leygardagur 1. apríl 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sigrun hevur framsýning
EYÐUN KLAKSTEIN
Í dag klokkan 16.00 letur um listafram-
sýning í Listaskálanum í Havn.
Tað er Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen,
sum fer at sýna fram verk hjá sær, og
hetta er fyrsta ferðin, at hon hevur ser-
framsýning í Listaskálanum.
Sigrun er fødd á Eiði, ho er útbúgvin á
Tekniskúlanum hjá Askou Jensen á
Glyptotekinum í Keypmannahavn. Hon
hevur somuleiðis gingið á málara- og
grafikkskúlanum á Kunstakademinum í
Keypmannhavn.
Síðani miðskeiðis í sjeytiárunum hev-
ur Sigrun sýnt fram á Eiði og í Havn, og
hon hevur millum annað verið við á
Ólavsøkuframsýningum og Várframsýn-
ingum.
Hon hevur eisini sýnt fram í Danmark
og Svøríki.
Tíðin í Eysturgrønlandi frá 1992 til
1998 hevur givið henni stóran listarligan
íblástur, og í fjør hevði hon framsýning í
Grønlandi.
Framsýningin er til 24. apríl.
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen sýnir í hesum døgum fram listarverk hjá sær í
Listaskálanum í Havn. Mynd: Jens Kr. Vang
SVEINUR TRÓNDARSON
Eftir at hava verið løgreglu-
maður í meiri enn 37 ár,
hevur Suni Vinther nú latið
seg úr búnanum fyri sein-
astu ferð. Hósdagurin var
hansara seinasti arbeiðsdag-
ur, so hóast hann ikki gevst
hjá løgregluni fyrr enn
næsta mánaðarskifti, so
verður hann ikki aftur at
síggja í búna.
– Eg fari ongantíð í hann
aftur, sigur Suni Vinther.
Men tað er ikki tí, at hann
hevur verið ónøgdur við ar-
beiði, men tá ein er givin,
ja, so er ein givin.
Ein long og gíð søga
Tá Suni Vinther, um árs-
skiftið 1963 fór til arbeiðis
úti í Kastrup, var hann - og
tveir aðrir føroyingar - tann
fyrsti, sum var útbúgvin
løgreglumaður eftir tí skip-
an, sum koyrir enn tann dag
í dag.
– Vit byrjaðu á Politiskúl-
anum og tá tað var liðugt,
vórðu vit sendir til arbeiðis
í Kastrup. Har var eg so í
gott og væl eitt ár, til eg í
juni 1964 varð fluttur heim
til Føroya. Burtursæð frá
1969, tá eg tók kriminal-
útbúgvingina í Danmark, so
havi eg verið her síðani, sig-
ur Suni Vinther.
Og hann letur sera væl at.
Tað eru tey góðu minnini,
sum ganga aftur, og hóast
tað eru seks ferðir fleiri løg-
reglumenn nú, so heldur
Suni ikki, at tað er so nógv
øðrvísi, enn tað var tá.
– Av tí at tað eru fleiri
løgreglumenn, so verður
gingið vaktir, og tí hevur tú
serliga nógv saman við
teimum, sum tú hevur vakt
saman við, men tað er einki
óvanligt í tí. Samanhaldið
hevur kortini verið sera gott
tvørtur um vaktirnar, og í
so máta er tað einki øðrvísi
Súni Vinther hongt
búnan í skápi
Hósdagurin var seinasti arbeiðsdagur hjá Súna Vitnher,
støðleiðara í Havn. Hann fer frá fyri aldur um mánaðar-
skifti apríl-mei, men hann hevur verið í uniforminum fyri
seinastu ferð
enn tá vit vóru 10, sigur
Suni.
Ein broyting er kortini, at
í »gomlum« døgum, var tað
ikki óvanligt, at ein løg-
reglumaður fór út til eitt-
hvørt einsamallur, og tí fekk
hann eitt tætt samstarv við
sjúkrabilførararnar,
sum
ofta eisini komu einsamall-
ir.
– Tí kanst tú siga, at vit
tá arbeiddu meira saman
tvørtur um fakmørkini enn
vit gera í dag, men tað hevði
eisini verið óhugsandi at
farið út einsamallur í dag.
