leygardagur 1. apríl 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 65 - 1. apríl 2000
JÓANNES HANSEN
Eingin ivi skal vera um,
hvør tað er, sum er formað-
ur í tjóðveldisflokkinum.
Formaðurin skal vera ein
teirra, sum umboðar flokkin
á løgtingi og í landsstýri, og
hann skal samstundis vera
boðið hjá flokkinum upp á
løgmanssessin.
Tjóðveldisflokkurin fór í
gjárkvøldið undir floksting-
ið í Sørvági, og í dag verður
gjørt av, um tað í framtíðini
skal vera meiri sjónskt, hvør
so at siga skal vera skipari
á tjóðveldisskútuni. Millum
tjóðveldisfólk tykist lítil ivi
vera um, at tað skal vera
Høgni Hoydal sum í fram-
tíðini skal vera formligi
oddafiskurin í flokkinum.
Høgni Hoydal vil ikki
gera viðmerkingar til henda
spurningin:
– Eg havi havt so nógv at
takast við hesa seinastu tíð-
ina, at eg havi ikki havt
stundir til at seta meg inn í
uppskotið
um
nýggjan
bygna í flokkinum. Men tað
fari eg at gera, áðrenn eg
fari vestur til Sørvágs, var
tað, sum Høgni Hoydal
hevði at siga, tá vit fangaðu
hann ímillum tveir fundir.
Bara ein strongur
Óli Holm, formaður í
starvsnevndini ætlar, at
flokstingið í Sørvági skal
verða tað síðsta, har tjóð-
veldisflokkurin hevur eina
tvístreingjaða leiðslu – tað
vil siga eina fyrisitingarliga,
sum verður vald á floksting-
inum og so eina politiska,
sum er mannað við fólka-
valdu umboðunum.
Óli Holm, sum hevur ver-
ið formaður í tjóðveldis-
flokkinum seinastu sjey
árini, fer sjálvur at leggja
eitt uppskot fyri flokstingið,
sum gongur út uppá, at
flokkurin í framtíðini skal
hava eina og bara eina pol-
itiska leiðslu. Tað vil við
øðrum orðum siga, at Óli
Høgni Hoydal skal vera formaður
Á flokstinginum hjá tjóðveldis-
flokkinum í Sørvági er ætlanin at
velja ein politiskan formann, sum
skal mynda flokkin
Holm fer at skjóta upp, at
sessurin, sum hann hevur
sitið í, skal avtakast.
– Málið er at styrkja
leiðsluna í flokkinum. Eing-
in skal ivast í, hvør tað er,
sum myndar tjóðveldis-
flokkin. Tí skal formaðurin
í framtíðini verða valdur
millum teirra, sum umboða
flokkin í løgtingi og lands-
stýri, sigur Óli Holm og
undirstrikar samstundis, at
talan er um eitt uppskot:
– Uppskotið er sent út til
limafeløgini, sum harvið
eru kunnaði, áðrenn tey
koma á flokstingið. Leyg-
ardagin verður uppskotið
viðgjørt, og um tað verður
samtykt, so verður tað á
fundinum, at tað verður
møguleiki at skjóta upp,
hvør skal verða formaður.
Eg veit ikki, um tað verða
eitt fleiri uppskot til for-
mann.
Umframt
formannin
skulu sambært uppskotið
fimm onnur vera í politisku
leiðsluni í tjóðveldisflokki-
num. Tvey teirra vera næst-
formenn. Ein næstformaður
verður politiskur næstfor-
maður og ein verður fyri-
sitingarligur næstformaður.
Hesin seinni nevndi næst-
formaðurin og kassameist-
arin skulu ikki vera í løg-
tinginum ella landsstýri-
num, men tingmanningin
skal eiga ein av teimum
seks limunum í politisku
leiðsluni.
