leygardagur 1. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 65 - 1. apríl 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr.65 - 1. apríl 2000
Skiparin
á Norrønu
skelkaður
ÁKI BERTHOLDSEN
– Eg skilji púra onki av hes-
um.
Ólavur Hovsgarð, skipari
á Norrønu, er milt sagt
skelkaður av tíðindunum frá
Søfartsstyrelsen í gjár um
tað vánaligu trygdina um-
borð á Norrønu.
Í hesi vikuni hevur Sø-
fartsstyrelsen almanna-
kunngjørt ársfrágreiðingina
fyri 1999, og har fær Norr-
øna vánaligt skoðsmál fyri
trygdina.
Í hesum føri eru tað úr-
slitið av brunavenjingunum,
sum hugsað verður um.
Søfartsstyrelsen
hevur
kannað Norrønu 10. mai í
fjør og hvat brunatrygdini
viðvíkur, fær Norrøna tað
vánaligasta ummælið, sum
hugsast kann.
Á einum skala frá 0-10
fær Norrøna nevniliga eitt
snøgt 0 fyri brunavenjing-
arnar.
Søfarsstyrelsen
hevur
eisini kannað fimm onnur,
føroysk ferðamannaskip.
Av teimum fær Strand-
faraskipið Pride eisini eitt
runt 0 frá Søfarsstyrelsen
fyri brunavenjingar, og
Dúgvan fær eitt fýratal.
Hinvegin fær Tróndur 9,
Sam fær 8 og Smyril fær 7.
Søfartsstyrelsen sigur, at
skoðsmálið frá 6-10 er nøkt-
andi, frá 3-5 er minni gott
og 0-2 er ikki nøktandi.
Hava gullrein pappír
Tað er skiparin, sum hevur
ábyrgdina av trygdina.
Og ein av skiparunun á
Norrønu, Ólavur Hovsgarð
skili ikki, hvussu tað ber til,
at Norrøna fær so ringt
skoðsmál.
– Vit hava gullrein trygd-
arpappír. Tað merkir at
Norrøna hevur allar góð-
kenningar, sum hon skal
hava.
Men hann heldur avgjørt,
at er trygdin umborð á Norr-
ønu ikki ílagi, átti Søfarts-
styrelsen heilt einfalt at
gjørt álvara av og lagt skip-
ið.
– Tí tað er avgjørt eitt
mál, sum Søfartsstyrelsen
eigur at taka sær av.
Ólavur Hovsgarð sigur, at
norska skipasýnið hevur
eisini verið umborð á Norr-
ønu og kannað allar trygd-
arskipaninar og alt skipið
annars, og teir høvdu ongar
viðmerkingar.
Skiparin sigur, at tað er
álvarsligt fyri Norrønu og
Smyril Line, at Søfartsstyr-
elsen sleppur slíkum tíðind-
um út, tí tað kann fáa av-
leiðingar fyri umdømið hjá
Norrønu.
Og hann heldur eisini ,at
hetta hetta kann ikki fara
aftur við borðinum óátalað.
Men akkurát, hvat verður
gjørt við tað, veit hann ikki.
Tríggjar venjingar
Ólavur Hovsgarð sigur, at
tað, sum kann vera hent, er,
at tað var tann 10. mai í fjør,
at Søfartsstyrelsen var um-
borð og gjøgnumgekk tær
ymsu trygdarskipanirnar
saman við manningini.
– Hetta var fimm dagar
áðrenn summarsiglingin
byrjaði og tað var spildur-
nýggj manning umborð og
hon var sjálvandi ikki von
við skipið tá.
Men skiparin sigur, at tá
ið summarsiglingin byrjar,
og nýggj manning kemur
umborð, er eitt tað fyrsta tey
gera, at gjøgnumganga
trygdarskipanirnar, so at
hvør veit, hvat hann, ella
hon skal gera, um neyð-
støða tekur seg upp. Tann
fyrsti dagurin er settur av,
allur sum hann er, til venj-
ingar.