Uppbygdi
kriminaldeildin
Í 1969 varð heitt á Suna um
at átaka sær at uppbyggja
kriminaldeildina,
sum
skuldi setast á stovn í Før-
oyum. Eingin útbúgvin løg-
reglumaður var í Føryoum
og tí mátti Suni til Dan-
markar har hann tók eina
rúgvu av kriminalskeiðum,
samstundis, sum hann ar-
beiddi á kriminaldeildini í
Næstved.
– Eg haldi, eg tók øll
skeiðini, sum vóru á krimi-
naløkinum tá, men tað er
tíverri komið so nógv aft-
urat síðani. Tá var t. d. einki,
sum kallaðist edv-krimi-
nalitetur, so..., sigur Suni og
smáflennur.
Heimafturkomin starvað-
ist hann so sum leiðari á
kriminaldeildini í 15-18 ár
- hann minnist ikki sjálvur
- og tey munnu ikki vera so
fá, sum serliga minnast
Suna sum kriminalpolitist.
Í 1988 varð hann so út-
nevndur støðleiðari í Havn.
Táverandi støðleiðari, Nicl-
as Akraberg Poulsen, gjørd-
ist politiinspektørur og Suni
fekk hansara starv. Hesum
starvi hevur hann so sitið í
til hósdagin tá hann hevði
seinasta aktiva starvsdag.
Komandi mánaðin gongur
so við at hava summarfrí og
tá 1. mai kemur er Suni
Vinther fyrrverandi løg-
reglumaður.
Suni og drotningin
Suni Vinther gevst hjá løg-
regluni nú hann gerst 60 ára
gamal. Henda møguleika
hava løgreglumenn, men
teir kunnu arbeiða til teir eru
63. Kortini valdi hann hesa
loysnina, og í staðin fer
hann at stákast við okkurt
heima.
Men hann fer hvørki at
ansa seyði ella rógva út, tí
hann hevur hvørki trøð,
seyð ella bát.
– Onnur í familjuni hava
havt størri hug til tað enn
eg, og tí helt eg, at tey
skuldu sleppa framat. Men
eg fari nokk ístaðin at brúka
meiri tíð upp á Reyða
Kross, sigur Suni Vinther.
Kona tín sigur, at nú
sleppur tú, at gera tað, sum
hevur ligið á láni í 37 ár.
Hvat sigur tú til tað?
– Oyjøssus! Jú, har havi
eg ríkiligt at tríva í eisini,
so eg skal nokk fáa tíðina
at ganga, sigur Suni Vinther,
sum fyllur 60 ár tann 16.
apríl. Tann dagin gloymir
hann neyvan, tí hann er
javngamal við Margrethu
drotning, so var hann
heima, so fekk hann nokk
at hoyra, at hon hevur føð-
ingardag.
Men tað verður hann ikki,
tí hann og familjan fara út
at ferðast tá tann stóri dag-
urin upprennur.
Sosialurin takkar Suna
fyri samstarvið, meðan
hann hevur verið løgreglu-
maður og ynskir honum alt
tað besta nú eftirlønaraldur-
in byrjar. Sjálvur óttast hann
kortini ikki fyri tí.
– Men munnu ikki timb-
urmenninir fara at koma um
einar tveir mánaðir, spyr
hann...
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 65 - 1. apríl 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr.65 - 1. apríl 2000
Sosialurin - 311820
Fæst eisini
til damur í
reyðum liti
kr. 3.299.-
Støkk inn á gólvið
og síggj okkara breiða
úrval av súkklum
Kr. 1.849.-
Vit
hava
eisini
Winther
súkklur
á
goymslu
BUDDY
kr. 299.-
CRACKERJACK
Kr. 349.-
SVEINUR TRÓNDARSON
Í blaðnum í gjár, endurgóvu
vit brot úr ársfrágreiðingini
hjá nevndini fyri Føroya
Banka, sum m. a. fanst at
lógarbroytingini, sum er á
veg í lógini fyri Landsbanka
Føroya.
