Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 102 - 1. juli 2002 Nr. 102 - 1. juli 2002 9 Skúlastýrið í Skopun tekur undir við for- eldrunum, sum hava heitt á Mentamála- stýrið um at koyra Ingun Simonsen frá sum skúlaleiðara SKÚLASTRÍÐ Áki Bertholdsen Skúlastýrið í Skopun tekur undir við foreldrunum í Skopun, sum vilja hava Ingun Simonsen, fyrstalær- ara, koyrdan frá. Tað var í farnu viku, at stívliga tjúgu foreldur í Skopun skrivaðu Menta- málastýrinum bræv, har tey heittu á stýrið um at seta Ingun Simonsen frá. Samstundis varð sama skriv sent skriv sent skúla- stýrinum, sum viðgjørdi málið mikukvøldið. Skúlastýrið tók málið upp, hóast sakførarin hjá fyrstalæraranum vísti á, at stýrið hevði ikki heimild at viðgera málið tí tað lá uttanfyri virkisøki hjá tí. Av tí sama vildi Ingun Simonsen, sum er skrivari í skúlastýrinum, ikki at møta á fundinum. Umframt Ingun Simon- sen var tað ein eisini annar limur í skúlastýrinum, sum heldur ikki møtti, tað var ein lærari, sum umboðaði skúlan. Men øll hini fimm, sum vóru á fundinum, samtyktu at taka undir við foreldrun- um. Uttanveltaðan fyrstalærara Tey fimm limirnir í skúla- stýrinum, sum møttu á fundi, samtyktu einmælt at skriva Mentamálastýrinum bræv, har tey vísa á, at tey taka undir við foreldrinum og mæla til at Ingun Simonsen verður sett frá sum fyrstilærari. Men samstundis mæla tey til, at tann fyrstilærarin, sum verður settur, skal verða uttaneftir. Sostatt mæla tey ikki til, at Sigurd Bærentsen, sum hevur verið nógv frammi í skúlastríðnum í Skopun, verður settur sum skúla- leiðari. – Skúlastýrið heldur, at tað er frægast, at tað verður ein heilt uttanveltaður fyrstilærari, sum verður settur, fyri at fáa varandi arbeiðsfrið á skúlanum og í bygdini, siga vælvitandi keldur í Skopun. Umframt Ingun Simon- sen, var tað annars bara áðurnevndi Sigurd Bærent- sen, ið søkti starvið sum fyrstilærari, tá ið tað varð sett í 1997. Skúlastýrið innstillaði bara Sigurd Bærentsen til starvið, men Landsstýrið gjørdi av at seta Ingun Simonsen. Síðani hava umfatandi samstarvstrupulleikar verið á skúlanum og tað endaði við, at Mentamálastýrið nýliga mælti til at flyta Sigurd Simonsen í annan skúla at arbeiða. Tað skilst, at tað serliga var hetta, sum fekk foreldrini í Skopun at taka seg saman og at savna inn undirskriftirnar til Menta- málastýrið um at fáa Ingun Simonsen frá. – Steðgurin hjá Smyrli í dokkini á Skála verður nakað drúgvari enn væntað SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tey, sum hava brúk fyri at ferðast ímillum Havnina og Suðuroyar, mugu taka til takkar við estlendsku ferj- una, Scaniu í eina heila viku afturat. Tað verður nevniliga ikki, fyrrenn næsta fríggja- dag, at Smyril verður liðug- ur í dokkini á Skála og kanna taka siglingina um Suðuroyarfjørð uppaftur. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strand- ferðsluni, sigur, at tað fer at taka nakrar dagar longri enn vænta at fáa tær um- vælingar gjørdar á Smyrli, sum skuldi gerast. Tað, sum gjørdi, at hann verður seinkaður, er, at bógskrúvan mátti til Danmarkar til umvælingar. – Hon kemur aftur til Føroya mánadagin og tað skal ganga óvanliga illa, verður Smyril ikki settur aftur í sigling fríggjadagin, sigur hann. Men hann leggur afturat, at tá ið Smyril fer at taka siglingina uppaftur, verður tað eitt heilt annað skip, tí nógvar og stórar ábøtur eru gjørdar. – Umframt tað sum trygdareftirlitið kravdi, er nógv gjørt umborð fyri at gera hann hugaligari hjá ferðafólki, sigur tekniski stjórin. Eitt nú eru nýggj flúgv- arasetur sett í og harum- framt eru øll teppi skift út og benkur og stólar eru klødd av nýggjum o.s.fr. Og so mugu suðuroyingar venja seg við, at Smyril hevur fingið nýggjan lit, tí nú er hann eisini málaður og hevur fingið tann nýggja, bláa litin hjá Strandferðsluni. Sostatt eru øll skipini hjá Strandferðsluni nú blá. Samstundis verður ferða- sambandið ímillum Suður- oynna og Havnina røkt við Scaniu, sum tekur ferða- fólk, persónbilar og eitt sindur av farmi og so Claire, ið siglur við farmi fýra dagar um vikuna. Strandferðslan hevur nú sveisað festi í biladekki á Scaniu, so at hon fær tikið einar seks bingjur á vogn- um, so eitt sindur av farmi fær hon flutt. Vilja hava óheftan skúlaleiðara í Skopun Seinastu tíðína hevur rættiligt stríð tikið seg upp um skúlan í Skopun og nú hevur eisini