Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 102 - 1. juli 2002 Nr. 102 - 1. juli 2002 7 Skopuningar hava ongan hug at gera viðmerkingar til skúlamálið. Fleiri teirra hava skrivað undir eitt bræv, sum krevur av landsskúla- myndugleikunum, at fyristilærarin í Skopun verður settur frá starvinum, meðan onnur eru, sum eru ósamd. Men tá roynt verður at fáa at vita, hvat ósemjan snýr seg um, bera fólk seg undan at gera nakra viðmerking SKÚLASSTRÍÐ Edvard Joensen Skopun: – Hatta man onk- ur annar vita betur enn eg«, er standardsvarið, ið fæst í Skopun, tá spurt verður, hvar finnast kann fram til tað, sum veruliga liggur aftan fyri ósemjuna, sum tikið seg hevur upp millum tveir lærarar í Skopunar Skúla. Hóast nógv tykjast vita eitt sindur og hava eina meining um tingini, vil eingin siga nakað alment. Talan er um persónligt stríð millum fyrstalæraran í Skopun, Ingun Simonsen, og Sigurd Bærentsen, lær- ara við Skopunar Skúla. Tey hava fríkorter í Skop- unar Skúla, tá vit koma framvið. Í góðveðrinum sita fýra kvinnuligir lærarar – vit plagdu fyrr at kalla tær lærarinnur – á betong- garðinum uttan fyri skúlan og hyggja at, meðan børn- ini spæla í skúlagarðinum. Myndamaðurin fer yvir til børnini, sum renna við einum bólti rundan um málið í niðara enda á skúla- garðinum. Hann tekur myndir av teimum, meðan blaðmaðurin fer yvir til lærararnar at vita, hvusu til stendur. – Jú, tað stendur bara heilt væl til, halda tær. Stuttligt at sita og sóla sær soleiðis í fríkorterinum. Nei, fyrstilærarin er ikki í skúlanum í dag. Er í Havn á skeiði. Heldur ikki einasti mannligi lærarin við Skop- unar Skúla er til arbeiðis í dag. Hann er sjúkrameld- aður. – Og meira fær tú ikki at vita frá ogum. Vit halda einki, sigur ein, uttan at verða spurd um nakað ella at greina nærri, hvat tað er, hon ikki heldur nakað um. Men ikki er av leið at hugsa, at tað er málið um læraraósmejuna, hon sipar til. Men tær eru blíðar. Siga frá, at tvær teirra arbeiða fast sum lærarar her, meðan hinar báðar bara eru vikar- ar, nú ein lærari er sjúkra- meldaður, og ein annar er á skeiði. Um vit ikki vilja síggja skúlan, nú vit eru her kort- ini? Jú, tað vilja vit fegnir, og fara inn við teimum. Verða vístir runt og síggja, hvat Skopunar Skúli hevur at bjóða næmingunum. Mugu sanna, at útgerðin, sum krevst, er har, men at tað sanniliga átti at verið meira pláss í skúlanum. Vit fara oman í bygdina og spáka eitt sindur í góð- veðrinum. Fara inn í ein handil og hitta har onkrar skopuningar, sum hava hug at práta um leyst og fast. Men ikki um skúlan. Hava eingi børn, sum ganga har, siga tey, og vita ikki so nógv soleiðis. Okkurt smávegis verður nevnt, men einki fyri vist kortini. Fólk eru sera varin og vilja ikki á nakran hátt leggja seg út í hetta málið, sum eyðsýnt kemur tvørt fyri hjá fleiri. – Sær tú, sigur ein soleið- is burturvið øðrumegin. Hetta fer at klúgva bygdina í tvey, og tað er óluksáliga keðiligt. Eg hopi at onkrir myndugleikar eru, sum klára at loysa hetta málið, uttan at bygdin fær skaða av tí. Men málið hevur áhuga millum fólk, og gjølla verð- ur fylgt við, verður sannað, tá vit spyrja í handlinum, hvussu til stendur við blað- søluni í Skopun. – Tað kundi gott verið sent nógv meira, heldur handilskvinna, tí alt verður rivið burtur beinanveg. Fólk standa og bíða eftir, at bløðini koma, so tey kunnu síggja, hvat er í. Skúlastýrið skuldi hava fund í