Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 102 - 1. juli 2002 Nr. 102 - 1. juli 2002 11 Arbeiðið við at dýpa við eystaru bryggju í Havn verður í heilum seinkað av, at menn finna gomul spreingi- lóður frá seinna heimsbardaga. Hós- dagin var tað ein gomul granat, og nú verður umhugsað at gera eina umfatandi reinsing av økinum SPREINGING Heri á Rógvi Seinnapartin hósdagin funnu menn frá J&K Peter- sen eina granat, meðan teir arbeiddu við at dýpa við eystaru bryggju í Havn. Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at hetta kemur fyri, og teir eru alt annað enn fegnir um, at teir skulu steðga arbeiðinum, og bíða til hetta kann fáast av vegnum. Vit hava tó gott tol, siga teir. Hósdagin var talan um eina granat frá seinna heimsbardaga. Talan var um eina sokallaða »luft- værns« granat, ið ikki eru ókend um okkara leiðir sum rest frá kríggsárunum í fjørutunum. Teir, ið funnu granatina, boðaðu løgregluni frá, og teir beindu so boðini víðari til Færøernes Kommando. Fyrsta stigið var at fáa økið avsperrað. Síðani komu menn frá Færøernes Kom- mando á staðið. Sigast skal, at granatin var einar 40 cm. long, og brennirørið var enn heilt. Hans Jensen, orlogskap- tajn, sigur, at teir stundum uppliva tílíkt, og granatir frá seinna heimsbardaga eru rættiliga vanligar, har skip og annað hesa tíðina hava ligið. Eisini í Dan- mark nýta teir nógva orku upp á at fáa ruddað økir fyri tílíkum granatum og øðr- um. Hann sigur, at serkønir frá Færøernes í hesum og ørðum førum fara at kanna lutin, og teir gera so av, hvat skal gerast víðari. Alt tílíkt verður sprongt vanliga. Fyrst verður granatin koyrt í eitt serligt rúm hjá Færø- ernes Kommando til enda- málið. Teir serkønu mettu ikki, at nakar vandi var á ferð við hesari granatini, og hon verður sprong einaferð seinni, tá teir gera av við innbúgvið í serliga rúmin- um. Tað kemur fyri, at teir beinanvegin gera av at spreingja, men hildið var ikki, at hetta var neyðugt. Hans Jensen sigur, at teir í samráð við Tórshavnar Havn í løtuni umhugsa møguleikan, at fáa serkønar kavarar at rudda arbeiðs- økið fyri vandamiklar spreingilutir. Støða er tó ikki tikin til hetta enn, men tað er givið, at tílík kostar pengar, tá neyðugt er at steðga arbeiðið. Skuldi onkur koma fram á granatir ella líknandi, so eru ráðini at boða løgregl- uni frá hesum, sum síðani boðar avvarðandi myndug- leika frá. Funnu gamla granat Fløga, heimasíða og konsertferð TÍðINDASKRIV Clickhaze gevur fløgu út, sjósetur nýggja heimasíðu og fer á eina norðurlendska konsertferð, sum hevur til endamáls at marknaðarføra nýggju fløguna og bólkin Clickhaze sum heild í sum- mar. Heimasíðan verður løgd út 1. juni. 2. juni er ein útikonsert í miðbýnum í Stockholm, har Clickhaze er boðið at vera við til at hátíðarhalda 750 ára dagin fyri býin. Clickhaze spæla á Norrmalmstorg mitt í Stockholm kl 16.00. Útgávan av fyrstu fløguni hjá Clickhaze verður hin 14. juni. Um kvødlið hin 14. spæla Clickhaze úti- konsert í Runavík. Eisini vera nakrar konsertir hild- nar kring landið eftir at fløgan er komin. M.a. í Klaksvík og Havn. Síðani standa Roskilde, Midtfyns- og Nibefestival- arnir fyri tørni. