leygardagur 1. juni 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vegurin fram við
Landssjúkrahúsinum,
sum gongur út ímóti
Argjum er nú endiliga
asfalteraður
VEGAGERÐ
Ingrid Bjarnastein
Endiliga er hann liðugur.
Vegurin framvið Lands-
sjúkrahúsinum, sum so
leingi hevur staðið í gerð,
er nú endiliga asfalteraður.
Seinastu vikurnar hevur
verið ógvuliga keðiligt at
koyrt á vegnum, tí har hava
verið so nógv hol og stórir
steinar. Men hósdagin varð
vegurin so endiliga asfalt-
eraður.
Fram við vegnum er nú
gongubreyt á báðum síð-
um. Hetta ger tað munandi
tryggari hjá fótgangarum at
ganga heim í býin, tí í
einum slíkum bugi kann tað
vera heldur svikaligt at
ganga á vegnum.
Gongubreytin
steðgar
nakrar metrar áðrenn kross-
in millum Velbastaðvegin
og Dr. Dahlsgøtu. Hetta
kemst av, at seinni skal ein
rundkoyring gerast, sum
ger tað høgligari hjá ferðsl-
uni, tí um morgnarnar
stendur bíðirøðin av bilum
langt inn á Argjar.
Sjúkrahúsvegurin asfalteraður
Sjúkrahúsvegurin er nú endiliga asfalteraður, er hann munandi betri. Bæði at koyra á og so er
hann eisini breiðari
Mynd: Finnur Justinussen
4
Nr. 102 - 1. juli 2002
Nr. 102 - 1. juli 2002
5
Byggifrøðingur
Avbjóðandi starv sum byggifrøðingur
í Føroya Banka
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í fyrisitingardeildini í
Føroya Banka er hervið leyst at søkja.
Fyrisitingardeildin varðar av bygningum bankans og fevnir
hetta um umsiting og viðlíkahald av 24 deildum kring um
Føroyar.
Føroya Banki hevur seinastu árini havt stóran búskaparligan
vøkstur og merkist hetta aftur í øktum virksemi og einum
alsamt vaksandi kravi um áhaldandi menning og viðlíkahald
av deildum bankans.
Dagliga starvið fevnir um:
at umsita og hava umsjón við deildum bankans,
at standa fyri og samskipa arbeiði við størri ábøtum
og/ella nýbygging,
at hava um hendi samskifti við ráðgevar og arbeiðstakarar,
at verða við í gerð av ætlanum fyri framhaldandi menning
av deildum bankans og gerð av fíggjarætlanum hesum
viðvíkjandi.
luttøku í tvørgangandi arbeiðsbólkum, við atliti til
nýinnrætting o.a.
aðrar ad-hoc uppgávur, ið javnan stinga seg upp í
einum livandi umhvørvi.
Starvið
Førleiki
Treytir
Umsókn
Søkt verður eftir byggifrøðingi ella fólki við aðrari við-
komandi útbúgving og skal tann, ið verður settur hava góð
samstarvsevnir og samstundis kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er ein fyrimunir, um viðkomandi hevur útbúgving sum
handverkari, men er hetta eingin treyt.
Vit rokna við, at viðkomandi hevur royndir innan nevndu
arbeiðsøkir og evnar at fyriskipa og hava um hendi stýring
av størri verkætlanum.
Er tú áhugaður kunnu vit bjóða eitt spennandi starv, ið er
fakliga og persónliga mennandi, við góðum arbeiðsumstøðum.
Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleika
hjá umsøkjara.
Hevur tú áhuga at royna nýggjar avbjóðingar, ert tú væl-
komin at søkja starvið við at senda umsókn saman við
viðkomandi skjølum til:
P/F Føroya Banka
Starvsfólkadeildin
Postboks 3048
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mána-
dagin 24. juni 2002.
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Inga
Vestergaard ella Bjarka Mohr, starvsfólkaleiðara,
á tlf. 311350.
Starv í Føroya Banka
Størsta narkomálið í
Føroya søgu endaði
hósdagin, tá ákærin
og verjin høvdu sínar
seinastu viðmerk-
ingar. Ákærin krevur
minst trý ára fongsul,
tí talan er um bak-
mann, sum hevur
skipað fyri umfatandi
rúsevnasølu. Verjin
sigur hægts 20 mán-
aðir
NARKOMÁLIÐ
Stefan í Skorini
Ákærin
Dorte
Møller
Andersen heldur, at talan er
um 14,5 kilo av hassji, 140
gramm av kokaini og 40
gramm av amfetamini, sum
tann ákærdi hevur havt um
hendi.
Við teimum nøgdum,
sum ákærin vísir á, skal
tann ákærdi dømast eftir
revsilógini og ikki eftir
lógini um euforiserandi
evni.
Revsikarmurin
í
revsilógini er nógv harðari
enn í lógini um euforiser-
andi evni.
Um talan er um meira
enn tíggju kilo av hassji
skal dømast eftir revsilóg-
ini. Markið fyri kokain er
25 gramm og fyri amfetam-
in 50 gramm.
Upprunaliga vóru hesar
nøgdir væl størri, men
tríggjar av ákærunum eru
nú útsettar, tí tvey sera týð-
andi vitni ikki kundu møta í
rættinum. Tey eru til skips
og koma ikki til landið fyrr
enn um nakrar vikur, tá
rættarmálið verður tikið
uppaftur. Tá fer rætturin av
viðgera hesar ákærurnar
fyri seg.
Tann eina av ákærunum
snýr seg um, at ákærdi skal
hava selt umleið tíggju kilo
av hassji til ein persón frá
1988 til 2001. Í hinum báð-
um ákærunum, sum eisini
eru útsettar, er talan um 1,5
kilo av hassji, sum ákærdi
skal hava selt einum navn-
givnum persóni, sum eisini
er til skips.
