingini verður ásett í
samstarvi við læraran, sum er í føstum
starvi í føroyskum.
Tímatalið er 7 tímar um vikuna.
Týskt: Hetta er tímalærarastarv. Upp-
gávuøkið er linjugreinin týskt á
læraraútbúgvingini.
Tímatalið er 7,5 tímar um vikuna.
Enskt: Hetta er tímalærarastarv. Upp-
gávuøkið er linjugreinin enskt á lær-
araútbúgvingini.
Tímatalið er 7,5 tímar um vikuna.
Drama: Hetta er tímalærarastarv.
Uppgávuøkið er drama á pedagogút-
búgvingini og læraraútbúgvingini.
Tímatalið er 11 tímar um vikuna.
Samtíðarkunning: Uppgávuøkið er
samtíðarkunning í 1. flokki á læraraút-
búgvingini.Tímatalið er 6 um vikuna.
Danskt: Uppgávuøkið er danskt í 1.
flokki á læraraútbúgvingini. Tímatalið
er 10 um vikuna.
Námsfrøði og starvslæra: Uppgávu-
økið er almenn og starvslig námsfrøði
og starvslæra á pedagogútbúgving-
ini.Tímatalið er 9 um vikuna.
Samfelagsfrøði:
Uppgávuøkið er
samfelagsfrøði á pedagogútbúgving-
ini.Tímatalið er 2,5 um vikuna.
Skriving: Uppgávuøkið er skriving á
læraraútbúgvingini.Tímatalið er 3 um
vikuna.
Tey,ið sett verða í størvini,eiga at hava
útbúgving frá hægri góðkendum
lærustovni, ella aðra útbúgving, sum
hóskar til uppgávurnar.
Viðkomandi skulu vera fús at sam-
skipa útbúgvingarvirksemið í teirra
lærugrein ella lærugreinum við aðrar
lærugreinar,m.a.í sambandi við evnis-
arbeiði og verkevni, og hava skyldu at
luttaka í arbeiðsbólkum, útbúgving-
unum at frama, og sum heild í øllum
tiltøkum, sum sett verða í verk at
menna útbúgvingarnar.
Eisini fáa tey, ið sett verða, møguleika
at undirvísa á teimum eftirútbúgving-
um, sum læraraskúlin setur í verk.
Størvini verða sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Magist-
arafelag Føroya, ella avvarðandi yrkis-
felag.
Umsóknirnar skulu vera Føroya Lær-
araskúla í hendi innan 12. juni 2002.
Setanin er galdandi frá 1.august 2002.
Tey, sum ynskja fleiri upplýsingar um
størvini, eru væl komin at seta seg í
samband við rektaran, ið er at hitta á
tlf. 313501 ella tlf. 225328 ella á
telduposti paulini@flsk.fo
Føroya Læraraskúli
Postsmoga 328 · FO-110 Trórshavn
Uppgávurnar hjá Tænastudeildini eru m.a. at umsita journalskipanina fyri alla
Almannastovuna, at umsita móttøku og telefon hjá leiðsluni, toymunum, deild-
unum. Deildin er nýstovnað og er mannað við fimm málsviðgerum. Arbeiðsøkið
er alt landið.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
• Deildarleiðarin hevur ábyrgd av leiðslu, ráðlegging og samskipan av deildini.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
• At viðvirka til, at deildin er í støðugari menning og skipa arbeiðið soleiðis, at
stovnurin hevur eina skipaða og álítandi tænastuveiting
• At viðlíkahalda og menna elektronisku journalskipanina (Scan-Jour)
• At skráseta, goyma og varðveita øll savnini frá øllum pørtum av Almanna-
stovuni
• At tryggja, at arbeiðið er skipað í samsvar við lógir og reglur á økinum
• At tryggja eitt alsamt betri samskifti millum deildir og fakbólkar á stovninum og
harvið menna eitt tvørfakligt samstarv
• At starvsfólk trívast, mennast og verða stuðlað og eggjað til størri sjálvstøðu,
sjálvræði og ábyrgd í arbeiðinum
Førleikakrøv:
• Viðkomandi fakliga útbúgving
• Ástøðiliga útbúgving innan EDV
• Umfatandi vitan og kunnleika um elektroniska journalføring
• Arbeiðsroyndir innan økið frá privatari ella almennari umsiting
• Evni at seta í verk fyriskipanir
• Evni at eggja og menna starvsfólk
• Góð samstarvsevni
• Góð evnir at orða seg bæði munnliga og skrivliga
• Leiðsluroyndir og kunnleiki til almannaverkið er ein fyrimunur
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjar-
málastýrið og er lønt í lønarbólki VI.Leiðarin hevur tilvísing til stjóran.Vegna bygn-
aðarbroytingar kann ein ávís tillagingartíð væntast.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Petru J. Joensen, stjóra, á tlf.