Um uppskotið verður
samtykt, so verður upp-
skotsstillarin, Óli Holm,
ikki í uppskoti til formans-
sessin. Men vit skilja á fólki
innarliga í tjóðveldisflokki-
num, at tað er rættuliga
sannlíkt, at gamli formað-
urin verður fyrsti fyri-
sitingarligi næstformaðurin.
Harafturat verður ein kassa-
meistari í leiðsluni.
Eingin ivi
Høgni Hoydal vil sum sagt
ikki gera viðmerkingar til
formansvalið. Heldur ikki
Óli Holm vil gera viðmerk-
ingar til persónsspurningin.
Men tað vil Finnur Helms-
dal, sum er ein av teimum,
ið kom í løgtingið eftir valið
í 1998:
– Eg haldi, at tað er alla
æru vert, at Óli Holm og
starvsnevndin leggja hetta
uppskotið fyri flokstingið.
Leiðslan hevur gjørt eitt
fyrimyndarligt organisator-
iskt arbeiði. Vit í tingbólk-
inum hava ikki verið uppi í
at snikka nýggja uppskotið
til, men eg taki undir við
Óla Holm og teimum í teirra
sjónarmiði,
at
tað
er
neyðugt, at í framtíðini skal
eingin ivast í, hvør tað er,
sum myndar tjóðveldis-
flokkin.
Og hvør skal tað vera?
– Í mínari verð er eingin
ivi. Tað skal vera Høgni
Hoydal. Uttan nakað hóva-
sták er hann eftir stuttari tíð
vorðin tann upplagdi polit-
iski leiðarin í flokkinum, og
tað hevði ikki verið hald-
bart, um hann, sum er nátúr-
ligur leiðari, ikki eisini varð
valdur til formann, heldur
Finnur Helmsdal.
Tá Høgni Hoydal, sum í
hesi vikuni fylti 34 ár,
gjørdist landsstýrismaður í
fullveldismálum, kom Finn-
ur Helmsdal í løgtingið:
–
Tjóðveldisflokkurin
hevur síðstu tíðina lagt
nógva orku í at fáa greitt
býti millum uppgávur og
ábyrgd. Tað hava vit gjørt á
vinnuøkinum og stjórnar-
liga økinum, og tað er upp-
lagt, at vit eisini heilt kon-
kret plasera uppgávur og á-
byrgdir í flokkinum, er sjón-
armiðið hjá Finni Helmsdal,
sum heldur tað vera sjálv-
sagt, at leiðsluspurningurin
í tingbólkinum framvegis
verður upp til tingmanning-
ina sjálva at avgera.
Internethandil, webstores
ella netshops, óansæð navn-
ið er handil á heimasíðuni
eitt gott boð uppá framtíðar
atgongd til útflutnings-
marknaðin, skrivar Vinnu-
húsið.
Handil gjøgnum inter-
netið vindur uppá seg bæði
á heimamarknaðinum og
uttanlands. Nethandil styrk-
ir møguleikarnar fyri bein-
leiðis sambandi við við-
skiftafólkini, samstundis
sum tað gevur møguleikar
at økja útflutningin til út-
heimin. Menningin av net-
handli á heimasíðunum
merkir eisini størri kapping.
Fleiri eru um boðið enn
Internetið letur dyrnar upp
áður og menningin innan
Internetið ger, at fyritøkur-
nar hava møguleika at náa
fleiri kundum skótari.
Leitingin á Internetinum
er ofta vøruorientera. Kotu-
orðið aftanfyri gott úrslit á
Internetinum er tí leitimask-
inan.
» Tá tú leitar á netinum
er ikki av týdningi, hvussu
stór fyritøkan er, hvussu
stórur umsetningurin er, ella
hvør mann er. Kundin er
tann ið leitar fyritøkur og
vørurnar fram, tí er av stór-
um týdningi hvørjum og
hvussu nógvum leitimask-
inum ein er skrásettur í. Tal-
ið av leitimaskinum er av-
gerandi fyri søluna hjá fyri-
tøkuni,« sigur Finn Jørgen-
sen stjóri á fyritøkuni DINO
A/S, sum hevur góðar
royndir av sølu á Inter-
netinum. Teir hava fingið
kundar bæði í India og
Egyptalandi orsaka av Inter-
nethandli.