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá Click- haze at fáa tónleikin fram í ljósið í norðurlondum. Roskilde Festival 26. juni – Camping Scenen; Nibe Festival 27. juni – Måne- skinsteltet; Midtfyns Festi- val 4. Juli – Beach Club. Harafturat skulu Click- haze til Grønlands at spæla á Niipiaa Rock festival í august. Umframt tey her nevndu tiltøk verður eitt tættpakkað program við framførslum gjøgnum alt summarið á bæði smærri og størri støðum í Føroyum og londunum kring okkum. Um Fløguna Á fløguni verða 6 løg. 3 upptikin í Lundgaard Studio DK, Jak-zak Fo, UF studio 1 FO, og 3 løg upp- tikin live á prix føroyar finaluni 2001. Studio upptøkurnar verða mixaðar av Óla Poulsen, live løgini av Finni Hansen. Løgini eru: Daylight, Skirvin Flá, Sorrig och Gledje, Frozen Lullaby, Notes from the under- ground, Indigo Brow. Tað er TUTL sum gevur út. Munadyggari fyrisiting Clickhaze hava fyri stuttum síðani umskipað virksemið kring bólkin. Clickhaze hava sett sær sum málsetn- ing, at fyrisitingin kring bólkin skal vera á eins høg- um stigi, sum tónleikurin sjálvur. Til tess at náa hesum eru tvey fólk knýtt afturat bólkinum: Sólarn Sol- munde er settur at taka sær av management, samskipan o.ø., og Kristin Sæmunds- son, vanliga nevndur Kiddi, er settur at taka sær av PR- átøkum, konsertum, distru- butión og sambandi við fjølmiðlar uttanlands. Á henda hátt er ætlanin at skipa fyrisitingararbeiðið betur og skipa soleiðis fyri, at tónleikararnir hava meira tíð og orku til at taka sær av tónleikinum. Dato: 1. juni Clickhaze heimasíða al- mennakunngjørd 2. juni Stockholm, Norrmalmstorg kl. 16.00 (Stockholmholm 750 ára jubileums festival) 14. juni Fløgan kemur út, útikonsert í Runavík saman við m.a. Týr (eystanstevna) 26. juni Clickhaze á Roskilde festi- val, camping scene 27. juni Clickhaze á Nibe festival, måneskinsteltet 4. juli Clickhaze á Midtfyns festi- val 19 juli Clickhaze á Gøtustevnu 19. august Clickhaze á Nipiaa Rock festival, Grønland. Clickhaze til Stokhólm Mynd: Umborð á hesum bátinum lá ein 40 cm. long granat hósdagin. Teir vóru í holt við at dýpa við eystaru bryggju, tá teir fingu fatur á óbodna gestinum. Gunnleivs Bakarí á Gripsvegnum í Havn snarar í dag lyklinum fyri seinastu ferð BAKARÍ Ingrid Bjarnastein – Virksemið er so lítið nú, at tað loysir seg ikki at hava handilin opnan, sigur Carl Mouritsen, stjóri á Gunn- leivs Bakaríi. – Aðrir handlar liggja so tætt uppá, og handilin vit hava á Hoyvíksvegnum er eisini nær við, so ov lítið av fólki vitjar handilin á Gripsvegnum. Eisini aðrir handlar, sum PE og SMS liggja í nærøkinum. Seinasti dagur bakaríið hevur opið er í dag, leygar- dagin. Carl Mouritsen sigur, at virksemið í bakarínum er minkað so við og við, so nú er valt at lata aftur. Starvs- fólkini, ið arbeiða á Grips- vegnum, hava fingið ar- beiðið aðrastaðni á virk- inum. Handilin á Landavegnum og á Hoyvíksvegnum fara framvegis at hava opið. Føroya Pedagogfelag fyllir í dag, 1. juni, 20 ár. Í sambandi við føðingardagin hevur felagið fingið Bárð Jákupsson at gera serligt steinprent til allar limir felagsins FØÐINGARDAGUR Ingrid Bjarnastein Tá felagið varð stovnað fyri 20 árum síðani vóru bert 80 limir. Í dag liggur limatalið um 1100. – Felagið varð av fyrstan tíð stovnað sum eitt áhuga- felag hjá útbúnum peda- gogum, sum komu heim frá útbúgving úr Danmark og Íslandi. Nú er felagið vorð- ið til eitt sjálvstøðugt felag við samráðingarrætti, greiðir Carita Björklund, formaður í Pedagogfelagn- um frá. Eitt av aðalmálunum hjá felagnum var av fyrstan tíð at fáa til hølvdar eina før- oyska útbúgving, sum gjørdi tað møguligt hjá før- oyingum at útbúgva seg í Føroyum. – Og hetta hava vit megn- að, og er hetta eitt av teim- um heilt stóru stigunum hjá felagnum. Tann tørvurin, sum stóð í vøkstri tá, sum man sá, er veruleiki í dag. Carita greiðir frá, at tá felagið varð stovnað vóru bara einir 3 ella 4 stovnar í Havnini. Í dag eru nógv fleiri stovnar og pedagogar. 