Nevndin vísti á, at tað í
løtuni sær út til, at lands-
bankin fær eina serstøðu,
við tað at hann kann gerast
banki hjá kommunum og
øðrum almennum stovnum
og hetta er at gera seg inn á
kappingarøkið hjá føroysku
peningastovnunum við lóg.
Tekur frá hinum
Tá Karsten Hansen legði
uppskotið fyri tingið, gjørdu
stjórarnir í føroysku pen-
ingastovnunum skjótt av og
sendu fíggjarnevndini bræv,
har teir gera vart við sína
støðu. M. a. vísa stjórarnir
á, at landsbankin við ver-
andi valutastøðu Føroya
ikki hevur møguleika til at
liva upp til endamálsorð-
ingina um at arbeiða fyri
tryggum fíggjarviðurskift-
um í Føroyum, av teirri or-
søk, at Føroyar ikki hava sín
egna gjaldoyra.
Tí ber m. a. ikki til hjá
landsbankanum at stýra
gjaldførinum sum er, tí før-
oysku peningastovnarnir
sjálvir kunnu lána gjaldføri
uttanlands.
Stjórarnir gera vart við, at
landsbankin, um lógin verð-
ur broytt, ger seg inn á teirra
arbeiðsøki, ístaðin fyri at
lata teirra peningastovnar,
sum hava útbúgvið fólk,
røkja uppgávuna við gjald-
førinum fyri landsbankan.
Teir siga, at landsbankin
higartil hevur gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at betra um bú-
skaparligu tilvitanina í Før-
oyum og tað eigur hann at
halda seg til. Hann eigur at
hava yvirskipaða eftirlitið
við gjaldførinum og ikki
sjálvur umsita gjaldførið.
Landsbankin eigur at útlisi-
tera uppgávuna, sum ikki
nýtist merkja, at alt verður
sett í føroyskar peninga-
stovnar.
Hava gloymt kreppuna
Landsbankin hevur sent
fíggjarnevndini svar til
brævið frá peningastovn-
unum. Har verður víst á, at
tað tykist, sum hava føroy-
sku peningastovnarnir hava
Nevndin í Føroya Banka fanst á
aðalfundinum at broytingunum, sum
eru á veg í lógini um landsbankan,
men alt bendir á, at løgtingið
samtykkir broytingarnar í lógini um
landsbankan
Undirtøka fyri at lands-
bankalógin verður broytt
misskilt týdningin av krepp-
uni í 90 árunum og arbeið-
inum, sum var gjørt í
kapitalmarknaðarnevndini.
M. a. var ov nógv fíggj-
arlig bond vóru millum
myndugleikarnar og pen-
ingastovnarnar við veðhald-
um, innlánum og útlánum.
Ein av lærunum var, at
landskassin eigur at læna
við lánsbrøvum á markn-
aðinum og ikki beinleiðis úr
peningastovnunum, verður
eitt nú sagt í skrivinum frá
landsbankanum.
Landsbankin gevur pen-
ingastovnunum rætt í, at tað
ikki ber so væl til at reka
gjaldoyrapolitikk tá landið
ikki hevur sjálvstøðugt
gjaldoyra, men tí hevur tað
størri týdning, at myndug-
leikarnir umsita almenna
fíggjarogn í eini heild og við
umhugsni fyri framtíðini.
Vandi er fyri, at góðu
tíðirnar fremja útlánshugin,
sum aftur setur meira ferð á
vinnuna. Landsbankin held-
ur ikki at alment gjaldføri
eigur at vera brúkt til at slík-
an útlánsvøkstur, men held-
ur eigur at verða goymt til
tíðirnar gerast verri.
– Best egnaði stovnur at
Faroe
Brass til
Onglands
DAGFINN OLSEN
Føroyska tjóðhornorkestr-
ið, Faroe Brass, hevur
fingið serliga innbjóðan
til European Champion-
ships, sum verða 28. apríl
í Birmingham í Onglandi.
Faroe Brass er sett sam-
an av 8 lokalum føroysk-
um hornorkestrum.
Kappingin í Birming-
ham er heimsins stórsta
og er besti og mest spenn-
andi møguleikin hjá før-
oyskum blásarum í áravís.