»Heimasiðan og Webstor-
en hava verið við til at
styrkja okkara samband við
kundarnar. Upplýsing um
nýggjheitir og onnur tiltøk
náa skjótari út til kundarnar
enn áður og tað er sjálvsagt
ein styrki,« sigur Finn Jørg-
ensen víðari.
Millum tjóðveldisfólk tykist
lítil ivi vera um, at tað skal
vera Høgni Hoydal sum í
framtíðini skal vera
formligi oddafiskurin í
flokkinum
Nú farið er inní eitt nýtt áratúsund, er tíðin komin til
framvísing av nýggjari vøru. Í samband við vitjan frá
Hünnebeck frá 2. til 8. apríl, verður opið hús, har
møguleiki verður at síggja:
• Bosta stillads
• Opal Alu. stillads
• Rasto forskalling
• Tekko forskalling
• umframt annað
Væntandi verður eisini møguleiki fyri at síggja eina
40“ innrættaða bingju við Bosta - stillads klár til
flutning frá byggiplássi til byggipláss.
Komið tískil til
Opið hús 6. apríl 2000
kl. 13.00 – 19.00 hjá
Kaj Andreasen & Co á Sandvíkarhjalla.
Okkurt verður til matna.
Brian Nissen frá Hünnebeck Danmark er at hitta frá
2. til 8. apríl á Hotel Hafnia,
tlf. 313233 ella á biltelefon nr. +45 40567547
Vit síggjast
Hünnebeck Danmark A/S
Opið hús
hjá
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
At rætta bakara
fyri smið
Oddagrein
Viðmerking:
Eftir at hava sæð seinasta
Krosskast, hava fólk helst
fingið ta fatan, at eingin
løgtingslimur hevur varnast,
at trupulleiki fór at vísa seg
í fólkaskúlanum. Og so
slettis ikki limir í Mentan-
arnevndini. Teir hava einki
varnast. So er ikki.
Tvær orsøkir eru til tað.·
- At sjónvarpsmaðurin
ikki tykist kenna manna-
gongdina, tá fíggjarlógar-
uppskot er í nevnd (ella
legði hann sær ikki orðini
nóg hegnisliga í munnin?
Kanska vildi hann erta eitt
lítið sindur? Tað ger einki!).
- at formaðurin í Ment-
anarnevndini, Jógvan á
Lakjuni, av góðum grund-
um ikki var við í nevndar-
viðgerðini av millum annað
fólkaskúlanum, eftir sum
hann tá var staddur í New
York umboðandi sín flokk.
Mannagongd
Mannagongdin er tann, at
Fíggjarnevndin vísir teim
pørtum í fíggjarlógarupp-
skotinum, sum snúgva seg
um málsøki hjá aðrari
nevnd, til ummælis hjá hes-
Viðmerking til Krosskast
um nevndum (§ 24, stk. 3 í
tingskipanini). Talan er
bert um ummælisrætt, og
kunnu
tær
einstøku
nevndirnar
ikki
gera
uppskot til broytingar í
teim upphæddum, sum
ásettar eru. Ummælini
verða síðani send Fíggjar-
nevndini.
Tí er tað púrasta burtur-
við, tá ið sjónvarpsmaðurin
spyr Jógvan á Lakjuni um
tað talið, sum er sett av á
fíggjarlógaruppskotinum til
fólkaskúlan, sum um tað er
nakað
Mentanarnevndin
hevur mælt til.
–Tit munnu hava hildið
tað verið nokk, tá ið tit ikki
hava sett meira av, sigur
sjónvarpsmaðurin.