gjárkvøldið, veit ein at siga. Um tey ikki mundu vita okkurt at siga. – Nei, tað er ikki. Tí for- maðurin fyri skúlastýrið í Skopun váttaði, at fundur hevði verið, men vildi ann- ars ikki siga nakað sum helst enn tað, at málið er send Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og haðani skulu so tey úttal- ilsi, sum gerast skulu, koma. Og soleiðis er tað so allan vegin. Øll, tosað verðu við, bera seg undan at hava nakra hugsan um málið. Onkur váttar at hava skriv- að undir skrivið, sum farið er til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, men vil annars ikki geva sína hugs- an til kennar. Men greittt er, at fólk í Skopun óttast fyri, at hetta málið kann fara at koma rættiliga tvørt fyri, og at tað kann skaða meira, enn tað fer at gera gott. Tað er ein lemjandi tøgn í Skopun, tá spurt verður um hetta málið. Men øll ásanna kortini, at tað er har, og at tað eigur at loysast beinan- veg. Lemjandi tøgn í Skopun Hetta er eitt ólukkuligt mál, sum í ringasta føri kann fara at skræða bygdina sundur, óttast summir skopuningar fyri Mynd: Jens Kristian Vang Sigurd Bærentsen er annar av persónunum, stríðið í Skopununa Skúla stendur um Mynd: Jens Kristian Vang Ein skriða er lopin undir vegnum til Dals. Mett verður ikki nóg trygt at koyra eftir vegnum, og tí er beinanveg farið undir at bøta um hann FERÐSLUTRYGD Edvard Joensen Dali: Staðfest er enn eina- ferð, at tað er alt annað enn trygt at koyra eftir Dals- vegnum. Landsverkfrøð- ingurin tekur málið í størsta álvara, og farið er at bøta um vegin. Tað er lopið undir vegn- um til Dals. Ein skriða er farin beint undir vegkantin- um og heilt oman á bakkan. So mikið tykist farið undan av tilfari, at bugur kenst í vegnum og bilverjan í utt- ara borðið tykist rættiliga bogna. Bilførarar, sum regluliga koyra til Dals, kenna seg ikki tryggar, siga teir. Ser- liga teir, sum koyra við størru bilunum. Ein lastbil- førari, Sosialurin hitti á Sandi, metti ikki, at ráðiligt var at koyra har við tungum bilum, tí vegurin toldi tað helst ikki. Heldur ikki Strandferðsl- an heldur tað vera ráðiligt at koyra til Dals við stórum bilum, og hevur ikki verið har, seinnu tíðina. Bødvard Poulsen, sum hevur snikkaravirki í Dali, sigur, at hann hevur merkt, at Strandferðslan ikki kem- ur suður. Til dømis er vøra, hann hevur biðið um úr Havn, ikki komin suður, men varð løgd av á Sandi, haðani Bødvard sjálvur mátti heinta hana og koyra til Dals. Av vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum sig- ur Finnleif Durhuus, at har verður málið tikið í størsta álvara, og farið verður beinanveg undir at bøta um skaðan. Tað, sum gjørt verður, sigur Finnleif Durhuus, er at økið er merkt av, og skervur er lagdur í rennuna í ovara borði, so ferðslan kann ganga nærri klettin- um. Síðan verður kanturin tikin undan og ankrað verð- ur í klettin í niðara borði, áðrenn stoypt verður upp- aftur og fundament gjørt at seta vegin fastan á. Bødvard Poulsen, snikk- ari í Dali, sigur við Sosial- in, at hetta fýrir bara enn meira undir tosið um tunnil til Dals. Tað gerst alt meira eyðsýnt, hvussu neyðugt tað er við hesum tunlinum, sigur hann. Men hann ásannar, at tað fara helst at ganga fleiri ár, áðrenn ein slíkur tunnil kemur, og og tí verður bara vónað í Dali, at vegurin ikki fer til havs fyri ta tíð. Jóladøgurðin í ár fer hjá fleiri helst at koma úr Traðardali á Sandi, har tey eru farin at ala