315480 millum kl. 09.00 og 13.00.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Almannastovan
J. Broncksgøta 27
Postboks 3096
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 10. juni 2002
Vinarliga merki brævbjálvan »Leiðari á Tænastudeildini«.
Almannastovan
Jónas Broncksgøta 27 – Postrúm 3096
Tlf. 315480 – Telefax 318850
FO-110 Tórshavn
Leiðari á Tænastudeildini
Almannastovan søkir eftir deildarleiðara
til Tænastudeildina at byrja skjótast til ber.
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!
Hygg her
Hví pussa og mála, tá ið tú kanst gera bæði í somu
arbeiðsgongd.
Skalcem puss og betongmáling.
Nærri fæst at vita við at ringja á
tlf. 455775
Arne Samuelsen
Heygavegur 11 · 700 Klaksvík
Hallarvørður
og/ella umsitari av kafeteria
Skála kommuna søkir eftir hallarvørði og umsitara
av kafeteria til ítróttarhøllina á Skála. Størvini
kunnu søkjast saman ella hvør sær.
Hallarvørðurin:
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
• at umsita útleigan av høllini, í samráð við
bygdarráðið
• at røkja høllina og økið uttanum
• at gera umvælingar
• at ljós, hiti og sanitetsviðurskiftini eru í lagi
• at trygdarbúnaðurin virkar sambært ásettum
treytum
• at halda reint og ruddiligt inni og uttanum høllina
• at hava umsjón við og samskipa reingerðina í
høllini
Førleikakrøv
Tú skalt vera røkin, duga at arbeiða sjálvstøðugt
og hava góð samstarvsevnir.
Starvs- og setanarviðurskiftir
Starvið er fulltíðarstarv við skiftandi arbeiðstíðum
og verður sett frá 1. sept. 2002, – fyrsta árið er at
roknað sum royndarár. Løn sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Umsitari av kafeteria:
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
• at miða ímóti,at vit fáa eitt virkið kafeteria í bygdini
• sjálvstøðugt at reka kafeteria og útleigan av høl-
um, ið hartil hoyra
• at halda rúmini rein og ruddilig
Førleikakrøv
Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og hava góð
samstarvsevnir.
Starvs- og setanarviðurskiftir
Tann,ið settur verður,kemur sjálvur at reka kafete-
ria. Starvið verður sett 1. sept. 2002 og er fyrsta
árið at rokna sum royndartíð.
Meiri fæst at vita
Gjølligari upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til kommunuskrivaran tlf. 441179.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving,
starvsroyndir og møguligum viðmælum skal vera
Skála kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin
10. juni 2002. Viðmerkið umsóknina: Hallarvørður
og/ella umsitari av kafeteria.
Bygdaráðið skilar sær rætt til at seta ein/fleiri av
umsøkjarunum ella ongan at taka.
SKÁLA KOMMUNA
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2648,
P/F Sandoy Seafood, 240
Skopun.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Ásleyg
Amalie Fríðvør
Johannesen, 230 Húsavík.
Innkomin í nevndina: Jóan
Petur Vest, 210 Sandur.
Skráseting Føroya tann
27. mai 2002
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. 2500,
Føroya Sparikassi, 100
Tórshavn.
Navn: Føroya Sparikassi
Adressa: 100 Tórshavn
Felagið er strikað eftir
samanlegging við
skrásetingar-nr. P/F 3293,
P/F 20.12.2001.