– Hedna eina dagin upp-
undir
summarsiglingina,
hava vit ikki færri enn trígg-
ar venjingar við manningini
fyri at tað ongin ivi skal vera
um nakað sum helst.
Síðani hava vit fullar
venjingar einaferð um vik-
una fyri at halda alt viðlíka.
– Og tað er meiri enn
donsk skip gera, tí tey hava
bara venjingar einaferð um
mánaðin.
Hann sigur eisini, at hev-
ur Søfartsstyrelsen nakað at
finnast at, plagar tað at
krevja „umroynd“.
Óalvur Hovsgarð sigur, at
Søfarsstyrelsen var eisini
umborð seinasta summar og
gav Norrønu ISM-Góð-
kenning.
ISM stendur fyri Inter-
national Safety Manage-
ment og tað er ein altjóða
trygdargóðkenning.
– Tað átti Søfartsstyrelsen
eisini at almannakunngjørt
– Men at Søfartsstyrelsen
almannakunngerð
slíkar
upplýsingar, uttan víðari, er
uttanfyri alt mark, heldur
Ólavur Hovsgarð.
Nýggjar venjingar
Ib Mathisen Yvirskipainsp-
ektørur á Søfartsstyrelsen,
sigur, at vit skulu vera varin
við at koma til alt ov vítt-
fevndar niðurstøður av hes-
um eftirlitinum hjá Skipa-
sýninum.
– Hetta merkir avgjørt
ikki, at tað eru óráð at sigla
við Norrønu.
– Tað, sum skoðsmálið
frá Søfarststyelse merkir, er,
at henda ávísa dagin var
brunavenjingin á Norrønu
avgjørt ikki nøktandi.
– Og í slíkum førum
krevja vit, umroynd og tað
er eisini gjørt í hesum før-
um.
– Og tær venjingar, sum
vit síðani hava havt eftirlit
við umborð á Norrønu, hava
verið nøktandi, sigur Ib
Mathisen.
– Trygdin á Norrønu er avgjørt ílagi, sigur Ib Mathisen yvirskipainspektørur á Søfartsstyrelsen. Ólavur Hovsgarð,
skipari á Norrønu skilir onki
HØGNI MOHR
Í dag, 1. apríl, verður MBM 20 ár. Í tí sambandinum
verður skipað fyri móttøku á MBM í Hoyvík. Opið
verður millum klokkan 13 og 16.
Hendan sama merkisdag leggur ein av undangongu-
monnunum í lutafelagnum, MBM, frá sær sum bóndi.
Tað er bóndin á Hoyvíksgarði, Hanus Vang, sum letur
festið upp í hendurnar á fýraogtjúgu ára gamla systur-
–Norrøna hevur gullrein trygdarpapp-
ír, so eg fati ikki, hvussu sigur Ólavur
Hovsgarð, skipari á Norrønu
Merkisdagur í landbúnaðarsøguni
soninum, Sigerti Paturson.
Eisini á Hoyvíksgarði verður móttøka. Millum klokk-
an 17 og 20.30 eru fólk vælkomin niðan á Vatnaskørð at
heilsa upp á fráfarandi festaran og unga eftirmannin. Í
hjallinum og í túninum verða ein snapsur ella ein bjór
bjóðað. Men eisini til teirra, ið ikki bera sterkt í sín
munn, verður okkurt flótandi, frættist av Hoyvíksgarði.
– Vit hava sett hol á svullin
- At vit fóru í arbeiðssteðg setti hol á
ein stóran svull, sum nú blívur við at
renna. Verður svullurin ikki tómur,
verður hann ikki heilur aftur, sigur
Elsa Birgitta Petersen, formaður í
Lærarafelagnum
DAGFINN OLSEN
Arbeiðssteðgurin
og
blokadan heldur fram innan
føroyska skúlaverkið. Før-
oya Lærarafelag kundi ikki
góðtaka notatið, sum sem-
ingsmenninir royndu at fáa
partarnar aftur til sam-
ráðingarborðið við.
Semingsmenninir gera
ikki meira í løtuni.