dunnur. Tær fyrstu verða tiknar í heyst DUNNUGARÐUR Edvard Joensen í Traðardali: Innarlaga í Traðardali, eystanvert Sandsvatn, hevur Brandur Sandoy, bóndi, fingið sær dunnuufarm. Hann ætlar at lata jóladøgurðar til føroy- ingar, sigur hann. Teir eru tveir um hesa ætlanina, greiðir Brandur Sandoy frá, meðan vit ganga niðan móti garðin- um, har allar dunnurnar ganga. Einar 2.000 - 3.000 dunnur væntar hann, at teir fara at fáa í ár. Ætlanin er so at fáa upp aftur fleri, sum frálíður. Teir hava egnar verping- ardunnur, sigur Brandur Sandoy. Einar 70 í tali, sum ganga í einum húsi fyri seg. Tær eru keyptar ymsa- staðni í Føroyum, eitt nú úr Havn og úr Mykinesi. Eggini verða klakt í tveimum stórum kleki- maskinum, og ungarnir verða so sleptir í ungagarð- in so hvørt. Har ganga teir so og sleppa at vaksa, til teir einaferð út á heystið skulu takast og enda sum jóladøgurði. Tað gongur væl at fáa undan, sigur Brandur Sandoy. At kalla einki doyr burturav, og tað sum við er sett, tykist trívast væl. Umframt dunnurnar hev- ur Brandur eisini annan eitt sindur óvanligan landbún- að í Traðardali. Eitt ní veltir hann rættiliga væl av rót- um. Brandur Sandoy hevur 200 seyðir í haganum, men hevur ikki neyt. Umframt pakkar hann eisini gras í ballur, og selur til eitt nú rossafóður, greiðir hann frá. Lopið undan Dalsvegnum Dunnugarður í Traðardali Einar 2.000 - 3.000 dunnur roknar Brandur Sandoy við at kunna ala í ár. Ætlanin er at fáa fleiri, sum fráliður Mynd: Jens Kristian Vang Farið er nú undir at gera vegin av Oyrar- bakka út til Oyrar. Í fyrsta umfari verður bara eitt lítið petti gjørt, sigur Lands- verkfrøðingurin VEGAGERÐ Edvard Joensen Oyrarbakka: Farið er undir at gera nýggjan veg út til Oyrar. Fyribils er bara ein millión sett av til hesa vegagerðina í ár, og hon røkkur ikki serliga langt, sigur Landsverkfrøðingur- in. Tað hevur í nógv ár veirð tosað um at gera vegin av Oyrarbakka út til Oyrar av nýggjum. Men pengar hava ongantíð verið játtaðir, fyrr enn til jólar í fjør, beint áðrenn fígjarlógin varð samtykt. –Tá kom ein millión, sum politikararnir høvdu sett av, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøð- ingur. Fyri hana verður nú arbeitt, men hon røkkur stutt. Bara nakrar fáa metr- ar av vegbreyt, sum hann tekur til, tí ognarstøka og tílíkt skal eisini gjaldast burtur av hesi upphæddini. Farið er undir at gera vegin frá Eydnuni og út- eftir, so langt, pengarnir røkka. Tá uppi er, verður bundið í aftur gamla vegin, og so má bíðast, til næsta játtanin kemur. Tað, sum gjørt verður nú, verður gjørt heilt liðugt, so klárt verður at koyra eftir nýggja vegnum, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøð- ingur. Oyrarvegurin er ikki á langtíðarætlanini, sigur Landsverkfrøðingurin, hóast ynskiligt kundi verið, at so var. Vegurin til Oyrar er gam- al og smalur, og er als ikki nøktandi til tungu feðrsl- una, sum er eitt nú til Skelja- og Rækjuvirkið á Oyri. Byrjaðir upp á Oyrarvegin Farið er undir at gera nýggjan veg av Oyrarbakka út til Oyrar. Stubbin, sum nú verður gjørdur, verður gjørdur liðugur at koyra eftir, sigur landsverkfrøðingurin Mynd: Edvard Joensen Lopið er undan Dalsvegnum. Skriðan er farin tætt undir vegnum og heilt oman á bakkan. Mett verður ikki nóg trygt at koyra, sum er, og Strandferðslubilurin hevur ikki verið í Dali seinastu dagarnar Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6