Bakmansvirksemi
Ákærin segði í síni enda-
ligu viðmerking, at tann
ákærdi hevur skipað fyri
einum stórum parti av allari
narkotikasølu í Føroyum.
Hann er ein veruligur bak-
maður, sum hevur skipað
fyri innsmugling av rúsevn-
um. Síðani hevur hann havt
aðrar persónar, sum hava
fingið smærri nøgdir at
selja. Hetta hava fleiri vitn-
ið greitt frá, segði Dorte
Møller Andersen.
– Virksemið hjá ákærda
hevur
verið
merkt
av
professionalismu úr einum
enda í annan, og hann hev-
ur selt áhaldandi í eini
tíggju ár. Hann hevur fingið
fleiri fólk at selja fyri seg,
og soleiðis hevur hann
skipað fyri narkosølu, segði
ákærin.
– Tey klóku narra tey
minni klóku, segði Dorte
Møller Andersen, og hon
sipaði til, at tann ákærdi
hevði nýtt hentar býttlingar
at gera skitna arbeiðið fyri
seg.
Hon legði eisini dent á, at
fleiri fólk høvdu fingið
sterk rúsevni fyri einki at
byrja við, og hetta var fyri
at leggja grundarlag undir
einum marknaði í Føroy-
um.
Hon mælti til, at 36 ára
gamli maðurin fær ein
dóm, sum ikki er minni enn
trý ár í fongsli. Harumframt
skal hald leggjast á 875.000
krónur hjá ákærda. Hetta er
yvirskotið, sum maðurin
hevur havt av rúsevnasølu.
Ákærin segði, at tann
ákærdi hevði havt ein
vinning á 50 krónur fyri
hvørt grammið av hassji og
800 krónur fyri grammið av
kokaini.
Broyttar frágreiðingar
Verjin Christian Andreasen
legði hart eftir ákæruvald-
inum í síni seinastu við-
merking. Hann segði, at tað
hevði
nýtt
óreiðiligan
taktikk í hesum málinum.
– Øll vitnini hava broytt
sínar
frágreiðingar
frá
teirra egna rættarmálið, tá
tey hava vitnað í hesum
málinum. Næstan øll vitn-
ini hava sagt, at tey vóru
undir trýsti frá løgregluni,
og tí gingu tey við til at
játtað størri nøgdir, enn tey
í veruleikanum hildu vera
rætt,
segði
Christan
Andreasen.
Hann segði, at ákæru-
valdið ikki hevði lagt nakað
objektivt prógv fram, men
hevur hildið seg til fleiri
óálítandi vitni. Hann legði
dent á, at einki vitni hevði
sagt tí ákærda ímóti. Tí
skuldi frágreiðingin hjá tí
ákærda í størri mun takast
til eftirtektar.
Verjin segði, at tann
ákærdi í mesta lagi kundi
játta at hava havt 3,9 kilo av
hassji og 93 gramm av
amfetamini um hendi í
brutto. Hann vísti á, at fleiri
av teimum nøgdum, sum
ákæruvaldið vísti á, vóru
tikin við í ákæruritið fleiri
ferðir. Tað var tí ikki rætt at
taka somu nøgdirnar av
rúsevnum við fleiri ferðir.
Tí skuldu tvey kilo av
hassji dragast frá, so at tann
ákærdi játtaði bert tvey kilo
av hassji og 93 gramm av
amfetamini og kokaini.
Verjin vísti harumframt á,
at sambært vitnunum var
bara talan um umleið sjey
kilo av hassji og 99 gramm
av sterkaru evnunum.
Verjin vildi eisini vera
við, at eingin skipað søla av
hørðum rúsevnum var farin
fram. At ákærdi er bakmað-
ur í slíkum virksemi, hevði
ákæruvaldið tikið úr leys-
um lofti.
Í sambandi við revsing-
ina segði verjin, at hon í
hægsta lagi kundi vera 23
mánaða fongsulsrevsing.
Tær 14 vikurnar, sum
ákærdi hevur sitið avbyrgd-
ur, skuldi eisini geva hon-
um avsláttur, so at revsing-
in kundi hóskandi vera 20
mánaðir handa rimar.
Ákærdi fekk síðsta
orðið
Tann 36 ára gamli danin
fekk seinasta orðið, áðrenn
rættarfundurin
kom
at
enda. Hann greiddi frá, at
hann hevði smuglað tvey
kilo av hassji til Føroyar
fyri at koma úr fíggjarligu
trupulleikunum, sum felag
hansara var komið í.
Hann segði eisini, at
hann hevði játtað alt, sum
hann av røttum kundi kenn-
ast við, og at hansara leik-
lutur í narkoumhvørvinum
í Føroyum als ikki hevði
verið so stórur, sum ákæru-
valdið vildi vera við.
Hann legði afturat, at
hann hevði verið misnýtari
av rúsevnum, og at henda
misnýtsla var orsøkin til, at
hann var farin ov langt hes-
um viðvíkjandi.
Ákærin krevur trý ára fongsul
36 ára gamli maðurin, sum er fjaldur undir jakkanum, verður av ákæruvaldinum mettur at vera ein av høvuðsmonnunum í
stóra narkomálinum. Hann játtar bert ein lítlan part av ákærunum, sum eru reistar ímóti honum
Mynd: Jonhard Hammer
Christian Andreasen, verji hjá tí ákærda, heldur, at revsingin í mesta lagi kann vera 23 mánaða
fongsulsrevsing
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
5
4