Skráseting Føroya tann 6.
mai 2002
Kristin Balle
_____________________
Roknskaparleiðari
Til eitt handilsvirki við høvuðssæti í Tórshavn verð-
ur søkt eftir einum roknskaparleiðara. Í bókhaldi-
num starvast frammanundan tvey fólk, men við
vaksandi virksemi er tørvur á einum fólki afturat at
standa fyri roknskapardeildini.
Arbeiðið umfatar alt vanligt bókhalds- og rokn-
skapararbeiði og aðrar fyrisitingarligar uppgávur,
sum hoyra til hetta.
Tann, ið setast skal í starvið, má hava góðan kunn-
leika til bókhald og roknskap og vera førur fyri
sjálvstøðugt at leiða arbeiðið. Praktiskar royndir frá
vinnulívinum eru tí ein treyt.
Løn sambært avtalu.
Starvið skal setast skjótast gjørligt. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði og skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 15. juni 2002.
Rotatiónsprentari
til Prentmiðstøðina
Eitt starv sum rotatiónsprentari er leyst at seta
skjótast tilber.
Starvið:
Talan er um eitt starv sum rotatiónsprentari á blað-
prentsmiðjuni við Smyrilsveg har øll tey føroysku
dagbløðini, umframt onnur bløð, verða prentað.
Vit kunnu bjóða tær:
• fast arbeiði við góðari løn
• sjálvstøðugt arbeiði
• neyðuga upplæring
• møguleika fyri at menna prentsmiðjuna og teg
sjálvan
Førleiki:
• útbúgvin prentari
• hava áhuga at prenta við rotatión
• vera nærlagdur og kenna ábyrgd
Setan:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Før-
oya Prentsmiðjufelag og Føroya Prentarafelag.
Umsókn:
Skrivlig umsókn skal vera Prentmiðstøðini í hendi í
seinasta lagi 10. juni 2002.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Eyðun Húsgarð á tlf. 351400 ella 213514.
Prentmiðstøðin
Smyrilsvegur 13 • FO-100 Tórshavn
Tlf. 351400 • Fax 351401
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3293,
P/F 20.12.2001, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
05.04.2001
Nýtt navn: P/F Føroya
Sparikassi
Kapitalur:
Hækking: Kr.
638.612.000,00 til kr.
639.112.000,00.
Inngjaldingarháttur: Kr.
638.612.000,00 í samband
við fusiónina.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Petur
Marner Aage Jacobsen,
Vørðubrekka 3, 160 Argir
(formaður), Bjarni Olsen,
Sandoyarbreyt 11, 100
Tórshavn og Høgni
Jónsson Høgnesen,
Javnagøta 12, 100
Tórshavn
Innkomin í nevndina:
Petur F. Zachariassen, N.
Mohrsgøta 11, 100
Tórshavn (formaður),
Súni í Hjøllum, 650 Toftir
(næstformaður), Signa
Dimon, 950 Porkeri,
Finnbogi Niclasen, 380
Sørvágur, Olga Kallsberg,
Gæsugøta 22, 100
Tórshavn, Jaspur Olsen,
350 Vestmanna, Jonna
Krog Poulsen, 210 Sandur
og Durita Tausen,
Brattalíð 10, kj, 100
Tórshavn.
Innkomnir sum
starvsfólkavaldir
nevndarlimir: Elinborg
Jacobsen, í Heiðum, 370
Miðvágur, Tórmund A.
Jacobsen, Millum Gilja
52, 188 Hoyvík, Bergun
Kass, Jóansgøta 31, 188
Hoyvík og Rakul Dam,
Orknoyarvegur 3, 100
Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Høgni Jónsson Høgnesen,
Javnagøta 12, 100
Tórshavn.
Innkomnir sum stjórar:
Petur Marner Aage
Jacobsen, Vørðubrekka 3,
160 Argir, forstjóri og
Bjarni Olsen,
Sandáarbreyt 11, 100
Tórshavn.
Felagið er samanlagt við
skrásetingar-nr. 2500,
Føroya Sparikassi, sum
samstundis verður
strikað.
Skráseting Føroya tann
27. mai 2002
Kristin Balle
_____________________
www.sosialurin.fo
Lesið
internet
Sosialin !
C
M
Y
K
25
24