- Fyribils hava vit vrakað
uppskotið og so gongur
vikuskiftið, uttan at nakað
hendir. Vit hava biðið um
fund við Høgna Hoydal,
landsstýrismann í skúlamál-
um. Vit vilja fegin tosa við
hann um okkara sjónarmið,
tí vit halda, at hann er ikki
so væl kunnaður, sigur Elsa
Birgitta Petersen, forkvinna
í Føroya Lærarafelag.
Skúlar lata aftur
Søgur ganga um, at á mong-
um skúlum er støðan ikki
góð og at talan er um, at
skúlarnir brátt lata aftur.
M.a. tí tænastumenninir, ið
eru eftir í skúlunum, bert
røkja uppgávurnar, ið eru
kravdar eftir tænastumanna-
lógini.
Elsa Birgitta Petersen veit
einki ítøkiligt um hesi tíð-
indi, men hon skilir væl, um
støðan er hættislig.
Vandi sigst vera fyri, at
skúlar brátt lata aftur, tí allar
uppgávur verða ikki røktar
og einki verður keypt inn,
so ymiskt byrjar at ganga
undan.
- Eg havi verið úti í skúl-
anum og havi sæð, at t.d.
teldustovur eru læstar. Hetta
er jú eitt savn. Allar ser-
stovur eru læstar. Amboð
verða ikki lænt ímillum
skúlar og heldur ikki t.d.
svimjihylar, tí hetta er eisini
savn ella serstova, sigur
Elsa Birgitta Petersen og
sipar til, at røkt av serstov-
um og søvnum er rakt av
arbeiðssteðginum.
T.d. skúlakøkarnir eru
enn virknir, tí har fáa lær-
arar reduktión og er hetta
teirra skylda at røkja.
- Lærarar fáa gjáld fyri
ávíst arbeiði. Tað skulu teir
gera. Men at rudda upp og
annað fáa teir einki fyri, sig-
ur Elsa Birgitta Petersen.
Hon heldur, at øll nú duga
at síggja, hvussu stóran
týdning ein vælvirkandi
fólkaskúli hevur.
- Næmingar, ið vit hava
uppalt
eftir
nýmótans
mynstri, tað vil siga at á-
byrgd av egnum lívi, duga
at síggja, at hetta gongur
ikki. Teir einastu, ið ikki
taka ábyrgd, eru politikar-
ar.Teir taka ikki ábyrgdina
av lógini, ið er smoygd yvir
høvdið á okkum, sigur Elsa
Birgitta Petersen.
Vendi í
Fíggjarmálastýrinum
Hon vísir á, at politikarar
hava sagt, at meira arbeiði
fylgir við lógini.
- Undan hesi semings-
royndini setti Undirvísing-
ar- og Mentamálastýrið upp
tey 9 punktini, sum fevndu
um meira álagt arbeiði. Tað
fór í Fíggjarmálastýrið, har
tað bleiv nógv reduserað,
sigur Elsa Birgitta Petersen.
- Tá segði Signar á
Brúnni, at vit skuldu fáa eitt
skriv. Men hetta fór fyrst í
Fíggjarmálastýrið.
Har
Gjørdust ikki
nógv klókari
Umboð fyri 32 fakfeløg gjørdu á
fundi í Tinganesi greitt, at tey sita ikki
og eygleiða á síðulinjuni leingi
afturat
bleiv tað umarbeitt og síð-
ani lagt fyri semingsmenn-
inar.
Var tað hetta, ið tit ikki
kundu góðtaka?
- Tað, sum nú kom, var
so knapt og diktatoriskt orð-
að, at vit máttu siga, at so-
leiðis spæla vit ikki, sigur
forkvinnan í Føroya Lær-
arafelag.
Víkuvís
Fleiri feløg í grannalondum
hava kunnað seg um støð-
una hjá Føroya Lærarafelag
og Danmarks Lærerforen-
ing hevur spurt seg fyri, um
nakað er, ið tey kunnu
hjálpa við.