Flogfar lættir sær á úr
Vágum tann 26. apríl og
tey, ið hava áhuga, kunnu
venda sær til Faroe Trav-
el. Ferðalagið er aftur í
Føroyum 30. apríl.
Í løtuni verður leitað
eftir sponsorum til ferðina
og verður heitt á fólk og
feløg um at hjálpa til at
gera ferðina til eina væl-
eydnaða tónleikaferð.
Fundur
um KT
Mánakvøldið klokkan 20
skipar Ungmannafelagið
Samband fyri almennum
fundi um KT í Føroyum
á Runavíkar Sjómans-
heimi.
Olav Enomoto fer at
greiða frá um KT í prak-
sis, og eisini luttaka
løgtingslimirnir Edmund
Joensen og Alfred Olsen.
Umframt at vera virkin
limur í Ungmannafelag-
num Samband er Olav
Enomoto útbúgvin data-
matikari og starvast dag-
liga hjá føroyskari teldu-
fyritøku.
ek
Faroe Brass er
boðið til
meistaraskap í
Ongland og
sóknast nú eftir
sponsorum
Marknaðardagur í
Sjónleikarhúsinum
Havnar Sjónleikarfelag skipar í dag fyri marknaðar-
degi í Sjónleikarhúsinum. Stórur loppumarknaður
verður, har møguleiki er at onga sær ymsar lutir. Mill-
um annað er ein rúgva av bókum bíliga til sølu. Til
børnini veður fiskibrunnur og eisini verður tombola
við ymiskum heimabakstri. Kaffi og te verður at fáa.
Tiltakið er í dag frá klokkan 10 til 17.
standa fyri heildarumsiting-
ini av almennari fíggjarogn
er landsbankin. Uppgávan
er ein náttúrlig monopol-
uppgáva, tí annars fæst ikki
ein heildarumsiting, sigur
landsbankin í skrivinum.
Taka eftir øllum
at døma undir
Hóast mótmæli frá peninga-
stovnunum, so bendir alt á,
at uppskotið hjá landsstýris-
manninum við fíggjarmál-
um fær undirtøku í fíggjar-
nevndini.
Nevndin hevur ikki latið
tinginum álit, men ein kann-
ing, sum Sosialurin hevur
gjørt vísir, at tað eftir øllum
at døma er undirtøka fyri
uppskotinum hjá lands-
stýrismanninum.
Verður gomul tíð havt í
huga, so kann tað kanska
tykjast løgið, at Fólkaflokk-
urin tekur undir við máli-
num, tí hann hevur ikki ver-
ið serliga heitur fortalari fyri
landsbankanum. Sum skilst
tekur Fólkaflokkurin í fíggj-
arnevndini undir við máli-
num, og tá bæði Tjóðveldis-
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin eisini taka undir,
so er meiriluti.
Men hann tykist gerast
størri, tí Javnaðarflokkurin
í fíggjarnevndini tekur eis-
ini undir við uppskotinum.
Vilhelm Johannesen, úr
Javnaðarflokkinum, sigur,
at teir taka undir við upp-
skotinum, tí teir halda at tað
er rættast, at landsbankin
umsitur almenna gjaldføri.
– Uttan at leggja nakran
undir nakað, so vístu 80 ár-
ini, at føroysku peninga-
stovnarnir ikki dugdu at fara
um gjaldføri og m. a. tí end-
aðu vit í eini svárari kreppu.
Vit vilja ikki hava, at tað
skal henda einaferð enn og
tí halda vit, at landsbankin
skal umsita gjaldføri lands-
kassans, so tað ikki verður
oyst út í samfelagið, sigur
Vilhelm.
Bjarni Djurholm, formað-
ur í fíggjarnevndini váttar
fyri Sosialinum, at álitið er
komið undir land og hann
væntar, at málið verður av-
greitt mánadagin. Hóast
hann ikki vil siga, at nevnd-
in tekur undir við uppskot-
inum, so vil hann kortini
siga, at tað er nógv, sum
bendir á, at tað verður sam-
tykt næstan sum tað var
framlagt.