1. juni í 1982 vóru bert eini tvey prosent av limunum mannfólk, og arbeiddu teir fyri tað mesta innan bú- stovnaøki. Í dag eru 12 prosent av limunum mann- fólk. Til føðingardagin hevur pedagogfelagið fingið Bárð Jákupsson at gera serligt steinprent til limirnar, sum Grafiska verkstaðið hevur prentað. Hetta fyri at markera dagin á ein serlig- an hátt. Annars verður opið hús í hølum felagsins í Tungu- gøtu í dag frá klokkan 14 til 17. Pedagogfelagið 20 ár Bakaríið á Gripsvegnum snarar lykilin Føroya Pedagogfelag fyllir í dag 20 ár. Í sambandi við føðingardagin hevur felagið fingið Bárð Jákupsson at gera serligt steinprent til allar limirnar, sum eru umleið 1100 í tali Mynd: Jens Kr. Vang Gunnleivs Bakarí á Gripsvegnum snarar í dag lyklinum fyri seinastu ferð Mynd: Finnur Justinussen TÍÐINDASKRIV Føroya Sparikassi Áhugin fyri at gerast ábyrgdari í Føroya Sparikassa í sambandi við umleggingina til partafelag, hevur verið sera stórur, og tá avtorn- aði, tann 5. apríl, vóru heilir 9743 ábyrgdarar skrásettir, ið tilsamans eiga góðar 25 milliónir krónur í ábyrgdarafæi. Til samanberingar vóru 6266 ábyrgdarar við árs- lok 2001, ið áttu tilsam- ans góðar 11 milliónir krónur í ábyrgdarfæi. Sostatt eru 3477 ábyrgd- arar lagdir afturat í hes- um árinum, og eru tekn- aðar 13,6 milliónir í ábyrgdarafæi. Møguleiki var eisini fyri at tekna meira parta- pening, og hevur áhugin fyri hesum verið sera stórur. Av tí, at ábyrgd- arpeningurin øktist munandi meira enn nevd og stjórn høvdu væntað, hevur nevndin í Føroya Sparikassa P7F gjørt av at nýta heimildina, ið nevndin hevur rætt til, og harvið hækka parta- peningin. Á nevndarfundið 17. mei, varð sostatt avgjørt at hækka tann útbjóðaða partapeningin við 15 milliónum krónum, so- leiðis, at partabræva- hækkingin tilsamans verður 40 milliónir krónur, umlagt ábyrgd- arfæ íroknað. Hækkingin er tó bert galdandi fyri teir ábyrgdarar, sum áðrenn 31. mei ynskja at leggja ábyrgdarfæ um til parta- pening. Í hesum sambandi er eitt ískoytisprospekt gjørt, sum lýsir allar av- gerandi broytingar, sum standast av hesari av- gerðð nevndarinnar, um- framt onnur týðandi við- urskifti, sum kunnu hava týdning fyri felagið. Ískoytisprospektið er at finna á okkara heima- síðu www.sparikassin.fo Umleggingartilgongd- in gongur annars sum væntað, og áhugin fyri at leggja um er stórur. Seinasta freist at leggja um var sum kunnugt í gjár. Partabrævahækking á 15 mió. krónur Undirhúsið í Vestmanna skipaði seinasta vikuskifti saman við kapp- róðrarfelagnum hjá VÍF fyri stórari bátastevnu. Undir- tøkan var sera góð og eru fyrireikar- arnir væl nøgdir við tiltakið BÁTASTEVNA Ingrid Bjarnastein Stóra bátastevnan, sum var seinasta vikuskifti, fekk stóra undirtøku. Heilir 132 bátar luttóku á stevnuni, harav 54 lógu náttina yvir í Vest- manna. Á keiøkinum høvdu fyrireikararnir skipað fyri, at samar- ittarnir hjá Reyða Krossi gingu vakt og ansaðu eftir teimum bátunum, ið lógu við kei. Um kvøldið varð skip- að fyri dansi í ítróttar- høllini, har Country bólkurin í Klaksvík spældi. Frá fyrireikarun- um frætta vit, at góð 700 fólk vóru til dansin. Inn komu tilsamans 90.000 krónur, men tá eru útreiðslur og annað ikki roknað frá. Bátastevnan 2002: Stór undirtøka C M Y K 11 10 Lesið Sosialin -tað loysir seg!