Høvuðsskrivarin í NLS
hevur verið á vitjan hjá Før-
oya Lærarafelag og hevur
fingið kunning um støðuna.
NLS er samskipan av skúl-
an í Norðurlondum - frá
teim minstu upp til hægri
skúlar.
- Vit hava saman orðað
ymiskt, ið verður sent út til
grannalondini. Um ein góð-
an mánað verður stjórnar-
fundur í NLS í Føroyum.
Tað verður stuttligt, tá um-
boðini koma, og vit eru í ar-
beiðssteðgi,
sigur
Elsa
Birgitta Petersen og dylur
ikki, at tað er eingin trupul-
leiki at halda fram við ar-
beiðssteðginum í ein mánað
afturat og at Lærarafelagið
ikki ætlar at slaka.
Í blaðnum mikudagin
varð eisini nevnt, at eftir at
semja er funnin, skal henda
til frumatkvøðu millum lim-
ir Føroya Lærarafelags og
hetta kann taka eina viku.
Hol sett á svull
- At vit fóru í arbeiðssteðg
setti hol á ein so stóran
svull, sum nú blívur við at
renna. Verður svullurin ikki
tómur, verður hann ikki
heilur aftur, sigur Elsa Bir-
gitta Petersen, ið ikki metir,
at nakað sum helst hendir
um vikuskiftið.
DAGFINN OLSEN
Vegna sonevnda 7 mann-
abólkin handaði Joan Ziska-
son hósdagin Høgna Hoy-
dal skriv.
Tað var ein langur riðil av
fakfelagsformonnum
og
umboðum, ið vildi hitta
varaløgmann á máli, nú Før-
oya Lærarafelag hevur verið
í arbeiðssteðgi síðani 8.
mars 2000.
Í skrivinum til Høgna
Hoydal, ið nú umsitur
skúlamál, siga feløgini -
umboðað av 7 manna-
bólkinum - at tey krevja, at
landsstýrismaðurin tekur
stig, so ein loysn fæst á
málinum og samráðingar
millum Lærarafelagið og
Fíggjarmálastýrið byrja aft-
ur. Kravt verður, at lands-
stýrismaðurin aktivt fer inn
og finnur eina loysn á træt-
uni.
7 mannabólkurin ger vart
við í skrivinum, at lands-
stýrismaðurin hevur á-
byrgdina av, at øll børn
ganga í skúla. Nýggja fólka-
skúlalógin áleggur lærarum
ein part av uppalingini av
HØGNI MOHR
Ókendar røddir vilja vera
við, at øll ungmannafeløgini
í Føroyum, uttan unga sam-
bandið, hava verið ov djúpt
í kassanum hjá donsku
veddingartænastuni. Nevnd
verða feløg sum Unga Tjóð-
veldið, Sosialistiskt Ung-
mannafelag og FUR.
Keldurnar hava róð fram
undir, at føroysku feløgini
børnunum, men sum støðan
er í dag, mala børnini fyri
vág og vind og kann hetta
fáa álvarsligar fylgir, verður
sagt.
Í skrivinum verður átala,
at nýggj lóg er samtykt, sum
viðførur meirútreiðslur og
at hetta átti at verið mál
millum Fíggarmálastýrið og
Undirvísingar- og Menta-
málastýrið, men er nú endað
í sáttmálasamráðingunum
við Føroya Lærarafelag.
Fakfeløgini minna á út-
senda yvirlýsing og siga, at
tey kenna sína vitjanartíð og
ætla ikki at sita sum eyg-
leiðarar á síðulinjuni leingi
afturat.
Ikki nógv klókari
Joan Ziskason, forkvinna í
Sjúkrasystrafelagnum og
umboð í 7 mannabólkinum,
sigur, at tey á fundinum
løgdu síni sjónarmið fram
og handaðu Høgna Hoydal
skrivið.
Feløgini fingu tó ikki so
nógv at vita frá Høgna Hoy-
dal.
Joan Ziskason sigur, at
hann minti á, at Føroya
Lærarafelag skal samráðast
við Fíggjarmálastýrið um
lønir og síðani skal restin
fyri
Undirvísngar-
og
Mentamálastýrið.