Jógvan á Lakjuni, sum í
sendingini umboðaði Ment-
anarnevndina, svarar, at
»landsstýrismaðurin hevur
fingið nakrar karmar - hevur
fingið teir pengar, hann hev-
ur hildið seg hava brúk fyri,
og tað hevur nevndin tikið
undir við.«
Tað er so langt av leið.
Ávaring
Sjálv sat eg í formanssess-
inum í Mentanarnevndini,
meðan Jógvan á Lakjuni var
burturstaddur. Vit høvdu
nógv at vísa á og spyrja
landsstýrismannin
um.
Størstu málini vóru fólka-
skúlin, Sjónvarp Føroya og
stuðulin til Ítróttarsamband
Føroya.
Viðvíkjandi fólkaskúla-
num vísa vit á, at vit vænta
ikki at játtanin fer at halda,
eisini um sæð verður burtur
frá møguligari hækking,
sum stava frá samráðingum
við Føroya Lærarafelag í
mars 2000.
Landsstýrismaðurin sigur
okkum at,” hóast umbønir
og frágreiðingar í samband
við økta virksemið á fólka-
skúlaøkinum við nýggjari
løgtingslóg um fólkaskúlan
umframt lønarvøkstur, so
fekk
landsstýrismaðurin
ikki lagað fíggjarkarmin
fyri ár 2000 í nóg stóran
mun til økta virksemið, sum
ætlað í fólkaskúlanum”.
Enn minni fær Mentan-
arnevndin. Okkara uppgáva
er sum sagt at ummæla og
einki annað. Okkara um-
mæli viðvíkjandi fólka-
skúlanum var heilt greitt -
tummilin niður!
So vita bæði sjónvarps-
maðurin
og
mentanar-
nevndarformaðurin tað.
Sjálvandi kundi Jógvan á
Lakjuni roynt at ávirka sína
egnu samgongu. Somuleið-
is Høgni Hoydal. Men eftir
sendingini at døma, er
hvørgin teirra rætti boðberi.
Katrin Dahl Jakobsen,
løgtingskvinna
Javnaðarfloksins
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu sam-
kenslu, tá maður, pápi, verpápi og langabbi okkara
POUL M. JOENSEN
á Trøðni í Fuglafirði
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til heimasjúkrasystrar og til landssjúkrahúsið.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Thabor.
Tøkk til Niels Jacob, Gordon og Olufson fyri góð og
troystarrík orð í kapelli og kirkju. Tøkk til kirkju-
tænarar og sangarar og tøkk til tykkum, sum hjálptu
til í Thabor.
Til seinast vilja vit takka øllum tykkum mongu, sum
fylgdu Poul Martin til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóhanna, Arnold, Hilmar, Malena,
Elibert og Erling
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu, tá
okkara kæra mamma, vermamma, omma og lang-
omma
DAGNY DEBES
Tvøroyri
doyði og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Ellis- og Røktar-
heimi, sum so væl vóru um hana til tað seinasta; og
til tykkum, sum á ymsan hátt vístu hjálpsemi.
Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Somuleiðis tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til
tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíld-
arstað.
Fyri tey avvarðandi
Hans Olaf, Harbogi, Dagbjartur og Mina
Tøkk
Tað er vanligt í øllum demo-
kratiskum stýrum, at sam-
felagsuppgávurnar verða
býttar sundur, har ein mini-
stari fær ábyrgdina av sín-
um øki.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaðurin
í
sjálv-
stýrismálum, og nú eisini
landsstýrismaður í skúla-
málum, hevur júst alment
úttalað, at hann ikki blandar
Skúlin ongan ministara
seg í lønar- og arbeiðs-
viðurskifti skúlans.
Var tað so neyðugt at seta
Høgna Hoydal ístaðin fyri
Signar á Brúnni sum lands-
stýrismann í skúlamálum.,
tá hesin alíkavæl leggur alt
í hendurnar hjá Karsteni
Hansen, landsstýrismanni í
fíggjarmálum.