meirilutin av skúlastýrinum í Skopun mælt til at Ingun Simonsen verður koyrd úr starvi sum fyrstilærari Smyril klárur fríggjadagin Ferðasambandið um Suðuroyarfjørð hevur verið ein fløkja ímeðan Smyril hevur verið í dokk. Fyrst var Scania sett í sigling, síðani Dúgvan og so aftur Scania. Her koma ferðafólk í land av Dúgvuni tann eina túrin, hon slapp at leggja at á Drelnesi Enn einaferð skipar stuðulsfelagið Dragin fyri eini framsýning á Norðoyastevnu. Hetta er samstundis tann 9. framsýninginin hjá felagnum á rað, og fer allur peningurin til at umbyggja M/B Dragan til eitt skúla- skip FRAMSÝNING Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Í fleiri ár hevur tað verið ein fastur táttur hjá stuðulsfelagnum Drag- in at skipa fyri framsýning á Norðoyastevnu. Framsýningin í ár verður býtt sundur í tveir partar, har tann eini sýnir myndir av náttúrini og djóralívin- um á Antarktis, sum týski myndamaðurin Klaus Kieselwetter hevur tikið. Klaus hevur seinastu tvey árini siglt við ferða- mannaskipum til Antarktis, og er tað her, at hann hevur tikið myndirnar. Hendur og hugflog Hin parturin eru lutir, sum listarfólk úr Klaksvík hava latið úr hondum. Millum lutirnar eru eisini borð og stólar, sum eru før- oyskt design og føroyskt handverk. Tað er Rógvi í Bø, sum hevur teknað, meðan Jógv- an Abs. Absalonssen hevur evnað til. Eisini aðrir forvitnisligir lutir verða at síggja á fram- sýningini. Hátíðarhald Norðoya Sparikassi hevur ognað sær flestu lutirnar, ið sýndir verða fram, og í hes- um sambandi skipaði spari- kassin fríggjakvøldið fyri einum lítlum hátíðarhaldið, til heiðurs fyri listarfólkini. Framsýningin verður ann- ars opin Norðoyastevnu- aftan frá klokkan 16 til 21, og Norðoyastevnudag frá klokkan 15 til 22. Veðrið á Norðoya- stevnu verður ikki av tí ringasta. Onkuntíð verður eitt sindur av regni, men sambært veðurkortinum, so ætlar sólin sær eisini at koma onkran túrin norður NORÐOYASTEVNAN Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Hóast skjøtil er settur á Norðoyastevnuna, so er tað ikki hendan, ið prátið snýr seg um í Klaks- vík hesar dagarnar. Fólk hava heldur hug til at práta um veðrið, og hvør roynir eftir sínum førimuni at vissa hvør annan um, at vit fara at fáa gott veður teir komandi veitsludagarnar. Onkur sólglotti Sum vera man, hevur veðr- ið stóran týdning fyri, hvussu væl eydnað, ein stevna verður. Men sambært Peter Skjeel, veðurfrøðingi á Sosialinum, so nýtist norð- ingum ikki at stúra so nógv fyri veðrinum hesa Norð- oyastevnuna. Peter hevur kagað sær í veðurkortini, og eru útlitini fyri hamuligum veðrið av- gjørt til staðar. Leygardagin kunnu klaksvíkingar tó vænta sær eitt sindur av regni fyrra- partin, men út á seinna- partin skuldi verði betri. Tá kemur hann av úts- ynningi, og er hetta ein góð ætt í Klaksvík. Hitin kemur at liggja um 10 til 13 hitastig, og sólin verður væntandi eisini at síggja. Sunnudagin turt Sunnudagin liggur ættin mest umkring sunnan, og verður veðrið tá hampuliga turt við onkrum sólglottum. Hitin verður tann sami, men seinni um kvøldið kunnu klaksvíkingar tó vænta sær nakrar dropar at falla frá himni. – Men hóast tað, so kunnu vit vænta okkum hampuligt Norðoyastevnu- veður, heldur Peter Skjeel. Hann leggur eisini aftur- at, at ymiskt er, hvussu veðrið plagar at hætta sær á Norðoyastevnu. Onkuntíð hevur verið heilt gott veður, meðan veðrið aðrar tíðir hevur ver- ið stak vánaligt. – Hetta kemst av, at Norðoyastevnan liggur so tíðliga á árinum, og tá kann veðrið verða rættiliga skift- andi, greiðir hann frá. Undirhald fyri bæði yngri og eldrum verður í fimleikar- høllini í Klaksvík, tá væl umtóktu klovn- arnir Fjotto og Bobo fara at undirhalda UNDIRHALD Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: Á Norðoya- stevnu í ár verður roynt at gera meir til stuttleika fyri teim yngru børnunum – og kanska eisini fyri »de barnlige sjæle«. Klovnarnir Fjotto og Bobo hava undirhildi kring allar Føroyar, og á Norð- oyastevnu koma teir at vitja Klaksvík. Her fara teir at undir- halda og vísa síni ganda- kynstir fyri bæði ungum og gomlum. Teir báðir verða at hitta í fimleikarhøllini fríggja- kvøldið klokkan 20, og aftur Norðoyastevnuaftan klokkan 19.30. Peter Skjeel, veðurfrøðingur á Sosialinum: - Hampuligt veður á Norðoyastevnu Fjotto og Bobo eisini á Norðoyastevnu Framsýning hjá Draganum C M Y K 9 8