Joan Ziskason minnir á,
at Lærarafelagið hevur sagt,
at har er tey tí áskoðan, at
fáa tey ikki bøtt viðurskift-
ini nú, so verður tað ikki.
Joan Ziskason metir ikki,
at fakfelagsumboðini gjørd-
ust so nógv klókari úti í
Tinganesi. Heldur var talan
um sama orðavavstur, sum
á politiska pallinum.
Joan Ziskason vil ikki
siga nakað ítøkiligt, hvørt
feløgini hugsa um stuðuls-
tiltøk, men vísir til skrivið
til Høgna Hoydal, ið hon
metir ikki krevur tær stóru
tulkingarnar.
Illgitingar um stuðulssvans
Ungmannafelagið Tjóðveldið og FUR
avsanna, at tey hava ov langar lima-
listar fyri at fáa størri stuðul frá
veddingartænastuni
nýta sama hátt, sum donsk
ungmannafeløg hava nýtt til
tess at fáa meira stuðuls-
krónur úr vedddingarkass-
anum, enn tey høvdu rætt
til.
Skipað svans í
Danmørk
Í Danmørk kom hetta fram
fyri nøkrum árum síðani, og
burtur úr tí spurdist mikið
rok. M.o. vórðu Venstres
Ungdom, DSU, RU og
Mellemfolkeligt Samvirke
sett í samband við skipaða
svansið.
Limalistarnir
á
ung-
mannafeløgunum í Dan-
mørk vóru alt ov langir. Á
teimum vóru nøvn á fólki,
sum als ikki vóru limir;
summi teirra tí tey vóru væl
og virðiliga farin undir
grønutorvu. Soleiðis fingu
feløgini størri stuðul, tí jú
longri listarnir vóru, jú fleiri
krónur fullu í fangið á
danska ungdóminum. Tað
er hetta, sum leysasøgur nú
vilja vera við, fer fram í
Føroyum.
Avnokta alt
Men á Føroya Ungdómsráði
standa tey sum kánus. Aðal-
skrivarin, Kári Olsen ger
púra greitt, at alt er farið
rætt fram.
Eisini leiðarin í Unga
Tjóðveldinum,
Annlis
Bjarkhamar, staðfestir, at
leysasøgurnar eru burturvið.
- Okkara framferðarháttur
er tann, at statsgóðkendur
grannskoðari
góðkennir
limalistan, sum er grundar-
lagið undir stuðlinum, sum
FUR umsitur. Tað hevði
verið politiskt sjálvmorð at
svansa við limatølunum. Eg
kenni limalistan hjá okkum,
og eg kann upplýsa, at í
sambandi
við
okkara
stuðulsumsókn er skrásetta
limatalið bert125. Hetta hó-
ast vit hava 300 limir. Or-
søkin til lægra talið á
stuðulslimalistanum er, at
nøvnini á limum, sum ikki
hava latið fullfíggjaðar upp-
lýsingar inn um seg sjálvar,
ikki eru við, sigur Annlis
Bjarkhamar, sum ger púra
greitt, at er nakað ivamál
um stuðulin, so ætlar Unga
Tjóðveldi ikki at taka ímóti
krónum frá donsku vedd-
ingartænastuni
FUR fingið
Grannskoðaraváttan
Aðalskrivarin í FUR, Kári
Olsen, staðfestir, at alt hjá
Unga Tjóðveldinum er í fín-
asta lagi.
- Vit hava fingið upplýs-
ingar um limatalið hjá po-
litisku ungmannafeløgunum
frá
grannskoðara,
og
soleiðis skal tað vera, sigur
hann og leggur aftur at, at
skipanin í sambandi við
stuðulsumsóknir er púra
greið.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerkingar frá øðrum
ungmannafeløgum áðrenn
evstamark.
Joan Ziskason handaði vegna 32 fakfeløg Høgna Hoydal skriv. Mynd: Jens Kristian
Vang