Soleiðis prioriterar lands-
stýrið fólkaskúlan!
Hetta er bert eitt mál av
mongum – nevn tú hini!
Eg føli, at politikkararnir
spæla »matador« við okk-
um borgarum.
Petur Sigurd Rasmussen
Viðmerking:
Politisku hendingarnar seinastu dagarnar eru
eitt talandi prógv um, at hvørki politikkarar
ella stovnsleiðarar - leik og lærd - kenna til
fulnar ta nýggju stýrisskipanarlógina. Somu-
leiðis tykist greitt, at bæði politikkarar og
almenningurin hava ov lítlan kunnleika til
skipanirnar við fíggjarlóg, eykafíggjarlóg,
eykajáttarlóg og játtanarskipanunum.
Hetta er ein niðurstøða eftir málið við Signari
á Brúnni og Sjónvarpi Føroya, sum lands-
stýrismaðurin útvegaði pening úr gjaldsføri
landskassans, tá hesin stovnur hevði rent seg
fastan fíggjarliga, og eftir at fíggjarnevndin
bað hann fara í løgtingið við málinum.
Nú verður kastað eftir fjølmiðlum fyri, at teir
hava gjørt sítt til, at ein landsstýrismaður varð
loystur úr starvi. Men tað eru ikki fjølmiðlarnir,
sum hava veitt einum stovni pening úr lands-
kassanum. Teir hava umrøtt og viðgjørt eina
heilt greiða niðurstøðu hjá løgtingsgrannskoð-
arunum.
Tjóðveldisflokkurin tók málið upp síðsta hós-
kvøld, og viðgjørdi tað fríggjadag, leygardag
og mánadag, og sjálvandi fylgja fjølmiðlarnir
við gongdini dag frá degi, ella frá tíma til tíma.
Tá flokkurin hjá landsstýrismanninum tekur
málið upp, má tað vera tí, at hann heldur
málið hava stóran týdning.
Avleiðingarnar kenna vit. Men nú er eisini
staðfest, at Signar á Brúnni helst ikki kendi
stýrisskipnarlógina, tá hann bað um at vera
loystur úr starvi. Somuleiðis er eisini staðfest,
at Tjóðveldisflokkurin - og kanska landsstýrið
eisini - neyvan kendi stýrisskipanarlógina, tá
møguleikarnir fyri eini óheftari kanning vórðu
umrøddir lagnudagarnar hjá Signari á Brúnni
- mánadagin og týsdagin.
Somuleiðis verður kastað efir fjølmiðlunum,
hví teir bara hava viðgjørt Signar á Brúnni,
og hví teir ikki hava viðgjørt Strandferðsluna
og Landsverkfrøðingin og Finnboga Arge,
Almannastovuna og Helenu Dam á Neystabø
og aðrar landsstýrismenn við. Men í hesum
dømum er støðan ein heilt onnur, og í summ-
um førum hava løgtingsgrannskoðararnir átal-
að framferðina. Okkurt kundi verið gjørt betri,
men at lasta fjølmiðlunum fyri at Signar á
Brúnni varð loystur úr starvi, er at rætta bakara
fyri smið
So er spurningurin, um Tjóðveldisflokkurin ikki
kyndi uppundir við tí nógva fundarvirksemi-
num, og um ikki Signar á Brúnni sá skriftina á
vegginum. Í øllum førum tóktist greitt týsdagin,
at misálit fór at verða reist ímóti honum. Og
tá samgongumenn vóru við í ætlanini, hevði
mísálitsuppskotið helst verið samtykt. Har-
afturat er spurningurin, um partar í Tjóðveldis-
flokkinum ikki vóru komnir til ta niðurstøðu, at
Signar á Brúnni vóð upp um miðju í óloystum
málum og tískil skaddi umdømi floksins, og tí
hildu, at best var at fáa hann frá?